Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-03-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mars 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller Krisjan Dani Høgri Djurhuus Randi Jacobsen Térfinn Smith Kalmar Lindenskov Pit Sosialurin P/f Pressan 1981 Utgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfótk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: »Dyrari enn mett« TAÐ ER ikki bert í dagliga hús- arhaldinum, at fólk yppa øksi okg spyrja seg sjálv, hví alt er vorðið so dýrt. Nógv dýrari enn ætlað. HESIN SJONGURIN er mangan at hoyra bæði á tingi, býráðum og aðrastaðni. - Í SEINASTUNI hevur nógv verið skrivað um ymisk arbeiði, sum er vorðið nógv dýrari enn uppruna- liga mett. Í Havn hava verið nevnd »Gullsvingiå« oman á vestara keigkið og vatnverkið í Villingardali. Á LØGTINGSFUNDI í gjár var m.a. annað byggistig av tekniska skúlanum í Klaksvík og handils- skúli á Kambsdali til viðgerðar. Hesir skúlar verða einar 10 milj- ónir dýrari enn tað, danir hava sett sum sítt loft at gjalda. Or- sekin til hesa dýrkan er tó millum annað, at upprunaliga metingin er í 1984-krónum, meðan landsstýrið metir í 1987-88 krónum. Haraftrat eru nakrar broytingar gjørdar í projektinum. MEN HETTA gav tó tingmonnum høvi til at nema við spurningin, hví alt arbeiði, sum verður sett í verk, verður nógv dýrari enn tað upprunaliga varð mett til. NEVND VÓRÐU millum annað royndarstødin í Kollafirði og bil- eftirlitsbygningurin í Havn sum tey grovastu dømini. Bileftirlitið skuldi eftir metingini kosta 11 miljónir, men kemur at kosta 19. Tað má haldast at vera heilt burturvið, at undanfarna lands- stýrið hevur góðtikið eitt skitsu- projekt til eina tílíka bygging. har kostnaðurin varð mettur til 9,5 miljónir, uttan at haldgóð trygd er fyri, at tølini halda innan fyri rími- ligt mark. oddagrein UM TAÐ so bert vóru hesi dømini um skeivmetingar í stórum stíli, kundu vit helst livað við tí, men so er tó ikki. Dømi um dømi um somu skeivu gongd kunnu nevn- ast, og lítið tykist fyri, at menn læra av hesum royndum. GOTT ER at hava góðar verkfrød- ingar, ráðgevingarstovur og ser- frødingar av ymiskum slag, men hetta gevur tó ikki politikarunum trygd fyri, beint at líta á tað, hesir koma við. POLITIKARAR taka mangan stóðu undir heilt skeivum for- treytum. Byggingin verður sett í verk. Byggingin er komin í helvt og fæst tá, at vita, at hon verður miljónir dýrari. Hvat er tá at gera, enn at yppa øksl, og siga, tað gerst ikki við. Nú er komið so langt, at vit kunnu ikki steðga í hálvum gekki. Vit mugu játta tær miljónir, sum íresta. ALT HETTA uttan at fáa nakrar sum helst fylgjur fyri tann ella teir, sum veruliga standa aftanfyri fiaskoini. TAÐ ER TÍ altavgerandi, at lands- stýrið nú tekur sær um reiggj tá tað snýr seg um almennar bygg- ingar og tryggjar sær neyvar kostnaðarmetingar og neyvari eftirlit frá byrjan til enda. tór.- Nr. 34 - 22. mars 198 Monopol ella ikki? Eitt kveldið herfyri var í útvarpinum orðaskifti millum tingmenninar Pauli Ellefsen og Jákup Lindenskov Tjakið var um, um Tryggingarsambandið Feroyar framvegis skuldi hava einkarrætt til allar tryggingar, ella um hesin einkarrættur skuldi tak- ast av. Sambandsflokkurin hevur lagt málið fyri tingið, og var hetta or- sekin til orðaskiftið. Pauli Ellefsen ferdi fram, hvussu neyðugt tað var at avtaka einkar- rættin til tryggingar, sum bert førdi við sær, at øll tænasta hjå Tryggingar- sambandinum var út av lagi vánalig. Hann helt fram, at hann als ikki vildi leggja skuldina á leiðsluna ella starvsfólkið á Trygg- ingarsambandinum, men harafturímóti á meono- polið Jákup Lindenskov á- sannaði eisini, at trygg- ingarverkið trongdi til ábetur, men var ivasamur um hetta kundi gerast bara við at avtaka einkar- rættin? Eg má siga sum Pauli Ellefsen — mær dámar ikki so væl monopol, men samstundis má eg við- ganga, at í vissum ferum kann ein verða noyddur at nýta einkarrætt, og hertil kemur, at nógv virksemi