Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. november 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 8. november 2002 23 22 Nr. 215 - 8. november 2002 Hósdagur 14. november 07:10 Tv-Shop 09:15 Popular 10:10 Popular 11:00 Horton-Sagaen 11:55 Horton-Sagaen 12:45 Ricki Lake 13:45 Giving Up The Ghost 15:30 Ricki Lake 16:25 Robinson Ekspeditionen - Det Endelige Opgør 18:00 Robinson: Bekendelsens Time 18:30 Tv3 Extra - Med Sportsnyt 19:00 Dawsons Creek 19:50 Den Eneste Ene 20:50 Sex And The City 21:30 Frid's Film 22:10 Line's 23:10 Tv3 Extra - Med Sportsnyt 23:40 Program Endnu Ikke Fastlagt 03:10 Seinfeld 03:40 Benny Hill 04:15 Godnat 07.00 Tíðindi 07.05 Morgunlestur - Ólavur Johannesen í Klaksvík lesur 07.15 Barnaløtan - Katrin og Kári stíla fyri 07.30 Tíðindi 07.35 Góðan morgun Føroyar 08.00 Tíðindi 08.03 Góðan morgun Føroyar 09.00 Tíðindi 09.03 Sjónarringurin (e) - Árni Joensen leggur til rættis 09.35 Dagsins tónar 09.50 Morgunlestur (e) - Ólavur Johannesen í Klaksvík lesur 10.00 Tíðindi 10.03 Fimleikaløtan 3 10.10 Tit skriva, vit spæla 11.00 Tíðindi 11.03 Á sanganna veingjum (e) - Gunnvør Poulsen stílar fyri 11.35 Undir døgurða 12.00 Veðurtíðindi 12.02 Middagstónleikur 12.17 Skráin og lýsingar 12.20 Tíðindini 12.40 Døgurðatónar 13.00 Tónatímin 14.00 Sostatt (e) - Elin Winther Poulsen og Bjørt Samuelsen leggja til rættis 15.00 Tíðindi 15.03 Nýtt og gott gamalt - Birgar Johannesen velur løgini 16.00 Tíðindi 16.03 Gospelløtan - Símun Jóannesarson Hansen stílar fyri 17.00 Tíðindi 17.05 Viðurgerði - Sending við reportasjum, samrøðum og frásagnum úr Suðuroy. 18.00 Barnaløtan (e) - Katrin og Kári stíla fyri 18.25 Skráin og lýsingar 18.30 Tíðindini 19.00 Skiftissiðir á lívsleiðini - 6. sending - Armgarð Arge leggur til rættis 19.30 Crescendo - Kári Olsen stílar fyri 20.30 David Copperfield - Elin Heinesen lesur 14. part av framhaldssøgu eftir Charles Dickens. Jens Pauli Heinesen týddi. 21.00 Tíðindi 21.05 Dagsetur 22.00 Ljóðmúrurin - Regin Egholm skipar fyri 23.00 Tíðindi 09:45 Orðið - Bíbliulestur v/ Anju Hansen. 10:00 Floksting (e) - Endursending frá í gjár. Hesaferð við Miðflokkinum. Sonne Smith leggur til rættis. 11:00 Tónleikur 12:00 Tíðindi 12:15 Tónleikur 13:00 Ynskiløtan - Heilsur frá lurtarum. Send heilsur um (www.ras2.fo) ella á fax. 359990. 14:00 Lýsingar 14:05 Ynskiløtan (framhald) 15:00 Tíðindi 1515 Leysaløtan - Innsløg, prát og tónleikur. Sonne Smith leggur til rættis. 16:00 Tónleikur 17:00 Norðlýsið - Aktuell sending úr Studio 7 í Klaksvík. John William og Oliver Joensen leggja til rættis. 18:00 Tíðindi 18:15 Tónleikur 19:00 Orð á leiðini (EvR) - Evni: Likamið: Samkoma Guds (1. partur av 3) Jógvan Zachariassen leggur til rættis. 19:40 Tónleikur 21:00 Tíðindi 21:15 Orðið (e) Endursending frá í morgun. Bíbliulestur v/ Anju Hansen. 21:30 Tónleikur 22:00 Girlzone - Undirhaldssending fyri ung, Súsanna Clementsen og Ruth Reinert skipa fyri. Telefon: 35 99 93 Fax: 35 99 90 E-mail: girlzone@ras2.fo 00:00 Liðugt 13.00 Byrjan - Dagsskráin verður lisin 13.05 Bankabók Trúarinnar - eftir C.H. Spurgeon 13.15 Sjólívið v/ Malmberg Olsen 15.00 Horizon Star v/ Stella Zachariassen 16.00 Sjómanssendingin Vitin v/ M.C. Restorff (e) 17.00 Tónleikur 18.00 Dagsins Orð eftir Svenning av lofti 18.05 Tónleikur 19.00 Brot og bitar ein ørvísi tíðindasending. 