hósdagur 10. apríl 1986síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 10. apríl 1986
Forsetin i Nicaragua: |
Venjingarlega fyri contras í Honduras
Tveir dagar eftir at umboðsmannatingið
í Washington vrakaði uppskotið hjá
Reagan forseta um fíggjarstuðul til
contras-floksherjarnar í Nicaragua, ið
stríðast ímóti Sandinista-stjórnini,
hevði tíðarritið Time samreðu við forset-
an í Nicaragua, Daniel Ortega. Blað-
kvinnan, Laura López, sigur, at Ortega
var í góðum lagi, tá hon tosaði við hann,
blíður og fryntligur, men kringsettur av
vápnaðum lívverjum. Samreðan verður
endurgivin her, eitt sindur stytt:
Um avgerðina hjá Umboðsmanna-
tinginum: Tað er eingin orsek hjá okk-
um at skera í fagnaðarróp yvir hesa av-
gerð. Hóttanin móti Nicaragua er her
enn. Hermenn úr USA eru í Honduras.
Krígsskip úr USA eru 60 sjómíl úr
Puerto Corinto. Tað er stór hóttan.
Um ætlanina hjá USA: Sum stødan er
nú, kríggjast USA ímóti Nicaragua. Tað
er ikki formligt kríggj, men opið. Fyrst
fekk Reagan játtaðar 27 mió. dollarar til
Leiðari
og tvey hjálparfólk
til dagrøktina
í Tórshavn
humanitera hjálp; nú biður hann um
hernaðarráðgevar at arbeiða saman við
leiguhermonnunum. Contras hava ikki
kunnað tikið seg fram við hesum $27
mió., teir fáa heldur ikki framgongd við
ráðgevingini, so USA noyðist at senda
inn herdeildir at stuðla teimum. Tá tað
hendir, fara amerikanskir soldátar eisini
at doyggja.
Um diplomati: Vit fara ongantíð at
samráðast við contras. Vit eru til reiðar
at tosa og gera semju við teirra ovasta,
Ronald Reagan og hansara starvsmenn.
Um USA heldur, at Nicaragua er hóttan
ímóti teimum amerikansku áhugamál-
unum í Mið-Ameriku, so seta vit fegnir í
verk trygdartiltek, til at USA kann
kenna seg trygt. Men vit kunnu ikki
samráðast um innanhýsismál í Nicara-
gua.
Um ákæruna frá Reagan, at Nicara-
gua stuðlar yvirgangi og narkotika-
smugling, fremur skarnsgerðir og
Síða 11
Edvard Jónsson
skrivar
Ortega frammanfyri mynd av Sandino
kúgvar íbúgvarnar: Hann lýgur fyri tí
amerikanska fólkinum. Øll missa álit á
honum, tá hann skikkar sær á slíkan
hátt.
Um Ortega sjálvan: Á mínum
loynidegum var einki pláss fyri persón-
ligum lívi. Tá sigurin kom, var betri hevi
til tess, men eg gloymi ongantíð
skyldurnar mótvegis tí nicaraguanska
fólkinum.
Um fyrireiking til forsetastarvið:
(Ortega flennir). Eg fyrireikaði meg yvir-
hevur ikki. Eg helt ongantíð, at eg fór at
gerast forseti.
Um persónliga hugmyndafreði: Eg
hávirði Marx, tí eg meti, at hansara
hugsanir eru til nyttu fyri mannaættina.
Men fyrst og fremst eri eg samdur við
Sandino. Eg vrakaði Somoza og
uppíleggingina úr USA. Hetta er tann
veruleiki, eg var aldur upp í. Vit vóru
Til kommunalu dagrøktina verður
ímóti Somoza og amerikanarum. Vit
hildu ikki at nakrir góðir amerikanarar
kundu vera til.
Um religión: Eg hávirði Kristus sum
ein fólksins striåsmann og amboð fyri
frígeringini. Men eg hevði onga virðing
fyri biskuppunum, sum stuðlaðu
Somoza.
Um tað, hann vildi sagt persónliga
til Reagan: Eg vildi bjóða honum at
normalisera viðurskiftini mótvegis
Nicaragua og at tikið upp vinarligan at-
burð mótvegis okkum. Eg vildi bjóða
honum at verið talsmaður fyri friðin í
Suður-Ameriku og heiminum. Um hann
sigur seg vera kristnan og trúgva upp á
jud, so kundi hann havt kristiligari
politikk. Hann kundi verið lítillátnari.
Hann kundi roynt nýggjan atburð mót-
vegis eini kollveltingarstjórn, eini
stjórn, sum ikki er hóttan ímóti USA
etj.-
havnar býráð, postbox 32 í seinasta
sekt eftir leiðara og tveimum hjálpar- lagi 25. apríl 1986.
fólkum at byrja sum skjótast. Nærri upplýsingar fáast við at
Lon sambært sáttmála millum venda sær til Eyðun Jensen, sosial-
kommunala starvsmannafelagid og deildarleiðara.
Tórshavnar býráð.
Viðmerkjast skal at skikkaður
umsøkjari er til leiðarastarvið og
annað hjálparstarvið. .
TORSHAVNAR BYRÅD
Umsókn við møguligum prógvum
og viðmælum verða at senda Tórs-