Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-04-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 1986síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Miðaldrandi kvinnuslóðbrótari: n DOLRU stnum uppruna kvinnugransking á hægri lærustovnum. Nú er stundin komin, tá kvinnur eiga at samskipa royndirnar, sum vit hava gjort seinastu magistari í bókmentum, 20 árini, sigur Bente Hansen, sum vitjaði í Føroyum í samband við altjóða kvinnu- dagin 8. mars í ár. Tá kvinnurerslan seinast í 60-unum tók seg upp í Danmark, var Bente Han- sen ein teirra, sum rætti- liga tók seg fram um stríðið fyri líkarætti mill- um kynini. Hon var tá blaðstjóri á >„Politisk Revy<, sum var málgagn teirra vinstrahallu í Dan- mark. Um hetta mundið var Bente Hansen um 30 ára gomul. Hon var einsamøll og hevði ikki rættiliga sett seg inn í viðurskiftini hjá kvinnum, sum vóru giftar og áttu bern og mangan høvdu dupult arbeiði — bæði úti og heima. Av ti at Bente Hansen hevði sonevnt mannfólka- arbeiði, vendu limir innan kvinnurørsluna sær til hennara. Tær heittu á Bentu og bóðu hana siga frá, hvussu slíkt arbeiði myndaði seg. Hetta var orsekin til, at Bente Hansen fór aktivt inn í kvinnurersluna og sum hon eisini fekk týðandi leiklut í, sum fráleið. Fekk útbúgving Bente Hansen er ættað úr Vesturjútlandi. Mamman var heimaarbeiðandi og pápin virkaði sum djóra- lækni. Foreldrini áttu átta detur. Bente Hansen fekk út- búgving á universitet- inum í Keypmannahavn, har hon las bókmentir. M.a. fekk hon innlit í Marx og Lenin læruna. Um hetta mundið tók ungdómsuúppreisturin seg upp. sum byrjaði millum studentarnar. Bente Han- sen var millum teirra, sum m.a. vildu avtaka prof- essaraveldið. Hesin upp- reistur var byrjanin til stríðið at bróta niður sos- iala markið millum sam- felagsborgararnar. — Sum ein náttúrlig avleing at bróta niður sos- iala markið, kom kvinnu- rerslan, sum við sínum virkishåtti fullkomiliga broytti viðurskiftini í samfelagnum, sigur Bente Hansen. — Fyrst í sjeytiárunum var tú nógv frammi í fjøl- miðlunum — altíð í sam- reðu við monnum. Hetta var rættiliga óvanligt í teirri tíðini. Hvussu tóku teir serkenu ímóti tær, tóku teir teg fyri fult? — Orsekin til at eg kom so nógv til orða í hesum árum var, at marxisman var »in«, um eg so må siga. Av tí at eg hevði inn- lit og útbúgving innan hetta eki, noyddust teir at taka meg fyri fult. Eg kundi á jevnum feti við „teir serkenu<, tosa um slík mál. Kenni meg aftur í mammu — Hví fór tú aktivt inn í kvinnurersluna? — Eg var blaðstjóri á »Politisk Revy< og helt tað vera umráðandi at lysa tær hendingar og broytingar, sum fóru fram, tá nýggja kvinnu- rerslan tók seg upp. Av hesum kom eg í ljósmála, tó at eg ikki beinleiðis hevði gjert mær hugsanir um tað, persónliga. Tá kvinnurerslan m.a. setti sær fyri at lýsa kvinnur í mannfolkastørv- um, vendu tær seg til mín. Um hetta mundið var eg júst flutt saman við Benny Holst, sangara, PS] + pr 4 u za 22 í æg | ' as fø þr KF! sk BR sm ER == PG % = ; Gt? Be , . hin bólkurin fæst við nnurerst i n } eg að eir MOLL rr flutti saman við Benny Holst, sum átti tvey born Tey fluttu eisini til okkara. Tá eg beinanvegin fór at virka sum mamma min, tá eg var barn, setti eg mær spurningin, hvussu kvinnur kundu koma sær víðari, tá sam- felagið gav tær leikpartin, sum tú als ikki kundi koma tær burturúr sum í fyrra hjúnarlagi hevði fingið tvey bern. Tey búðu eisini hjá okk- um. Í veruleikanum fór eg beinanvegin at virka, sum mamma mín