Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. november 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 215 - 8. november 2002 Nr. 215 - 8. november 2002 9 - Verða sjúklingar sendir aðrastaðni enn til Keypmannahavn- ar, hevur tað við sær eykaútreiðslur fyri føroyska sjúkrahús- verkið vegna ferðing og uppihald. Skal tað loysa seg fíggjarliga at senda sjúkingar aðra- staðni enn til Keyp- mannahavnar, skal sjálv viðgerðin vera tilsvarandi bíligari, sigur landsstýris- maðurin, Bill Justinussen, sum ætlar sær at kanna aðrar møguleikar SJÚKUVIÐGERÐ Vilmund Jacobsen Bill Justinussen, landsstýr- ismaður, fer í dag at svara Rúnu Sivertsen, løgtings- kvinnu, uppá fyrispurning- arnar, hon setti landsstýris- manninum herfyri. Fyri- spurningarnir, sum vóru fýra í tali, snúðu seg um viðgerð av føroyskum sjúk- lingum á sjúkrahúsum uttanlands. Eftirkanningar Í fyrsta lagi spurdi løgtings- kvinnan, um landsstýris- maðurin hevur trygd fyri, at tær eftirkanningar, sum Ríkissjúkrahúsið kallar inn til, veruliga eru neyðugar og bara kunnu gerast á Ríkissjúkrahúsinum. Í svarinum vísir lands- stýrismaðurin á, at sambært løgtingslóg um Sjúkrahús Føroya, eru tað yvirlækn- arnir, sum hava heimild at senda sjúklingar til við- gerðar í Danmark. - Hetta fer fram á tann hátt, at yvirlæknin skrivar eina sokallaða "kautión" til ávísar deildir á donskum sjúkrahúsum. Kautiónin varar vanliga í mesta lagi í eitt ár. Er hon galdandi í stytri enn eitt ár, verður hetta tilskilað. Um sjúk- lingurin skal til eftirkann- ingar í tíðarskeiðinum, kau- tiónin er galdandi, er tað yvirlæknin í føroyska sjúkrahúsverkinum sum av- gerð, um føroyska sjúkra- húsverkið rindar ferða-og uppihaldsútreiðslurnar til eftirkanningina. Svarið er tí, sigur Bill Justinussen, at landsstýris- maðurin hevur ta trygd, sum er ásett í sjúkrahúslóg- ini, t.e. at kautionerandi yvirlæknin í føroyska sjúkrahúsverkinum tryggj- ar, at eftirkanningarnar veruliga eru neyðugar. - Um hesar kanningar bert kunnu gerast á Ríkis- sjúkrahúsinum, er ein spurningur, sum Trivnaðar- málaráðið arbeiðir við. Sambært landsstýris- manninum verður kannað, hvat skal til fyri at gera ávísar viðgerðir og eftir- kanningar, sum nú verða gjørdar uttanlands, í før- oyska sjúkrahúsverkinum. - Skulu sjúklingar uttan- lands til eftirkanningar, verður hetta gjørt annað- hvørt á tí staði, har teir upprunaliga eru viðgjørdir ella á tí staði, har nøktandi eftirkanning kann gerast bíligast, sigur Bill Justinus- sen. Eftirlit Í øðrum lagi spurdi Rúna Sivertsen, hvat eftirlit er við, at mest møguligt fæst fyri peningin, sum føroyska heilsuverkið rindar Ríkis- sjúkrahúsinum. Landsstýrismaðurin sig- ur, at kannað verður eftir, at rokningarnar samsvara við kautiónirnar, sum eru givnar. - Ætlanin er at styrkja hetta eftirlit frá februar 2003, soleiðis at eitt fólk verður sett á Sjúklinga- hotellinum Tórshavn, sum skal kanna útgreinaðu rokningarnar fyri at vita, um samsvar er ímillum einstøku veitingarnar, sum goldið verður fyri og tær veitingar, vit í veruleikan- um fáa. Landsstýrismaðurin segði, at hugt fer m.a. at verða eftir, um seingja- dagatalið á rokningini sam- svarar við innleggingar- tíðina. Í triðja lagi spurdi løg- tingskvinnan, nær