fríggjadagur 8. november 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 215 - 8. november 2002
Nr. 215 - 8. november 2002
7
Jóannes Eidesgaard
væntar sær eitt hug-
sjónarligt orðaskifti á
landsfundi Javnaðar-
flokkinum um viku-
skiftið, tá flokkurin
m. a. skal kjósa sær
nýggjan floksskrivar
og ein nýggja
starvsnevndarlim
LANDSFUNDUR
Eirikur Lindenskov
Um vikuskiftið hevur Javn-
aðarflokkurin árliga lands-
fundin í Læraraskúlahøllini
í Havn. Á skránni er m. a.
val av starvsnevnd, eins og
dagsins politisku mál verða
umrødd. Eisini verður kós-
in løgd fyri framtíðar poli-
tikki floksins.
Fundurin byrjar í kvøld,
fríggjakvøld, kl 19:30, har
fólk verða móttikin við
hugnaligum tónleiki. Kl. 20
fer Jørn Astrup Hansen,
stjóri í Føroya Banka at
halda røðu. Hann er gesta-
røðarin hesaferð.
Tá gestarøðarin er liðug-
ur, fer floksskrivarin at
greiða frá virki starvs-
nevndarinnar í farna ári.
Hetta er seinasta frágreið-
ing hjá sitandi floksskriv-
ara, Eyðólvi Dimon, tí
hann hevur gjørt av ikki at
stilla uppaftur til valið, sum
verður í morgin, leygardag-
in. Eyðólvur Dimon hevur
sitið sum floksskrivari síð-
ani 1991.
Innkomin eru tvey upp-
skot til nýggjan skrivara,
tey eru fyrrverandi løg-
tingsmaðurin í Vestmanna,
Hans Pauli Strøm og Anna
Johannesen,
fyrrverandi
formaður í Suðurstreymoy-
ar Javnaðarfelag. Hvør
teirra verður floksskrivari,
ger landsfundurin av í mor-
gin, har limafeløgini greiða
atkvøðu – alt eftir hvussu
nógvar limir feløgini hava.
Einstakir limir í feløgunum
kunnu eisini biða um sjálv-
ir at greiða atkvøðu, men tá
skulu teir verða 10 limir um
hvørja atkvøðu.
Onnur broyting í starvs-
nevndini verður, at Ragn-
hild Olsen, sum er umboð
hjá Sosialistiskum Ung-
mannafelag í nevndini, ikki
stillar uppaftur, tí hon ætlar
sær uttanlands í lestrar-
ørindum. Í hennara stað
hevur SU skotið upp at
velja formannin í SU,
Kristoffur Gaardlykke úr
Miðvági.
Seinasta
punktið
á
skránni í kvøld verður, tá
einstøku limafeløgini í
Javnaðarflokkinum fara at
greiða landsfundinum frá
virkseminum seinasta árið.
Í morgin, leygardagin, kl 9
verður fundurin tikin upp-
aftur. Tá fer Atli Dam, fyrr-
verandi floksformaður, at
hava minningarorð yvir
Kára D. Petersen, sum
doyði í summar.
– Kári var í nógv ár
starvsnevndarlimur
og
floksskrivari hjá Javnaðar-
flokkinum, eins og hann
eisini var hollur ráðgevi øll
árini, sigur Jóannes Eides-
gaard, formaður Javnaðar-
floksins.
Næsta punktið á skránni
leygarmorgunin verður for-
mansfrágreiðingin,
har
Jóannes Eidesgaard skal
greiða limunum frá báðum
valunum, ið verið hava,
fólkatingsvalinum og løg-
tingsvalinum, sum ikki
góðu Javnaðarflokkinum
neyðugu undirtøkuna, so
flokkurin aftur kundi fáa
ávirkan á landsins politikk.
Somuleiðis skal floksfor-
maðurin royna at greiða
frá, hvussu tað ber til, at
Javnaðarflokkurin jú í seks
ár hevur sitið uttan ávirkan
á landsins stýri, og hvussu
hann ætlar, at flokkurin
skal koma sær úr hesi
støðu.
