Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. november 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 215 - 8. november 2002 Næstved úr 2. deild sendi Christian Høgna og teir úr steypakappingini, meðan FCK, sum í næsta steypaumfar- inum skal spæla í Brøndby, ikki hevði stórvegis trupul- leikar á útivølli ímóti Herfølge DANSKA STEYPA- KAPPINGIN Jóannes Hansen Bæði Christian Høgni Ja- cobsen og Todi Jónsson vóru í danska steypaeldin- um mikukvøldið. Hjá Toda Jónsson og FCK hilnaðist tað væl í Herfølge, har FCK vann 2–0 ímóti 1. deildarliðnum. Hjá Christ- ian Høgna Jacobsen og Vejle gekk tað ikki so væl í Næstved, sum spælir í 2. deild. Eftir longda leiktíð vann Næstved 2–1. Teir eru tískil lægst stadda felagið, sum verður við í fjórðings- finaluni, sum verður spæld mikudagin 9. apríl. Todi Jónsson var aftur ímillum teir fyrstu ellivu á FCK liðnum, og aftur hesa ferð hevði hann stóran leiklut í sambandi við bæði málini. Todi var í álopinum saman við Zuma, meðan bæði Peter Møller og Jörgen Pettersson vóru so mikið skaddir, at teir ikki vóru við í Herfølge. Í 13. minutti skoraði FCK fyrra málið. Zuma legði innfyri úr vinstru, Todi var hægstur og snitt- aði við høvdinum bóltin longri móti handara stólp- anum, har liðfor-maðurin Christian Lønstrup var púra leysur og smekkaði bóltin upp í nettakið. Lønstrup noyddist í 28. minutti at víkja, tí hann enn eina ferð varð plágaður at knæskaða, sum inntil fyri heilt stuttum helt honum uttanfyri í fleiri vikur. Herfølge stríddist væl, og teir høvdu onkrar mál- møguleikar. Benny Gal, sum er triði málverji hjá FCK, var góður í málinum. Magnus Kihlstedt er so mikið illa skaddur, at hann ikki verður við aftur í hes- um árinum, og Rune Peder- sen var so mikið illa fyri, at teir valdu at spara hann inntil sunnudagin, tá ið FCK skal spæla landskapp- ingardyst á útivølli ímóti AB. Fýra minuttir eftir steðg- in skoraði Todi til 2–0. Lítlu løtuna eftir steðgin hevði FCK fleiri horna- spørk, og eftir tað triðja var Todi hægstur og stútaði mitt fyri málinum í kassan. Í 1. hálvleiki hevði Zuma góðan møguleika at skora. Eftir fríspæling frá Toda, sneiddi Zuma framvið mál- verjanum, men vinkulin varð og spískur, tá ið hann royndi ímóti málinum. Vinnarin tapti OB vann Kristi himmals- ferðardag steypafinaluna ímóti FCK. Mikukvøldið var OB í Brøndby, sum sendi OB úr kappingini, men tað stóð nógv á. Brøndby hevði mesta spæl- ið og møguleikarnar, og Peter Madsen legði teir á odda 1–0. Sami spælari misnýtti lítla løtu undan leikloki brotsspark,og tá OB í næsta minuttinum javnaði, var alt púra opið. Einki mál kom í longdu leiktíðini. So var neyðugt við brotsspørkum, og tá var Brøndby málverjin og liðformaðurin, 39 ára gamli Mogens Krogh, stóra hetjan, tí hann bjargaði tveimum royndum úr ellivu metrum. Serliga hjá mál- verjum er skjótt hvønn veg- in. Leygardagin gav hann AGF 2–0 málið í Århus. Tá varð lítið hildið um gamla mannin, sum mikukvøldið varð róstur til skýggja! Fremstu liðini í super- liguni komu mikukvøld-ið øll í fjórðingsfinaluna. Es- bjerg vann 2–1 á útivølli ímóti Skjold úr 1. deild, AaB vann 3–0 á heimavølli ímóti Silkeborg, Farum vann 2–0 í Skive, og FCM vann í Gladsaxe 2–1 ímóti AB, sum er sera illa fyri á øllum økjum. Síðsti dysturin í átt-anda- partsfinaluni verður í næstu viku, tá FC Aarhus í 1. deild fer at fáa vitjan av Viborg. FCK ímóti Brøndby Fyrrapartin í gjár varð lutur kastaður um, hvussu liðini skulu dystast í fjórðings- finaluni. Luturin fall so- leiðis, at máttmiklastu fe- løgini í Danmark, FCK og