fríggjadagur 8. november 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 215 - 8. november 2002
Nr. 215 - 8. november 2002
11
Nógvar umfatandi
broytingar hava verið
gjørdar til Prix Før-
oyar kappingina, sum
verður komandi ár.
Ein av teimum er, at
hvør einstakur tón-
leikari sleppur bert at
luttaka í kappingini
við einum bólki, og er
tað júst henda broyt-
ingin fleiri av tónleik-
arunum eru ónøgdir
við
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
– Broytingarnar til Prix
Føroyar næsta ár eru nógv-
ar, men tann størsti trupul-
leikin er, at ongin tónleikari
sleppur at spæla í meira enn
einum bólki, sigur Niels
Uni Dam, sum vit kenna frá
millum annað MC Hár.
Niels Uni vísir á, at tað
eru fleiri tónleikarar, sum
eru við í fleiri bólkum, og
hann metir ikki, at fyrireik-
ararnir eiga at siga, hvussu
nógvum bólkum hvør ein-
stakur kann verða við í.
– Fyrireikararnir siga, at
um tú ert við í fleiri bólk-
um, so ert tú ikki nóg seri-
øsur, men tað haldi eg er
ikki rætt. Tað er ikki trupul-
leikin hjá teimum, um ein
tónleikari velur at spæla við
fleiri bólkum ella ikki,
heldur Niels Uni.
Hann vísir á, at millum
annað kunnu MC Hár ikki
verða
fullmannaðir,
tí
onkur av tónleikarunum
spælir eisini við í øðrum
bólki, og henda trupulleik-
an vísir tað seg, at fleiri
bólkar hava.
Skerja møguleikarnar
Sjálvur heldur Niels Uni, at
við teimum nógvu broyt-
ingunum, so verða møgu-
leikarnir hjá tónleikarunum
skerdir.
– Vit kunnu til dømis
taka Mikael Blak, sum var
við í meira enn einum bólki
seinasta ár. Ongin skal
koma og siga mær, at hann
ikki er ein seriøsur tónleik-
ari, og hann kom eisini við
nøkrum av teimum bestu
framførslunum. Hetta sker-
jir møguleikarnar hjá tón-
leikarunum, tí fleiri bólkar
kunnu als ikki verða við,
greiðir Niels Uni frá.
Við hesum er tað tó hel-
dur ikki sagt, at rock-tón-
leikarin heldur, at tað Prix
Føroyar skal skipast júst
sum fyrr. Millum annað
tekur Niels Uni væl undir
við tí, at øll tey innleiðandi
umførini eru flutt til Fugla-
firðar.
– Tónleikaumstøðurnar
hava ikki verið so góðar
allastaðni, og eg havi sjálv-
ur spælt undir vánaligum
tónleikaumstøðum.
Í
Fuglafirði eru umstøðurnar
góðar, og tí er tað ikki
nakað galið við tí, sigur
Niels Uni, sum leggur
afturat, at tað einasta, sum
kanska er eitt sindur óhepp-
ið er, at við at flyta øll inn-
leiðandi umførini til Fugla-
firðar, so kann tað bremsa
tí blómandi tónleikalívin-
um úti á bygd.
Fyri tó at venda aftur til
tað, at tónleikarar bara
sleppa at verða við í einum
bólki, so sigur Niels Uni, at
broytingarnar,
sum
nú
verða tiknar í nýtslu, koma
frá teirri tíðini, tá áskoðar-
arnir eisini sluppu at at-
kvøða um, hvør bólkur
slapp við í finaluna.
– Tá komu veruliga nak-
rir ringir bólkar í finaluna,
men broytingarnar kunnu
ikki gerast út frá hesum, tí
hetta er langt síðani broytt.
Um ein persónur er við
bara í einum bólki ger hann
ikki meira seriøsan um
hann spælir í tveimum.
Niels Uni sigur eisini, at
tónleikapallurin í Føroyum
er so lítil, at hetta ger, at
fleiri tónleikarar ganga
aftur.
– Nakað annað, sum fyri-
reikararnir hava sagt er, at
hvat nú um ein finala verð-
ur bert við somu tónleikar-
unum? Har vil eg siga: Og
hvat so? Um nakrir tónleik-
arar veruliga eru so góðir,
at teir megna at mynda eina
finalu, so eru teir nóg góð-
ir.
At enda sigur Niels Uni,
at
broytingarnar
skerja
nógv niður.
– Tað ger, at innleiðandi
umførini kanska gerast
betri, men ikki finlanan!
