Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. november 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Áðrenn talvini miku- dagin var fremsta málið hjá føroysku telvaranum at reisa seg aftur eftur tvey svíðandi stórtap. Ætlanin var púra greitt, at dysturin skuldi vinnast sann- førandi. Dysturin varð eisini vunnin, men føroysku telv- arnir fingu bara part- vísa uppreisn, tí sigurin gjørdist ikki so sannførandi sum hann átti at verið. Føroyar vunnu 2,5- 1,5 móti Sri Lanka, styrkismett nummar 103 John er drúgvastur Tað er eingin ivi um at John Rødgaard er drúgvasti føroyski telvarin á hesi olympiaduni. Hann hevur telvað øll umførini uttan eitt, og hann hevur bara tapt tvey talv. Stundum hevur hann sitið á øðrum borði og stundum á fyrsta borði. Móti Kyrgisia og aftur móti Sri Lanka sat hann á fyrsta borði. John tapti móti kyrgisanum, men hann vísti í dag, at slíkt ikki endur- tekur seg. John vann sann- førandi sín dyst, og tað var eingin ivi um, at hann fór at fáa fulla úrtøku. Heini Olsen hevur eisini verið treystur í kappingini, hóast hann ikki er komin uppá 50% enn. Hann hevur havt sera harða mótstøðu. Ein stórmeistari og fimm altjóða meistarar hava sitið hinumegin borði, so Heini ger eitt stórt lop, tá næsti ratingtlistin kemur út. Undan talvinum var greitt, at Heini hevði ein evarska lítlan møguleika at røkka sínum fyrsta IM normi, men tað gekk ikki hjá honum. Han telvaði bert javnt og kravið var púra einfalt fýra sigrar í fýra talvum. Heini royndi tó sítt ítarsta at varðveita lítla møguleikan. Hóast talvið leingið var púra javnt, royndi Heini alt hann var mentur at koppa støðuni, men til fánýtis. Talvið var púra javnt og har gjørdist einki. Eyðun Nolsøe hevur verið heppin í lutakastinum og fekk aftur í dag hvíta fólkið. Hann var drúgvari enn mótstøðumaðurin, sum kortini fekk javnvág í talvið eitt skiftið. Men Eyðun var knappur og settið eina fellu, sum hin steig beint í og so var talvið vunnið hjá Eyð- uni. Fjórða borð hevur roynst føroyingunum nakað mis- javnt. Teir báðir ungling- arnir Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen hava sum oftast røkt fjórða borð, men hvørgum teirra hevur eydnast at bíta seg fastan. Martin Poulsen fekk møguleikan móti Sri Lanka, men telvaði óneyvt og var við undirlutan meginpartin av talvinum. Martin treiskaðist nakað, men fekk einki burturúr og legði kongin. Fyrsti sigurin Føroyar fingu sigurin sum ætlanin var, men sigurin var dekan ov lítil. Hetta var fyrsti sigur hjá Føroyum móti Sri Lanka. Dysturin var triði dysturin millum londini. Føroyar hava nú 20,5 stig fyri 11 dystir. Trý umfør eru eftir, so skulu tey 50% røkkast sum málið er, skal føroyska liðið fáa 7,5 stig í trimum dystum og tað kann gerast trupult. Vónirnar til hetta liðið vóru stórar undan kappingini, tí hetta er sterkasta liðið nakrantíð, sum hevur umboða Føroyar á talvolympiaduni. Men um lutakastið verður heppið komandi 3 umførini, kann málið um helvtina av teim- um møguligu stigunum røkkast, men longur slepst neyvan á hesi olympiaduni. Nr. 215 • fríggjadagur • 8. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyar-Sri Lanka, 11. umfar John Rodgaard - Nirosh De Silva 1-0 Heini Olsen - G Laxman Wijesurija 0,5-0,5 Eyðun Nolsøe - T D R Pieris 1-0 Martin Poulsen - M K A Russel 0-1 Í gjár varð nevnt, at Rani Nolsøe møguliga fór at vera skotin upp sum for- setið fyri FIDE økið 7, t.e. eru Norðanlondini. Í dag hava íslendingar boða frá, at teir stuðla Rana og fara at skjóta hann upp á fundinum hósdagin. Sum skilst eru danir møguliga sinnaðir at stuðla, og tað sama skulu finnar vera. Spurningurin er bara, hvat tey bæði stóru londini, Svøríki og Noreg, siga til uppskot- ið, og hvat kann