fríggjadagur 8. november 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 215 - 8. november 2002
Nr. 215 - 8. november 2002
13
Vit hava eitt áhugavert orðaskifti í løtuni á fleiri mótum.
Men samstundis sum orðaskifti er áhugavert, so er tað
eisini bæði tragikomiskt og óhugnaligt. Skulu vit hava
lóggávu um skrásett parlag? Hava vit loyvi at senda víðari
sjónvarpsrásir við pornografiskum innihaldi? Og skulu vit
hava loyvi at lýsa fyri øli eins og allir miðlar, sum floyma
inn yvir okkum?
Ella skulu vit halda fram at bjálva okkum inn í dupult-
morali og dyrka tað serføroyska hyklið? Ja, skulu vit skipa
føroyska samfelagið við forboðum og avmarkingum eins
og Ayatollastýrið gjørdi í Iran og Talebanstýrið gjørdi í
Afganistan, sum ein lurtari viðmerkti í kjaksendingini í
Útvarpinum týsdagin?
Tað seinasta málið, sum er komið upp í forboðs-orða-
skiftið, er lýsingar um føroyskt øl. Orsøkin er, at annað
bryggjaríið er dømt at gjalda eina bót fyri ólógliga rús-
drekkalýsing. Harafturat er hitt bryggjaríið og ein klubbi
skuldsett fyri lýsingar, sum kanska ikki eru røttu megin
markið.
Spurningurin er so, um hesi rættarmál fáa nakrar
avleiðingar ella ikki. Skulu vit gita, so halda vit fram við
dupultmoralinum og hyklinum, og tað merkir:
- Vit kunnu keypa útlendsk dagbløð, tíðarrit ella vikubløð,
sum hava lýsingar fyri øli, víni ella brennivíni. Vit kunnu
taka eitt ótal av sjónvarpsrásum niður, sum hava lýsingar
fyri øli o.s.fr. Men føroysk bløð og føroyskir loftmiðlar
kunnu ikki hava slíkar lýsingar. Og føroysku bryggjaríni,
klubbarnir ella innflytarar kunnu hvørki lýsa í Ekstra-
blaðnum, Samvirke ella í TV 3, tí tað hava tey ikki møgu-
leikar fyri ella ráð til.
- Tí skulu hesi nevndu lýsarar framhaldandi leggja høvdið
í blot og vísa hugflog og dirvi, tá tey skulu lýsa og boða
frá sínum vørum. So er aftur spurningurin, um lýsingarnar
eru hesumegin ella hasumegin lógliga markið. Og
spurningurin er eisini, hvar markið gongur, tí seinasti
dómurin er ikki sørt ørkymlandi. Eftir honum er orðið
"øl" á eini svintu í eini keiputekning nóg mikið til, at
dómarin kom til ta niðurstøðu, at lýsingin var ólóglig.
Tey flestu eru helst samd um, at vit øll - ella samfelagið -
skulu royna at avmarka rúsdrekkanýtsluna, hóast okkum
dáma væl at hugna okkum við eini øl ella víni afturvið
einum góðum bita, ella einum sjussi eitt kvøld í sofuni
ella í veitslulagi.
So er aftur spurningurin, um loyvdar lýsingar eru í and-
søgn við ein yvirskipaðan politikk at avmarka rúsdrekka-
nýtsluna ella ikki? Tað er ein spurningurin, vit ongatíð
gerast samd. Heldur ikki kunnu vit semjast um, um vit
skulu loyva øl- ella vínlýsingum í Føroyum. Hesum forðar
dupultmoralurin eisini fyri - bara lúsin útlendsk erIII
Eitt kunnu vit kanska semjast um, og tað er, at lýs-
ingarparturin í rúsdrekkalógini er ikki nóg greiður, og at
neyðugt er at broyta lóggávuna á økinum. Sambært tí
seinasta, sum er komið fram, kann ein miðil umrøða øl og
vín - sum ein hotellmaður gjørdi í Okkara Kokkum herfyri
bæði væl, leingi og virðiliga - men eitt bryggjarí ella
innflytari hevur bara ikki loyvi at gjalda fyri tað.
