Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 1986síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 22 — 22. februar 1986 | Svarar kanska i dag — Heilsunevndin i Leirvik hevur ikki vidgjørt málið um brennistoð á Hagaleiti. Hon hevur ikki fingið tað. Í dag klokkan tvey verður fundur úti á Hagaleiti. Meguliga fer friðingar- nevndin fyri Eysturoyar sýslu eftir hendan fundin at avgera, um IRF skal sleppa at byggja brenni- steðina á Hagaleiti. IRF hevur fingið byggi- loyvi og bygdarplanurin hjá Leirvíkar kommunu er broyttur soleiðis, at rusk brenninøt kann byggjast á Hagaleiti. Men friðingarnevndin hevur ikki enn sagt ja ella nei. Nevndin fekk málið fyri trimum mánaðum síð- mi og kanska fellur av- gerðin í dag Tað er, sum tað skilst, ikki heilt greitt, um friðingarnevndin eisini hevur heimild til at taka stødu til dålkingarspurn- ingin, tað vil siga ta møgu- ligu kemisku dålkingina Heilsunevndin ikki spurd Annars skal heilsunevnd- in i Leirvik eisini vidgera byggingina, ådrenn hon kann byrja. Tad hevur heilsunevnd- in ikki. Ti hon hevur ikki fingið nakra umsókn frá IRF, upplýsir formaðurin í nevndini, John-Reid Skoralíð. Hann sigur, at nevndin hevur bíðað eftir hesi umsóknini. Hinir í heilsunevndini eru Jón úr Konoy og Páll Joensen. Allir tríggir nevndarlimirnir eru eisini í bygdarráðnum, har teir hava atkvett fyri at geva IRF byggiloyvi. Tað er tí neyvan hugs- andi, at heilsunevndin fer at forða IRF í at byggja á Hagaleiti. Men avgerðin hjá nevndini kann kærast til Heilsufreðiligu starvs- stovuna. Og avgerðin hjá friðingarnevndini kann kærast til yvirfriðingar- nevndina Verður hetta gjørt, og tað er als ikki óhugsandi, tí í Leirvík er mótsteða móti brennisteðini, gongur enn ein tíð, áðrenn endaliga avgerðin um byggingina á Hagaleiti fyriliggur Jógvan Ísaksen, formaður í starvsnevndini hjá IRF, sigur, at tá IRF sekti um byggiloyvi varð sam- stundis sekt um loyvi frá heilsunevndini. Soleidis at skilja, at tað må vera bygdarráðið, sum skal spyrja heilsunevndina, áðrenn tað tekur stødu til umsóknina um byggi- loyvið. Tað er ikki neyðugt hjá IRF at senda heilsu- nevndini serliga umsókn, heldur Jógvan Isaksen. Ótolnast Jógvan Isaksen dylur ikki at IRF nú er farin at 6- tolnast. Skjótt eru tíggju ár síðani, byrjað varð at arbeiða við ætlanini at byggja brennistød fyri alt landið. Ovnurin stendur hálv- liðugur í Esbjerg. Ketilin stendur úti og tað hevur verið neyðugt at viðgera hann móti rusti eina ferð. Jógvan Isaksen sigur, at IRF er klárur at fara til verka á Hagaleiti alt fyri eitt. hd Ikki so álvarsligt Tað var ikki so egiliga nógv á vási, sum mangur helt, tá fimm bilar við blá- um ljósum fóru ýlandi niðan á Ternurygg um hålvgum níggju tíðina mikukveldið. Eldur var í einari kamin í Hoyvíksgarði á Vatna- skerðum, upplýsir legregl- an í Havn. Nekur ferðsluóhapp vóru seinnapartin hósdag- in, tá tað knappliga gjerdist hált, men ongi álvarslig óhapp hendu tó. Útbyggja innanfelags — Starusmannafelagið skal hava umboðsráð. Onnur týðandi mál eisini viðgjord á fundinum. Trý nýggj fólk í nevndini. Sambandið millum nevnd- ina og limirnar i Starvs- mannafelagnum skal nu gerast betri. Á aðalfundinum hós- kveldið varð samtykt at gera eitt umboðsráð, sum skal vera millumlið mill- um nevnd og limir. Álitis- fólkini á arbeiðspláss- unum skula í hetta ráðið. Á aðalfundinum kom eisini fram uppskot um at formaðurin skal setast í lønt fulltidarstarv hjá fel- agnum. Avgjørt varå, at nevndin fyri aðalfundin næsta ár skal finna út- vegir fyri, at formaðurin kann rekja starvið sum fulltidarstarv. Nevndin skal eisini ar- beida vid einum uppskoti um at keypa felagshus. Hinvegin fekk eitt upp- skot um at hækka lima- gjaldið 1/4 prosent ikki undirteku. Uppskotið varð, at hetta fjórðings- prosentið skuldi fara til eldri limir, sum er farnir upp um eftirlenaraldurin og tí ikki eru við í eftir- lenarskipanini. Aðalfundurin samtykti, at limagjaldid skal vera óbroytt, 1% av brutto- Aðalfundurin samtykti, at limagjaldið skal vera 6- broytt, 1% avbruttelen- ini. Nýggj fólk í nevndina Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali hesaferð. Ongin teirra verður ver- andi í nevndini. Ove Olsen og Judith við Neyst bóru seg undan og Hanus Las- sen varð ikki afturvaldur. Atkvett varð um átta fólk og Andrass Skaalum fekk flestar atkveður, 135. Næstur honum komu Tur- id Debes við 111 og Sigrun Joensen við 91 atkvødum. Hesi trý eru so nýggju nevndarlimirnir í Starvs- mannafelagnum. Hinir báðir eru Ernst Hansen og Aage Davidsen. Tiltakslimir eru Hákun Thorkildshej (58 atkveð- ur) og Ólavur Kongsbak (45). Í blaðnevndina komu eisini nýggj fólk. Tvey stóðu fyri vali, Bergljót D. Hentze og Andrass Skaalum. Bæði bóru seg undan og í teirra stað komu Leivur Hansen og Árni Gregersen. Nógvir limir vóru á aðalfundinum hóskveldið, fleiri enn vanligt. hd Lystiliga prentar | estra | i Gøtu, tlf. 41085 Vit gera hvat vit kunna - og kunna tað vit gera KJARTAN DALSGAARD TRYGGINGAR UMBOÐS STOVA HOYDALSVEGUR 6 TLF 1 5222 HEIMA TLF 1 2940 Skrivstovu- starv Søkt verdur eftir fólki at hava ta dag- ligu umsitingina av sersambondunum undir ÍSF. Arbeiðið við ser- sambondunum er fjølbroytt og fevnir um nógv økir. Fyri- bils er starvið ætlað Síða 5 Brennisteðin hjá IRF, sum ætlanin er at byggja á Hagaleiti, sunnan fyri Leirvík Hetta er síðan, sum kemur at venda móti sjónum. Skorsteinurin verður 50 metrar hegur. sosialurin telf. 11820 Profa måling besta dygd Såmiligir prisir MIDBYURIN TORSHAVN TLF. 16066 sum eitt hålvdags- starv (3 timar). Skrivlig umsókn verður at senda sum skjótast og í seinasta lagi 1. mars 1986 til ÍTRÓTTASAMBAND FOROYA Starvsnevndin Postboks 223 3800 Torshavn