henda á sjálvum fundinum. FIDE økið 7 er ikki tað sama sum Norður- lendska talvsambandið, men sjálvsagt er stórt samstarv. Høvuðsupp- gávan er at tryggja rætt- indini hjá norðanlond- unum í altjóða talvsam- bandinum, FIDE, og gera norðanlondini sjón- ligari á talvhválvinum. -js Eftir sigurin á VÍF lyftu kollfirðingar seg eitt fet nærri oddin- um, tá teir uttan stórevgis hóvasták bastu Tjaldri MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk KÍf nýtti mikukvøldið til at prógva, at tað als ikki er av tilvild, at liðið nú er í ferð við at toga seg upp móti ovaru liðunum á stigatalv- uni. Eftir sigurin á VIF var uppgávan hesa ferð Tjaldur á útivølli, og hóast hetta á pappírinum ljóðaði nakað lættari, so tóku kollfirð- ingarnir sær ikki av løttum í Runavíkini. Sæð burtur frá frá fyrsta góða korterinum, har vertirnir vóru væl við, so vóru tað kollfirðingarnir, sum sótu á tí mesta, og tá Tjaldur framvegis ikki tykist hava orku at spæla ein heilan dyst, so tók av álvara at dragna undan steðginum. Fyrstu løtuna eftir steðg- in punkteraðu kollfirðing- arnir dystin fullkomuliga, tá teir øktu úr 16-11 í 23- 13, og so var sum so ikki meira at spæla um. Við eitt sindur størri nærlagni kundi sigurin enntá verið væl størri, men tað kann sum so vera tað sama. Týdningarmest var, at stigini vórðu fingin til høldar, og hetta varð eisini gjørt uttan stórvegis hóva- sták. Nærkast oddinum Sum úrslitini í hinum dystunum lagaðu seg, so merkti úrslitið, at KÍF eftir eina stigaleysa byrjan nú bert er fýra stig frá av- gjørda oddinum, har StÍF, Neistin og VÍF eru púrasta ájøvn. Hvørt tað veruliga skal eydnast kollfirðingunum at ota seg heilt nær toppinum, fæst kanska ein góð ábend- ing um, tá teir sunnudagin taka ímóti StÍF. Hjá Tjaldri vil hinvegin einki bera til í løtuni, men onkrir glottar eru tó kortini at hóma. Sverri Justinusse ner loksins komin við aftur á liði, og tá Mortan Hansen innan alt ov leingi aftur sleppur at royna seg í dysti, kann væl vera, at teir fara at arga, men skal hetta gerast veruleiki, er helst neyðugt, at venjingarstøðan á liðnum verður betrað, soleiðis at orkan er til staðar í 60 minuttir. Dysturin í tølum Tjladur-KÍF 21-32 (11- 16) Málskjúttar: Tjaldur: Dragisa Stojovic 9(5), Sverri Justinussen 3, Ken Bærendsen 3, Arnfinn Langgaard 2, Zoran Sarce- vic 2, Áki Hansen 1, Tór- hallur Thomsen 1 KÍF: Damir Oros 9(2), Vagnur Johannesen 8, Petur Martin Poulsen 6, Hallur Hansen 3, Kristian Madsen 3, Jónálvur Johannesen 2, Mirko Milinkovic 1 Brotskøst: Tjaldur 5, KÍF 2 Útvísingar: Tjaldur 1, KÍF 2 Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (beinleiðis reytt) Tjaldur-KÍF 21-32 (11-16): Kollfirðingar koyra á Rani forsetavalevni Tolulig uppreisn Martin Poulsen var einasti føroyingurin, sum tapti móti Sri Lanka, men hóast nakað misjøvnu avrikini, so er einki at ivast í, at OL hjevur givið unglinginum hópin av dýrabarum royndum 25 24 Nr. 215 - 8. november 2002 Norðmenn fara at flyta búskaparliga markið úr fýra út á tólv fjórðingar MARKNAÁSETING Árni Joensen Norska stjórnin fer um stutta tíð at leggja fram uppskot um at flyta bú- skaparliga markið úr teim- um verandi fýra fjórðing- unum út á tólv fjórðingar. Tað upplýsti Jan Peter- sen, uttanríkisráðharri í einum spurnarorðaskifti í Stórtinginum fyrradagin. Hann segði, at stjórnin hevur sent uppskotið út til hoyringar, og at partarnir skulu svara stjórnini í seinasta lagi 22. november. Málið verður so ætlandi lagt fyri Stórtingið um einar tríggjar mánaðir. Eftir uppskotinum verður tað búskaparliga norska markið flutt út á tólv fjórð- ingar, men harafturat kem- ur eitt ytra mark, sum skal røkka út á 24 fjórðingar. Jan Petersen segði, at endamálið við tí víðkaða