Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. november 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 8. november 2002 27 Eftir at strandingar tóktust stinnari í 50 minuttir, glepsaði Neistin av álvara, men hóast teir bæði høvdu eitt og tvey stig í eyg- sjón, so brast vónin, tá Andre F. Danielsen skoraði fýra sekund fyri leiklok MANDSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Oddadystur var á Skála, tá Neistin kom á vitjan. Kanska heldur óvæntað má sigast, tí undan árinum tóktist málið hjá Neistanum fyrst og fremst vera at byggja eitt nýtt lið upp. Eitt nýtt lið, sum higartil hevur prógvað, at evnini eru til staðar, og sum við einum ókøvandi stríðsvilja hevur savnað hópin av stigum saman. Sama uppskriftin At strandingar skuldu vera við frammi í oddinum, var hinvegin kanska meira væntandi. Seinastu mongu árini hevur liðið staðið fyri nakað av tí mest undirhald- andi hondbóltinum í land- inum, og í løtum av dystin- um mikukvøldið sást eisini hví. Við góðum verjuspælið megnaðu teir í løtum at halda teimum bláu frá at skora, og tá møguleikin til kontra so beyðst, gekk tað skjótt fyri seg. Við ferð varð bólturin førdur niðan eftir vøllinum, soleiðis at Neista-verjan ongan møgu- leika hevði at koma upp á pláss. Meginpartin av dystinum var tað eisini so, at StÍF hevði tamarhald á tí, sum gekk fyri seg. Karí Morten- sen og Áki Mørk royndu onkun tíð at muta nakað ímóti av bakk-plássunum, men hóast hesir eisini fingu góða úrtøku burtur úr gjøgnumbrotsroyndunum, so megnaðu teir ikki einsa- mallir at fanga StÍF. Mest sum hvørja ferð munurin hevði hug at minka, settu teir á heimaliðnum meira ferð á, soleiðis at uppgávan aftur tóktist vónleys hjá Neistanum. Øgiligur endi Soleiðis sá eisin út tíggju minuttir fyri leiklok. Neisti hevði enn einaferð gjørt eitt sprell, har teir minkaðu munin úr fimm niður í eitt mál, men so svaraði StÍF aftur. Fýra mál vóru á muni, og so mundu flestu áskoðararnir kenna seg vísar í, at stigini vórðu ver- andi á Skála. Kanska hildu leikararnir á heimaliðnum eisini, at so var, men teir høvdu gloymt stríðsviljan hjá Neistanum. Við einum øgiligum taki og fimm málum á rað syrgdu teir brádliga fyri, at teir fyri fyrstu ferð í dystinum vóru á odda, og so fór áskoð- arafjøldin av álvara í kók. Tað eydnaðist StÍF at berja seg fram um aftur, men trýstið gjørdist ov stórt. Tvær reisur á rað mistu teir bóltin í álops- partinum, og í sínum sein- asta álopi eydnaðist Neist- anum at fáa brotskast. Við tíggju sekundum eftir sendi Morgan Knezevic hetta í meskarnar, men StÍF fall kortini ikki í ´fátt. Snøgt sagt, so funnu teir seg ikki í, at annars vísi sigurin skuldi gleppa teim- um av hondum, men runnu ístaðin beint í álop, og hetta tóktist eisini geva úrslit, tá Alexander varð spældur up til skot. Í øllum førum iv- aðust strandingar ikki í, at teir skuldu fáa brotskast, tí Neistin hevði vart innan- fyri, men hetta mettu dóm- ararnir ikki, og ístaðin vórðu tríggir metrar dømdir. Og so kundi tað gera tað sama, hvat leikarar og áskoðarar hildu um hetta, tí dómurin stóð sjálv- andi við. Tað eydnaðist tó at fáa úrtøku burturúr hesum. Neistin valdi at ansa eftir Sveini Justinussen, og ístaðin kundi Artur spæla André leysan, og við seinasta skotinum í dystin- um tveitti hann bóltin í meskarnar. Imponerandi veteranur Avgerandi skotið frá André hevur við