fríggjadagur 8. november 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 215 - 8. november 2002
Nr. 215 - 8. november 2002
5
Upptøkurnar til
nýggja filmin hjá
Katrini Ottarsdóttir
komu í kassan miku-
kvøldið. Upp á fimm
minuttir ætlar hon at
lýsa sálina í føroysk-
um dansi, og filmurin
verður vístur í øllum
Norðurlondum næsta
ár
SJÓNVARPSFILMUR
Magnus Dam
"Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av
vreiði. Sjúrður vá á ormin-
um. Grani bar gullið av
heiði. "
Teir 35 dansararnir í
Fótatraðki, dansifelagnum í
Keypmannahavn,
endur-
taka niðurlagið á Regini
smiði fyri Gud viti hvørju
ferð. Týskvøldið kvóðu tey
sama kvæði í umleið fýra
tímar. Klokkan er nú níggju
kvøldið eftir, og tey koma
helst at kvøða einar tveir
tímar afturat, áðrenn Katrin
Ottarsdóttir
er
nøgd.
Áðrenn hon hevur fingið
allar upptøkurnar í kassan,
og eingir lepar hanga eftir.
At gera film er ikki
løtuverk. Heldur ikki, tá
talan er um ein stuttfilm,
har leikararnir einki annað
skulu gera enn kvøða fyrstu
12-13 ørindini av Regini
smiði. Tað tekur tíð at fáa
allar vinklar lýstar við
upptøkutólinum. Hvørt eitt
andlitsbrá,
nærmyndir,
hendurnar, sum vagga aftur
og fram, og føturnar, sum
trampa í gólvið. Tvey fram,
eitt aftur.
So er steðgur einaferð
enn. Leikararnir leska sær á
ølina ella sodavatnina, og
Hugin Eide, hjálparleik-
stjóri og maður Katrina
Ottarsdóttir, skeinkir enn
ein snaps.
- Nú fara vit at taka
myndir inni í ringinum,
sigur leikstjórin, og Fóta-
traðk fer aftur upp á gólv.
Dansurin fer í gongd, og
sama kvæði rungar eina-
ferð enn í náttklubbanum
Park á Østerbro, sum
filmsliðið hevur leigað í
tveir dagar. Jú, nú gongur
dansurin betri.
Og dansurin gongur
Arbeiðsheitið á nýggjasta
filminum
hjá
Katrini
Ottarsdóttir er "Og dansen
går". Hetta er ikki ein film-
ur um føroyskan dans, men
ein stuttfilmur við før-
oyskum
dansi,
greiðir
Hugin Eide frá.
- Her eru eingir føroyskir
búnar og eingin vøkur før-
oysk náttúra. Vit vilja vísa
dansin og fólkini, sum
kvøða, og orkuna, tey
leggja í dansin. Lýsa sálina
í dansinum og gera tað
spennandi at hyggja at,
sigur hann.
Hóast leikstjórin er før-
oyingur, og hóast evnið er
so føroyskt sum føroyskur
dansur, og tað eru føroy-
ingar, sum kvøða, so er í
veruleikanum ikki talan um
ein føroyskan film. Film-
urin er partur av eini størri
norðurlendskari verkætlan,
og hann er eitt av tveimum
donskum
ískoytum
til
verkætlanina.
Tað er ein felagsskapur,
sum kallast Nordic Dance
for Film, sum skipar fyri
filmsætlanini. Í vár skipaði
felagsskapurin fyri einari
kapping, har hann royndi at
finna fram til bestu upp-
skotini um stuttfilmar, ið
snúgva seg um dans.
Katrin Ottarsdóttir, sum
longu tá hevði ætlanir um
at gera ein film um før-
oyska dansin, sendi dóms-
nevndini eitt uppskot. Tað
sama gjørdu 120 onnur, og
í fyrsta umfari vórðu 100
teirra lúkað burtur. Eftir
vóru nú 20 uppskot, og
millum hesi valdi dóms-
nevndin tey tíggju, ið henni
dámdi best. Uppskotið hjá
Katrini Ottarsdóttir var eitt
av teimum, sum slapp allan
vegin gjøgnum nálareygað.
