leygardagur 22. mars 1986síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Hondin við kveistrinum datt mótfallin
niður. Eyguni vóru so undarliga tóm,
andlitið var myrkt grálit. Hon vildi
ganga, men sleraði á og treiv í vindeyga-
postin. Har stóð hon eitt bil, blunkaði
nakrar ferðir við eygunum, turkaði
sveittaperlurnar av munninum við
handabakinum, gjørdist so fræg at hon
fekk ondina aftur, og strevaði seg út.
Hon tók teir rínandi tvíburðarnar frá
dronginum, setti seg á ein kassa har úti í
slokuni og gav teimum tað tóma bróstið
at súgva, maðurin hevði sett teir lamnu
upp og niður við veggin á ein ruskdunga
og hevði breitt eina spjørr yvir rúgvuna.
Hini hingu skelkaði og gorhungraði um
móðrina. — Hann fór at sóknast eftir
onkrum at búgva í.
Beint eftir fóru teir í kriggj um eina
breyðskorpu, sum ein av teimum høvdu
funnið í einari blikkspann. Teir lamnu
vóru við á sín hátt. Tala rættiliga dugdu
teir ikki, men teir hevdu kortini sítt egið
mál, og teir segdu hver sær at skorpan
var teirra. Teir sótu og ýldu um kapp, og
teir eygleiddu strídið úlvaglúpskir við
teim visnu eygunum.
Eina letu eftir kom maðurin aftur og
setti seg á ein holvdan sildakagga, lút-
andi framá, við hondunum hangandin
niður millum kneini. Hann tók eitt
tubbaksrull upp og beit sær eina skrá.
So hevði hann onga fyllibyttu hitt, sum
hevði verið gávumild, hugsaði konan, tá
hann var so skjótur aftur. Tilvildarliga
kom hon at trilva í skjúrtalummanum til
at vissa seg í, at brennivínið var
heilskapað.
»Fekk tú ikki?« — spurdi hon og
kveitti at manninum.
„Og nei« — segði hann, gjørdi eitt
ilskt bragd á yvirkroppin.
>Tað var tað eg vist, tá ið tú var tann
ið fór — fólk vera rædd av at ein sum tú
kemur«.
Hann knytti nevan og murradi sum
ein hås bjørn.
Hon var um at skrædna av kókandi
trongd til at brúka munn, men hon helt
sær. Tað var ræðslan fyri Madam Høier
sum gjørdi at hon tagdi. Ti um hon
hoyrdi tey, kom hon óivað og jagstraði
tey burtur, og hetta var jú altid líka sum
eitt sindur frægari enn úti á slætta
vegnum. Men maðurin, ið ikki var vanur
við at hon gav eftir, kveitt mistrúgvin at
henni.
Konan legði tvíburðarnar frá sær
niður við teim lamnu og reiddi eitt slag
av seingjarbóli til ungarnar. Og so fekk
hon teir til ró á ein vis.
Maðurin hevði strekt seg á einum
leysum kistuloki við einum neva av
hálmaruski til kodda. Yvir seg breiddi
hann ein fyrrverandi slábrokk, sum
hevði verið stungin við vatti. Enn sóust
svartir bumullstóttar stinga fram her og
har. Hann hevði funnið hetta plaggið á
einum ruskdunga, og sá tað ti sum sin
búna. Um eina letu reit hann.
Konan leit upp móti ti trongu ripuni
av himli,sum tey hevdu til tak, fyri at
ætla um, um tað mundi fara at regna.
Luftin var óverðslig, og tann ógóðsligi
november vindurin fór ylandi igjøgnum.
Skotið. Hon setti seg til rættis á kass-
num við rygginum móti rosshús-
eg nnanfyri hoyrdi hon rossini
ran Ein kåm kensla av øvund tok
rini stóðu flett og trygt og
gligu útkomu í ríkum
náli. Hon hugdi at teim sovandi ung
inum og kvidadi seg fyri, at teir skuldi
vakna upp í frosti og svelti. So hugsaði
hon um deyða barn sítt, tað sum hon
hevði havt tað ferðina fyri langari tíð
síðani, og hon ynskti, at tey ell vóru
farin sama veg. Um nú Várharra vildi
vera so náðigur at lata tey umkomast í
nátt — ja Gud gævi Várharra vildi tað,
tí tey smáu bernini fóru jú ikki til
helvitis, men har komu jú øll tey
vaksnu, su ikki høvdu tann heilaga and-
an. Og hon hevði ongantíð sætt nakað til
Heilaga Andan.
