Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-04-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 1986síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 ———— Indarar gjørdu stórt hóvas Nr. 37 5. april 1986 tåk ur løgmansvitjanini Atli Dam, legmaður: Føroyska báta- projektið í India fer at hepnast Kanska gevur tað ikki tær nógvu krónur- nar til Føroya, men vit eiga at fegnast um at hava sett nakað í verk, sum hevur so stóran týdning fyri eitt stórt tal av fólki, sigur Atli Dam, sum, saman við konuni Sólvu, júst er heimafturkomin úr Indiu. Í vikuni komu Sólvá og Atli Dam, legmaður og frúa aftur til Feroya av ferð í India, har tey hava verið gestir hjá indisku stjórnini. Umhvussu ferðin kom í lag, greiðir Atli Dam, løg- maður frá: — Í samband við, at indiski = sendiharrin í Keypmannahavn — mrs. Ballað — vitjaði í Fer- oyum seinasta heyst bar hon uppá mál, at tað kanska var vert at fyri- reika eina almenna vitjan í India í samband við tað nýggja projektið, sum Marinplast í Kaldbak er ein partur av. Vit svaraðu, at hetta Vitjan við leguna, har Mahatma Gandhi varð brendur hevði sjálvsagt áhuga, og eina tíð seinri kom ein inn- bjóðing frá stjórnini í New Dehli og stjórnini í Tamil Nadu, har verksmiðjan liggur. Endaligu loyvini Orsekin til, at New Dehli var við í ferðaætlanini var, at eg helt tað vera beint, at tosa við fiski- málaráðharran og leiðaran av fiskivinnuumsitingini hjá Sentralstjórnini, sum skal góðkenna øll tilik projekt í seinasta umfari, hóast tær einstøku stjórn- irnar í statunum framm- anundan hava góðkent hetta. Í New Dehli var so skipað fyri fundi við vara- uttanríkismálaráðharran og fiskimála- og land- búnaðarráðharran, sum er sami persónur. Her varð tosað um at fáa tey sein- astu loyvini til vega. Tað eydnaðist á hesum fund- inum. Spurdur um, hvat stjórnarumboðsmenninir hildu um projektið, sigur Atli Dam, at sentral- stjórnin hevði framman- undan givið eina fyribils góðkenning av projekt- inum, og teir vóru sera spentir uppá, at fáa fort hetta út í lívið, so tað var ikki av tervandi áhuga fyri tiltakinum, at øll neyðug loyvi ikki longu vóru givin. Í hesum, sum í so nógv- um menningarlondum, er umsitingin ógvuliga stirv- in, og hevur tað helst verið tann vanligi trek- leikin í umsitingini, sum var orsekin til at loyvini ikki longu vóru givin. Hetta hevur so eisini fort við sær, at projektið ikki bleiv framt so skjótt sum ætlað, tí nakað av tí peningi, sum er játtaður, m.a. av IFU — Ind- ustrialiseringsfonden For Udviklingslandene — kundi ikki verða fri- gjørdur fyrr enn øll loyvi vóru, og tí var stígur komin í sjálvt byggi- arbeiðið. Vit fingu sjálvsagt eis- ini hevi til at vitja mong áhugaverd pláss í New Dehli, sum er ein gamal seguligur staður, ikki bert av mentanarligum og søguligum áhuga, men eisini nógvum av ti nýggja, sum teir royna at fáa útbygt soleiðis at ar- beiði fæst til tað óhugna- liga stóra talið av fólki. India — ein mótsegn India er á mangan hátt ein mótsegn — alt sum tað er. Inni á ídnaðardeplinum í New Dehli, har teir framleiddu kelarar til bilidnadin. Hevuðsstaturin — New Dehli — við býnum New Dehli, er einans 1300 km* til steddar. Hann er tí bert ein pinkustatur í India. Tað vil siga minni enn Feroyar, men har búgva 7,5 milliónir fólk. Vit kunnu ímynda okkum, hvat Feroyar hevdu verið, um her vóru 7,5 milliónir íbúgvar. Tá hevði verið nakað trongligt. Annars eru allir hinir statirnir í India stórir. Nógv sterri enn mong europeisk lond, við meira enn 100 mill- iónum i íbúgvaratali og niður í nakrar fáar mill- jónir. Hin staturin vit vitj- aðu, var Tamil Nadu, har býurin Madras liggur, og sum er á stedd við Frak- land. Har búgva einar 54 milliónir fólk. — Tá eg sigi, at India er ein mótsegn, er tað ikki bert støddarvidurskiftini, eg hugsi um, men eisini á mangan annan hátt. Á mongum økjum hava tey ein heilt framkomnan teknikk. Teir gera m.a. atomreaktorar, luttaka í rúmdarprojektum og hava ein væl útbúnan ídnað, samstundis sum teir turka mykju til brenni, og sam- stundis sum teir royna at útvikla sokallaðan små- idnað Við smáidnað hugs teir um projekt minn hálvafjórð 11 K þr 11 ; 14 ra x arbeiðsmegin er ómetaliga bílig. Ti leggja teir stóran dent á at skapa ein ídnað, sum gevur so nógvum sum gjerligt arbeiði, og har automatiseringin hev- ur lítið at týða. Fá rík — nógv fåtøk Ein mótsegn er eisini, at hetta land eigur eitt heilt lítið tal av ógvuliga ríkum fólki og so aftur hundrað- milliónatal av ógvuliga fá- tækum. Vit fingu eisini megu- leika at kunna okkum um, hvussu småidnadurin var skipadur. Hetta for fram i sonevndum idnadardepl- um, har felagsskapir kundu venda sær til, og fáa ráð og vegleiðing frá almennari idnadarumsit- ing, sum eisini, í summum forum, gav teimum hevi til at nýta serliga mask- inur fyri kostprís og fara út aftur við tí liðugt gjørda amboðnum og ar- beiða víðari á egnari fyri- tøku. Vit vitjaðu m.a. tríggj- ar fyritøkur, sum høvdu ment seg á hendan hátt. Ein gjørdi partar til súkklur sum teir útfluttu m.a. til Vesturtýskland. Onnur verksmiðjan fram- leiddi kølarar til øll sløg av bilum traktorum og dumparum til hálendska bilidnaðin umframt til ndis Bir slík riðj ] møbla SK < ag midjur, sum framleiddu til útflutnings, vøru eisini nógvar, sum framleiddu