Brøndby, skulu hittast í Brøndby. Hinir dystirnir eru FCM–Esbjerg, Næst- ved–AaB og FC Aarhus /Viborg–Farum. FCK og Brøndby hava verið í einstøkum innan- hýsis uppgerðum í steypa- kappingini. Tann minnis- ríkasta var finalan í 1998, sum Brøndby vann 4–1. Ta ferðina vóru 41.044 áskoð- arar í Parkini. Tað er størsta fjøldin, sum nakrantíð hev- ur verið savnað til steypa- finalu í Danmark. Í fyrra- árið vann Brøndby í átt- andapartsfinaluni 2–0 á FCK. Ein partur av FM-kapp - ingini hjá yngru liðunum er kappingin um hálvan vøll. Her hevur LÍF í nøkur ár havt ein sera góðan árgang, og aftur í ár gjørdist talan um gull. Hesa ferð í smádreingja- deildini. Í finaluumfarin- um kappaðust leirvíking- arnir við HB, TB, Sumba og MB, og her vóru leir- víkingarnir altso teir stinnastu. Hóast tað ikki gekst eftir vild hjá besta liðnum, so man árið í ár samanlagt teljast sum eitt hitt besta hjá VB nakrantíð. Bæði í unglinga- og dreingjadeild- ini gjørdist talan um gull, og tað er ikki bert á mann- fólkasíðuni, at VB ger um seg. Gentur 14-17 ár hjá VB gjørdu ikki mætari enn at vinna steypakappingina í ár. Í finalubólkinum kapp- aðust tær við HB, EB/ Streym, B36 og AB, og endin gjørdist altso, at VB vann kappingina. Myndina her á síðuni hava vit fingið sendandi úr Vági, og vijla vit samstundis nýta høvið at ynskja VB hjartaliga tillukku við steypasigrin- um. Todi aftur á blettinum Steypavinnarar úr Vági Gentu14-17 ár hjá VB vunnu steypakappingina í sínum aldursflokki, og fyltu soleiðis enn meira inn í steypaskápið hjá felagnum hetta kappingarárið LÍF vann um hálvan vøll Smádreingirnir hjá LÍF, sum vunnu FM-kappingina um hálvan vøll: Standandi frá vinstru: Tomek Resel(venjari),Nicolas Joensen, John Lervig, Andrias Joensen, Tórhallur Eliassen,Bogi Christiansen og Jakku Justinussen. Húkandi: Allan Nónsgjógv,Knút Roy Ellingsgaard, Benjamin Joensen, Rógvi Rygshamar, Líggjas Bjartalíð og Tummas Tróndheim. Høgni Joensen vantar á myndini C M Y K 28 Nr. 215 - 8. november 2002 29 Landsfundar- veitslan 2002 verður á Læraraskúlanum leygarkvøldið 9. november kl. 19.30. Orkestrið Trio spælir. Kostnaður 150 kr.Tilmelding á tlf. 312493. Javnaðarflokkurin FTV-Bókhald Vit átaka okkum • Bókhald • Roknskap • Skattauppgerð Eisini hava vit sølu av skrivstovuútgerð. FTV-Bókhald 900 Vágur Tlf. 37 41 05 · Fartlf. 22 56 03 · Fax 37 41 07 T-post: ftvb@post.olivant.fo Skattalistin Skattalistin fyri Skála Kommunu fyri árið 2001 liggur frammi til alment eftirlit á Kommunuskriv- stovuni frá 11. nov. til 25. nov. 2002. Skála Kommuna Skattalistin fyri 2001 Skattalistin fyri Sørvágs kommunu liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 12. nov. til 26. nov. 02. Sørvágs kommuna Ársaðalfundur Árligi ársaðalfundurin hjá Suðuroyar Kunningar- stovu verður týsdagin 26.november kl.19.00 á Suð- uroyar Kunningarstovu. Tvøroyri, tann 6. november 2002 Suðuroyar Kunningarstova Við hesum verður starvið sum landsantikvarur lýst leyst at søkja til setanar frá 1. januar 2003. Uppgávur Høvuðsuppgávan hjá landsantikvarinum er at vera stjóri á Føroya Fornminnissavni,sum er stovnur undir Mentamálaráðnum og m.a. hevur til endamáls: • at skráseta, kanna og hava eftirlit við jarðføstum fornminnum,sum lýst er í løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum, • at fyrireika og standa fyri útgrevstri av toftum, fornum búplássum og søguligum lendum, • at savna, skráseta og framsýna fornlutir og lutir frá nýggjari tíð, sum lýsa livihátt, starvslíkindi og mentan føroyinga til ymsar tíðir ella eru knýttir til søguligar