Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 1986síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið Nr. 21 — 20. februar 1986 Moralski meirilutin í USA: Jerry Falwell kunnger boðskapin Rerslan hjá fundamentalistum vaksandi Í Amerika, har alt verður gjørt í stórum stili, er einki óvanligt, at trúarligar rerslur koma fram, fáa knappliga eldhugaða undirteku hjá milliónum av fólkum, verða fíggjarliga sterkar og byrja at vaksa og leggja pening í ognir sum ein onnur stórfyriteka. Hetta fyribrigdið nevna amerikanarar »big-time religion“, feit religion Men eingin rersla hevur nakrantíð fingið so framúrskar- andi undirteku hjá tí trúgvandi protestantiska fólk- inum í Ameriku, sum tann hjá krossfaranum Jerry Falwell, oddamaðurin fyri Moralska Meirilutanum í USA. Ikki er hann bara andligur pávi hjá milliónum av viðhaldsfólkum, men hann tykist eisini hava gott skil fyri politikki, og við Bíbliuni í hond greiðir hann teir nógvu og ymisku spurningarnar, ið plága miðal- amerikanarar, sum t.d. viðvíkjandi fosturtýning, homo- seksualiteti og pornografi, almennum skúlum og kristindómsundirvísing, kvinnufrígering og heims- politikki. At Jerry Falwell og hansara rersla veruliga hevur ómetaliga stórt vald og ávirkan á nógvum ekjum sæst skilliga av tí, at fleiri sjónvarpsreðir (t.d. tann gitna undirhalds- og familjurødin »Foam«) eru steðg- aðar hjá teimum stóru sjonvarpsfyritøkunum, ti tær fluttu tilfar, ið Moralski Meirilution ikki metti vera hóskandi ella samsvara við moralska medvitið hjá almenninginum, tilfar, ið beinleiðis kundi tolkast sum harðrent álop móti teirra siðbundnu moralsku virðum Verðsligur dámur Fyri Jerry Falwell er tað at luttaka á pressufundi akku- rát líka stórur partur av gerandisdegnum sum at prædika í kirkjuni i Lunchburg í Virginiu. Hann hevur sítt privata jet-flogfar, smíðað í Ísrael, og ferðast í miðal 12.000 kilometrar hverja viku. Hann er nógv tann munadyggasti amerikanski video-trúboðarin. A hverjum sunnudegi tosar hann til 34 mió. fólk í egna programmi sínum, „Jerry Falwell Live«, og eisini kemur hann fram í eðrum landsumfatandi programmi »Old Time Gospel Hour« Sjónvarpið er sjálv pumpan í hansara vittfevnandi evangeliska kongademi. Men sum so oftani um so sterk- an og fjølbroyttan persónleika, eru meiningarnar um Falwell sera ymiskar. Nógv halda t.d. at alt hóvastákið rundan um hann hevur sterkan verðsligan dám. Hann er vinmaður forsetans og eðrum heimsleiðarum, etur degurða saman við teimum og tosar við teir um politisk- ar spurningar. Sama dag tosar hann til tann meiniga mannin og kvinnuna um teir andligu spurningarnar við sama stóra myndugleika og sjálvsálitinum, ið eyðkennir hann. Hansara álvarsomu ávaringar um tað moralska forfalli 1 Ameriku, niðurbrótingina av familjuvirð- unum, eru sera hugtakandi fyri almenningin. Í nógvum forum, t.d. tá talan er um kriminalitet og upploysn av samfelagsligum virðum er ringt ikki at vera samdur við Falwell. Tann spurningur verður kortini ofta settur fram, um hann er sannasta og djarvasta reddin í allari tí fundamentalistisku rersluni, hansara fylgjarar vilja vera við, ella um hann er ein nýmótans Elmer Gantry (persónur úr bók hjá Sinclair Lewis), ein makt- prædikantur við korrumperaðari sál sum á 3 FP á Botha úr Suður-Afriku og Falwell Stovnsett lærdan háskúla Bert til at kunna halda fram við ellum teimum ymisku uppgávunum, hann hevur gangandi, tørvast Falwell 100 mió. dollarar um árið. Kirkja hansara, Thomas Road Church í Lynchburg, er hansara virksemismiðdepil, full av sjónvarpstólum, skermum og videoútgerð. Haðani verða programmini hjá honum send til næstan 400 sjón- varpssteðir kring landið. 