19.15 Tónleikur 20.00 Barnalindin (e) 20.55 Bankabók Trúarinnar - eftir C.H. Spurgeon (e) 21.00 Bønarlinjan, beinleiðis sending við gesti vertur er Jenis av Rana. Bønarevnir kunnu ringjast inn frá kl. 20.00. Tlf. 321377 og til ber at senda fax á nr. 321379. Heimasíða: www.lindin.fo 00.00 Dagsins orð eftir Svenning av Lofti (e) 00.05 Blandaður tónleikur, Dagsins Orð, o.a. 02.00 Ein forvitnislig ferð gjøgnum Bíbliuna (e) v/ Símun Absalonsen og Jógvan Zachariassen 03.00 Blandaður tónleikur, Dagsins Orð, o.a. 06.00 Vit gevast 17.30 Viftan 18.00 Toktummas 27 18.05 Risin sum seyg tummil 18.15 Tummilstummas 18.25 Smásøga 18.30 Atlantis High 10 19.00 Eitt dýpi av dýrari tíð 1:2 e 20.00 Dagur og Vika 20.25 Grannar okkara 20.50 Gesturin 21.15 Læknin hevur orðið 21.45 Krimitímin: Eitt mál fyri Frost 1:2 — bretsk krimi 23.00 Borð um borð e 00.00 Liðugt 07:30 Sailing: Sailing World 08:00 Tennis (Live): Tennis Masters Cup Shanghai China 09:30 Rally Raid: World Cup Uae Desert Challenge 10:00 Golf: Challenge Tour Season Review 10:30 Sailing: Sailing World 11:00 Tennis (Live): Tennis Masters Cup Shanghai China 14:00 Football: Uefa Cup 15:45 Tennis: Tennis Masters Cup Shanghai China 16:45 News: Eurosportnews Flash 17:00 Tennis: Tennis Masters Cup Shanghai China 18:30 Tennis: Tennis Masters Cup Shanghai China 19:30 Sailing: Louis Vuitton Cup New Zealand Auckland 20:30 Boxing: International Contest 22:00 News: Eurosportnews Report 22:15 Football: Uefa Cup 23:45 Rally: World Championship Great Britain Cardiff 00:15 News: Eurosportnews Report 0.00 TLZ: »Frank Lloyd Wright« 1.50 TLZ: »Poppea« 2.30 TLZ: »Lesley Garrett Tonight« 3.00 TLZ: »Computing for the Terrified – Hands Off« 3.30 TLZ: »Branded – Levis: Blue Dreams« 4.10 TLZ: »Renaissance Secrets« 4.40 TLZ: »Driving While Black« 5.10 TLZ: »Greek Language and People – Like's and Dislikes« 5.35 Look Ahead 6.00 Smarteenies 6.15 The Shiny Show 6.35 William's Wish Wellingtons 6.40 Maid Marian & Her Merry Men: »The Nice Sumatran« 7.05 50/50 ' 7.30 Ready Steady Cook 8.15 House Invaders 8.45 Going for a Song 9.15 The Antiques Show 9.45 Changing Rooms: »Machynlleth, Wales« 10.15 Vets in the Wild 10.45 Lovejoy: »Breaking the Broker« 11.45 The Weakest Link 12.30 Passport to the Sun 13.00 Eastenders 13.30 House Invaders 14.00 Going for a Song 14.30 Smarteenies 14.45 The Shiny Show 15.05 William's Wish Wellingtons 15.10 Maid Marian & Her Merry Men: »The Nice Sumatran« 15.35 50/50 ' 16.00 Barking Mad 16.30 Ready Steady Cook 17.15 The Weakest Link 18.00 Antiques Roadshow: »Tenby« 18.30 Ground Force: »Jersey« 19.00 Eastenders 19.30 Friends Like These 20.30 Chambers: »The Bequest« 21.00 Blackadder II: »Money« 21.30 Harry Enfield and Chums 22.00 Attachments: »Dotbomb« 23.00 Cardiac Arrest: »Factor« 23.30 Cardiac Arrest: »The Critical Hour« 00:00 BBC News 00:30 HARDtalk (r) 01:00 BBC News 01:30 Fast Track (r) 01:45 Holiday (r) 02:00 BBC News 02:30 Europe Direct (r) 03:00 BBC News 03:30 Asia Today (r) 03:45 World Business Report (r) 04:00 BBC News 04:30 HARDtalk 05:00 BBC News 05:30 World Business Report 06:00 BBC News 06:30 World Business Report 07:00 BBC News 07:30 World Business Report 07:45 Sport Today 08:00 BBC News 08:30 Fast