hendingar, • at hava eftirlit við friðaðum bygningum • at hava eftirlit við bygdasøvnum og veita teimum hjálp og leiðbeining. Harumframt hevur fornminnissavnið so við og við fingið álagt at umsita ávísar friðaðar ognir landsins. Eisini er ráðgeving í sambandi við fornminni ein týðandi uppgáva savnsins. Faklig førleikakrøv Sett verður sum krav,at umsøkjari,fyri at verða settur í starv, hevur lokna akademiska útbúgving frá lærd- um háskúla í arkæologi, etnologi, søgu - ella aðra akademiska útbúgving. Tað er ein fyrimunur, at um- søkjari hevur leiðsluroyndir, kunnleika til arbeiði á fornminnissavni og granskingarroyndir.Tann, ið sett- ur verður í starvið sum landsantikvarur má kunna góðtaka broytingar í setanar- og starvsviðurskiftum sínum í sambandi við komandi bygnaðarbroytingar á savnsøkinum. Persónlig førleikakrøv Umsøkjari skal hava góð leiðslu- og samstarvsevni, vera ágrýtin, tænastuhugaður, miðvísur, kunna ar- beiða sjálvstøðugt – og vera til reiðar at royna nýggj- ar avbjóðingar. Lønar- og setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Magistarafelagið. Lønin er í løtuni kr. 36.150,18. Talan kann møguliga verða um, at starvið verður áramálssett, t.d. í 5 ár, við einum lønarískoyti uppá 20%. Vit kunnu bjóða Eitt fakliga krevjandi starv við nógvum avbjóðingum og samstarvi við aðrar stovnar og myndugleikar. Nærri upplýsingar um starvið Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Jóannes Dalsgaard,deildarstjóra,(tel.35 5050) fyri at fáa meira at vita um starvið. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum o.ø. skjølum, upplýsingum um royndir og førleika v.m. skulu sendast til: MENTAMÁLARÁÐIÐ Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 - 110 Tórshavn Telefon 355050 - Fax 355056 t-postur: mmr@mmr.fo Umsóknir skulu vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 11. november 2002. Landsantikvarur Mentamálaráðið Mentamáladeildin Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,mentamál og gransking.Harafturat eru málsøki viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Føroya Fornminnissavn er stovnur undir Mentamálaráðnum.Fornminnisavnið er skipað soleiðis: undir landsantikvarinum eru skrivstova (fyrisiting v.m.), fornfrøðideild, fólkalívsdeild og bygningsdeild. Skrivstova v.m. er á Kúrdalsvegi 2 í Hoyvík. Kunngerð Viðvíkjandi góðkenning av læruplássum og lærusáttmálaum Mint verður á, at áðrenn lærusáttmáli kann verða góðkendur, skulu hesar fyritreytir verða loknar: 1) Fyritøkan skal verða góðkend sum lærupláss. Hetta er fyrsta treytin hjá fyritøku, ið ætlar at seta lærling í læru. Læruplássgóðkenningin fer fram á tann hátt, at fyritøkan vendir sær til Yrkisdepilin fyri at fáa neyðugu skjølini til at fylla út. Skjølini verða síðan latin Yrkisdeplin- um aftur, og tekur avvarðandi yrkisnevnd síðan umsóknina um læruplássgóðkenning- ina upp á fyrstkomandi fundinum. Tað kann taka eina tíð at fáa hesi viðurskifti upp á pláss, og tí eiga fyritøkur at syrgja fyri at fáa læru- plássgóðkenningina í lag í góðari tíð. 2) Lærusáttmálin skal harnæst verða góðkendur áðrenn læran byrjar. Yrkisútbúgvingarlógin varð broytt í vár og ásetir nú í § 8,stk.1,at fyri lærlingar,sum byrja eina yrkisútbúgving við lærusáttmála, verður lærutíðin roknað frá tí degi, sáttmálin hevur gildi,tó í fyrsta lagi frá tí degi lærusáttmálin er góðkendur av góðkenningarmyndugleikan- um. Hevur fyritøka ætlanir um at seta lærling í læru, er tí neyðugt at fyrireika hetta í góðari tíð. YRKISDEPILIN www.yrkisdepilin.fo Internet Sosialur www.sosialurin.fo in 29