Vísast í øllum
Norðurlondum
Tað serstaka við films-
ætlanini er fyri tað fyrsta, at
talan er um tíggju stutt-
filmar, sum allir snúgva seg
um dans av ymsum slag.
Modernaðan dans, ballet,
føroyskan dans og annað.
Tveir filmar verða gjørdir í
hvørjum av teimum fimm
stóru Norðurlondunum, og
longu áðrenn filmarnir eru
lidnir, er vist, at teir allir
verða vístir í sjónvarpinum
í øllum Norðurlondunum.
Tað er eisini rættiliga ser-
stakt, vísir leikstjórin á.
- Á henda hátt skalt tú
ikki gjøgnum tann strævn-
asta partin í eini films-
ætlan, nevniliga at finna
fígging, áðrenn upptøk-
urnar byrja, og ein keypara
til filmin, tá hann er
liðugur. Hetta er alt greitt
frammanundan, og tað er
ein stórur lætti, sigur Katrin
Ottarsdóttir, sum hevur
fingið 450.000 krónur at
gera filmin fyri.
Almennu sjónvarpsstøð-
irnar fíggja verkætlanini
saman við almennu films-
stovnunum, Norðurlendska
Mentanargrunninum
og
øðrum
norðurlendskum
stovnum og grunnum.
Regin Smiður rætta
kvæðið
Leikstjórin var ongantíð í
iva um, at hon ætlaði at
brúka Regin smið í filmin-
um. Lagið er gott og væl
dámt, og kvæðið hevur eina
góða rytmu, sigur leik-
stjórin.
Hon hevur sæð fyrstu
upptøkurnar, sum vórðu
gjørdar týskvøldið, og hon
er væl nøgd higartil. Tað
riggar væl.
- Eg vænti tað verður
gott. Tað verður ein øðrvísi
musikkvideo - nakað, sum
fólk ikki hava sæð áður og
slettis ikki eru von við
uttanfyri Føroyar.
Á einum lítlum skermi í
einum horni sær Katrin
Ottarsdóttir alt, sum upp-
tøkutólið tekur upp. Vinkl-
arnir eru ofta skeivir. Upp-
tøkutólið stendur ikki á
nøkrum stativi, og foto-
grafurin gongur aftur og
fram
á
dansigólvinum.
Fylgir stevinum. Eina løtu
gongur hann inni í ringin-
um við upptøkutólinum
beint upp í andlitið á
skiparanum, og stutt aftaná
liggur hann á gólvinum og
tekur myndir av beinunum.
Ljóðmaðurin er alla tíðina
beint í hølunum. Ljóð og
myndir skulu fylgast at alla
tíðina.
Strævið men stuttligt
Hóast myndamaðurin er
nærgangandi, og upptøk-
urnar mugu gerast um aftur
og um aftur, so sleppa leik-
ararnir ikki endanum. Teir
leggja líka nógv fyri hvørja
ferð, og meira teir sveitta
og reyðari teir verða í
andlitinum, væl nøgdari
gerst leikstjórin.
Tað er strævið, men lim-
irnir í Fótatraðki fáa eina
uppliving, sum er fáum unt,
og tað dámar teimum væl.
Tey eru filmsstjørnur eina
løtu, og hóast leikstjórin
krevur sítt, so fáa tey eisini
løn fyri stríðið. Har er ov
mikið av breyði við góðum
føroyskum viðskera, kaffi
og te, sodavatn og øl og
snapsur.
Meðan leikararnir skulu
stríðast á gólvinum í einar
tíggju tímar, so er filmurin
ikki liðugur, hóast allar
upptøkurnar komu í kassan
mikukvøldið.
Tað stóra arbeiðið liggur
nú fyri framman hjá leik-
stjóranum. Hon skal finna
tey bestu brotini burturúr,
tær bestu myndirnar og tað
besta ljóðið. Fleiri tímar
við ráfilmi skulu klippast
niður til bert fimm minutt-
ir, tí filmurin má ikki fara
eitt sekund út yvir fimm
minuttir.
Eftir ætlan skal filmurin
vera liðugur síðst í hesum
árinum, og einaferð næsta
ár verður hann vístur í
sjónvarpinum - helst eisini í
Sjónvarpi
Føroya.