má verða tikið heilt ella lutvist av ti almenna. Eg kann ikki geva Paula rætt í ti, at leiðslan og starvsfólkið ongan lut hava í arbeiðsgongdini bert tí, at virkið hevur einkarrætt. Sjálvsagt eiga oll at gera sítt besta fyri, at øll tænastuveiting skal verða so góð, sum megu- ligt. Men sjálvsagt kann kapping millum felog elva til nýggja hugsan og ný- skapan Nú hoyrdu vit, at tæn- astuveitingin hjá Trygg- ingarsambandinum var vánalig. Men hvussu er so við tænastuveitingini hjá hinum almennu stovn- unum? Hesir hava í hvussu so er eitt slag av einkarrætti, sum helst ikki ber til at bjóða út ella hvussu? Tiverri mega tey flestu ásanna, at nógvir almennir stovnar eru lítið fólkavinarligir og teimum skortar hugur til bæði upplýsing og hjálpsemi Rætt skal verða rætt — Ein stovnur nevniliga, Líkningarráð Feroya, hevur tó víst tænastuvilja við at upplýsa fólk um hesa nýggju samtidar- skattaskipanina. Annars fær ein var- hugan av, at fleiri stovnar gera ógvuliga lítið burtur tí, ið nevnist fólkavin- semi, og hvussu er við demokrati? T.d. sær tað út til, at nakrir stovnar gerast til einaveldis mon- arki, tá talan er um at seta starvsfólk. Her er beinan- vegin ein >krúnprinsur- tekur, og so gongur tað eftir monarkistiskum regl- um við »arvaprinsum prinsessum ella prinsessu- monnum« og so inni- millum onkur vid einum åvisum politiskum liti ella tilknýti. Hetta lagið elvir ikki ungdómi til at fáa sær serútbúgving, og so kann tað lætt henda, at ovlítið nýtt >blóð< kemur til Eisini er at ivast í, at vit eiga nógvar dugnaligar stovnsleiðarar, tænastu og starvsfólk. Men sam- felagið krevur og væntar at tey gera sítt til at virka fyri einum demokratisk um góðum samfelag Nekur kunna tó íkki bara sær men leggjast á at »pida bein«. Lenin hjá einum stovnleiðara eigur at vera og er helst so góð, at honum ikki nýtist at savna sær meira ella minni lenandi sterv uttan- fyri. Tað er onki at ivast í, at ein almennur stovnur krevur sin mann, og tibet- ur hevur hann rímiliga fritid. Tað er eitt krav, at landsstýrismenn siga seg úr øllum lønandi størvum, og tað sama eigur sam felagið at krevja av sínum stovnsleiðarum. Tryggingarsambandið tolir ivaleyst at missa einkarrættin. Tað er jú væl fyri, og kann saktans kappast um rætt er atbor- ið. Men sjálvt um rætturin til tryggingar verður fríur so slepst tó ikki undan al- mennum eftirliti, og ans- ast má eftir, at tann pen ingur, sum feroyskir tryggingartakarar gjalda verður verandi í land inum Jóhs. Ravnsfjali Bilar og Japanarar Nógv verður í hesum døgum talað um alsamt styrknandi yenin og viknandi dollaran — ser- stakliga mótvegis jap- anska gjaldoyranum og nógvar góðar kreftir — eisini japanarar — hava seinnu tíðina gjert sítt besta fyri at tálma hesi gongd, sum undir van- ligumumsteðum eisini skuldi skert teirra út- flutningsføri. Ikki minst ilskast am- erikumenn inn á jap- anarar fyri lítla amerik- anska partin av jap- anska bilmarknadinum, sum er heimsins stersti — USA undantikið. Heilar 5.556.865 milj. bilar vóru í fjer seldir til nýtslu í Japan. Vilja til at vaksa um innflutningin vístu jap- anarar, tí vekstur var hóast alt í innflutn- inginum av útlendskum bilum — heili 19,3 pct., men kom talið ikki long- ur upp enn á góðar 50.000 ella 0,0 pct. av samlaða bilkeypinum hetta ár, meðan kapp- ingin, annars sum altíð, einamest var millum teirra egnu bilar, sum bæði eru nógvir og góðir at velja ímillum. Nissan, Mazda, Mit- subishi, HINO (Toyota lastbilar) og Nissan Die- sel (lastbilar), sum eru „stórir< um allan knettin framleiða eitt ófert tal av bilum, men gingu teir í Japan nakað aftur. Tit ringja Aðrir, ið gingu fram i framleiðslulandinum vóru Suzuki við 6 pct., Subaru við 2 pct., Dai- hatsu við 5 pct., Isuzu við 2,1 pct., Toyota við 3,7 pct. og Honda við 15,8 pet. til 454.703 seldar bilar i fjør i Jap- an, teir 296.648 vóru persónbilar. So í Japan er íkki neyðugt at heita á lands- ins íbúgvar um at keypa egnu framleiðslu. — vit skriva