føroyskir sjúklingar fara at verða sendir til bestu viðgerðar- støð í heiminum. - Eg havi ta áskoðan, at so stórur partur sum gjør- ligt av tí peningi, sum nýttur verður til servið- gerðir uttanlands, skal nýtast til sjálva viðgerðina, og at peningur til til ferðing og uppihald skal avmarkast mest møgulig. Landsstýrismaðurin heldur eisini, at viðgerðin skal keypast, har hon er nøktandi, bæði hvat við- víkur dygd og prísi. - Hvørji bestu viðgerð- arstøðini í heiminum eru, eru óivað nógvar meiningar um, men eg haldi meg til, at Sundhedsstyrelsen, sum er fakligi eftirlitsmyndug- leikin í danska og føroyska heilsuverkinum, veitir trygd fyri, at dygdin á við- gerðunum á donskum sjúkrahúsum er í lagi. Eykaútreiðslur Bill vísir á, at sum er, er besta og bíligasta ferða- sambandið við flogfari ímillum Føroyar og Keyp- mannahavnar. Harafturat hevur føroyska sjúkra- húsverkið frammanundan Sjúklingahotellið í Keyp- mannahavn, sum í 2001 kostaði umleið 9,6 milj. kr. ella 498 kr. fyri hvønn seingjadag við teimum 19.483 seingjardøgunum, sum tá vórðu. - Verða sjúklingar sendir aðrastaðni enn til Keyp- mannahavnar, hevur tað við sær eykaútreiðslur fyri sjúkrahúsverkið vegna ferðing og uppihald. Skal tað loysa seg fíggjarliga fyri sjúkrahúsverið at senda sjúkingar aðrastaðni enn til Keypmannahavnar, skal sjálv viðgerðin vera tilsvar- andi bíligari. Landsstýrismaðurin leggur aftrat, at Trivnaðar- málaráðið á Ríkissjúkra- húsinum hevur eina av- sláttarskipan tengda at nýtsluni á Ríksissjúkra- húsinum, og soleiðis fekk føroyska sjúkrahúsverið í 2001 ein avsláttur uppá 6,6 milj. kr. av teimum umleið 43 milj. kr., sum vórðu nýttar til serviðgerðir á Ríkissjúkrahúsinum hetta árið. Bill hevur tískil ongar ítøkiligar ætlanir um at senda sjúklingar aðrastaðni enn hagar, teir verða sendir nú. Hinvegin ætlar lands- stýrismaðurin at kanna aðrar møguleikar. - Vísir tað seg, at onnur viðgerðarstøð kunnu veita somu ella betri tænastu til sama ella lægri kostnað enn Ríkissjúkrahúsið, tá ið ferða - og uppihaldsút- reiðslur eru íroknaðar, verður hetta tikið upp til viðgerðar. Í viðmerkingum sínum til fyrispurningin, segði løg- tingskvinnan, at vit óivað høvdu fingið eina betri tænastu og meira fyri pen- ingin, um støða í hvørjum einstøkum føri varð tikin til, hvar mest hóskandi við- gerðarstaðið er. Men her er landsstýris- maðurin ikki heilt samdur. - Ein fyritreyt fyri at fáa avsláttur, er oftast, at ein ávís mongd verður keypt. Verða viðgerðirnar spjadd- ar á fleiri viðgerðarstøð, fer tað at hava við sær ein lægri mongdaravsláttur. Ein onn- ur fyritreyt fyri eini góðari tænastu til sjúklingin er, at samstarvsfelagarnir kenna hvønn annan og manna- gongdirnar hjá hvørjum øðrum. Bill vísir á, at sjúklingar tó í serligum føri verða sendir aðrastaðni enn til Ríkissjúkrahúsið, tí tæn- astan ikki finst á Ríkis- sjúkrahúsinum ella tí, hon er betri aðrastaðni. - Seinnu árini er hetta praktiserað á tann hátt, at yvirlæknin ella sjúkling- urin hava sent umbøn til Trivnaðarmálaráðið um aðra viðgerð enn hana, ið yvirlæknarnir sambært sjúkrahúslógini hava rætt til. Ráðið tekur í hvørjum einstøkum føri støðu til hesar umbønir, eitt nú eftir, at tær hava verið til hoyr- ingar hjá fakfólki, sigur