Fróði Vestergaard,
sum er ein av fyri-
skiparunum fyri Prix
Føroyar 2003, er
sannførdur um, at
broytingarnar, ið
gjørdar eru, eru tær
røttu
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
– Vit hava gjørt hesar broyt-
ingarnar av okkara roynd-
um, sigur Fróði Vester-
gaard.
– Seinastu árini hava
fleiri tónleikarar verið við í
nógvum bólkum, og hetta
hevur ofta við sær, at ongin
bólkur er nóg góður.
Fyrireikararnir, sum eru
Útvarp Føroya, Sjónvarp
Føroya, Norðurlandahúsið
og FUT, hava valt at siga, at
tónleikararnir skulu bara
satsa upp á ein bólk, ístaðin
fyri at vera við í fleiri.
Hetta skuldi helst hækkað
støðið í kappingini.
– Man kundi eisini væl
sagt, at ongin sleppur at
vera við í meira enn tveim-
um bólkum, men so koma
teir, sum eru við í trimum
og boða frá, at hetta dámar
teimum ikki. Og um talið
varð hækkað til trý, so
koma teir, sum eru við í
fýra. Spurningurin er bara,
hvussu nógvum bólkum
skal tað vera loyvi at spæla
við í, spyr Fróði Vester-
gaard.
Hann vísir eisini á, at tað
er strævið at verða við í
fleiri bólkum.
– Tá ein tónleikari fer inn
á pallin í til dømis eina
finlau, so gevur hann alt,
hvat hann hevur. So hevur
hann ikki meira at geva
bólki nummar tvey. Vit
hava dømir frá hesum.
Millum annað Rókur, sum
kom við í finaluna bæði við
Diatribes og Tangz, hann
valdi Tangz framum, tí
hann setti seg ikki føran
fyri at vera við báðum,
greiðir Fróði Vestergaard
frá.
Fróði Vestergaard heldur
sjálvandi, at tað ber væl til
at vera seriøsur í meira enn
einum bólki, men so eru tað
eisini tónleikarar sum eru
meldaðir til í fleiri bólkum,
sum als ikki eru seriøsir.
– Prix Føroyar er eitt
stórt og kostnaðarmikið til-
tak. Vit vilja helst hava tað
soleiðis, at vit fáa tónleik-
arar, sum veruliga eru seri-
øsir við tí teir gera, og so-
leiðis geva áskoðarunum
eina góða vøru. Tað er
ongin grund til at brúka
eina so stóra peningaupp-
hædd, um tað ikki var
soleiðis. Tú kanst gott
verða seriøsur í tveimum
bólkum, men kanst tú tað í
10?
Avmarkingar
Fróði Vestergaard sigur, at
ein verður noyddur at gera
avmarkingar. Soleiðis er
tað í øllum tónleikakapp-
ingum í londunum rundan
um okkum.
– Um ongin avmarking
er, so kunnu 10 tónleikarar
gera fimm ymsar bólkar,
sum allir enda í finaluni –
og tað gerst ein keðilig
finala! Tað er altíð eitt val,
og soleiðis er tað eisini við
Prix Føroyum.
Allar kappingar hava av-
markingar, og Fróði metir
ikki, at hetta er við til at
skerja møguleikarnar hjá
tónleikarunum.
– Um Prix Føroyar er
einasti møguleikin hjá tón-
leikarunum at koma fram,
so er okkurt galið í landin-
um. Prix Føroyar skal ikki
brúkast sum ein sovi-púta.
Hetta er ein fínur møguleiki
hjá bólkum at gera vart við
seg. Bæði hjá etableraðum
bólkum og nýggjum bólk-
um, sigur Fróði Vestergard.
– Hetta er heldur ein eyka
møguleiki, sum tónleikar-
arnir fáa. Prix Føroyar má
ikki stýra tí føroyska tón-
leikalívinum. Tað er heldur
við til at seta tónleikin í
fokus í nakrar mánaðar.
Prix Føroyar 2003:
Tónleikarar ónøgdir við broytingarnar
Niels Uni Dam úr MC Hár er ein av tónleikarunum, sum er
ónøgdur við tær broytingarnar, ið eru gjørdar til komandi Prix
Føroyar kappingina
Tónleikarin má gera eitt val
Fróði Vestergaard er sannførdur um, at broytingarnar, sum
eru gjørdar til komandi Prix Føroyar kappingina, eru tær
røttu
– Tað átti ikki at
verið so strangt,
hvørji nøvn verða
loyvd á navnalist-
anum, sigur Eivind
Weyhe, málfrøð-
ingur
NAVNALÒGIN
Heri á Rógvi
– Navnalóggávan er ov
strong.