Dupultmoralur og hykl í so stórt mát, at tað er stríð við
allan logikk og vanligt skil!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Dupult moralur og hykl!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Marjus Dam
løgtingsmaður
Bankar, Sparikassar og
Elektron hava arbeitt. Við
at gera eina avtalu við PBI
um eina gjaldsskipan, har
kundin verður betri upp-
lýstur enn nú. Lógin heim-
ilar hesi avtalu.
Helst orsaka av einum
innibygdum
danahatri,
hevur Høgni Hoydal ilt av
hesi samstarvsavtalu ímill-
um stovnar í hesum báðum
londum. Í besta 80-ara stíli
blandar hann seg uppí, hvat
vinnan SKAL gera. Tí er
ætlanin í eini kunngerð, at
forbjóða hesum samstarvi.
Er tað rætt, at politikarin
beinleiðis blandar seg uppí,
hvat vinnan ger? Er tað ikki
politikarin, íð skal geva
vinnuni góðar karmar at
arbeiða undir.
Tað kann ikki vera rætt,
at primitiv politisk in-
stinktir
skulu
avgera,
hvussu Elektron skal hand-
fara síni viðskiftafólk. Tað
eigur at vera rationelt
grunda. Og hesa meting
eigur vinnan at gera. Ikki
Høgni Hoydal.
Eg vóni, at løgmaður ella
Løgtingi steðga Høgna
Hoydal - í hansara 80 ara
politikki. Sum í hesum føri,
tíverri bert tykist grundað-
ur á nationalistiskt antipati
ímóti dønum.
Løgmálaráðharri – aftur í 80-ini
Páll Poulsen
Tak for svaret, men det
betyder dog ikke, at du har
forstået en tøddel. Hr.
Zacharias Wang har be-
handlet folkeafstemningen
allerede i midten af tresser-
ne. Men det var altså den
rent "etymologiske" betyd-
ning af ordet "løsrivelse"
jeg talte om. Hvad er det
for en størrelse, der skal
løsrives fra hvilken? St.
Vincent Grenadinerne "løs-
rev" de sig fra Storbritann-
ien? Eller Djibouti, "løs-
rev" de sig fra Frankrig?
Norge "løsrev" de sig fra
det danske rige osv. Hal-
land, Blekinge og Skåne
blev faktisk "afstået", hvor
behændigt kan man ikke
sige det?
Hvad der rent faktisk er
sket, er ikke noget nyt her
til lands. Hvad med lidt
"consensus", hvad er det, vi
her taler om? Hvorfor er
det så vigtigt, at flertallet
var "spinkelt", og at der i
den videre nullificering
"kun" var tale om 32.5 pro-
sent af de stemmeberett-
igede? I USA er det al-
mindeligt, at kun 38 pro-
sent møder op ved urnerne
til præsidentvalg. USA har
næsten 300 millioner ind-
byggere. Så her er dit
microscoop uden sammen-
ligning helt hen i vejret.
Hvorfor er det så vigtigt at
pointere, at der ved den
"vejledende folkeafstem-
ning" "kun" var mødt 67,5
% af de stemmeberett-ig-
ede? Prøv en gang og
kalkuler
marginen
ved
Kennedys valg i 1962 og
Bush stemmer år 2000, så
kommer du til at fornærme
det
meste
af
Nord-
Amerika.
Men værst er det ved
"hjemmestyreloven", der
kun er en delegationslov,
(udstedt af Kongen), den
kollapsede helt og holdent i
1992. Denne groteske lov
bliver ikke opgraderet,
fordi så ruller banktilsynet
ud af skabet, ikke sandt?
I øvrigt er det mere
spændende at se på, hvad
der er sket over et større
spektrum og en længere
tidshorisont.
Hvem
er
regeringens
venner
på
Færøerne, og hvor meget
koster
"vennerne"
den
danske stat i kroner og
ører? Hvorfor mon Thor-
stein Petersen røg i spjæld-
et, mens hans kollegaer
undslap fængsel? Hvori
består den danske con-
sensus, det kunne være in-
teressant at vide? Bare for
en ordens skyld.
Hr. Ludvigsens fornemmelse for sne
Pauli Nielsen
Fólkaskúlin er á skránni hjá
Útvarpi Føroya í vetur, og
tøkk eigur útvarpið fyri tað.
Sendingarnar verða fleiri
og tretivu í tali, so nógv
ymisk viðurskifti og nógv
ymisk sjónarmið kunnu
koma fram.