Frá kl 10-12 verður aðal-
orðaskifti.
– Her er ætlanin, at fólk
skulu kunnu sleppa at siga
tað, tey hava hug til. Vit
verða viðhvørt hartað fyri,
at fólk ikki eru sloppin
fram við tí, tey hava í huga,
og tí hava vit valt at hava
orðið frítt á henda hátt,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Eftir
døgurðasteðgin
verða temaorðaskifti, har
tingmenninir fara at leggja
fyri við uppleggi um ymisk
evni. Kristian Magnussen
fer at leggja fyri arbeiðs-
loysisskipan, Katrin Dahl
Jakobsen fer at tosa um
fjølmiðlaskatt o. o. viður-
skifti í hesum sambandi.
Gerhard Lognberg hevur
upplegg um, hvør ið skal
hava ábyrgdina av um-
hvørvisøkinum. Andreas
Petersen fer at tosa um
bíðilistarnar á sjúkrahúsun-
um og um sjúkraviðgerð
uttanlands. Henrik Old at
tosa um vinnupolitikk – m.
a. fer hann at tosa um av-
markingar hjá vinnuni, t. d.
um bip-støð og um tað, at
fiskurin skal um ávísa
havn.
At enda fer Vilhelm
Johannesen at leggja upp til
orðaskifti
um
fíggjar-
politikk og viðurskifti í
hesum sambandi – ella um
»skerdan blokk og sperda
fíggjarlóg« sum hann hev-
ur nevnt tað.
Jóannes
Eidesgaard
væntar, at orðaskiftið endar
einaferð
um
fýratíðina
seinnapartin. Tá skal fund-
urin so gera eina fundar-
yvirlýsing og velja umboð-
ini í starvsnevndina.
– Landsfundurin er eitt
sera týðandi forum hjá okk-
um – ikki minst hjá okkum
aktivu politikarum, tí okk-
um tørvar sambandi við
limirnar fyri á tann hátt at
motivera okkum til dagsins
politikk, sigur Jóannes
Eidesgaard, sum eisini á
landsfundinum ætlar sær at
leggja upp til eitt hugsjón-
arligt orðaskifti, sum hann
heldur verða rættuliga til-
trongd, ikki minst eftir
kjakið seinastu tíðina, sum
hevur borið brá av, at ávísir
samfelagsbólkar skulu úti-
hýsast.
LANDSFUNDUR
Eirikur Lindenskov
Síðani heimastýrislógin
kom í gildi í 1948 hava
verið hildin 15 løg-
tingsval. Hetta valskeið-
ið er sostatt tað 16. í røð-
ini, har politisku flokk-
arnir í Føroyum hava
skipað samgongu við
fleiri flokkum. Oftast
við trimum flokkum,
onkuntíð við fýra flokk-
um. Tvær verðir hava
tveir
flokkar
skipað
landsstýri, í 1950 og í
1990.
Síðani
vit
fingu
heimastýrisskipanina í
1948, er tað bara hent
einaferð áður, at Javnað-
arflokkurin hevur sitið
so leingi uttan fyri polit-
iska ávirkan. Tað var
aftan á valið í 1950.
Javnaðarflokkurin var í
fyrsta landsstýrinum frá
1948-50
saman
við
Sambandsflokkinum og
Sjálvstýrisflokkinum.
Eftir valið í 1950 hildu
Javnaðarmenninir, at alt
var leyst og liðugt, og at
samgongan kundi halda
fram,
tá
Sambands-
flokkurin boðaði teim-
um frá, at hann hevði
skipað samgongu saman
við
Fólkaflokkinum.
Hendan samgongan helt
fram í 1954, tá teir fingu
Sjálvstýrisflokkin aftur
at sær.
Í 1958 vann Javnaðar-
flokkurin stórsigur á
løgtingsvalinum,
og
varð gamla samgongan
frá 1948 endurskipað,
men
hesaferð
undir
leiðslu av Javnaðar-
flokkinum, sum á fyrsta
sinni fekk løgmann,
Petur Mohr Dam.