Track (r) 08:45 Holiday (r) 09:00 BBC News 09:30 Europe Direct (r) 10:00 BBC News 10:30 Asia Today 10:45 World Business Report 11:00 BBC News 11:30 HARDtalk (r) 12:00 BBC News 12:30 World Business Report 12:45 Sport Today 13:00 BBC News 13:30 Top Gear (r) 14:00 BBC News 14:30 Asia Today 15:00 BBC News 15:30 HARDtalk (r) 16:00 BBC News 16:30 Europe Direct (r) 17:00 BBC News 17:15 World Business Report 17:30 Talking Movies (r) 18:00 BBC News 18:30 World Business Report 18:45 Sport Today 19:00 BBC News 19:30 HARDtalk (r) 20:00 BBC News 20:30 Click Online 21:00 BBC News 21:30 World Business Report 22:00 BBC News 22:30 Life 23:00 BBC News 23:30 World Business Report (r) 23:45 Asia Today 05:00 Garfield Og Venner 05:25 Børnehjørnet Skiftissiðir á lívsleiðini - 6. sending Gestur í útvarpsstovuni er fólkalívsfrøðingur Jóan Pauli Joensen og hann fer at siga frá ymiskum brúd- leypssiðum gjøgnum tíðirnar. Hóskvøldið kl. 19.00 Dawsons Creek (89) Dawson og Jen uppdaga nýggj ting um hvønn annan, tá tey brúka vikuskiftið saman á einum filmfestivali í New Hampshire, og teirra vinarlag gerst til meira enn bara at vera vinir... Romantikkurin blómar eisini fyri Pacey og Karen í Boston. Hóskvøldið kl. 19.00 Gesturin Kim Simonsen. Vit hava lyndið til at tosa so nógv um tað serføroyska, at vit fáa ikki eygu á veikleikarnar í samfelagnum. Hetta heldur samfelagsviðmerkjarin Kim Simonsen. Og orsøkin er helst tann, at søgan er hertikin av søgufrøðingum, sum vilja lýsa tað tjóð- skaparromantiska, heldur enn at lýsa søguna, sum hon veruliga hevur verið. Tí tykist føroyski samleikin so spjaddur, heldur Kim Simonsen, sum eftirlýsir eini nýggjari mentanarradikalismu. Bókin hjá honum "Kampen om den færøske fortid" kemur út á donskum forlagi næsta ár. Lagt til rættis: Ivan Niclasen. Krimitímin: Eitt mál fyri Frost 1:2 – bretsk krimi Frost, kriminalassistentur, verður plágaður av einum dupultgangara, ið er ílatin sum Frost og á tann hátt sleppur hann inn til ungar kvinnur, sum hann so ger seg inn á. Hetta kann spilla umdømi hjá Frost og hann er í øðini, og ætlar sær ikki at lata búrhundin sleppa — hann skal fangast og setast handan rimarnar. Leikarar: David Jason, Bruce Alexander, Robert Glenister. Leikrit: David Gilman. Leikstjórn: Roger Bamford. Fyrsti partur av tveimum – seinni partur kemur næsta hóskvøld. Hóskvøldið kl. 21.45 Hóskvøldið kl. 20.50 Jón Ellendersen (2. partur) Í fyrra parti lósu vit um Phineas Gage, sum fekk álvarsligan snudd í fremsta partin av heilanum, pannu- lepan og hvussu hann broyttist sum menniskja. Her fari eg at halda á fram við at siga frá einum øðrum manni, sum kann sigast at vera eitt klassiskt dømi. Eg havi valt at nevna hann Kenneth. Kenneth er mitt í 20unum. Ein dagin Kenneth var og ferðaðist við gentu síni í VesturAsiu, gjørdist hann knappliga álvarsliga sjúkur. Fyrst helt gentan tað vera onkra smittu, men sum tíðin leið gjørdist tað greitt, at okkurt álvarsligt var áfatt. Kenneth misti gjørd- ist meiri og meiri fjarður, tosaði í ørviti, og at endan- um misti hann vitið. Skundisliga varð hann innlagdur, men á sjúkra- húsinum har á leiðini sóu teir beinanvegin, at teir kundu einki gera. Tískil varð Kenneth við sjúkra- flogfari fluttur til megin- landið, har hann varð inn- lagdur á nevrologiska deild. Men