Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 1986síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i | H 1 á Nr. 21 — 20. februar 1986 | A —— Falwell ferðast í miðal 12.000 kilometrar um vikuna Fundamentalisman vaks upp í tí stóru amerikansku arvamongdini av vekingarrerslum, ið kunngjerdu per- sónligt gudrekni og frómheit, og kravdu medvitað fylgi vi Jesus Krist sum persónligan frelsara. Í sínum kjarna byggir rerslan á tvey fyribrigdi: óvikandi bók- staviliga trúgv á sannleika Bíbliunnar og ágangandi mótsteðu móti ellum, ið kunnu hugsast vera ímóti teim- um bíbilsku orðunum. Bíblian er sonn, ikki einans moralskt og andliga, men eisini í seguligum detaljum. Fundamentalistarnir hava frá byrjan av verið sera væl skipaðir, fíggjarliga og umsitingarliga, og teir eru nú á veg í brennidepulin av amerikanskari mentan. Teir fáa eisini stuðul frá stórari fjeld, sum ikki tilhoyrir funda- mentalistiskar rerslur, men sum eru sera ónegd við og bangin fyri tí moralska forfallinum í tí amerikanska samfelagnum. Orðið »fundamentalisma« kom fram undir fyrra heimsbardaga, og varð nýtt um tey, sum høvdu kon- servativa áskoðan av Bíbliuni. Teir fyrstu fundamental- istisku prædikumenninir góvu tónalag fyri alla rersluna við ógvuliga hvassorðaðum álopum á tey »liberalu«. Tann gitni prædikanturin Billy Sunday hevði hesa stuttligu lýsingina av teimum liberalu, ið er so eyðkend fyri tónalagið, at hon má endurgevast á upprunamál- inum. Tann liberali var við orðum Billys »a hog-jowled, weasel-eyed, sponge-columned, jelly-spined, footing, four-flushing, charlotte-russed Christian« Harafturímóti er tann besta stuttorðaða lýsingin av fundamentalisti kanska eftir segufreðingin George Marsden: »Fundamentalistur er evangelistur, ið er argur onkursvegna«. pussy Einans byrjanin? Falwell eggjadi seinasta år teir hvitu kristnu i Ameriku til at keypa gullmyntir (Krugerrands) úr Suður-Afriku og økja um amerikanskar iløgur í landinum. Hann viss- aði ta suður-afrikansku stjórniona um dyggan moralsk- an stuðul frá Moralska Meirilutanum í teirra rættvísa stríði móti fordómum og jagstran Vesturheimsins. Hann kallaði í sjónvarpinum Desmond Tutu, bisp, fyri »falshund«, men seinni angraði hann og sendi Tutu tele- gramm, har hann bað um fyrigeving. Nógv halda, at undirtøkan, Moralski Meirilutin hevur fingið, einans er byrjanin til stóran vekstur av kon- servativari protestantismu í Amerika. Meguligt er, at fundamentalistarnir og tær stóru evangelisku rerslur- nar í Ameriku finna saman, og um hetta sambandið verður varandi, kunna teir fáa ómetaliga stóra ávirkan á politiskt og andligt lív í Ameriku og sostatt í ellum Vesturheiminum. etj. Marxistiskur munkur skrivar bók: Castro hyggur at kristindómi — greiðir frá trúarligum uppvekstri og áskoðan „Frá tí eg fyrst fekk vit og skil, var navnið hjá Jesusi Kristi tað mest vanliga í heiminum og skúlanum, í mín- um barndómi og ungdómi. Eg sá ongantíð nakrar mót- setningar millum hugmyndirnar, ið eru mín persónligi berimáttur, og hugmyndirnar hjá hesum symbolinum, hesum heilt óvanliga persóninum ...< Hesi orðini kunna kanska ikki tykjast sera upphevj- aður andligur vitnisburður, ikki fyrrenn ein kennir kelduna til tey. Hon er nevniliga tann kubanski forsetin Fidel Castro, hvers kommunistiska ræði hevur koyrt bispar og prestar í hópatali av landinum, beint fyri allari kirkjuligari mentan og skúlum, riknum av kirkjuni. Gjert tað sera trupult fyri virknar kristnar at fáa al- menn sterv, og enntá roynt at fáa fólk at aftra seg at halda jól, tá henda hátíðin fall saman við og tarnaði arbeiðinum við sukurerheystingini. Hóast hetta hevur Castro nógv at siga um átrúna í eini bók, ið kom út fyri stuttum á Kuba: »Fidel og trúgvin — samreður við Betto kleysturbróðir<. Bókin varð metselubók á Kuba tá ið bókin kom í handlarnar vóru langar bíðireðir á getunum í Havana beinanvegin