leygardagur 22. februar 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Heimahjálp-
araverkfallið
HEIMAHJÁLPARAVERKFALLIÐ
er um at býta føroyingar sundur í
tveir ósamdar partar: ein sum
heldur, at Føroya Arbeiðarafelag
er lopið fram av og ein, sum held-
ur grundir vera til hetta verkfall,
hóast tað nívir fastari enn nakað
annað verkfall og rakar eitt øki,
sum íkki áður hevur verið verk
falsrakt.
TAÐ er ikki heilt lætt at taka
dagar millum partarnar, men tað
skerst ikki burtur, at tað almenna
hevur sína stóru ábyrgd av
ósemjuni. Hetta kunnu vit siga út
frá tí, at myndugleikarnir ongan
tíð síðan heimahjálparaskipanin
fór at virka, hevur umsitið lønar
skipanina eftir reglunum. Tað er
heldur tvørturiméti og sostatt
halda starvsfólkini e.i. heima-
hjálpararnir seg hava vunnið
hevd uppá eina ávísa lønarskipan
(yvirtíð).
TÁ SO myndugleikarnir uttan
nakrar samráðingar so at siga frá
einum degi til annan smoyggja
eina aðra skipan niður yvir
hevdini á starvsfólkunum, er tað
ógvuliga væl skiljandi at tey rea-
gera, so mikið meira sum hendan
nýggja skipan møguliga fer at
føra til lønarnidurgongd fyri
nøkur av starvsfólkunum. At
myndugleikarnir hava lógina og
profetarnar aftanfyri seg er i
hesum sambandi ikki so tydandi,
tí teir fyri tað fyrsta ikki hava havt
formalia í lagi í 10 år og teir fyri
tað annað hava sett til viks tey
mest grundleggjandi krøv, vit
eiga at kunna seta til eitt mini-
mun av demokratii á einum al-
mennum arbeiðsplássi. Tá so
verkfallið gjørdist veruleiki, gjørdi
landsstýrið tað einasta ein ikki
má gera í tílíkari stóðu: at løna
verkfalsbrótarum.
Ábyrgdarblaðstjóri:
Nr. 1 — 4. januar 1986
Útgevari:
Nú fæst hann eisini
sum vøruvognur —
2 MITSUBISHI
FRÅ 89.700,-
Fyritaksstjøri:
Blaðfólk :
MITSUBISHI LANCER 1500 GLX vid bensin- og
oddagrein
HINVEGIN hava heimahjålparar-
nir og Føroya Arbeiðarafelag
koyrt hetta mål i so hart frå ti
degi verkfallið byrjaði. Vit dylja
ikki, at vit halda tað vera skeivt
ikki at gera undantøk frå verk-
fallinum fyri tey heim, sum eru
allrvånaligast fyri. Hetta hevði
verið gjørt allastaðni í Europa og
heimahjálparaverkfallið er ein-
dømi í so máta. Hetta hevur gjørt,
at verkfallið íkki fær tann stuðul
millum manna, sum tað annars
hevði uppiborið. At nokta undan
taksloyvi var heldur ikki klókt, ti
tað gevur teimum, sum royna at
undirmáa okkara sosialu trygdar
skipan, vatn á mylluna. Teir rópa
nú í kór: hygg. vit klára okkum
fínt og umboð fyri tey, sum eru í
verkfalli gjørdi tað ikki betur við í
fjølmiðli pr slåa fast, at eingir | 2 MITSUBISHI
trupulleikar stóðust av hesum
verkfalli.
MERCEDES-BENZ Á CITROEN A |
HETTA er jú ikki beint. Verkfallið
nívir ómetaliga fast og hevur
betur enn nakað annað prgovad,
hvussu ómetaliga týðandi heima-
hjálpin er fyri trivnaðin og væl
ferðina í okkara samfelag. Vit
kunnu heilt einfalt ikki vera hesi
arbeiðsfólk fyri uttan
A CITROEN
Nú fæst hann eisini sum vøruvognur.
CITROEN VSAC ut við bensin- og dieselmotori FR Å 84.000,-
TI EIGUR endi at fåast å hesum
verkfalli nå og landsstýrið missir
einki andlit av at taka teigin við
forskotnari tíð av hesum van
lukku tímaseðli. Tá landsstýrið
longu heuvr kapitulerað og lovað
feløgunum, at eingin broyting
hendir við lønarskipanini í bræði,
ja, hvat skal so hesin nógv um
talaði teigur til? spyrja fólk.
Abyrgdin liggur nú hjá landsstýr
inum við tað, at F.A./F.H. hava
slept kravinum um, at saksurin
skal fram. Latið nú henda óverd
uga leik fáa ein enda, so tey
mongu, sum nú eru gíslar, aftur |
kunnu fáa ein toluligan gerandis | : ;
dag. , ; . 7
PE wÆ par Ko
“ Sr =
MITSUBISHI = MERcEoEs-Benz í CITROEN A
Pf. IVAN JOHANSEN
Hoyvíksvegur, box 205 3800 Tórshavn - tif. 13666
—