støðan versnaði bara, og áðrenn døgnið var av, stóð øllum greitt, at Kenn- eth var farin í koma. Or- søkini funnu teir rættuliga skjótt. Kenneth hevði fing- ið ein sokallaðan herpes encephalitis, heilahinnu- bruna, sum skjótt spjaddi seg til fremsta partin av heilanum, pannulepan. Kenneth varð settur í viðgerð við antibiotiku, og so var farið undir at skipa fyri, at Kenneth skjótast gjørligt kundi venda heim- aftur til Danmarkar, har hann búi, og verða lagdur inn á Ríkissjúkrahúsið har. Hetta tók tó nakrar vikur. Tá Kenneth at enda kom til Ríkissjúkrahúsið, var hann enn í koma. Læknarnir gjørdu av - av hvørjari or- søk veit eingin - at steðgja viðgerðini við antibiotiku. Hetta hevði tíanverri við sær, at brunin aftur fór at gera um seg og eftir stuttari tíð var skaðin fleirfaldaður. Í staðin fyri ein minni skaða í pannulepanum, fekk Kenneth ein sera álvarsligan skaða. Ein ógreið tíð Fyrstu nógvu vikurnar lá Kenneth bert og gløddi beint fram. Eisini aftaná, at hann so við og við kom út úr komaini. Úr dagbókini mamma Kenneth hevur skrivað kunnu vit lesa okk- um til, at í veruleikanum høvdu læknarnir ikki hóm- ing av hvat veruliga var hent við Kenneth. Hóast óteljandi skanningar, kann- ingar og samrøður við mammuna og gentuna hjá Kenneth, vistu læknarnir heldur ikki hvat teir í veruleikanum skuldu gera. Kenneth fær medisin, men hevur ikki sjálvur skil fyri at taka tað. Hann hevur heldur ikki skil fyri at hjálpa sær sjálvum, so hvønn morgun og fleiri ferðir gjøgnum dagin, er hann rennvátur og skitin, tó uttan at starvsfólkið ger annað enn at skifta honum. Hóast heilaskaðin er tað, sum setur stórsta dámin á lívið hjá Kenneth, so er tað júst hetta læknarnir kon- sentrera seg minst um; eisini aftaná at teir í veru- leikanum sjálvir hava verið orsøk til, at skaðin versnaði munandi tá viðgerðin við antibiotiku var støðgað. Tíðin gongur og aftaná at Kenneth hevur verið fluttur frá deild til deild til deild, verður hanns sendur heim, hetta hóast øll tekin greitt vísa, at Kenneth ongan møguleika hevur at klára seg sjálvan og at tað er ein alt alt ov stór uppgáva hjá gentuni at skulla taka sær av honum. Hon lesir frammanundan á universi- tetinum, arbeiðir hvørt kvøld og er ikki fleiri enn 22 ára gomul. Stýrdur av einum steinørum heila Trupulleikarnir hjá Kenn- eth eru serliga, at hann gloymir skjótt. Tað hann sá ella hoyrdi fyri einum minutti síðani, er burtur. Hann fær yvirhøvur ikki konsentrera seg og tað er týðiligt at hann knappliga livir í eini fullkomiliga fremmintari verð. Vanlig menniskju sum tú og eg kunnu sortera millum øll innskotini vit verða bumb- aði við hvørt sekund, hvønn minutt og velja tað, vit fegin vilja samla okkum um. Hetta ger td. at vit kunnu fylgja við í undir- vísing og ikki lata okkum órógva av øllum sum kem- ur innanífrá og uttanífrá. Men hjá Kenneth er alt ein stór fløkja. Øll innskotini, bæði tey sum koma inn- anífrá og tey sum koma uttanífrá koyra á hann alla tíðina eins og varð hann raktur av einari óhelmandi bumbing, dýktur undir av innskotum omaná innskot omaná innskot, og hann hevur ongan sum helst møguleika at velja hvat hann skal taka framum øll hini. Tað filtrið sum hjálpir okkum at sortera er hjá Kenneth oyðilagt av skað- anum. Kenneth dugir heldur ikki longur at lurta