Javnaðarflokkurin
fekk sítt besta úrslit nak-
rantíð á valinum í 1962,
hóast tingmannatalið var
tað sama. Flokkurin
fekk tá 27,6% av at-
kvøðunum, men endaði
tó aftur í andstøðu, tá
Sjálvstýrislandsstýrið
varð skipað. Men eftir
valið í 1966 kom flokk-
urin aftur í landsins
leiðslu, og sat hann við
róðrið fram til valið í
úrstíð í 1980, í 16 ár. Tað
er tað longsta saman-
hangandi skeiðið nakar
flokkurin hevur sitið við
landsins leiðslu. Her
skal tó viðmerkjast, at tá
Petur Mohr Dam doyði í
1968, tók Kristian Djur-
huus, varaløgmaður, úr
Sambandsflokkinum við
løgmansstarvinum
til
valið í 1970, tá Atli Dam
gjørdist løgmaður. Eftir
valið í 1980 skipaði
Sambandsflokkur n
landsstýri
við
Paula
Ellefsen sum løgmanni.
Javmaðarflokkurin
kom aftur í landsstýrið
eftir valið í 1984 við
Atla Dam sum løg-
manni. Men hendan
samgongan misti meiri-
lutan við valið í 1988, tá
Jógvan Sundstein úr
Fólkaflokkinum gjørdist
løgmaður.
Í 1990 vann Javnaðar-
flokkurin stórsigur og
fekk 10 fólk vald á ting.
Javnaðarflokkurin fekk
hesaferð 0,1% minni
undirtøku enn í 1962.
Hóast flokkurin so
harafturímóti
fekk
størsta ósigurin nakran-
tíð í 1994, tá flokkurin
misti helvtina av ting-
manningini – og fekk á
leið sama valúrslit sum í
1936, so helt flokkurin
fram í samgonguni eftir
valið í 1994 – undir
leiðslu Sambandsfloks-
ins.
Men flokkurin valdi at
fara úr samgonguni í
1996
og
fara
í
andsstøðu, og har situr
hann enn…
Sjeynda árið
uttan ávirkan
Javnaðarflokkurin landsfund í Havn:
Limirnir sleppa til orðanna
LANDSFUNDUR
Eirikur Lindenskov
Fyrstu at taka orðið á lands-
fundinum hjá Javnaðar-
flokkinum í høllini á Lær-
araskúlanum í kvøld verður
Jørn Astrup Hansen, for-
stjóri í Føroya Banka.
Javnaðarflokkurn hevur
boðið honum at verða
gestarøðari á fundinum.
– Hann ger sjálvur av,
hvat hann fer at tosa um, og
tað er eisini ætlanin, at
hann skal siga tað við okk-
um, sum honum lystir – vit
hava bara biðið hann hug-
leitt um samfelagsviður-
skifti, sigur Jóannes Eides-
gaard, formaður Javnaðar-
floksins.
– Eg rokni tó við at hann
fer at nema við privatiser-
ingar, at tosa um kvota-
skipan og tilfeingisrentu,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaður Javnaðarfloks-
ins sigur, at Jørn Astrup
Hansen er ein áhugaverdur
maður. Hann kom her í
svárastu krepputíð og hevur
stýrt bankanum úr kreppuni
til tað, hann er í dag.
– Tað verður áhugavert at
hoyra hann lýsa, hvussu
hann hevur upplivað sam-
felagsbroytingarnar
hesi
árini, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Jóannes Eidesgaard,
formaður Javnaðarfloksins,
skal m. a. greiða
landsfundinum frá, hví
flokkurin nú á sjeynda ári
situr uttan ávirkan á
landsins stýri
Frá landsfundi Javnaðarfloksins í læraraskúlahøllini í
Havn í 1998
Astrup heldur røðu á landsfundi
Javnaðarfloksins
Á lands-
fundinum
hjá
Javnaðar-
flokkinum
fer Jørn
Astrup
Hansen at
hugleiga um
samfelags-
viðurskifti
C
M
Y
K
7
6