Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-04-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 1986síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 37 — 5. apríl 1986 Oddvør Johansen um Prisirnir á flogferðunum Eg siti við eini lýsing (Dimmalætting nr. 34) frá Prísráði Feroya viðvíkj- andi prísunum á flogferða- seðlunum á rutuni Vágar — Keypmannahavn. Har stendur, at galdandi prísir pr. 1. mars 1986 eru ikki góðkendir av Føroya Pris- rådi. Hetta er ein spurn- ingur, sum man viðkoma so at siga hverjum einasta heimi í Feroyum og hópin av feroyingum niðri sum fegnir vilja halda sambandið við móður- land, ætt, foreldur og systkin við lika, og eg fari ti her at spyrja, hvat fólk skulu gera Eru prísirnir ólógligir? Hví verða teir so ikki gjørdir lógligir? Hvi er tað so dýrt at ferðast millum Danmark og Feroyar, tá vit síggja, at tað ber til at chartra privatar ferðir fyri lítið og einki? Flúgvingin til Feroya verður í Danmark rópt innanríkisruta, men brúk- ararnir vita jú, at prísirnir eru alt annað enn innan- ríkis. Hetta kemur av, at flugvingin er eitt monopol — sum saknar kapping. Vit siggja ofta politikarar og aðrar almennar per- sónar ferðast við flúgvara sum pendular aftur og fram í arbeiðserindum. Eisini hoyra vit um hópin av kongressum, skeiðum og fundum, og eg veit, at tað má vera ógjerligt hjá hesum fólkum at fesja so nógv, uttan at tey hava lagaligar gjaldstreytir — ja, kanska ókeypis ferðir Hesi fólk kunnu tí onga sum helst hylling hava á. hvussu ringt tað er hjá vanligum fólki at sleppa at ferðast. Eg kenni nógv fólk ikki minst i Føroyum sum ongatíð sleppa burtur at ferðast vegna tann hega ferðaprísin. Tað ber av hjá fólki við bernum. Lesandi og ung og tey yvir 65 eru, so legið tað ljóðar ofta frægari fyri enn tær vanligu smábarna- familjurnar Tað legna er, at fólk líkasum skamma seg yvir, at tey ikki hava ráð at ferðast. Men hetta er einki at skamma seg yvir, tí sannleikin er tann, at ferðaprísirnir til og úr Feroyum eru fúlir. Fyri at blíva transporteraður í eini blikkdós í 242 tímar skal eg gjalda kr. 3450 Um eg havi eitt barn við, og tað hevur fylt 2 ár, rindi eg 1725 kr. fyri tað og um eg havi pinku- barnið á fanginum, kostar hetta 345 kr., og so fær pinkan hverki vátt ella turt á túrinum. Hetta verður røpt barnarabatt, men er í veruleikanum eitt smart reklamutriks. Um eg nú havi ein mann (og vit kunnu vísa vígslu- bræv fram), so fáa vit familjurabatt, so at hann rundar hálvan prís. Alt í lagi við tí, men familju- rabatt kann tað íkki kallast, tí hvat er so ein familja? Er ein einsamall mamma (el. pápi) við bernum ikki ein familja? Og er tað ikki júst hendan familjan, sum hevur mest brúk fyri rabatti? Og hví hetta »dynulyftarii8«? Hví revsa tey ógiftu, frá- skildu, einkjur, einkju- menn, sum ofta kenna seg avbyrgd (isolerað) saman við børnum sínum og bara hava seg sjálvan at líta á? Í Feroyum er tradisjón fyri, at bern ferðast ó- keypis ella fyri hálvan pris, og hetta verður ikki roknað fyri rabatt. So er eisini nógva staðni í Danmark. Tak td. D.S.B., har børn inn til 12 år saman vid vaksnum ferðast ókeypis í toki, um leiðin er longri enn 100 km. — annars hálvan pris. So eru tad teir grønu ferdasedlarnir. Har gjaldi eg kr. 2400, barn kr. 1200 pinkubørn 240 kr. Hetta er frægari og kann gott kallast rabatt Kortini loypir skjótt upp. Eg taki meg sjálva sum demi: I vaksin kr. 2400 I barn yvir 12 ár kr. 2400 2bernyvir2ár kr. 2400 tilsamans kr. 7200 Eg skal sostatt forvinna mær 14400 kr. áðrenn eg havi pengar til bara sjálva ferðina. Her táttar í hjá mong- um — kanska serliga barnafamiljuni við láginn- tøkuni, sum kanska sam- stundis hevur sett búgv, bygt hús. Hesi verða upp á ein máta stavnsbundin í mong Harrans ár. Ti spyrji eg: Eru tað føroyingar ella danir, sum ráða og áseta flogpris- irnar? Um tað eru føroyingar, hví lata so teir føroysku politikararnir við Feroya Legtingi á odda bara