landsstýrismaðurin. Ongar kanningar Í fjórða og seinasta lagi spurdi Rúna Sivertsen, um Almanna- og Heilsumála- stýrið hevur gjørt kostn- aðar-og nyttukanningar av sjúkuviðgerðum, ið neyð- ugar eru at gera uttanlands. Landsstýrismaðurin heldur, at hesin spurning- urin er torskildur og tí ikki so einfaldur at svara, men heldur tað vera ógvuliga trupult at gera kostnaðar-og nyttukanningar av sjúku- viðgerðum, tí tá verður ikki hugsað um kostnaðar- partin. - Trupult er at meta um nyttuna av eini sjúkuvið- gerð. Er tað samfelagsliga nyttan ella nyttan hjá tí einstaka og teimum avvarð- andi? Hugsar løgtings- kvinnan, um Trivnaðar- málaráðið hevur saman- borið kostnaðin millum sjúkuviðgerð í Føroyum og uttanlands ella ímillum ymisk útlendsk viðgerðar- støð, er svarið, at ráðið hevur ikki gjørt eina tílíka kanning, sigur Bill Just- inussen, landsstýrismaður, at enda í svarunum til Rúnu Sivertsen, løgtingskvinnu, um sjúkuviðgerðir uttan- lands. Bill ongar ætlanir um at senda sjúklingar aðrastaðni enn til Danmarkar Bekendt- gørelse om Sygehus- fælledskab Viðheft er: Bekendtgør- else nr. 1171 af 21/12/ 94 om Hovedstadens Sygehusfælledskab be- taling til amtkommun- erne, Københavns og Frederiksberg komm- uner samt Førøernes og Grønland Hjemmestyre Bekendtgørelse om Hovedstadens Sygehus- fællesskabs betaling til amtskommunerne, Køb- enhavns og Frederiks- berg kommuner samt Færøernes og Grøn- lands Hjemmestyre BEK nr 1171 af 21/12/1994 (Gældende) Lovgivning som forskriften vedrører: LOV Nr. 1132 af 21/12/1994 Senere ændringer til forskriften: BEK Nr. 477 af 03/06/1997 Bekendtgørelse om Hovedstadens Sygehusfællesskabs betaling til amtskommunerne, Københavns og Frederiksberg kommuner samt Færøernes og Grønlands Hjemmestyre I henhold til § 8, stk. 4 i lov nr. 1132 af 21. de- cember 1994 om Hov- edstadens Sygehus- fællesskab fastsættes: § 1. Hovedstadens Sygehusfællesskab betaler i hvert af årene 1995 og 1996 et beløb til amtskommunerne, herunder Københavns og Frederiksberg kom- muner, og Færøernes og Grønlands Hjemme- styre. Stk. 2. Det i stk. 1 nævnte beløb beregnes som summen af følg- ende beløb: • 1) Den del af Rigs- hospitalets drifts- bevilling, der i 1993 medgik til ned- bringelse af amts- k o m m u n e r n e s , Københavns og F r e d e r i k s b e r g kommuners samt Færøernes og Grøn- lands betaling for hospitalets ydelser, eksklusive reduk- tionen til Rigs- hospitalets lokal- område i Køben- - Ein fyritreyt fyri at fáa avsláttur til sjúkuviðgerðir, er oftast, at ein ávís mongd verður keypt. Verða viðgerðirnar spjæddar á fleiri viðgerðarstøð, fer tað at hava við sær ein lægri mongdaravsláttur, sigur Bill Justinussen, landsstýrismaður havns Kommune samt eksklusive værdien af Born- holms Amtskom- munes frie indlægg- elsesret i 1992, jf. § 3. Beløbet pris- og lønreguleres årligt. • 2)Beregnet forrent- ning og afskrivning af investeringer fore- taget på Rigshospi- talet i henhold til statslige bevillinger frem til og med fin- ansloven for 1992 og af de faktiske in- vesteringer i 1993. • 3) Beregnet forrent- ning og afskrivning af mindre byggear- bejder på Rigshospi- talet inden for en år- lig ramme på 11 mio. kr. i 1992 pris- og lønniveau. Beløbet