Aðrir fjølmiðlar hava
eisini sýnt áhuga fyri skúl-
anum.
Eitt, sum komið er fram í
fleiri førum, er ein mót-
setningur millum fakliga
innihaldið í skúlanum og
pedagogikk.
Síðan hetta er komið upp,
havi eg hugsað nógv um
hesa uppseting, sum summi
tykjast at vilja gera til høv-
uðstrupulleikan í dagsins
skúla.
Eg má siga sum er, at eg
skilji ikki hesa andsøgn.
Kenni tí trongd til at
spyrja, hvussu henda and-
søgn sær út í huganum hjá
teimum, sum vilja vera við,
at pedagogikkin stendur í
vegin fyri dyggum faklig-
um støði í fólkaskúlanum.
Fakliga innihaldið og pedagogikkin
YVIRLÝSING
Í sambandi við rættarmálið ímóti okkum fyri brot á
Rúsdrekkalógina segði Finn Ougaard, Varafúti, at
Restorffs Bryggjarí hevur meldað Føroya Bjór fyri
brot á somu lóg.
Hetta er sjálvandi ikki veruleiki og vit fara at heita
á Finn Ougaard um alment at avsanna henda
pástand.
Føroya Bjór er ein seriøsur samstarvsfelagi hjá
Restorff Bryggjarí og vit harmast um slík skeiv
tíðindi sum bert kunnu skaða tað góða samstarvið
hjá bryggjaríðunum báðum.
RESTORFFS BRYGGJARÍ
VIÐMERKINGAR
TÍÐINDASKRIV
Føroya landsbókasavn
Í sambandi við at okkara
virknasti, núlivandi rit-
høvundur, Jens Pauli
Heinesen, verður sjeyti,
skipar Landsbókasavnið
fyri almennari heiðurs-
løtu á Landsbókasavn-
inum sunnudagin 10.
november, kl. 16.
Á
skránni
verður
upplestur og sangur, um-
framt hetta verða kvøður
bornar fram. Føroya
landsbókasavn
letur
samstundis upp eina
stóra handrita- og bóka-
framsýning, har roynt
verður at geva eina
mynd av rithøvundavirk-
seminum hjá Jens Paula
Heinesen.
Jens Pauli Heinesen
hevur í nógv ár latið
Landsbókasavninum
handrit síni í varð-
veitslu.
Á framsýningini verð-
ur høvi at síggja eitt úr-
val av hesum handritum
- bæði prentaðum og
óprentaðum. Umframt
handrit verða eisini brøv,
myndir o.a. at síggja.
Framsýningin verður
opin til 1. februar næsta
ár.
Jens Pauli Heinesen
70 ár
Jean Dimon
Hetta var tað fyrsta, sum
rann mær til hugs, tá eg
hoyrdi landsstýrismannin
Bill Justinusen úttala seg til
sjónvarpið
týskvøldið.
Landsins hægsti maður í
heilsumálum ákærdi allar
føroyingar, sum eru sjúkir
ella í komandi døgum eru
fyri tí vanlagnu at gerast
sjúkir og ikki kunnu við-
gerast her heima, fyri kosta
alt ov nógv.
Heilt erligt Bill Justinus-
sen. Danir siga: Gå hjem og
vug.....
Valskráin
Ætla politisku flokkarnir í
Føroyum at standa rætt,
meðan ein landsstýrismað-
ur og flokkur spælur poli-
tikk, tí annað kann tað ikki
kallast.
Ferð eftir ferð hoyra vit
um eykajáttanarlógir tá
ferjur, vegir, tunnlar v.m.
skulu gerast, men nú verður
rópt varskó, nú FAMIL-
IAN er komin í vanda, tí
onkur í familjuni "kostar"
ov nógv.
Var familjan ikki í hásæti
í tíni valskrá Bill Justinus-
sen??????
Hvat ætlaði tú tá tí sjúka
familjuliminum??????????
Mammon vann
Um hetta er ein roynd at
sleppa undan at detta í
gloymskurnar hav, so er
ikki neyðugt, tí tú verður
mintur fyri fleiri aðrar
sakir. Hotel Tórshavn í
Keypmannahavn, sum eitt
ella annað skuldi gerast
við. Sjálvur vart tú har niðri
og sá skilið OG LOVAÐI
bata.