standa til, tá ein útlendsk fyritøka kúgar tað mein- iga fólkið til at akta eitt órimiligt monopol, sum væl kann samanberast við Kgl. Handilin í gomlum døgum? Oddvør Johansen Hvidovre Útbúgvið fólk? Nei takk! Herfyri søkti landsskúla- fyrisitingin eftir fulltrúa til fólkaskúlaumráðið. Og nú hevur landsskúlaráðið so gjert innstilling sína. Hon er í mangar mátar merkisverd. Teir tríggir, sum eru innstillaðir, hava ið hvussu er eitt í felag: teir hava veri sum minst uttan fyri klettarnar og sekt sær kunnleika. Av teimum, sum ikki vórðu innstillað, eru tvey, sum eru cand. pæd. við royndum innan ymsar (Via or ramt at vera iærar eisini erultbugvin í lørcvskurm og sålarfrødi og er harum- framt MA i enskum frå bretskum universiteti og hevur drúgvar royndir innan nógv ekir í undirvís- ing. Men, nei, sum ikki eina ferð í Feroyum: útbúgv- ing hevur einki at siga. Tverturímóti, jú minni út- búgving, jú meira tú hevur sitið innan fyri teir heimligu begarðarnar og gánað, jú betri kjansir hevur tú. Tí ljóðar mítt ráð til angdóm: vilja it hava starv, so gerið ski ta dáragerð at fara út førovskan at fáa tykkum eina út- búgving, tað loysir seg als ikki. Vestmanna | hesum Jóan Petur Patursson um ferjuleguna í Kirkjubo: Síða 7 Ein skemdargerð imóti komandi ættarlidi i Kirkjubø Tad er ein skemdargerð | ímóti komandi ættarlidi í Kirkiubø, at ein ferjulega verður legdur á »Gomlu Rætt«, tí tað kemur ikki at skapa nakran meguleika fyri idnadi í Kirkjubø. Tað er skrivað í blød- unum um hvenn skaða ein fer prýulega er fyri fornminn- í Kirkjube F erjulegan kemur als ikki at skaða nakað av fornminnunum tvertur- ímóti fer verjugarðurin sum verður lagdur út sunnanfyri, at verja forn- minnini. Tað er eisini nevnt hverjar fylgjur ein ferju- lega á Árnanesi kemur at hava við sær eitt nú, at tað kann skapa møguleikar fyri idnadi í Kirkjubø. Tey fólk, sum eru ímóti at nakar ídnaður verður í bygdini, liva í forneldini, og hesi fólk teinkja einans uppá sín egna nalva og als ikki uppá komandi ættar- lið. Tað er ein sjálvfylgja, at tann nógv umstrídda ferjulegan verður løgd á Arnanesi, tí tað fer at geva komandi ættarliði meguleikan at fáa sær eitthvert til ídnað, eitt nú at fáa sær útróðrarbátar og smiðju til umvæling av bátum, jarðarbrúksmask- inum o.l., sum kemur at vera bygdini og fólkinum til gagns. Avsannan frá Vestmanna skúlaráð Vísandi til grein á forsíð- uni í Dagblaðnum tann 26.03.86, har skúlaráðið í verður lagt undir at hava klagað yvir persónligan atburð hjá starvsfólkum á SvF í sam- band við skúlavígsluna í Vestmanna, verður við sagt frá, at tað, ið — skrivað er, onki hevur við skúlaráðið at gera, tí skúlaráðið hevur onki mótmælisskriv sent Sjón- varpsnevndini. Skúlaráðið harmast yvir tílíkan journalistiskan framferðarhátt, sum Dag- blaðið her hevur víst, og átakar Dagblaðið fyri at Hesi fólk, sum eru ímóti ídnaði í Kirkjube, síggja bert fornminni í eygum sínum og ikki framtíðina hjá tí komandi ættarlið- inum At útihýsa øllum møguleikum fyri idnadi i Kirkjube er tað sama sum at útihýsa øllum trivnaði í bygdini fyri komandi ætt- arliðini, tí tað kann ikki vera rætt, at ungdómurin í bygdini skal verða noyddur at fara úr bygdini fyri at finna sær eitthvert arbeiði, tá ið tað eru megu- leikar fyri at skapa ar- beiðspláss í bygdini. hava givið lesarunum ta fatan, at skúlaráðið ar- beiðir á so lágum steði sum greinin vísir. v. Vestmanna Skúlaráð Gunnleyg Durhuus forkvinna P/F North Atlantic Plast Vit framleiða og selja vatnleiðingar og kloakrør Kloak frá ø 40 mm til ø 500 mm. Vatnleidingar frå ø 25 mm til ø 500 mm i trýstklassa TNG — TN10. Septictangar og reinsibrunnar ø 200 — 250 — 315 mm, um ynskist gera vit reinsibrunnar eftir måti. Vit hava allar tilhoyrandi rørdeildir å goymslu, eisini framleida vit tilfar til alihyljar. Vit geva fegnir tilboð. eil- og småsøla í : PLASTRORVIRKID P/F North Atlantic Plast Plastrervirkið á Heygnum Mikla Tif. 1 2151 i