fríggjadagur 8. november 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Frá fríggjadegi 8. november til hósdagin 14. november
The bone collector
Undan væðingini
Gesturin: Kim Simonsen
Fólkaræðislig virði í skúlanum er heiti á norðurlendsk-
ari ráðstevnurøð, sum endaði við framsýning í Helsing-
fors hin 29. oktober. Tá høvdu fimm ráðstevnur verið
Norðurlond í kring. Fyrsta ráðstevnan í Helsingfors
legði dent á rættindi og luttøku hjá børnum, onnur ráð-
stevnan var í Stockholm, har denturin varð lagdur á
jævnrættindi og virðisgrundarlag skúlans, lýst við støði
í kyni, stætti og etniskum uppruna. Í Oslo var kjarnin
virðisgrundarlagið í skúlans dagliga yrki, og í Keyp-
mannahavn vórðu evnini skúlademokrati og mentanar-
lig integratión. Á fimtu og seinastu ráðstevnuni, sum
varð hildin í Reykjavík, varð spurt, hvussu vit fáa ein
meiri fólkaræðisligan skúla. Teir fimm fyrilestrarnir,
hildnir av fimm granskarum, eru givnir út í bók
"Demokrati i skolans vardag" av Värdegrundscentrum
á Lærda Háskúlanum í Umeå. Fyrrverandi forseti Ís-
lands Vígdis Finnbogadóttir
hevur knýtt stevnurnar saman. Í sendingini "Skúlagátt-
in" verður hon gestur og greiðir frá um tiltakið og for-
tíð hennara sum lærarari. Vígdis er sonevndur good
will sendiharri fyri heimsins mongu tungumál og
heiðursforseti í COMEST og UNESCO. Umframt Víg-
dis hoyra vit eisini Paula Nielsen rektara, Gyðju
Hjalmarsdóttir lærara og Beintu Haraldsen studenta-
skúlanæming.
Birgir Kruse leggur sendingina til rættis.
Skúlagáttin
- Fólkaræði í skúlanum
Mánakvøldið kl. 19.00
Tilbage til fremtiden 2
Sunnukvøldið kl. 20.00
Mánakvøldið kl. 20.25
Mikukvøldið kl. 20.00
Hóskvøldið kl. 20.50
Borð um borð 4/7
Sunnukvøldið skulu vit
í fjórðu og síðstu inn-
leiðandi sendingini í
spurnarkappingini
"Borð um borð" finna
síðstu luttakararnar í
hálvfinaluni. Lið A
manna hesa ferð:
Høgni og Ólavur Waag
Høgnesen og lið B:
Poul Huus og Annfinn-
ur Olsen. Vertur er
Leivur Hansen og dóm-
ari Marius Rein.
Sunnukvøøldið kl.
20.00.
Sunnukvøldið kl. 20.00
15
14
Nr. 215 - 8. november 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Kekenski varaforsætis-
ráðharrin, sum situr
varðhaldsfongslaður í
Danmark eftir kravi frá
russisku myndugleikun-
um, fær nú stuðul úr
Russlandi.
Stuðulin kemur ikki
frá teimum russisku
myndugleikunum, men
frá mannarættindafel-
agsskapum, sum mæla
danska løgmálaráðnum
frá at útflýggja Zakajev.
Í einum brævi, sum varð
handað donsku sendi-
stovuni í Moskva, sten-
dur, at Akhmed Zakajev
verður uttan iva píndur
og síðani avrættaður,
verður hann sendur til
Russlands.
Millum teirra, sum
hava skrivað undir bræv-
ið, er Sergeij Kovaljov,
sum sjálvur er fyrrver-
andi politiskur fangi.
Hann er í dag limur í
russiska tjóðartinginum.
Týska flogskiparafel-
agið sigur, at flog-
vanlukkan í Luxen-
bourg mikudagin er
ein stór gáta.
Flogfarið hevði júst
verið til umvælingar
FLOGVANLUKKA
Árni Joensen:
Alt gekk, sum tað átti, tá
Fokker 50-flogfarið nær-
kaðist floghavnini í Luxen-
bourg fyrrapartin mikudag-
in, men fimm kilometrar
frá lendingarbreytini datt
flogfarið brádliga niður.