Hetta metir Eivind
Weyhe, málfrøðingur.
Tá navnalóggáva varð
evnað til í 1992 sendi
hann rættarnevndini hjá
Løgtinginum eitt bræv,
har hann vísti á sín
áhuga at gera viðmerk-
ingar til tað ætlaðu lóg-
ina. Hansara sjónarmið
komu tó ongantíð at
hava tað nógv at siga.
Lógin varð skrivað í
einum sovorðnum líki,
ið Eivind Weyhe ikki er
samdur í.
– Meira liberal máls-
lig sjónarmið áttu eisini
at verið tikin við. Tað
átti ikki at verið so
strangt,
hvørji
nøvn
verða loyvd á navnalist-
anum, sigur Eivind.
Fyri Eivind Weyhe at
síggja er tað ein spurn-
ingur um, hvussu tú
definerar tað at vera í
samsvar við føroyskar
málreglur. Hann nevnir
eitt nú dømi um nøvn,
sum hava verið vanlig í
Føroyum í nógv ár, men
nú sleppa hesi ikki upp í
part longur.
– Lógin varð gjørd alt
ov avmarkað frá byrjan.
Teir trupulleikar, vit nú
síggja, vóru væntandi
við einari tílíkari lóg við
stórum avmarkingum,
sigur Eivind Weyhe.
Hann vil ikki siga, at
tað var skeivt at seta
eina sovorðna lóg í gildi,
men hann heldur, at
linjan í lógina er alt ov
avmarkað, og tað vísir
seg eisini, at sera nógv
fólk eru ónøgd við lóg-
ina.
Eyvind Weyhe hevur
sjálvur ikki tikið støðu
til, hvørt tað – eftir
hansara tykki – skal vera
fullkomiliga frítt hjá
fólki at kalla teirra børn
fyri, hvat tey vilja, men
heldur, at lógin átti at
verið meiri liberal, enn
hon er.
Líkamikið hvat hendir
við navnalóggávuni, so
er Eivind ikki í iva um,
at málið verður tað sama
– hvørki betri ella verri.
Eiga at taka onnur fyrilit
Nr. 71
29. juni 2002
Við heimild í § 2, stk. 4 í løgtingslóg nr. 41 frá 26.
mars 2002 um fólkanøvn verður ásett:
§ 1. Er navn ikki í samsvari við § 2, stk. 2 í lógini,
kann navnanevndin eftir umsókn í sambandi við
navnagávu kortini loyva navnið, tá ið tað er bein-
leiðis uppkalling eftir foreldrum, ommum ella abb-
um barnsins. Navnanevndin kann eisini í serligum
føri gera undantak til uppkalling av systkjum hjá
barni ella systkjum hjá foreldrum, ið lata lív undir
óvanligum umstøðum.
§ 2. Umsókn um undantaksloyvi til uppkalling,
sum nevnt í § 1, skal verða send navnanevndini
skrivliga.
Stk. 2. Umsøkjarin skal veita navnanevndini skjal-
prógv um navnið á viðkomandi ættarfólki og sam-
bandi tess við barnið.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at
hon er kunngjørd.
Løgmálaráðið, 28. juni 2002
Høgni Hoydal, (sign.)
landsstýrismaður
/Rúni Joensen
KUNNGERÐIN
Ein fyrispurningur í
Løgtinginum vísti, at
stór ósemja framvegis
valdar um
navnalóggávuna
NAVNALÓGIN
Heri á Rógvi
Eftir nógv rok í seinastu
tingsetu vendi navnalóg-
gáva aftur til Føroya Løg-
ting mikudagin. Málið um
endurskoðan av navnalóg-
gávuni fekk eina mærg-
háttliga vend í seinastu
tingsetu, tá partar av rættar-
nevndina av sínum einting-
um settu egið uppskot fram
fyri tingi, eftir at lands-
stýrismaðurin, Høgni Hoy-
dal, hevði tikið sítt uppskot
aftur.
Løgtingið samtyki eina
broyting í navnalóggávuni,
t.e. løgtinslóg nr. 41 frá 26.
mars 2002.
Í henni finna vit hesa
orðingina:
Stk. 4. Navnanevndin
kann eftir umsókn gera
undantak frá stk. 2, tá ið
uppkallað verður eftir fólki
í ættini. Landsstýrismaður-
in ásetur í kunngerð nærri
reglur um undantøk.
