Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 1986síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Skótagudstænastan í Vági er kl. 18.00 Skótar í Feðingardagurin hjá Baden-Powell er í dag og eins og vant verða skóta- gudstænastur ymsa staðni í landinum. Í Kollafirði er gudstæn- astan kl. 16.00 og har vera skótar úr Kvívík eisini. Kl. 17.00 er gudstæn- asta við Norðskála, hon er eisini fyri Eiði og Hvalvík, og í Leirvík, hagar eisini skøtarnir í Fuglafirði skulu Kl. 18.00 er gudstæn- asta i Vågi og kl. 19.00 eru triggjar: skótarnir i Havn og å Argjum fara i Vestur- kirkju kirkjuna, skótarnir í Runavík fara í Glyvra kirkju og klaksvíksskótar fara í Christianskirkjuna. Skótarnir á Tveroyri og í Hvalba fara í Tveroyrar kirkju. Í ellum kirkjunum gongur talvan til frama fyri eitt sjúkrahús fyri brekað bern í Jerusalem. Hetta er ein verkætlan, sum Neyð- hjálp fólkakirkjunnar stendur fyri. Sjúkrahúsið eitur „Jerusalem Crippled Children Centre«. Nr. 22 — 22. februar 1986 Ágangur á kommunalt sjálvstýri — ella stendur legmaður sum verji? Aftaná at Atli Dam, løg- maður, sum ein av teimum fáu politikarun- um, ið hevur fakligar fyri- treytir og sum eisini hevur gjørt nakað við orkumálið — hevur almannakunn- gjørt áskoðan sína á hetta mál, hevur hann frá yms- um síðum verið ákærdur fyri at knúska ein komm- unalan felagsskap og at vilja kommunalum sjálv- stýri til lívs. Slík tala er einki annað enn føroysk torvmold i eyguni á føroyskum kommunalpolitikarum, meðan getan verður slættað danskari fyritøku einkarrættin til milliarda arbeidi skrivad å rokning til tann føroyska el-nyt- aran — alt meðan oljan bóltar niður i prisi. Tað kommunal- politiska í SEV Tað kommunalpolitiska í felagsskapinum SEV fór fram í byrjanini, nevni- liga: at allar bygdir skuldu fáa streym og fyri sama prís, sjálvt um tað handilsliga ikki loysti seg at selja lítlum fjarskotn- um bygdum streym. Slíkt er vakur solidar- iskur kommunalpolitikkur — helst nakað ið lands- politikarin íkki hevði fingið í lag. Tá ið hetta var gjørt, var tað kommunalpolit- iska í veruleikanum lið- ugt. Nú var bert forrætn- ingin eftir, har inntekur skulu svara útreiðslum av at framleiða neyðuga streymin. Skuldi tann spurningur komið upp, at summar bygdir skuldu havt annan streymprís enn aðrar, tá varð tað aftur ein komm- unalpolitiskur spurning- ur — og tó, ikki meira kommunalpolitiskur enn so, enn at landsstýrið hevði havt seinasta orðið at sagt. Landsstýrið næstan altíð seinasta orðið í SEV Um okkum dámar tað ella ikki, so hevur landsstýrið næstan altíð seinasta orðið at siga í næstan einum og hverjum SEV- máli. Í kunngerð nr. 76 frá 5 okt. 1963, (har á viðtekur SEV's eru bygdar) eru 13 greinar og í teimum 11 er landsstýrið nevnt, ikki er kommunutjóðrið longri enn tað. Sambært grein 5 i nevndu kunngerð hevur landsstýrið enntá bein- leiðis skyldu at koma uppí tann tekniska partin eis- ini. Ikki ágangur men skylda Steða legmans er ikki á- gangur, men beinleiðis í tráð við tann slaka 2/3 meirilutan í vegleiðardi atkveðugreiðsluni millum bygdaráðslimir í fjør og sambært verandi vidtøk- um ein skylda — ein skylda, sum var lættari at latið sum einki við, meðan Hejgaard og Schultz, um- vegis, ásettu el-prís okk- ara. Tá veruleikin er tann, at seinasta orðið í el-pris- inum liggur hjá landsstýr- inum, so hevur legmaður skilliga skyldu at rekja her. Sjálvur havi eg kent tað sum ágang á kommunalan suverenitet at kommunur, in solidum eru bundnar í margfoldum milliónaupp- hæddum uttan nakra bygdaráðssamtykt - helst ikki í nakrari kommunu og uttan nakra trygd fyri at veðhalds- skyldurnar kunnu berast yvir á el-rokningina, og harafturat við einum reell um meguleika fyri at sita eftir við svartaperi Jógvan í Løduni BMW bátamotorar Skrivstovukvinna Søkt verður eftir kvinnu við skriv- stovuútbúgving. Skrivlig umsókn verður at senda til P/F LEIF MOHR P.O.Box 100 + 3800 Térshavn frå 7- 190 HK 100.000 kr. komplet vid aksilgreidum NORDBIL v/ Martin Dam Jacobsen Bilverkstadur - Dekksøla Oyggjarvegur - tlf. 13707 KUNNGERD um innsendan av sjålv- uppgåvu fyri 1985 Við heimild í 38 105 í samtíðarskatta- lógini ásetur Líkningarráð Feroya hesar freistir at galda fyri innsendan av sjálvuppgávum fyri 1985 hjá per- sónligum skattgjaldarum. Fyri tey, sum hava roknskapar- skyldu er seinasta freist fyri innsend- an av sjálvuppgávu við roknskapi treytað av fødingardegnum, og eru freistirnar hesar: Fødingardagur 01.01 - 31.03 01.04 - 30.06 01.07 - 30.09 01.10 - 31.12 Innsendingardagur 17. mars 1986 15. april 1986 15. mai 1986 16. juni 1986 Persónar, sum bert hava lønarinn- tóku, koma ikki undir hesa reglu, men skulu lata inn sjálvuppgávuna í seinasta lagi 17. februar 1986. Kommunalu líkningarvaldunum er tó heimilað at longja freistirnar, sum nevndar eru omanfyri, í avmarkada tíð. Treytin fyri, at freistin verður longd, er, at skrivlig umsókn verður send inn til kommunala likningar- valdið, áðrenn tidarfreistin er úti. Frammanfyri nevndu freistir eru eisini galdandi fyri innsendan av ogn- aruppgerð pr. 1. januar 1986. Um fullfiggjad sjálvuppgáva yvir inntøku er ikki latin inn rættstundis, eins og frammanfyri er ásett, kann skatígjaldarin verða dømdur í sekt samb. 8 104 í samtíðarskattalógini. Kommunala líkningarvaldið hevur heimild at áleggja 100 kr. í sekt um dagin, um roknskaparskyldug senda ikki roknskap inn til ásetta tíð. „ Tórshavn, 15. januar 1986 LIKNINGARRAD FØROYA