Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-04-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 1986síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 40 ár í Sparikassanum: Tidin hevur lært me ongantið at undrast á støddina á tølum Týsdagin 1. apríl hevði Knút Háberg starvast 40 ár í Sparikassanum. Vikudagin frammanundan vóru vit og vitjaðu hann á skrivstovuni. Stjórin heldur til á ovastu hædd í hevuðsdeildini. Væntar tú at stíga inn i skreytakend skrivstovuheli, har ein tilgjørdur stjóri situr hinumegin skriviborðið, fert tú skeivur. Skrivstovan er av tí vanliga slagnum, og maðurin er bæði blíður og týður. Medferð hansara er hóvlig, ja næstan tignarlig. Eitt eyðkenni, sum viðskiftafólk óivað munnu hava lagt til merkis. Knút Háberg tosar sáttliga um mangt og hvat. Mest um gamlar dagar og fólk, hann hevur kent. Onnur evni vóru tó eisini til umreðu, og er tað fyrst og fremst tey, vit her hava valt at endurgeva. Samfelagið er nógv broytt Síðan eg var ungur er ógvuliga nógv broytt í feroyska samfelagnum. Ongin kann ynskja sær tey vánaligu triatiårini aftur, men eg kundi hugsað mær, at ungdóm- urin í dag visti eitt sindur meira um, hvussu var tá á degum. Tað vóru ikki bara ringar síður. Tað man ikki vera nak- ar í dag, sum líður bein- leiðis materiella neyð. Kortini eru tað trupul- leikar á nógvum økjum. Í starvi mínum havi eg ofta hitt fólk, sum á ein ella annan hátt eru komin illa fyri. Her hugsi eg ikki minst um teir mongu hjúnarskilnaðirnar. Hetta hevur jú avleiðingar á fíggjarligu viðurskiftini hjá fólki, lán mugu gerast um o.s.fr. Vit royna sjálv- sagt at hjálpa hesum fólk- um, tað vit kunna. Tann stóra peninganegdin gev- ur sostatt ikki trygd fyri einum betri lívi, hóast tað í dag helst er lættari at livbjarga sær enn nakran- tíð áður. Gjarna ráðgevi, men ikki próvdómari Nógv uppliva tað at spyrja lán sum eitt slag av próvteku. Ofta IKK attina framman indan. Sjålvsagt er tað ógvuliga avgerandi fyri tann einstaka, um eitt lán verður játtað, kortini haldi eg, at flest øll kunnu koma til okkum í góðum treysti. Ti eru tingini ann- ars í lagi, og tað eru tey vanliga, so ber næstan altíð til at tosa seg til rættis um lánið. Tíanverri eru eisini und- antøk. Vit mugu nokta fyri at veita lán í ein- støkum førum. T.d. kann tað vera onkur, sum hevur meira í munninum enn í hondunum. Vit royna tó altíð at hava álit á fólki, so langt til ber. I einstøkum førum hava vit eisini roynt at tosa við konuna ella næstingar. So endin kann væl gerast tann, at tú kortini fært álit á manninum og hugsar, at hatta man fara at ganga. Arbeiðið hjá mær er so- statt ikki alti3 avmarkað til peningaligar spurn- ingar, men fevnir av og á um meira. Sparikassin nógv vaksin Tá ið eg tók við starvi í 1946 var bert tann eina deildin í Havn. Í 1956 kemur so Vestmanna, men tað er fyrst í 70-unum og 80-unum at verulig gongd kemur í stovnset- ingina av deildum kring landið. Í dag eru uml. 20, og helst koma nakrar deildir afturat. Harafturat kemur so ein nýggjur bygningur á Tinghúsveg- num, har fyrisitingin skal halda til. Eisini verður matstova og onnur heli. Eg eri sannførdur um, at tað var lívsneyðugt hjá Sparikassanum at seta deildirnar á stovn. Vit hava hendan hátt tryggjað okkum eitt betri samband við fólk landið. Eg veit sjálvum, strið, tað var áður ferðast oyggj úr oyggj. Í heilum vart tú burtur erindum Betri arbeiðs- viðurskifti Munurin er stórur á ar beiðsumsteðunum í goml- um døgum og teimum nú. Meðan vit fyrr brúktu vikur uppá hálvársterm- inurnar, kunnu vit idag klára tað uppá tímar. Tá ið eg byrjaði, skuldu vit ofta leggja langar kolonnir av tølum saman. Mangl- aði so 1 króna ella 1,50 í, so noyddust vit at rokna umaftur og umaftur, til alt svaraði saman. Talið av starvsfólkum í Sparikassanum er í dag 82. Tá ið eg byrjaði í 1946, vóru vit 