Úrslitið var E I N K I, tí
leigusáttmáli var gjørdur
fleiri ár fram í tíðina, so
Einki kundi gerast við ein
ónýtiligan bygning. Visti tú
ella stýrið hjá tær ikki hetta
áðrenn tú fórst til Keyp-
mannahavnar? Í hesum føri
hevði Familjan og trivnaður
hennara einki at siga.
MAMMON VANN. Her
skuldu føroyingar lært av 3.
partinum í ríkinum, grøn-
lendingunum.
Góðska og tryggleiki
Seinastu árini er lønin hjá
løgtings- og landsstýris-
fólkum hækkað munandi,
fyri at tryggja góðsku, og tí
at arbeiðið er so krevjandi,
men er hetta úrslitið, so
Gud náði tann neyðars før-
oying sum gerst ella er
sjúkur og ikki kann fáa
læknahjálp í Føroyum, tí
ikki er vist, at peningur er
til læknahjálp.
Sjálvstýrið og frælsi
Landsstýrið
tosar
um
sjálvstýrið, og Hann hjálpi
tú mær, um teir ikki loyva
sær at taka FRÆLSI í sín
munn. Hetta má so bert
galda tey, sum nú og í fram-
tíðini eru frísk ella hava
møguleika at fara til út-
londini og gjalda sjúkra-
húsrokningina sjálvi
Hvør mátti vera við at
gjalda ferðina hjá Bill til
Keypmannahavnar
at
kanna Hotel Tórshavn?
Kanska hann, sum gerst
sjúkur í nærmasti framtíð
og hevur fyri neyðini at fara
uttanlanda at søkja sær
læknahjálp? Pápin í sjón-
varpinum var uttan iva við.
Ein maður er ein maður
Í dag, novembur 2002, er
ikki nóg mikið við kenslu-
bornum rópum sum : Móti
samkyntum
skrásettum
parlag! NEI, kom út úr
skápinum og vís, at familj-
an og trygleiki hennara og
hjá einstaka føroyinginum
hevur alt at tíða í tínari verð
og krev á eini eykajátt-
anarlóg neyðugan pening,
tí eingin kann í ár við vissu
siga,
hvussu
nógv
er
neyðugt næsta ár á hasin
økinum.
Er hetta ikki Løgtingsins
vilji, Set so landstýrissessin
í veð. Tá hevur tú staðið
sum ein maður við títt orð.
Annars???????????
Trygdin hjá tí einstaka
føroyinginum og familjuni
er tað verd.
Við vón um tryggleika
hins einstaka og familjur-
nar.
Helgi Abrahamsen
Í farnu viku frættist, at tað
er eydnast landsstýrinum at
tryggjað sær, at blokk-
stuðulin ikki minkar, fyrr
enn í fyrsta lagi, tá hetta
valskeiðið er runnið. -
Hetta er ótrúligt !
Fullveldislandsstýrið,
sum sat frá 1998 til 2002,
er tað landsstýrið av øllum
landsstýrum, sum hevur
móttikið flestar krónur úr
danska statskassanum.
Sjálvstýrislandsstýrið,
sum tók við í juni 2002, er
fyrsta landsstýri, sum longu
tað fyrsta árið í valskeið-
inum hevur tryggjað sær, at
blokkstuðulin ikki minkar í
fýra ár.
Hetta er ótrúligt, tí júst
hesi bæði landsstýrini (sum
stórtsæð eru mannaði við
somu flokkum), hava nú í
hálvtfimta ár trúttað niður í
føroyingar, at blokkstuðulin
er av tí ónda.
- Ikki tí - sum sam-
bandsmaður frøðist eg um,
at tað nú eisini er gingið
upp fyri øðrum flokkum,
hvussu skilaleyst tað er at
frásiga sær eina trygga
inntøku.
Hvar fór skiftistíðin
Tá yvirtøkulógin varð við-
gjørd í Løgtinginum varð
sagt, at trupulleikin hjá
landsstýrinum
var,
at
danska stjórnin vildi bara
gera avtalur um blokk-
stuðulin fyri eitt ár í senn.