gjerdi í síni tí, tá eg var barn. Tað var eg sum tók uppgávuna á meg at syrgja fyri bern- unum — uttan at nakar hevði álagt mær tað. — Tað ferdi við sær, at eg setti mær spurningin, hvussu kvinnur kundu koma sær víðari, tá sam- felagið og umhvervið var myndað soleiðis, at tín leikpartur var skipaður frammanundan, og at tú als einki kundi gera fyri at koma tær burtur úr hes- um. Tí fór eg upp í kvinnu- rersluna. Kvinnuligur sorgarleikur — Tú segði einaferð, at tað ikki var neyðugt at feða bern, fyri at kenna seg sum rætta kvinnu. Nú eigur tú sjálv tvey bern. Hevur tú broytt steðu? — Tað er rætt, at eg havi málborið meg soleið- is, men ikki í hasum sam- bandinum. Veruleikin er tann, at tjak tók seg upp, hvert kvinnur vóru rættar kvinnur, um tær ikki áttu bern. Her tosaði eg mál teirra barnleysu. Tað er ein sorgarleikur fyri kvinnur, sum ynskja sær børn, men ikki kunnu fáa tey. Tær verða skyrdar 6- kvinnuligar. Henda sorg- arleik var tað, eg vildi bera í betuflaka fyri. — Eg var sjálvt 35 ára gomul, tá eg fekk fyrsta barnið og eg viðgangi, at tað er stersta hending í lívi mínum. Bern míni eru í dag 9 og 11 ára gomul og vit trívast ómetaliga væl saman — eisini við teim- um eldru, sum nú eru flutt heimanífrá. Eg kenni meg sum mamma teirra eisini Hóast vit ikki liva sam- an við pápanum Benny Holst, so búgva vit í sama húsi. Eg og bernini búgva á niðastu hædd, systir mín og familja hennara á miðhæddini og Benny á ovastu hædd. Familjuliv okkara er ógvuliga eydnu- ríkt, kortini. Reyðsokkur í undirhaldssending — Í Feroyum hava vit sæð sjónvarpssendingina „Her er dit live, svin tú eisini hevur luttikið i. Er reyðsokkurin vorðin »handilsligur« á eldri døg- um sínum? — Nei, at havi somu sjónarmið og kenni meg eins álvarsliga í hesum, sum áður Tá eg varð tikin fram í „Her er dit liva, so er søg- an tann, at eg sjálv havi verið við til at skipa hesar sendingar »aftan fyri tjaldið<. Ti kundi eg íkki nokta fyri at luttaka, tá boð vóru eftir mær. — Hóast eg haldi, at sendingarnar eru avbera gott undirhald, sum eisini hevur stersta hyggjara- áhuga í Danmark, so vil eg tó viðganga, at nakrar sendingar hava verið ov lættkeyptar og hava ging- ið teimum luttakandi ov nær. - Hverjar royndir hevur kvinnurerslan gjert sær gjøgnum tey seinastu 20 árini, og hvat hava tit lært av hesum, sum tit kunnu brúka frameftir? Familjulit Nr. 37 — 5. april 1986 — Kvinnurørslan i sin um uppruna er um 100 ára gomul í Danmark, men hon kann ikki sammetast við tað, sum fór fram í 70- unum. — Eg kenni tó gomlu rersluna, av tí at eg var limur í Dansk Kvindesam- funds Ungdomsforbund, tá eg var ung genta. Tá var tað soleiðis, at menn fóru út at pissa, tá kvinn ur fóru upp á reðarapallin at tosa um politisk mál Seinni funnu vit kvinn- ur tey ráð, at vit av- byrgdu okkum, so mann- fólk ikki fingu atgongd til fundir okkara. Tað var í hesum sambandi, at menn á fyrsta sinni góvu kvinn um gætur. Teir vóru for- vitnir og eisini bangnir, tá teir sóu, hvussu solidar- iskar kvinnur vóru mót- vegis hverjari aðrari. — Tað er ikki júst eyð kenni fyri samveruna mill- um mannfólkið. — Hetta varð gjert av tilvild, og vit kvinnur kendu, at tað var áhuga- verdari og hugnaligari at hittast, tá menn ikki vóru til staðar Bente Hansen Eg var 35 ára gomul, tá eg fekk fyrsta barnið, og haldi, at hetta er storsta hending í lívi mínum Hóast vit ikki liva saman við Benny Holst, sum er pápi at børnunum, so búgva vit undir somu lon »kkara er ogvu liga eydnurikt kortini