eftir sínum egna kroppi, og tískil fer alt í buksurnar, ella í songina. Og hetta hendir líka mikið um hann er úti á vegnum, situr í einum bussi, situr við borðið ella liggur í songini. Ikki dugir hann longur at fullføra tað allarminstu uppgávuna. Alt gerst ov trupult og óyvir- lítandi. Bert tað at vaska sær gerst knappliga truplari enn at fara til próvtøku í evnisfrøði ella matematikk. At vaska upp verður sum at skula gera ein ferð til mánan. Og tískil velir Kenneth at gera tað sum fyrst kemur honum í huga. Og við tað at tað sum kemur honum í huga skiftir við stuttum millumbili, er lítið og einki skil í degnum hjá Kenneth. Hann er vorðin ein trælur í egnum likami, stýrdur av einum heila sum er vorðin frá sær sjálvum. Ein stutt kanning Hyggja vit at yvirlitinum við teim 20 punktunum sum sermerkja ein skaða í pannulepanum, so síggja vit skjótt, at Kenneth er álvarsliga skaddur. Men til tess at eisini nýggjir lesarar kunnu fylgja við, so taka vit punktini einaferð enn, og hesa ferð við viðmerk- ing um hvussu Kenneth er plaseraður í hesum sam- bandi. Kenneth + merkir, at hann hevur henda trupul- leika Kenneth - merkir, at hann ikki hevur henda trupul- leika Kenneth +? merkir, at hann hevur henda trupul- leika í ein vissan mun 1. (hin skaddi) fær ikki afturhald, er hann fyrst farin í holt við at gera ella siga okkurt, sum einki skil er í ella sum lítil dugur er í (respons suppression pro- blem) Kenneth + Frágreiðing: Hetta sæst best tá Kenneth skal ganga sær ein túr. Ístaðin fyri at venda aftur, so gongur og gongur og gongur hann tíma eftir tíma. Ofta villist hann og skal hava hjálp til at finna heim aftur. 2. dugir illa at taka tær røttu ella tær "góðu" avgerðirnar (poor decission making) Kenneth + Frágreiðing: Ístaðin fyri at eta morgunmat og døgverða, etir Kenneth eitt ótal av Bounty sjokolátu. Onkran dag át hann ikki færri enn 40-50 Bounty. 3. dugir illa at lesa, skylja ella virða kenslurnar hjá øðrum ella at halda seg til sosialu reglurnar hjá øðrum (no concern for others emotions and social rules) Kenneth + Frágreiðing: Kenneth spyr ein narkoman um veg til Tivoli. Men ístaðin fyri at fylgja honum til Tivoli, fer narkomanurin við Kenneth inn í eitt myrkt skot á einum byggjiplássi, har narko- manurin ætlar at sláa Kenneth niður og taka pening o.a. frá honum. Men Kenneth heldir alt væl til standa og heldir henda narkomanin vera ein stak fittan mann. 4. dugir sera illa at hugsa abstrakt (at ímynda sær), at loysa trupulleikar ella at meta um tað, hann longu hevur gjørt Kenneth + Frágreiðing: Spyrt tú Kenneth hvat hann helst vil sleppa at gera svarar hann: Fara í Tivoli, tí hetta kennir hann best, ella minnist best. Ella gevur tú honum 3 møguleikar, velir hann hin síðsta. Hann dugir ikki at ímynda sær eina hending, sum liggur frammi í tíðini. 