sær, at støðan í oddinum nú er mest sum púrasta jøvn. Trý lið hava nú átta stig hvør, men strandingar hava tó tann fyrimunin, at teir hava leikt ein dyst færri enn hini. Við spælinum, sum teir hava sýnt higartil, so er heldur ikki óhugsandi, at StÍF í øllum førum fara at gerast drúgvir í endaspæl- inum, men akkurát, hvussu langt hetta røkkur, er kanska dekan ov tíðliga at siga longu nú. Neistin hevur longu nú prógvað, at liðið kann røkka langt, og aftur á Skála sýndu teir, hvussu langt stríðsviljin kann røkka. Við stórspælinum, sum Kári Mortensen sýndi á bakkinum, hevur liðið helst eisini fingið ein munandi styrk, og so kann føðibræv vera føðibræv. Er leikarin nóg góður, so eigur hann at vera við, so tað skuldi verið løgið, um Karí Mortensen ikki eisini er við á liðnum framyvir. Dysturin í tølum StÍF-Neistin 28-27 (13-11) Málskjúttar: StÍF: Costin Dumitrescu 8, Sveinur Justinussen 7(1), Andre F. Danielsen 6, Bent Djurhuus 2, Janus Trúgva- son 2, Kristian Petursson 1, Alexandur Johansen 1, Artur Johansen 1(1) Neistin: Kári Mortensen 7, Morgan Knezevic 6(2), Áki Mørk 4(1), Helgi Justinus- sen 3, Ragnar Stakksund 2, Ræni Slættanes 2, Dann Thorleifsson 2, Helgi Michelsen 1 Brotskøst: StÍF 3, Neistin 5 Útvísingar: StÍF 5, Neistin 3 Dómarar úr Tjaldri: Trygvi Mortensen & Kári Hansen Kvinnurnar av Strondum hava við tveimum sigrum á rað nú veruliga stað- fest seg sum avbjóð- arar í heiðursmerkja- stríðnum KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað fór mest sum ein ylur gjøgnum føroyska hond- bóltsheimin, tá StÍF fyri góðari viku síðani vann á StÍF. Mest av øllum líktist hetta eini sensatión, men mikukvøldið prógvaði StÍF, at tann sigurin als ikki kom av tilvild. Neistin fekk nevnliga ikki eitt bein at jørðini, tá tær vitjaðu á Skála. Eftir einum lítilum korterið var munurin longu seks mál, og tað eydnaðist ongan tíð teimum bláu at koma í nær námind av at skapa spenn- ing íaftur. Tað var serliga í verju- partinum og so í skjót- álopum, at StÍF vissaði sær sigurin, tá Neistaverjan ferð eftir ferð var um ein háls av longu útkøstunum og kviku vongspælarunum hjá StÍF. At gestirnir heldur ikki megnaðu at fáa nakra serliga ferð á spælið gjørdi heldur ikki uppgávuna hjá StÍF alt ov trupla, og við bert einum veruligum skjútta á liðnum var hótt- anin útifrá eisini ov lítil til veruliga at ræða StÍF, sum stútt og støðugt koyrdi sigurin heim seinastu trý korterini eftir ógvusligu byrjanina. Toppdystur í Vági Soleiðis er nú lagt upp til oddadyst, tá StÍF um viku- skiftið vitjar í Vági. Ein støða, sum fáur mundi ímynda sær, tá kapp- ingarárið byrjaði, men tað er kortini ein støða, sum nú er veruleiki. Og sum StÍF hevur spælt seinnu dystirnar, so eru tær eisini helst tað liðið, sum kann geva VB harðastu mótstøðuna. Eitt er, at liðið hevur tríggjar góðar út- lendskar leikarar, men við góðu úrslitunum kemur sjálvsálitið av sær sjálvum yvir á lokalu leikararnar, og nú hesar eisini hava eitt ára royndir í bestu røðini, eru tær munandi betri førar fyri at seta seg ígjøgnum, og tað er eisini tað, sum tær nú eru í ferð við at gera. Neistin tykist hinvegin muga ásanna, at í løtuni er liðið kanska ikki betri enn til eitt pláss miðskeiðis í røðini. Breiddin í hópinum er ikki hin sama, sum hon onkun tíð hevur verið, og eitt nú merktist tað væl hesaferð, at Súna Mørk er burturstødd. Tað er