6. Eitt annað tal er eisini munandi økt, og tað er javnin í rokn- skapinum. Hann er 60- faldaður síðan 1946. M.a hetta hevur ført við sær, at eg ikki longur undrist á steddina á tølum. Sparikassin er kappingarførur ON-line skipanin, sum nå hevur virkad i nøkur år, røkkur i dag ut til allar deildirnar. Tad hevur lætt ómetaliga nógv um ar- beiðið. Tey nýggju tólini, sum í dag verða brúkt, krevja eftirlit av ser- kenum fólki. Vit hava tí roynt at útbúgva fólk, so vit kunna lúka tey nýggju krevini Tann lága útlánsrentan er eitt sermerki fyri Spari kassan. Vit eru før fyri at væl lægri rentu enn bankarnir. Eina veita lán til eina at vit, eins og aðrir peningastovnar, kveite at, um viðkomandi telist millum viðskiftafólk okk ara, t.d. hevur lønarkonto í Sparikassanum. ØI] eru sjálvsagt vælkomin at koma til okkum at spyrja um lán, men ein, sum vit kenna frammanundan, kann rokna við størri væl- vild viðvíkjandi steddini av láninum. Eftir mínum tykki er rentusteðið i Feroyum alt ov hegt. Tað sært tú beinanvegin, um tú sam- metir okkum við tey lond, ið eru rundan um okkum, og sum vit hava handils- samband við. Vit áttu at niðursett innláns- og út- lánsrentuna við tveimum til trimum prosentum. Knút Háberg verður fyribils verandi sum stjóri Í mínum starvi havi eg havt hevi til at hitta eina rúgvu av fólki. Tað hevur verið mær til stóra gleði Eg havi havt til endamáls at tey fólkini, sum eru Nr. 38 — 8. apríl 1986 komin til mín, ongantíð skulu fara kedd ella særd avstað aftur. Eg haldi, at hetta hevur eydnast mær í ein vissan mun. Ætlanin var at vera sit- andi eina tíð afturat. Eg havi ikki enn gjørt av, nær eg ætli mær frá, og so leingi heilsan ikki er farin at bila, er ein endalig av- gerð kanska ikki neyðug. kl ——————Þ Vanalig tænasta á Íslandsrutuni Tænastan umborå á tí is- lendska flogfarinum, ið fer i og år Føroyum tvær ferdir um vikuna, er stak vånlig og versnandi, siga fleiri fólk, ið eru komin úr Íslandi í seinastuni. Tey, sum keypa ferðaseðil við Fokker Friendship flog- forunum, ið taka umleið 50 fólk, kunnu rokna við, at tá tey koma á flogvøll- in, verða tey beind um borð í nógv minni flogfør Hetta hendi eitt nú leyg ardagin 22. mars, tá ið nøkur ferðafólk ikk sluppu við tí stóra flog farinum, t y skuk Fgil aðir g vórðu aðin - við + x øf k P foll H pa t t r >OT x Fok F ip flog n er ki tilik r at teimum småu Prisurin fyri ferdasedlar nar er kortini tann sami hóast ferðafólkið fyri tænastu rindar tryggleika og hugna við einum prísi, sum 1 seinastuni er nogv hækkaður. Tænastan um borð á tí íslendska flogfarinum á Feroya-rutuni er so líð- andi blivin út av lagi vánalig sambært ferða- fólkum, ið ofta mugu ferðast við tí íslendska flogfelagnum. Tá ið ís- lendingar sjálvir keypa ferðaseðlar til onnur lond, er matur, kaffi og hampi- lig tænasta roknað upp í prisin, men tá flúgvast skal tii Feroya er yvir hevur ikki møguligt at fáa nakað sum helst uttan tær verurnar, sum eru inntøkukelda fyri | leiðir. Eitt dømi kann ist 1 29 r 1 ið fø k gbólts ndslið u he gilsstød i. Frá ti flog ri i ftir | ið igur vor fl ipptiknar selja tollfnar verur ten tey, ið ikki vildu hava brennivin, tubbakk, lukt Usi 0.a. fingu einki, ikki so frægt sum ein kaffimunn Tað tykist eisini sum vánaligt samband er mill- um tað íslendska og fer- oyska flogfelagið, ið hevur umboðsselu av ferdasedl- um fyri Flugleidir. I sam- bandi við ST-ungdóms- árið 1985 gav Flugleiðir 15% avsláttur til ell ung, sum ferðaðust til ella úr Íslandi, men í fjør vórðu ferðaseðlar, ætlaðir ung- fólkum, seldir á seluskriv- stovuni í Tórshavn uttan avsláttur Starvsfólkið har vist einki um hann, fyrr enn ein keypari ringdi til avgreiðsluna í Reykja- vik. Tað vísti seg tå, at av slátturin varð latin ellum undir 21 ár, men a greiðslufólkið í Feroyum tóktist frammanundan ingi boð hava fingið um hetta etj