Umborð vóru 22 fólk, og
bara tvey teirra sluppu frá
vanlukkuni á lívi. Annað
teirra var tann 27 ára gamli
flogskiparin. Hitt var eitt av
teimum 19 ferðafólkunum.
Í gjár fóru serfrøðingar
undir at kanna innihaldið í
tí svarta kassanum og
ferðskrivaranum í flogfar-
inum, men í Týsklandi
undrast flogskiparafelagið
á, at flogfarið datt niður.
Talsmaðurin hjá felagnum,
Georg Fongern, segði í
gjár, at vanlukkan er ein
stór gáta. Sambært tals-
manninum var alt í lagi um-
borð á flogfarinum bara
nakrar fáar minuttir, áðrenn
tað datt niður.
Sýnið var vánaligt í
Luxenbourg hendan fyrra-
partin, men tað er vanligt á
teimum leiðunum hesa
tíðina á árinum. Sam-
ferðslumálaráðharrin
í
Luxenbourg, Henri Gret-
hen, segði í gjár, at hóast
sýnið var vánaligt, var tað
ikki verri enn vanligt. Hann
vísti eisini á, at fleiri onnur
flogfør lendu á flogvøllin-
um uttan nakrar trupulleik-
ar.
Vanlukkan
mikudagin
var tann fyrsta hjá felagn-
um Luxair, sum varð stovn-
að fyri 40 árum síðani.
Flogfarið, sum datt niður,
hevði verið til umvælingar,
og ferðin úr Berlin til
Luxenbourg mikumorgunin
var tann fyrsta aftan á um-
vælingina.
Tey flestu ferðafólkini
umborð á flogfarinum vóru
týsk handils- og vinnulívs-
fólk.
Russar eru framvegis
ikki heilt nøgdir við
orðalagið í amerik-
anska uppskotinum
um Irak. Kofi Annan
vil hava eitt samt
trygdarráð at taka
undir við tí endaliga
orðalagnum
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Fyrrakvøldið gjørdu USA
og Bretland enn eina roynd
at fáa trygdarráðið hjá ST
at gera eina nýggja samtykt
um Irak, eftir at Frakland
og Russland sýttu fyri at
góðtaka tað upprunaliga
uppskotið.
Hesaferð er orðalagið
broytt eitt sindur. Í tí fyrra
uppskotinum stóð, at sýtir
Irak fyri at gera eftir krøv-
unum frá ST, skal tað bera í
sær,
at
hernaðartiltøk
kunnu setast í verk ímóti
landinum. Í tí nýggja upp-
skotinum stendur, at sýtir
Irak fyri at eftirlíka krøvun-
um ella forðar vápnaeftir-
litsmonnunum at gera sítt
arbeiði, kann tað hava her-
naðarlig tiltøk við sær. Men
fyrst skal málið fyri trygd-
arráðið. Amerikanarar og
bretar siga, at broytingin
gevur irakum ein eyka
møguleika at gera eftir
krøvunum hjá ST.
Men russar eru framvegis
ikki nøgdir. Russiski ST-
sendimaðurin, Sergej Lav-
rov, segði í gjár, at stjórnin í
Moskva kann framvegis
ikki góðtaka uppskotið.
Hann vildi tó ikki siga, um
Russland fer at nýta sín
sýtingarrætt, kemur hetta
uppskotið
til
atkvøðu-
greiðslu.
ST-aðalskrivarin,
Kofi
Annan, hevur sagt, at hann
vil fegin hava øll tey fimtan
londini í trygdarráðnum at
atkvøða fyri tí endaliga
uppskotinum. Umframt teir
føstu limirnar USA, Russ-
land, Kina, Bretland og
Frakland eru Meksiko,
Kameroun, Singapore, Bul-
garia, Noreg, Demokrat-
iska
lýðveldið
Kongo,
Guinea, Írland og Sýrialand
limir í trygdarráðnum í løt-
uni.
Russisku myndug-
leikarnir kunngjørdu
í gjár nøvnini á
teimum 128, sum
doyðu í gíslatøkuni í
Moskva
GÍSLATØKA
Árni Joensen:
Síðani russiskir hermenn
lupu á keksnsku gíslaræn-
ararnar í leikhúsinum í
Moskva, hevur dúgliga ver-
ið gitt, hvussu mong fólk
doyðu av gassinum, sum
hermenninir sprændu inn í
leikhúsið.