hon eisini til komandi dystin, tá Neistin vitjar Tjaldur, og hetta líkist í løtuni vera ein lykladystur fyri bæði liðini. Ein dystur, sum í stóran mun fer at gera av, hvørt liðini skulu vera við í heið- ursmerkjapuljuni, tá farið verður undir endaspælið. Dysturin í tølum StÍF-Neistin 25-17 (15-9) Málskjúttar: StÍF: Asta Petrauskiene 10(3), Alina Olaru 6, Poula D. Olsen 4, Anna B. Danielsen 4, Anna Maria Berthelsen 1 Neistin: Simona Dziugyte 8(3), Rakul Augustinussen 4, Susan Brockie 2, Lív Sørensen 2(1), Mildrið Ja- cobsen 1 Brotskøst: StÍF 4, Neistin 5 Útvísingar: StÍF 2 Dómarar úr Tjaldri: Trygvi Mortensen & Kári Hansen. StÍF-Neistin 25-17 (15-9): StÍF bjóðar av StÍF-Neistin 28-27 (13-11): Í evstu løtu Hóast StÍF heilt leingi hevði heilt gott tak á Neistanum, so gjørdust seinastu minuttirnir nakað væl meira spennandi, enn teir á heimaliðnum høvdu ætlað 27 26 Nr. 215 - 8. november 2002 VÍF snøgt sagt hølv- aði Kyndil av, tá stóri klassikarin í føroysk- um manshondbólti var á skránni miku- kvøldið MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var rættiliga lagt upp til stórdyst í Vestmanna miku- kvøldið. Kyndil kom á vitj- an, og tó at hesir dystirnir ikki hava havt sama undir- haldsvirðið tey bæði sein- astu árini, sum teir oftani hava havt, so tóktist vend vera komin í í so máta. Vestmenningar tykjast ikki hava somu styrki í ár, sum teir hava havt, meðan Kyndil hinvegin rættiliga hevur riggað til, so alt í alt skuldu útlitini fyri einum sera spennandi dysti so avgjørt verið til staðar. Spenningurin reyk Tað var tó skjótt, at stórur partur av hesum spenning- inum hvarv. Eftir eina hampuliga javna byrjan, har liðini bæði royndu at finna stevið, var tað nevn- liga VÍF, sum brádliga byrj- aði at draga frá, og hetta hevði sína avgjørdu orsøkir. Meðan VÍF hampuliga skjótt fekk takið í álops- spælinum hjá Kyndli, sum í stóran mun varð miðsavnað um strikuspælið hesa fyrstu løtuna, so megnaði verjan hjá teimum grønu snøgt sagt ikki at koma inn í dystin. Onkursvegna tókt- ust leikararnir hava ta fatan – hóast tað neyvan var taktiska uppleggið - at skilabest mundi vera at standa inni og bíða. Og við skjúttum sum eitt nú Inga og Áka Olsen umframt Piti Negru, so gest hetta ikki órevsað. Serliga Ingi tóktist vera væl fyri, og tað var mest sum eftir vild, at mál- ini fuku úr hondum hansara uttan nakran livandi møgu- leika hjá hvørki Lars Black ella Johan Danielsen at bjarga. Hóttu við sorli Eitt var, at verjuspælið hja Kyndli ikki koyrdi. Liðið hevur kanska ikki tí sterk- astu verjuna í landinum, og tí er tað kanska ikki so ofta her, at teirra dystir verða vunnir. Men so hvørt sum dystirin leið, so gjørdist eisini greitt, at heldur ikki í álopspartinum var nóg gott skil á. Tað kann annars tykjast merkisvert, tá liðið telir fleiri av bestu álops- monnunum í landinum, men sæð burtur frá inn- spælingunum fyrstu tíðina, so var tað merkisvert, at Kyndil somikið sjáldan megnaði at spæla tunt í álopspartinum. Heldur ikki tá Vestmenningar vóru bæði ein og tveir í undirtali tóktist hetta á nakran hátt at bila, tí bólturin varð aloftast førdur alt ov seint runt. Skilið var á leið hitt sama eftir steðgin. Eina løtu fann Eli Müller í VÍF málinum eisini stórspælið fram, og nú hóttu vestmenningar við einum veruligum sorli. Snøgt sagt alt tóktist bera til móti einum mátt- og mótleysum