týsdagur 8. apríl 1986síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 38 — 8. apríl 1986
H. Hansen um fiskasolu
L/F Feroya
Fiskasøla sindrast?
Við atburði, vantandi
virðing fyri limunum,
dugnaloysi av eiðsluni, út
av lagi vánaligum selu-
teknikki; soleiðis kundi
man hildið fram at ramsa, ,
eru stjór og harvið starvs-
nevndin við at grava egna
grøv.
Tá limirnir vita, at aðrir =
gera eitt nógv betri selu-
arbeiði: betri pris, skjótari
selu, ongar trupulleikar,
hava teir skyldu móti egn-
um virki at selja, har mest
fæst. Fiskaselan tosar um
solidaritet — hver livur av
te? Einasta, hesin poli-
tikkur ferir til, er meira
studning, og tað er ikki
júst tað, stjórn F.F.'s
hevur sagt seg at ganga
inn fyri.
Prógv fyri vánaligu
seluni er tann sokallaða
»puljan«, sum sigst verða
negativ við 20—30 mill-
jónum krónum, sum aftur
er prógv um, at selu-
menninir ikki kalkulera út
frá galdandi ráfiskapris-
um og eðrum kendum út-
reiðslum hjá flakavirkj-
unum og tí selja undir
framleiðslukostnað, ann-
ars var »puljan« íkki
pegativ við hesum skelk-
andi tali
At verja Fiskaseluna
við at revsa limir við bót,
leggja hald á verur, hótta
við uppsegn av limaskap-
inum ella aðrar barnalótur
er at lata Fiskaseluna
spillnakna. Hetta minnir
ikki sørt um ævintýrið
»Kejserens nye Klæder«.
Ålvaratos, »almuen ud i
Færø« eru ikki teir reinu
býttlingar, og avmarkað
er, hvussu naiv vit kunnu
loyva okkum at vera. Ein-
asti háttur aftur at fáa
negdar limir er munandi
betri selupolitikkur, lata
liminar ráða sær sum
frægast, meðan seluliðið
verður bygt upp frá botni
við betri kvalifiseraðum
fólki enn nú, og tá skil er
komið á, vilja teir av sær
sjálvum verða loyalir,
men tað skal ikki vera
sum nú, har at kalla altíð
fæst betri prisur uttan-
fyri. Puljan er ov nógv
nýtt sum vernd og skjóld-
ur. Hóast alt hava aðrir
selumenn í Feroyum selt
10—15.000 tons av fryst-
um og saltaðum verum í
1985 við javnt betri prísi
enn F.F. og uttan puljing.
Her er ikki bert talan um
vognar. Henda negd svar-
ar hóast alt til ársfram-
leiðsluna hjá fleiri virkj-
um
Í dag at tvinga virkini
at framleiða saltupsafløk
at liggja á goymslu í
Feroyum ella Hirtshals í
upp til 6 mánaðir smb.
fútarættin, tí selumenn
F.F.'s enn einaferð hava
víst sítt dugnaloysi og
lógu sjóvarfallið av sær,
er heilt burturvið. Fólk
við bert einum farra av
kunnleika til saltfisk,
vita, at hetta er ein brøl-
ari. Heldur einki saltað
toskaflak er selt. Prísur er
so eingin á selulistanum
hjá F.F. Tá nú F.F. hevur
fingið dóm fyri, at hon
eigur framleiðslu limanna,
má hon eisini eiga hana og
bera kostnaðin, tá góðsk-
an og vektin av langtíðar-
goymslu fara skeiva vegin
og ikki sum fyrr, bert
tveita byrðarnar á limir-
nar — tað verður jú so
pent tosað um loyalitet.
Her er so aftur eitt minus
til »puljuna«. Selupoli-
tikkurin hjá saltfiskaselu-
deild fiskaselunnar er ein
skandala, tað sum farið er
av 1986. Ja, mangt um-
skiftist: besta selutíð fyri
saltfisk er hásummar!!
Ønegdin er nú so stór,
at kyrrindini kanska eru
farin.
Kemur ikki skil á í
stundini, er tíðin komin,
har starvsnevndin hevur
skyldu at siga leiðsluni og
eðrum dugnaloysingum
upp, ongantíð ov skjótt, ti
við hetta lag fáa vit skjótt
30—40 fiskaselur, og tað
er hetta, sum F.F. sigur
seg rædast, so gerið nakað
við hetta! Herróp á for-
síðum »virka við ella utt-
an verandi leiðslue er ikki
nóg mikið.
H. Hansen
VASKARÍIÐ Í TRÓNDARGOTU
v/ Henry Róðá
Tréndargøta 57, tlf. 17214
postboks 1276, 3800 Torshavn
vaskar alt
Opið er frå 9-17?
stongt leygardag
Skjót og góð avgreiðsla
LANDSFUNDUR
Føroya Javnadarfl..
1986
verður í Nordurlandahus-
inum tann 11. og 12. apríl
1986 við hesi skrá:
Fríggjadagin 11. apríl
KI. 19.00
1. Formansfrágreiðing
2. Orðaskifti um formansfrágreiðingina
Leygardagin 12. apríl
KI. 09.00 3.
Framhald av orðaskiftinum um
formansfrágreiðingina
4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi }
og ársfrágreiðing skrivarans
5. Orðaskifti um frágreiðing skrivarans
6. Frågreiding frá feløgunum
Kl. 12.00
Døgurdastedgur
Kl. 13.30 Val av starvsnevnd
Val av floksleidslu
Åsetan av limagjaldi
Politiskt ordaskifti
Ymist
HSwVoN
— om
Í sambandi við at Suðurstreymoyar Javnaðarfelag í heyst
hevði 60-ára stovningardag og í sambandi við landsfundin
skipar felagið saman við Javnaðarflokkinum fyri veitslu í
Studentaskúlaauluni i Hoydølum
leygarkveldið 12. april kl. 20.00
vid ymiskum undirhaldi.
Tekning til veitsluna kann fara fram å tif. 14919, 16250,
16976 og 12890 innan 10. april.
Stjórnin