markinum er at fáa betri eftirlit við skipaferðsluni, at verja umhvørvið og at forða fyri dálking. Hann legði afturat, at nýggja markið fer eisini at gera tað lættari hjá myndug-leikun- um at forða fyri sjóvegis rúsevna- og mannasmugl- ing. Norsku myndugleik- arnir ætla at seta fleiri náttúruverndartiltøk í verk á Svalbard, men bæði russar og norð- menn eru ímóti UMHVØRVI Árni Joensen Tann parturin av norska vinnulívinum, sum hevur áhugamál á Svalbard, vil ikki góðtaka verndarætl- anina hjá myndugleikunum í Oslo, og tað lokala stýrið í Longyerbýnum tekur held- ur ikki undir við ætlanini. Nú hava russar so boðað frá, at teir góðtaka heldur ikki ætlanina. Russisku myndugleikarnir hava sent uttanríkisráðnum í Oslo mótmæli, og tað hevur havt við sær, at sýslumaðurin á Svalbard hevur játtað at endurskoða tann partin av ætlanini, sum viðvíkir Colesvíkini, sum russar hava serligan áhuga í. Semja er heldur ikki um oynna Hopen. Myndug- leikarnir hava skotið upp at friða alla oynna sum náttúruøki, men norsk oljufeløg hava mótmælt uppskotinum. Feløgini siga, at Hopen hevði verið sera væl egnað sum neyðug trygdarstøð hjá einari kom- andi oljuvinnu í norðara parti av Barentshavinum. Sýslumaðurin hevur tí skotið upp, at ein partur av oynni verður hildin uttan fyri friðingarætlanina. Upprunaliga ætlanin hjá norsku stjórnini var at avgreiða friðingarætlanina í hesum árinum, men tað letur seg ikki gera nú. Tað halda í hvussu er donsku fiskimenn- inir. Teir halda, at toskurin er farin longur norður. Enskir, skotskir og niðurlendskir fiski- menn siga tað sama FISKIVINNA Árni Joensen Herfyri boðaði altjóða havrannsóknarstovnurin ICES frá, at toskastovnurin í Norðsjónum er so illa fyri, at myndugleikarnir eiga at steðga fiskiskapinum. Men hesum tekur danska fiskimannafelagið ikki undir við. Í einum brævi til fiski- og matvørumálaráðið í Keypmannahavn skrivar Michael Andersen, sum er fiskifrøðingur hjá fiski- mannafelagnum, at tað er ikki neyðugt at banna monnum at fiska tosk í Norðsjónum. Fiskifrøð- ingurin gevur ICES rætt í, at minni toskur er at fáa í Norðsjónum nú enn fyrr, men eitt veiðibann heldur hann kortini ikki vera neyðugt. Tað er ikki bara teir donsku fiskimenninir, sum eru ímóti tilmælinum hjá ICES, tí fiskimenninir í Skotlandi, Onglandi og Niðurlondum hava somu hugsan sum teirra donsku starvsfelagar. Fiskimanna- feløgini í teimum fýra lond- unum hava tí spurt sínar limir, hvussu toskafiski- skapurin í Norðsjónum vignaðist fyrra hálvár í ár samanborið við fyrra hálv- ár í fjør. Kanningin vísir, at 36 prosent av fiskimonn- unum halda, at tað var minni toskur at fáa fyrra hálvár í ár, meðan 37 pro- sent svaraðu, at meiri var at fáa í ár enn í fjør. Flytir seg Carsten Krog, sum eisini er fiskifrøðingur hjá danska fiskimannafelagnum, sigur, at kanningin vísir eisini, at toskurin hevur flutt seg longur norður. Millum 50 og 60 prosent av teimum spurdu fiskimonnunum siga, at teir hava fingið meiri tosk har norðuri í Norðsjónum í ár enn í fjør, samstundis sum millum 40 og 50 prosent svaraðu, at minni hevur verið at fáa á teimum syðru leiðunum í ár. Danska fiskimannafelag- ið sigur, at næstan allir hinir stovnarnir í Norð- sjónum eru betri fyri í ár enn í fjør. Talan er um eitt nú hýsu, upsa, reyðsprøku, sild og rækjur. Hetta saman við tí ivasama tilmælinum um toskin ger, at fiski- mannafelagið kann ikki taka undir við ICES um at banna toskafiskiskapinum, sigur felagið. Toskakvotan í Norð- sjónum er 50.000 tons í ár, og donsku fiskimenninir halda, at hon eigur at verða tann sama næsta ár. Mótmæla náttúruvernd á Svalbard Fara at flyta markið longur út Toskurin í Norðsjónum er ikki í vanda Mynd: Justinus Eidesgarad C M Y K 24