5. sigur ofta, at hann ætlar sær tað og tað ella at gera tað so og so, dugir væl at greiða frá síni ætlan og hvussu besti framgangs- hátturin er, men kemur síð- ani ikki úr stað (knowing- doing dissociation) Kenn- eth + Frágreiðing: ikki neyðug 6. temporalir sekvenser- ingstrupulleikar, tvs. at hin skaddi hevur ilt við at seta hendingar í rætta tíðarrað- fylgju Kenneth + Frágreiðing: ikki neyðug 7. ringt innlit í egna funk- sjónsstøðu (funksjóns- nivieau) Kenneth + Frágreiðing: Kenneth dugir ikki at síggja hvussu sjúkur ella skaddur hann er og dugir ikki at skilja, at hann ikki kann fara til arbeiðis ella at han ikki kann koyra bil. 8. svingandi motivasjón, oftast motiveraður fyri tí, sum gevir positiva nøgd beinanvegin (ikki altíð gevur positiva feedback) Kenneth + Gert tú eina avtalu við Kenneth ella biðjir hann um hjálp, svarar hann fegin JA, men ger í staðin okkurt heilt annað. Antin velir hann at fara út at keypa Bounty ella at fara ein túr í Tivoli. 9. trupulleikar at gera ætlanir Kenneth + Frágreiðing: ikki neyðug 10. impulsivur Kenneth + Frágreiðing: Situr Kenn- eth t.d. og etur, reisir hann seg annan hvønn minutt tí hann kemur í tankar um nú eitt, nú eitt annað. Og viðhvørt so fýkur hann út gjøgnum hurðina uttan at siga frá. 11. lættur at distrahera / fáa til annað enn tað, hann skal Kenneth + Frágreiðing: Gert tú eina avtalu við Kenneth ella biðjir hann um hjálp, svarar hann fegin JA, men ger í staðin okkurt heilt annað sum hann kemur í tankar um. 12. stutt fjús /agressivur Kenneth + Frágreiðing: ikki neyðug 13. euforiskur (offarakát- ur) Kenneth + Frágreiðing: ikki neyðug 14. apatiskur Kenneth +? Frágreiðing: við jøvnum millumbili gerst Kenneth stillur, keddur og sitir bert og starir 15. tómt kenslulív (over- fladisk) Kenneth + Frágreiðing: hóast hann tosar um gentuna við stór- um og vøkrum orðum, eisini tá hon er til staðar,, so ansar hann hana ikki tá hon er til staðar og hevur ongan hug at vera saman við henni. 16. fabulerandi, tvs. at hin skaddi tosar uttan íhald, uttan at kunna skifta inni- hald (næstan frítt assosi- erandi, tvs. at hitt eina orðið tekur tað næsta, uttan sjálvskritikk og uttan tamarhald) Kenneth + Frágreiðing: ikki neyðug 17. konfabulerandi, tvs. tosar um tað sum er ósætt ella heilaspuni (lýgir tó ikki beinleiðs, men ger tað til tess at skipa tað, sum ikki hongur rætt saman hjá tí skadda), hin skaddi mani- pulerar ikki, men hevur stórar trupulleikar í kon- trolskipanunum hjá minn- inum tvs. at minnið ikki av sær sjálvum frásorterar eitt sokallað "falskt minnis- spor" (gykl, kanska minnir sum veruliga stava frá eini bók, eini teknirøð, einum filmi ella tí, onnur hava sagt frá; hin skaddi heldur hetta vera minni frá egnum lívi) Kenneth + Frágreiðing: ikki neyðug 18. hava lyndi til at vera perseverandi (ger tað sama umaftur og umaftur) í hugsan, talu og gerð (plátan melir í "somu rillu" uttan at hin skaddi dugir at skifta "rillu", plátan hakkar) Kenneth + Frágreiðing: ikki neyðug 19. er rastleysur Frágreiðing: ikki neyðug 20. hevur ikki tamarhald á seksuellum atburði ella seksuellari talu Kenneth + Frágreiðing: ikki neyðug – – – Á sama hátt ber til hjá av- varandi ella teimum sum arbeiða við ein persóni, tey hava illgruna um kanska er raktur av einum skaða í pannulepanum. Henda 'kanning' má tó ikki setast í staðin fyri eina kanning hjá lækna og serlækna. Men hon kann geva eina rætti- liga góða ábending um hvørt tað er ein pannu- lepaskaði talan er um, ella ikki. (framhald) VIÐMERKINGAR Heilaskaðar eru ymiskir 1: Tá fremsti parturin, pannulepin, verður skaddur Œ sta in fyri ein minni ska a pannulepa Kenneth ein sera lvarsligan ska a Kenneth er vor in ein tr lur egnum l st rdur av einum heila sum er vor in f sj lvum C M Y K 23 22