pris- og lønreguleres årligt. • 4) Beregnet årlig pensionsbyrde. Stk. 3. Det efter stk. 2 be- regnede beløb fordeles dels til Københavns og Frederiksberg kommuner, dels under et til de øvrige myndigheder, der er nævnt i stk. 1, på grund- lag af værdien af deres forbrug af ydelser, eks- klusive særydelser, på Rigshospitalet i 1994. Stk. 4. Det i stk. 3 nævnte beløb til de øvrige mynd- igheder fordeles til de enkelte amtskommuner samt Færøernes og Grøn- lands Hjemmestyre efter den enkelte sygehus- myndigheds forbrug, eks- klusive særydelser, på Rigshospitalet i det pågældende år. § 2. Hovedstadens Syge- husfællesskab betaler fra og med året 1997 hvert år et beløb til amtskom- munerne, herunder Køb- enhavns og Frederiksberg kommuner, og Færøernes og Grønlands Hjemme- styre. Stk. 2. Det i stk. 1 nævnte beløb beregnes som: • 1) Det i § 1, stk. 2 nævnte beløb. • 2) Herfra trækkes det beløb, som Rigs- hospitalets takster i 1996 er forhøjet med i forhold til rent om- kostningsbestemte takster i 1996 for at opnå et uændret takstniveau ved uæn- dret aktivitet. Beløbet pris- og lønreguleres årligt. Beløbet bereg- nes for 1997 på grundlag af det bud- get, der lægges til grund for Rigs-hospi- talets takstfastsætt- else for 1996. Der sker i 1998 en efter- regulering af beløbet på grundlag af Rigs- hospitalets regnskab for 1996. Beløbet be- regnes i 1998 og følg- ende år på grundlag af Rigshospitalets regnskab for 1996. Stk. 3. Det efter stk. 2 be- regnede beløb for- deles i henhold til bestemmelserne i § 1, stk. 3 og 4. § 3. Hovedstadens Syge- husfællesskab betaler hvert år udover de beløb, der følger af §§ 1 og 2, et beløb på 60,0 mio. kr. i 1994 pris- og lønniveau til Bornholms Amtskom- mune. Beløbet pris- og lønreguleres årligt. § 4. Det efter § 1, stk. 3 og § 2, stk. 3 beregnede be- løb til Københavns og Frederiksberg kommuner indgår i finansieringen af Hovedstadens Sygehus- fællesskab. Stk. 2. Betalingen til de enkelte amtskommuner, hvormed Hovedstadens Sygehusfællesskab indgår benyttelsesaftaler, samt Færøernes og Grønlands Hjemmestyre sker på grundlag af de indgåede aftaler om benyttelse af Rigshospitalet. Beløbene fratrækkes med en tolvte- del fra de månedlige regn- inger, som udsendes. Stk. 3. For amtskommun- er, der ikke har indgået af- tale om benyttelse af Rigshospitalet, sker en foreløbig afregning af beløb for det pågældende år senest den 31. de- cember på grundlag af det forventede forbrug. Stk. 4. Inden den 1. marts det følgende år foretages en efterregulering bereg- net på grundlag af den enkelte amtskommunes samt Færøernes og Grøn- lands Hjemmestyres fak- tiske forbrug på Rigs- hospitalet. § 5. Bekendtgørelsen træ- der i kraft den 1. januar 1995. Sundhedsministeriet, den 21. december 1994 Yvonne Herløv Andersen / John Erik Pedersen Bátar og skip undir Føroyum eru hervilig at seta trygdina til viks, men tosað hevur verið um samstarv ímillum Fiskiveiði- eftirlitið og Fjar- skiftiseftirlitið fyri at koma tí til lívs TRYGD Á SJÓNUM Áki Bertholdsen Fiskiveiðieftirlitið og Fjar- skiftiseftirlitið hava av og á tosað um, hvussu tað ber til at bøta um trygdina á sjó- num. Tað er ein vaksandi trupulleiki, at sjómenn og útróðrarmenn seta trygdina til