Í gjár kunngjørdu russ-
isku myndugleikarnir so, at
128 fólk doyðu. Samstun-
dis vórðu tey 128 nøvnini
almannakunngjørd.
Av
teimum eru 120 russisk
nøvn. Teir átta útlending-
arnir, sum doyðu, vóru úr
USA,
Niðurlondum,
Eysturríki, Ukraina, Hvíta-
russlandi og úr Kasakhstan.
Úr Moskva frættist, at
umleið 100 av gíslunum
liggja framvegis á sjúkra-
húsi, og at seks teirra eru í
lívsvanda. Fleiri hermenn,
sum vóru við í álopinum á
leikhúsið, fáa eisini við-
gerð.
Flogvanlukkan í Luxenbourg
ein stór gáta
Átta útlendingar doyðu
Irak fær ein møguleika afturat
Alt vísti seg at vera í lagi umborð á Luxair-flogfarinum, beint áðrenn tað datt niður
Amerikanski tjóðbankin
lækkaði í gjár rentuna
0,5 prosentstig, so hon
nú er 1,25 prosent. So
lág hevur amerikanska
rentan ikki verið í 41 ár.
Tað kom ikki óvart á
nakrar, at tjóðbankin
lækkaði rentuna, men
eingin hevði væntað, at
lækkingin fór at verða
so stór. Tey flestu rokn-
aðu við, at rentan í USA
fór
at
lækka
0,25
prosentstig.
Í grundgevingini fyri
at lækka rentuna so
nógv segði tjóðbanka-
stjórin, Alan Greenspan,
at lækkingin er neyðug
fyri at seta ferð á amer-
ikanska búskapin, sum
er meint raktur av hótta-
nini um kríggj við Irak. Í
oktober mistu 5.000
amerikanarar arbeiðið,
og í september minkaðu
bíleggingarnar
frá
amerikanska ídnaðinum
2,3 prosent.
Evropeiski tjóðbankin
skuldi í gjár taka støðu
til, um rentan í Evropa
skal lækka, men eyg-
leiðarar væntaðu ikki, at
bankin fór at gera sum
tann amerikanski, men
at hann helst fer at bíða
eftir, um amerikanska
lækkingin fær ta ætlaðu
ávirkanina.
Russisku myndugleik-
arnir eru í øðini um eina
sjónvarpssending, sum
var í almenna kekkiska
sjónvarpinum fyri nøk-
rum døgum síðani.
Sendingin snúði seg
um viðurskiftini í Keke-
nia, og russisku myn-
dugleikarnir siga, at
sendingin
kann
ikki
tulkast sum annað enn
stuðul til altjóða yvir-
gang. Russar undrast á,
at kekkiska sjónvarpið
sendi sendingina so stutt
aftan á kekensku gísla-
tøkuna í Moskva, sum
kostaði
umleið
170
mannalív.
Russiska uttanríkis-
ráðið sigur, at meðan
heimurin roynir at stríð-
ast ímóti altjóða yvir-
gangi, eru tað tíverri
nøkur lond, sum stuðla
yvirganginum. Eitt av
hesum
londum
er
Kekkia, stóð í einum
mótmælisskrivi
frá
uttanríkisráðnum
í
Moskva.
Kenda
amerikanska
f i l m s l e i k k v i n n a n
Winona
Ryder
varð
mikudagin dømd sek í at
hava stolið klæðir fyri
44.000 krónur í einum
handli í Beverly Hills.
Dómarin staðfesti, at
upptøkutólini í handl-in-
um vístu týðiliga, hvør
tjóvurin var, og hann gav
ákæruvaldinum viðhald
í, at Wynona Ryder
hevði stolið klæðini.
Ákæruvaldið
hevði
kravt, at filmsleikkvinn-
an skuldi í fongsul, men
hesum tók dómarin ikki
undir við.
Sjálv hevur Wynona
Ryder greitt frá, at stuld-
urin var liður í venjing-
ini til ein film, sum hon
var biðin at spæla, og at
tað var leikstjórin, sum
hevði mælt henni til at
gera eina roynd í einum
handli í Beverly Hills.
Russar stuðla Zakajev
Rentan niður
Mótmæla sending
Ryder ikki í fongsul
C
M
Y
K
14