kyndilsliðið, og var tað ikki fyri tað sann- roynd, at teir seinatu løtuna royndu seg við ymsum snildum, so hevði VÍF uttan iva vunnið dystin við enn størri muni enn teimum níggju, sum talan varð um. Fyri VÍF var dysturin fyrst og fremst ein staðfest- ing av, at teir framvegis eru týðandi partur í oddastríð- num. Ein partur, sum rokn- ast skal við, og har leikar- arnir veruliga vilja ofra seg fyri hvørjum øðrum. Ser- liga var hetta sjónligt í fyrra hálvleiki, har liðið fekk seks av sínum sjey útvís- ingunum, men har hinir á vøllinum afturfyri stríddust tað meira. Verður hugburð- urin hjá leikarunum tann sami til komandi nógvu dystirnar, so er einki at ivast í, at liðið aftur í ár fer at hoyra til har, sum teir sjálvir halda seg hoyra heima. Tað er uttan iva dyggur smeitur, at Sámal ikki verður við aftur í ár, men hinvegin verður fjalla- klintrarin, Johnny Joensen, helst skjótt aftur at síggja, og vestmenningar hava áður sýnt, at teir megna at standa seg, hóast týðandi leikarar sita uttanfyri. Júst hugburðurin tykist hinvegin vera nakað, sum teir í Kyndli av álvara skulu arbeiða við. Liðið hevur í ár víst, at teir væl megna at spæla sum besta lið í land- inum, men hinvegin hava avrikini aðrar tíðir verið merkt av líkasælu og kanska eisini ræðslu fyri mótstøðumonnunum. Til hendan dystin hevði kiðið annars styrkt seg við Jónleifi Sólsker, sum eftir øllum at døma hevur útsett ætlanirnar um eina pen- sionisttilveru á øðrum liði. Í longdini kann hetta væl vísa seg suim ein góður styrkur, tí Jónleif kann bæði avlasta Jakob Jónsson í miðspælinum, umframt at hann dugir at halda ungu leikarunum til. Men skal liðið vera við í oddinum, so krevst nógv meira støðu- festi. Leikarar sum eitt nú Høgni Klein og Finnur Hansson sýna ov sjáldan, at teir eru millum teir bestu í landinum, eisini tá tað gongur ímóti, og so noyðast leikararnir eisini at hugsa meira um verjupartin, skulu teir gera sær vónir um at toga seg longur uppeftir. Dysturin í tølum VÍF-Kyndil 37-28 (20-15) Málskjúttar: VÍF: Ingi Olsen 12, Áki Olsen 10(2), Áki G. Olsen 6, John Zachariasen 4, Daniel Rápa 2, Eli Müller 1(1), Agnar Joensen 1, Piti Negru 1 Kyndil: Jacob Jónsson 7(3), Finnur Hansson 5(1), Hans Áki Dal-Christiansen 5(2), Jónleif Sólsker 3(2), Janus Einar Sørensen 3, Regin Johannesen 2, Heini Bendt- sen 2, Rúni Mohr 1 Brotskøst: VÍF 4, Kyndil 10 Útvísingar: VÍF 7, Kyndil 3 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen: Vestmenningum dámdu lítið hørðu linjuna fyrstu løtuna, men tá leik- ararnir høvdu rættað seg til eftir hesari, so tóktist dyst- urin glíða uttan teir heilt stóru trupulleikarnar. 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 5 5 - 0 -0 122 99 23 10 2 VÍF 5 3 - 0 -2 117 104 13 6 3 StÍF 5 3 - 0 -2 126 127 -1 6 4 Neistin 6 2 - 1 -3 116 122 -6 5 5 Kyndil 5 2 - 0 -3 132 123 9 4 6 Stjørnan 5 1 - 1 -3 96 105 -9 3 7 Tjaldur 5 1 - 0 -4 102 131 -29 2 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 6 4 - 0 -2 186 152 34 8 2 Neistin 6 4 - 0 -2 168 150 18 8 3 StÍF 5 4 - 0 -1 148 131 17 8 4 Kyndil 5 3 - 0 -2 146 136 10 6 5 KÍF 5 2 - 0 -3 122 122 0 4 6 H71 5 2 - 0 -3 115 132 -17 4 7 Tjaldur 6 0 - 0 -6 140 202 -62 0 VÍF-Kyndil:37-28 (20-15): Klassiskur stórsigur Kyndil hevði til dystin fingið Jónleif Sólsker inn aftur í hópin, men heldur ikki hetta hjálpti móti einum væl tendraðum VÍF-liði C M Y K 26