Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 1986síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr.:22 — 22. februar 1986 …… Stor vinarbyar- stevna i Havn Eini 500 fólk år øllum Norðurlondum koma til Havnar í summar til vinarbýarstevnu Í summar verður stór vinarbýarstevna í Havn. Eini 450 til 500 fólk úr ell- um norðurlondum koma til Havnar í samband við stevnuna, sum verður í degunum 19. til 22. juni. Norðurlendsku gestirnir koma úr Birkered í Dan- mark, Eslev í Sveríki, Mariehamn í Álandi, Asker í Norra, Jacobsstad í Finnlandi, og Garðabær í Íslandi. Serliga eru tað býarpolitikarar og fólk við tilknýti til norrenu felog- ini, sum vera við. Í samband við stevnuna verð0a ymisk tiltøk gjørd í Havn. Konsertir, lista- framsýningar, sjónleikir, enskur og feroyskur dansur, fyrilestrar, út- ferðir, kveldsetur og annað. Norðurlandahúsið verður karmur um tiltek- ini, men tiltek verða eisini ymsa aðrastaðni í býnum. Flestu av gestunum vilja helst búgva privat, og fer Havnar kommuna, sum stendur fyri fyrireik- ingunum, at heita á fólk um at hava onkran búgv- andi. Tílík vinarbýarstevna er annaðhvert ár. Síðst hon var í Havn var í 1978. tór.- Hava tikið av tilboðum fyri slokum 34 milj. Tað er nú avgjert hver skal gera tey ymisku ar- beiðini í samband við íbúð- arbyggingina vestan fyri Sundsvegin í Havn. Tað gjerdi nevndin fyri íbúðar- byggingina á fundi sein- asta fríggjadag. Tilboðini, sum tilsamans eru uppá slakar 34 miljónir krónur, fevna um 1. byggistig. Teir, ið fingu arbeiðini, eru: Betong- og kloakk- arbeiði, Reynold Nielsen fyri 10.756.832 kr. Hann fekk eisini timburarbeiðið fyri 13.647.111 kr. Múr- araarbeiðið fekk Preben Bislev fyri 335.886 kr., VVS arbeiðið Svend E. Knudsen fyri 4,5 milj., el- arbeiðið Einar Mikkelsen fyri 1.886.173, kekar og skáp skal Jákup á Dul lata fyri 1.088.515 kr. Gólv- áleggingina skal Idé Møblar hava fyri 590.097 kr. og málaraarbeiðið innan sum uttan fyri ávikavist 877.757 kr. og 196.115 kr. skal Jóannes Clementsen gera tór.- Lívligt kjak á aðalfundi Blokkstuðulsskipanin, al- mannamál og býráðsmál vóru millum evnini, sum vóru til viðgerðar á aðal- fundinum hjá Suður- streymoyar Javnaðarfelag mikukveldið. Løgtings- og byrådslimir floksins greiddu frå, og kjakið var lívligt. Eisini varð nógv tosað um trætuna millum Feroya Arbeiðarafelag og Landsstýrið viðvíkjandi heimahjálpini og verkfall- ið millum farmaskipini og Skipara- og navigatør felagid. Felagid heitir i hesum sambandi å Lands styri um at gera sitt til at greida hesar trætur skjot- ast gjørligt, á ein hátt, ið allir partar kunnu taka. Nýggj nevnd varð eisini vald á fundinum, og sær hon soleiðis út: Martin Djurhuus, formaður, Gis- ley Dahl Bonde, næstform., Inger Christi- góð- ansen, Martin S. Eides- gaard. Birna Dahl, Dion Nolsøe og Jóannes Dals- gaard Fyrsta kvinnan i handverkaranevnd Fleiri kvinnur eru i handverkarafeløgunum kring landið. Tær eru hárfríðkanarkvinnur, bakarar o.a. Seinastu árini eru fleiri kvinnur eisini farnar at læra skipasmíð Í morgin eru 50 ár liðin, síðan hvildarheimid Naina í Havn varð stovnað. Í tí sambandinum verður heimið opið fyri almenn- inginum í morgin millum trý og fimm. Um kveldið verður fød- ingardagurin hildin fyri fólkinum, sum eru á heim- inum, og fyri starvsfólki. Tá koma Lina Larsen og Tórgerð Suðuroy at undir- halda, og eisini verður sangur. 26 fólk kunnu vera á hvildarheiminum í senn Oftast er fullsett. Størsti parturin er eldri fólk. Tað eru mest fólk, sum hava ligið á sjúkrahúsi, og sum fara á hvíldarheimið at koma fyri seg, áðrenn tey fara heim aftur til sín sjálvs. Nógv koma av Landssjúkrahúsinum, og nekur koma eisini av Klaksvíkar sjúkrahúsi, Suðuroyar sjúkrahúsi og av Ríkissjúkrahúsinum, sigur Margit Hansen, fyristeðukvinna á hvíldar- heiminum Naina. Barna- konur úr Sandoynni og úr Vágum koma summar á hvíldarheimið at vera seinastu tíðina, áðrenn tær skulu eiga. Nógv tann stersti parturin av teim- um, sum koma á hvíldar- heimið, er kvinnur, men heimið er eisini til menn, sigur Margit Har sen. Hvíldarheimið Naina er kallað upp eftir eini danskari kvinnu, sum æt Naina Scharla Nielsen og hevði húsarhaldsskúla í Havn. Naina Scharla Nielsen doyði ung í 1934. Men áðrenn hon doyði, av- gjørdi hon, at tað, sum var eftir hana, tá arving- arnir hevdu fingið sítt, skuldi brúkast til hvíldar- heim fyri kvinnur I 1936 varð hvíild- arheimið liðugt bygt og kallað upp eftir Nainu Fyristødukvinna var Alma Juhlert. 23. februar vigdi Jåkup Dahl hvildar heimið. randi Hvildarheimid Naina 50 år Har fólk koma fyri seg Fyri fyrstu ferð er ein kvinna komin í nevndina hjá Feroya Handverkara- felag. Tað er ein segulig hending, ti ongantíð áður hava kvinnur heldur sitið í nevnd fyri tey lokalu handverkarafeløgini í Før- oyum. Fyrsta nevndini kvinnan i fyri Føroya KUNNGERD Tað verður her gjert kunn- ugt at figgjarætlan Tórs- havnar Havn fyri 1986 liggur alment frammi til kunningar á býráðsskriv- stovuni í degunum 24. februar — 10. mars 1986. TORSHAVNAR BYRÅD i 21. februar 1986 LL Handverkarafelag eitur Katrin Horn og býr í Havn. Hon varð vald á aðalfundinum, sum var mikukveldið. Katrin Horn kom í nevndina í Feroya Hand- verkarafelag í staðin fyri Anthonius Anthoniussen, sum bar seg undan aftur- vali. George Niclasen varð afturvaldur Hinir nevndarlimirnir eru Hegni Hejgaard. for- maður, Alfred Hofgaard, næstformaður og Andras Joensen. randi Flakaformaður Tvøroyrar Flakavirki sekir flakafor- mann til at byrja sum skjótast. Umsøkjarar skulu hava fiskivinnu- útbúgving ella hava verið formenn á líknandi virki fyrr. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. mars 1986. P/F TVØROYRAR FLAKAVIRKI