62 telefon-damur taka ímóti viðmerkingum og peningagávum aftaná hvert »show«. Moralski Meirilutin sigur seg hava 6.5 mió. limir og tað er heilt greitt, at stórur partur av amerikanska al- menninginum stuðlar rersluna. Falwell hevur eisini stovnsett lærdan háskúla, Liberty University. Har eru ikki færri enn 6.500 lesandi. Dentur verður lagdur á fundamentalistiska gudfreði, og 300 prestar, ið verða settir í leiðandi sterv innan rersluna, verða útskrivaðir hvert ár Dámar nevaleik Fyrr í tíðini tóktist Falwell vera sera harðligur í atfinn- ingum sínum móti samfelagnum og eðrvísi hugsandi, men nú, tá ið hann hevur fingið nógv sterri vald og ávirkan, er hann meira varin og málburður hansara fitt- ligari. Hann segði einaferð, at ell homoseksuell fóru at brenna í helviti um ævigar tíðir. Nú sigur hann seg hin- vegin hava stóran samhuga við homoseksuellum. Tey, ið týndu fostur, nevndi hann stutt og greitt mordarar, men hetta orðið nýtir hann ikki meira. Tað tykist eisini sum kjakið um Falwell er minkað — »neistin er slókn- aður hjá teimum liberalu«, sigur hann. Tær fáu ferðirnar hann hevur tíð at hyggja at sjónvarpi, dámar honum best at síggja nevaleik og tíðindi. Hann hevur eitt sindur av kunnleika til segu, heimspeki og altjóða- politikk. Starvsfólk hansara eru 2.200 í tali. Hann hevur 500.000 kr. í innteku um árið, hevur eisini ókeypis hús Lynchburg og jet-flogfar, ið hann nýtir sum sítt egna »Ågi er neydugur« Teir, ið starvast fyri hann, siga, at hann stjórnar sum ein fúrsti dámar honum ikki onkran, verður hann »lagdur í køl«. Viljin hjá Falwell er tann avgerandi, tå stórar avgerðir skulu takast. Ronald Reagan er dyggur stuðul hjá Falwell og eigur uttan iva størstu æruna av framgongdini hjá Moralska Meirilutanum hesi seinastu árini. Reagan hevur vitjað universitetið hjá Falwell sasman við varaforsetanum George Bush. Annar týdningarmik- il politikari, ið hevur vitjað her, er Edward Kennedy. Á universitetinum eru galdandi sera strangar reglur mannfólk og konufólk mugu ikki vera saman, alkohol og tubbakk er forboðið eins væl og eisini rock- og country and western-tónleikur. Falwell sigur, at sjálvur dámar honum sera væl country and western-tónleik, »men agi er neydugur«. Hann stúrir kortini fyri framtíðini, tí pen- ingur má halda fram at koma inn, um universitetið og kirkjan skulu kunna virka tað kostar 105 mió. doll- arar um árið, sama upphæddin, Falwell er vanlukku- tryggjaður fyri. Hann hevur eisini útpeikað sín arvtak- ara, men eingin fær at vita, hver ið fær ríkið, fyrrenn Falwell er deyður Falwell stúrir ikki minni fyri lagnuni hjá tí funda- mentalistisku rørsluni, tå ið Reagan forseti ikki longur er førur fyri at verja hana og tosa hennara sak. >Ég veit sanniliga ikki hvat fer at henda, um demokratarnir vinna valið, < sigur Falwell Avbyrgdur táttur Fundamentalisma var eina ferð avbyrgdur táttur í amerikanskum trúarlívi, og langt áðrenn Falwell birtist, a — ... Playboy-sjónvarpinum fordømdu fundamentalistiskir prædikantar tað illa »verdini« við tí fyri eyga, at avbyrgja tey trúgvandi uppaftur meira frá henni. Nú eggja teir harafturímóti í nógvum førum tey trúgvandi til samfelagsligt virksemi. Ein prestur, Keith Gephart úr Kaliforniu, sigur: >Tá eg var ungur hoyrdi eg altíð, at kirkjan skuldi halda seg frá politikki. Nú tykist tað næstan vera synd ikki at blanda seg uppi.« i | Få ; å t