viks, serliga á summum økjum. Tað, sumn hugsað verður um i hesum føri, er, tann parturin av trygdini, sum hevur við radiosam- skiftið at gera. Í blaðnum í gjár segði samskiparin á Fjarskiftis- eftirlitinum, Don Petersen, at tað vóru fleiri og fleiri bátar, sum ikki høvdu kravdu vhf-útgerðina um- borð, men tað er eisini vanligari og vanligari, at menn ikki duga at brúka út- gerðina, hóast hon er um- borð. Á Fiskiveiðieftirlitinum eru tey ikki ósamd í hesum at tað er ein trupulleiki, at trygdin verður skúgvað til viks. Men eftir øllumat døma upplivir Fiskiveiðieftirlitið trupulleikan eitt sindur øðrvísi enn Fjarskiftis- eftirlitið. Elmar Højgaard sigur, at tað mest eru størri bátar og skip, sum Fiskiveiðieftir- litið kannar. Hinvegin sigur Fjarskiftiseftirlitið, at tað serliga eru teir opnu bátar- nir, har trupulleikar eru. Elmar Højgaard, leiðari, sigur, at tað, sum Fiski- veiðieftirlitið hevur eftirlit við, er, um útgerðin er umborð. – Tað er ikki okkara borð at kanna eftir, um menn eisini hava tað kravda vhf- prógvið, ella um teir annars duga at brúka útgerðina, sigur hann. Tað er ábyrgdin hjá Fjarskiftiseftirlitinum. Trupulleikin hjá Fiski- veiðieftirlitinum er fyrst og fremst, at bátar og skip svara ikki aftur, tá ið kallað verður á tey. – Tað er mangan ómeta- liga trupult at fáa samband við bátar og skip, hóast tað er kravt, at tey skulu lurta eftir rás 16, sigur Elmar Højgaard. – Men tað tykist sum um at teir gloyma at lurta, og tað kann fáa óhepnar av- leiðingar, tekur ein neyð- støða seg upp. Hann sigur, at teir hava lagt til merkis, at støðan versnaði í so máta, tá ið fartelefonin kom, tí tað tykist sum um menn dúva heldur upp á fartelefonina, hóast tað er kravt, at teir skulu lurta eftir rás 16 á vhf. Annars heldur hann, at tað stendur heilt hampiliga væl til við aðrari trygdar- útgerð, sum er kravd um- borð á bátum og skipum, í hvussu so er teirri útgerð- ini, sum hevur mestan týdningin. – Tað er rár hending, at vit koma framá bátar, sum meiri og minni eru skrædl- aðir fyri útgerð, sigur hann. Tosa um avtalu Elmar Højgaard sigur, at onkuntíð hevur verið tosað um at fáa eitt samstarv í lag ímillum Fiskiveiðieftirlitið og Fjarskiftiseftirlitið um hesi viðurskiftini. – Vit hava tosað um, at vit skulu kanna eftir, um menninir umborð á bátum og skipum hava kravda vhf loyvi, tá ið vit kortini eru umborð og gera ymsar kanningar. Men fyribils er tað ikki vorðið til meiri enn tos. Tó heldur hann, at tað skuldi ikki verið so trupult at fingið eina slíka avtalu í lag um tað, so skuldi tað ikki staðið á Fiskiveiðieftir- litinum at kanna tað eisini. Spurningurin er so, hvat skal henda við teimum, har neyðugu vhf- loyvini ikki eru umborð, um Fiski- veiðieftirlitið skal fáa heimild til at senda slíkar bátar til lands, men tað fær Elmar Højgaard ikki svara uppá enn. Men í øllum førum held- ur hann, at teir bátar og tey skip, sum ikki svara á rá s 16, tá ið fiskiveiðieftirlitið kallar á teir, áttu at fingið bót. Hava tosað um tiltøk fyri at bøta um trygdina Tað er mangan ógvuliga trupult at fáa samband við bátar og skip, hóast tað er kravt, at teir skulu lurta eftir rás 16 á vhf-sendaranum, sigur Fiskivieiðieftirlitið Myndin er tilvildarlig C M Y K 9 8