Av hesi orsøk bar ikki til
hjá landsstýrinum at leggja
skiftistíðina yvir til ein
sjálvberandi búskap til
rættis. Men nú hava danska
stjórnin
og
landsstýrið
kortini gjørt avtalu fyri fýra
ár, so nú skuldi tann
trupulleikin verið beindur
av vegnum. Men nú torir
landsstýrið ikki at minka
blokkin meira, tí hóast
føroysku skattainntøkurnar
eru methøgar, so røkka tær
koritini ikki til nakra
skiftistíð.
Vaskikonan á Vesterbro
Vit hava mangan hoyrt frá
loysingarflokkunum
um
stakkals "vaskikonuna á
Vesterbro", sum av sínum
hærtvunnu krónum má
rinda skatt, sum danska
stjórnin sendir víðari til
Føroya sum blokkstuðul.
Men hvat ger sjálvstýris-
landsstýrið? Teir fastfrysta
blokkin (tryggja sær, at
vaskikonan vaskar í minst
fýra ár afturat), meðan teir
við hinari hondini lova
føroyingum skattalætta. -
Ella fyri at brúka teirra
egnu myndatalu: Danska
vaskikonan skal gjalda
føroyska skattalættan!
Eg eri samdur við lands-
stýrinum í tí, at tað er ikki
ráðiligt at minka blokk-
stuðulin, nú fíggjarlógin
ikki fæst at hanga saman.
Men hvussu Sjálvstýris-
landsstýrið so ætlar at geva
føroyingum
skattalætta
sum skal fíggjast við spar-
ingum á somu fíggjarlóg,
tað er mær ein gáta.
• Men blokkurin er tryggj-
aður
• skattalættin er væl á veg
• so danska vaskikonan má
royna at hanga í sum
frægast.
Eingin er fullspottaður, fyrr enn hann hevur
spottað seg sjálvan
Frystur blokkur, skattalætti og ein vaskikona
PRUTL
Tíðindaskriv
Vinnumálaráðið hevur av-
gjørt, at eftir 1. november í
ár, skulu øll prutl verða
skrásett í Akfaraskránni og
hava fingið eina nummar-
plátu. Nummarplátan er
minni enn bilnummarplát-
an og hevur bókstavir og
tøl, sum eru grøn á liti.
Í ferðslulógini verður
sagt um prutl, at tað er eitt
motorakfar á tveimum ella
trimum
hjólum,
hvørs
slagvolumen ikki fer upp
um 50 cm3 ella við el-
motori, og hvørs motorur
ikki kann fáa akfarið at
koyra skjótari enn 30 km/t
eftir sløttum.
Nýggj prutl, sum á fyrsta
sinni verða tikin í nýtslu,
skulu áðrenn tey fara út á
vegin at koyra, góðkennast
og skrásetast á Bileftir-
litinum. Vanliga er tað
sølumaðurin, ið tekur sær
hesum fyri viðskiftafólkið.
Prutlið skal verða tollav-
greitt og tryggjað, áðrenn
tað kann verða skrásett og
fáa nummarplátu.
Brúkt prutl skulu verða
skrásett og hava fingið
nummarplátu áðrenn 1. juli
2003, men heitt verður á
fólk um, at fáa hetta gjørt
so skjótt sum gjørligt.
Hetta kann verða gjørt
við at venda sær til prutl-
innflytara ella verkstað,
sum Bileftirlitið hevur gjørt
avtalu við, um kannning av
brúktum prutlum, fyri at
vita um tey eru lóglig og
lúka krøvini um tilgerð av
prutli og útgerð tess.
Tá kanningarváttanin er
tøk,
kann
prutleigarin
venda sær til Bileftirlitið
fyri at fáa prutlið skrásett
og fáa eina nummarplátu.
Prutlið skal verða tryggjað
og prógv fyri galdandi
trygging latið inn saman
við kanningarváttanini.
Kanningin kostar 350 kr.
og nummarplátan 250 kr.
Um spurningar eru um
mannagongdina fyri skrá-
seting av prutlum ella hvat
fyri verkstað ella innflytara
ein kann venda sær til, eru
viðskiftafólk vælkomin at
seta seg í samband við
Bileftirlitið
á
telefon:
350400 ella 350416, tele-
fax: 350401 ella teldupost:
ossurj@bef.fo., sigur Bil-
eftirlitið í tíðindaskrivi.
Nú skulu øll prutl hava nummarplátu
C
M
Y
K
13
12