Og
leikstjórin væntar haraftur-
at at filmurin fer út í
Evropa at ferðast og luttaka
á ymsum filmsstevnum.
Tá ið Katrin Ottarsdóttir
er liðug við Regin smið, fer
hon í gongd við næstu
filmsætlanina. Tann filmin
er ætlanin at gera í Før-
oyum, sigur Hugin Eide,
sum er farin í gond við
tunga arbeiðið at finna
fígging.
Musikk-
video við
føroyskum
dansi
Katrin Ottarsdóttir leggur dansarunum í Fótatraðki lag á, áðrenn upptøkurnar byrja
Fotografurin fylgir hvørjari rørslu hjá kvøðarunum, sum
noyðast at kvøða somu 12-13 ørindini av Regini smiði um
aftur og um aftur
Kirkjukórið Ljómur í
Vági hevur í longri
tíð arbeitt við eini
fløguætlan og nú er
fløgan veruleiki.
Kórið hevur allahalg-
annakonsert sunnu-
dagin í Vágs kirkju,
og við høvið verður
fløgan løgd fram og
mánadagin er hon á
handils-hillunum
kring landið
KÓRTÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Kórfløgur síggjast ikki á
hvørjun degi á føroyska
partinum av handilshill-
unum, men nú er lagt
afturat. Eitt av gomlu og
høgt mettu kórunum hevur
í fleiri ár arbeitt miðvíst og
hart við fløguætlan, sum nú
er veruleiki. Talan er um
Kirkjukórið Ljóm úr Vági,
sum nú er at hoyra á fløgu.
Talan er um eina stóra og
kostnaðarmikla ætlan, sum
nú er veruleiki. 18 sangir
eru á fløguni. Tað er kendi
týski kórleiðarin Johannes
Rahe, sum leiðir kórið
undir upptøkunum, meðan
Hans Pauli Tórgarð og
Dorte Tilma hava staðið
fyri kórvenjingini. Matti
Heinonen hevur tikið upp
og honum til hjálpar hava
Johannes Rahe og Rúni
Brattaberg verið. Kirkju-
kórið Ljómur stendur fyri
fløguni og Karin Brattaberg
hevur leitt framleiðsluna.
Upptøkurnar eru farnar
fram í Vágs kirkju í 2001
og 2002.
Tað var Edith Dahl, sum í
1939 stovnaði Ljóm og hon
leiddi kórið í 21 ár. Onnur,
ið hava stjórnað eru t.d.
Jóannes Nolsøe, H.P. Tór-
garð, Ólavur Hátún, Dorte
Tilma og Claus Telling.
Ljómur er lítið, men søgu-
ríkt og dugnaligt kór, og
hjá so lítlum flokki er tungt
at fara undir stóra og kostn-
aðarmikla fløguætlan, men
á fløguni sæst, at mangir
eru stuðlarnir, sum hava
gjørt sítt til, at fløgan er
veruleiki.
Fløguhúsin er ein list-
arlig perla. Kendi danin Per
Folkver hevur tikið mynd-
irnar og Maarbjerg Grafisk
Design hevur staðið fyri at
greiða til prent. Í snøgga
húsanum
er
hefti
við
myndum, upplýsandi teksti
og sangtekstum.
Tey 18 løgini eru kend
løg fyri tað mesta og eisini
Nú Hvítna Tindar er við.
Eitt lag, sum fyrstu ferð
varð sungið í Vágs kirkju
og sum Robert Joensen
umyrkti. Lagið er fastur
táttur við allahalganna-
konsertirnar hjá Ljómi. Í ár
verður konsertin sunnu-
dagin kl. 17 í Vágs kirkju-
nakað seinkað, tí bíðað
varð eftir fløguni - og við
konsertina verður fløgan
alment løgt fram. Nýggja
fløgan við Ljómi verður at
fáa kring alt landið mána-
dagin.
Ljómur
á ljómfløgu
Kirkjukórið Ljómur í Vági hevur givið út
fløgu, ið fæst kring landið mánadagin. Við
allahalgannakonsertina í Vágs Kirkju
sunnudagin verður fløgan alment løgd fram
C
M
Y
K
5
4