Tað var hverki vónloysi ella pína í
hjarta hennara, bara tómleiki, líkasæla
og svongd. Á sínum piðaðu ørmun helt
hon tvíburðarnar, og rivnaðu, útslitnu
hendurnar faldaðu seg saman um teir.
Men teir vildu ikki vera róligir. Teir logu
og kávaðu og vríggjaðu seg, og teir
jamraðu og hvinu so eymkiliga við
einum brostnum ljóði, sum var tað frá
teim fornesku, sum hevdu teir av órekt
og neyð mist tað mesta av máli sínum,
og teir skulvu og fjáltraðu í tí neyðar
klodda sveiþinum.
Tá var tað, at konan fekk tað innskot
at geva teimum brennivín fyri at fáa
teimum ró og varma. At tað kundi skaða
teir, mintist hon ikki til í hesi letu, um
hon annars visti nakað um tað. Nú hevði
hon ikki tanka fyri aðrum, enn at fáa
hesar neyðar skapningar at sova eina
letu, og so fáa hvíld sjálv. Hon tók
fløskuna upp úr fikkjuni, fekk proopin
av við tonnunum og hugdi seg um eftir
einum sindri av vatni. Tað hevði staðið
vatn í einum træsteypi, men tað høvdu
nokk ungarnir sluprað í seg. Tó jú — tað
var eitt slød eftir í. Hon fekk fatur á tí,
helti tað í fløskuna og skvaggaði so á. So
mataði hon tvíburðarnar við tí soleiðis,
at hon fyrst sjálv tók tað í munnin og
síðani fekk hetta niður í teir.
Teir bóru seg illa og vriggjadu seg
sum í krampa, men hon gavst ikki, fyrr
enn hon hevði fingið so mikið í teir, at
teir sovnaðu, og tað gjørdu teir, eisini
toliliga skjótt.
So drakk hon tað, ið eftir var sjálv,
legði tvíburðarnar yvir til hini og var
fegin yvir, at teir svóvu so setan.
Hon kendi seg brádliga so milda og
lætta í sinni. Við einum fjákutum látri
slóg hon skjúrtið yvir hevdið, strekti seg
út á restina av hálminum og sovnaði,
næstan í lukkuligum sinnalag.
Men tvíburðarnir hevdu fingið sín
ríkiliga part. Um morgunin lógu teir
steindeyðir báðir tveir.
Madam Høier syrgdi fyri, at
avhoyring var tikin í sakini. Konan varð
ákærd fyri grovt sketisloysi, og soleiðis
hava volt teirra deyð.
Og rætturin gjørdi sína skyldu, hon
var trý ára fongsul.
So fekk hon tá tak yvir hevdið so
leingi.
Viggo Dalsgaard týddi
Mr. 34 — 22. mars 1986.
UTTANLANDSFERDIR
Í SUMMAR
DANMARK 27. juni — 7. juli
Vit búgva á hotellunum »Ålborg« og »Vildsund Stranda
við Limfjørdin, og er prisurin kr. 3.900,-
ONGLAND 7. juli — 16. juli
Vit búgva á hotelli í Sheffield og er prisurin kr. 4700,-
NOREG 4. august — 13. august
Vit búgva á fjallahotelli í Rustad vid Lillehammer og er
prisurin kr. 3700,-
Á ollum ferðum er goldið fyri 4-manskømur við »Norr6nu«,
fulla pensión á hotellunum (ikki matur umborð á »Norrånu«),
og goldið er fyri allar bussferðir.
Stórur ungdóms- og barnarabattur.
Ring millum kl. 18-19
LEIF NOLSØE tlf. 32278
OG UNGDOMSSKULI
hevur framsýning av ymiskum handaligum arbeiði i
EYSTURSKÚLANUM
Í dag 22/3 kl. 14-19
Sunnudagin 23/3kl.14-19
Eisini verður tónleikur:
Í dag kl. 14.30 spæla næmingar hjá Kára Bæk
— kl. 16.30 spæla næmingar hjá
Robert Oughton
— kl. 18.00 spæla næmingar hjá Niels Olsen
kl. 14.30 spæla næmingar hjá
Robert Oughton
- kl. 16.00 syngur kórið hjá Bjarna Restorff
kl. 18.00 syngur Rytmiska Kórið hjá
Sunleif Rasmussen
Sunnudagin
TORSHAVNAR KVØLD-
Øll eru vælkomin
TORSHAVNAR KVØLD-
OG UNGDOMSSKULI