Høgni
Hoydal
hevur
seinni gjørt hesa kunngerð,
og hon er at finna í heilum
líki aðrastaðni á síðuni.
Tað er hesa kunngerð, ið
Jógvan á Lakjuni, tingmað-
ur fyri Fòlkaflokkin, heldur
verið skeiva í mun til lóg-
ina, og hann setti tí fram
fylgjandi fyrispurning:
1. Nær fer landsstýris-
maðurin at broyta kunn-
gerðina um uppkalling, so
hon lýsir hugtakið, »í ætt-
ini« eftir vilja Løgtingsins
og samsvarandi føroyskari
mentan?
2. Hvørji málvísindalig
fyrilit nýtir navnanevndin,
tá ið hon avger, hvørji nøvn
koma á tann góðkenda
navnalistan? Hví eru t.d.
mannfólkanøvnini, Olaf og
Oluf ikki á listanum, tá ið
konufólkanavnið, Oluffa,
er?
Høgni Hoydal vísti í síni
svari á, at hann onkar
ætlanir hevur um at broyta
verandi kunngerð. Hann
helt tað vera sera trupult at
umsita var orðaljóðið øðr-
vísi, og Høgni Hoydal víst
eisini á, at tað ikki vóru
nakrar viðmerkingar í lóg-
ina, sum greitt vístu, at
mann vildi hava orðaljóðið
øðrvísi.
– Samanumtikið kann
sigast, at kunngerðin er
gjørd soleiðis, at gjørligt
verður at umsita lógina
sambært meginregluni og
teimum endamálum, sum
lógin um fólkanøvn er bygd
á. Sum øll viðgerðin í Løg-
tinginum og í rættarnevnd-
ini, sum leiddi til núgald-
andi lóg, vísti á, so er neyð-
ugt, at lógin kann umsitast
eftir so greiðum reglum
sum gjørligt. Hetta til tess
at rættartrygdin hjá borgar-
unum gerst betri, segði
Høgni Hoydal millum ann-
að í sínum svari.
–
Verður
undantakið
strekt enn longur út í
ættina, og kravið í kunn-
gerðini um beinleiðis upp-
kalling slept soleiðis, at
loyvi verður givið til at
uppkalla upp á tvørs av
kynum, eins og í dømi 3 hjá
spyrjaranum, ber ikki long-
ur til á greiðan hátt at
kanna eftir, um tað snýr seg
um uppkalling. Avleiðingin
hevði verið, at nærum ong-
in regulering var eftir á
økinum, og tá vildi undan-
tak blivið meginregla, og
kunngerðin hevði eisini lig-
ið uttan fyri heimildaráset-
ingina, tá henda má haldast
saman við meginregluni í
lógini.
Landsstýrismaðurin met-
ir seg tí hvørki hava av-
markað ella broytt lógina,
eins og spyrjarin tekur til,
men hinvegin at hava ásett
lógarheimilaðar reglur um
undantak, sum kunnu um-
sitast á ein skilagóðan hátt
– uttan at farið verður út
um heimildarásetingina í
lógini, sigur Høgni Hoydal.
Svarið til seinna partin av
fyrispurninginum var hel-
dur meira ógreitt, tí torført
var at fáa greiðu á støðuni
hjá øllum málfrøðingum,
sum tað varð víst í skrivi frá
málnevndini.
Jógvan á Lakjuni segði
eftir at fyrispurningurin
varð svaraður í tinginum, at
hann helt, at orðaskiftið
hevði lýst málið rímiliga
væl.
– Tað vísir seg, at hetta
málið liggur nógvum fólk-
um sera nær. Eftir mínum
tykki skuldi tað verið loyvt
at kalla upp á annan hátt,
enn tað stendur í kunngerð-
ini, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann vil ikki gera málið til
eitt samgongumál. Hann
metir heldur, at talan er um
eitt alment mál, har nógv
sjónarmið eru. Sjálvur er
Jógvan á Lakjuni ikki í iva
um, at hann lógin eigur at
verða gjørd meira frísinn-
að.
Tað er tó ógreitt, hvørja
fylgjur orðaskiftið í sam-
bandi við fyrispurning fær.
Framvegis ósemja
Jógvan á Lakjuni setti í tinginum Høgna Hoydal skrivliga fyri-
spurning um navnalóggávuna. Sjálvur vildi hann havt aðar
ásetingar galdandi á økinum
Sum er skulu børn hava
føroysk nøvn, sum eru at
finna á føroyska
navnalistanum. Er talan um
beinleiðis uppkalling ber til
at víkja partvíst frá hesum
C
M
Y
K
11
10