Vinstrahallur munkur Bróðir Betto er dominikanari frá Sao Paulo — vinstra- hallur munkur, ið hevur sitið í fongsli í Brasiliu fyri at hýsa floksherjum, ið bardust móti stjórnini. Hann leggur dent á nakað hann kallar »frigeringar-teknologi«, ið er bygd á marxistiska greining og hugmyndafreði Bókin gevur gott innlit í lyndið hjá Castro, uppaling hansara og ungdóm. Móðir hansara var sera gudrekin kvinna, ið bað benir hvenn dag og tendraði ljósini frammanfyri standmyndunum av Gudsmóður og halgi- Langar bíðiraðir vóru í Havana, tá bókin um Castro kom út. monnunum. Faðir hansara, ein vælhavandi bóndi, hevði harafturímóti onga tíð til religión. Castro varð doyptur, tá hann var 6 ár, og hann las altíð á katólskum skúlum. Castro sigur í bókini, at hann ikki hevur mist >barna- trúnna< — tí hann hevur ongantíð havt nakra. >Teir vóru ongantíð ferir fyri at heilavaska meg við hasum virðunum,< sigur hann. Ikki heilt samdur við Marx Castro metir, at kristindómurin er sera hent amboð fyri kollveltingina. Hann er ikki samdur við Karl Marx, ið vildi vera við, at átrúni var opium fyri fólkið. Tað velst sjálvandi um átrúnin verður nýttur til at verja áhuga- málini hjá teimum ríku, sigur Castro. Hann sær eina stóra fyrijáttan í tí skifti, ið nú hendir hjá katólsku kirkjuni í romansku Ameriku frá at vera í parti við skúgaranum“< til at hava meiri umsorgan fyri teimum fátæku. >Kristindómur og kommunisma hevur ómeta- liga nógv meira sameiginligt enn kristindómur og kapi- talisma,< sigur hann. »Frigeringargudfrødin er kristin- dómur, ið hevur funnið sínar egnu retur, sín djúpasta og dýrdarfylsta veruleika. Hann kallar hesa gudfrødina eisini seina ta tydningarmiklastu hendingina í okkara tidarskeidi«. Påvin »frålikur politikari« Hví fór Castro so harðliga fram móti kirkjuni tey fyrstu árini, eftir at hann var komin til ræðið? Tí, svarar hann, at hon gav kontra-kollveltingarmonnum frískjól. Prest- ar vórðu ongantíð píndir og myrdir i kubanskum fongsl- um, sigur hann eisini, og ongin kirkja varå afturlatin. Sambandið millum kirkju og stat er batnað i seinast- uni, og Castro er áhugaður fyri at fáa pávan John Paul II at vitja Kuba. Í bókini nevnir hann pávan »ein frálík- an politikara«. Vesturlendskir diplomatar í Havana siga, at Castro hevur ráð til at vera blíður og hjartaligur — religión í Kuba er ikki longur ein hóttan. Tann katólska trúgvin var í roynd og veru ongantíð serliga sterk í landinum. Í dag eru kanska umleið 80.000 virknir katolikkar á Kuba. Íbúgvarnir eru 10 mió. í tali, og 41% av teimum verða mettir at tilhoyra ta katólsku kirkj- una, í mun til 90% áðrenn kollveltingina. Einans 215 prestar starvast í ellum landinum. Trúarfrælsi ósundurskiljandi rættur Bróðir Betto tykist hava stóran samhuga við Castro og virkar við hvert eitt sindur góðtrúgvin. >Castro kann yvirhevur ikki sigast vera ein trúvillingur,< sigur hann, og Kuba er nógv rættvísari enn tær flestu tjóðirnar í heiminum, tí >hon hevur útruddað fåtækradømiå«. Onkur vil vera við, at Castro hevur lagt av at roykja Hann viðgongur tó, at hann ikki hevur spurt Castro ser- liga ágangandi um trúarligan mannamun á universitet- um og í almennum stervum. >Ég vildi ikki koma honum í verjustødu,« sigur hesin frómi munkurin. Castro sigur hinvegin, at mannamunur mótvegis eðrvísi hugsandi, t.e. trúgvandi fólkum, er nakað vit her á Kuba ikki enn eru komnir yvir«. Hetta er tó ikki ein politikkur, ið stjórnin ferir. Trúarfrælsi er ósundurskiljandi rættur hjá einstakl- inginum, men grundað av tí gamla stríðnum og esingini, stuðlar Castro enn hugmyndiona um at kristnir skulu útistongjast frá kommunistaflokkinum, ið forðar fyri at teir kunnu fáa týdningarmikil sterv innan fyri stjórn- ina. Og hvat sigur so Vatikanið um málið? >Higartil hava vit bara fingið orð,< sigur ein hegtstandandi embætis- maður í Vatikaninum. >Tað eru verk vit vilja siggja.« etj.