leygardagur 12. apríl 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri:
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Lands-
umsitingin
HERFYRI var eitt uppskot frá
landsstýrinum til viðgerðar í ting-
inum, sum snúði seg um at
byggja tær niðurbrendu toftirnar í
Tinganesi uppaftur, soleiðis at
tær kundu nýtast til landsumsit-
ingina. Ætlanin er so at byggja
soleiðis, at Løgtingid seinni skal
kunna flyta út í Tinganes.
UNDIR løgtingsvidgerdini varð
tosað sum heild um landsfyrisit-
ingina. Onkur helt at fyrisitingin
| skuldi úr Tinganesi, áðrenn hon
fekst at rigga, meðan ymsar
hugsanir vóru um, hvert tingið
skuldi út í Tinganes aftur. Tað
stuttligasta er tað, at tað eru sam-
bandsmenn, sum eru mest spent-
ir uppá at fáa tingið aftur so nær
sínum gamla sæti sum gjørligt.
| VIT SKULU als ikki taka stødu til
hendan spurning, men vit vilja tó
gera nakrar viðmerkingar til okk-
ara landsfyrisiting sum heild.
TAÐ ER einki dulsmál, at her
ruggar ikki alt sum tað skal.
Landsins borgarar merkjka hetta
á tann hátt, at um ein sendir eitt
bræv ella umsókn til landsstýrið,
so gongur milt sagt ómetaliga
long tíð, til ein fær eitt svar, um
nakað svar fæst í heila tikið. Og
ofta fæst svarið heldur ikki fyrr
enn viðkomandi hevur »kring-
setta alt Tinganes í longri ella
stytri tíð.
SUMMI av hesum málum eru
| rein avgreiðslumál, sum skuldu
kunnað verið avgreidd uttan at
órógva landsstýrið sum so. Men
onnur mál eru slík, sum bíða eftir
politiskari stødutakan. Og í slík-
um førum kann tað ikki vera tørv-
| andi manning, sum er orsøkin. Í
mun til fólkatalið munnu vit hava
eina ta fólkaríkastu stjórn í heim-
inum. Kanska er feilurin tann, at
okkara stjórnarlimir í ov stóran
mun gera umsitingararbeiði, og í
ov lítlan mun taka tær neyðugu
avgerðirnar.
P/ Sosialurin I
Jan Miller
Krisjan Dahi
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Térfinn Smith
Ljésmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting; Pif Sosialurin
Prentå P/f Pressan 1981
Útgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðfótk :
NÚVERANDI stødan skapar alt
ov stóran ótryggleika hjá borgar-
unum, og tað kann neyvan burtur
forklárast, at sum tann flokkur, ið
hevur havt leiðsluna av landsstýr-
inum nógv tað mesta av teimum
seinastu 20 árunum, hevur javn-
aðarflokkurin eina stóra ábyrgd
her, eisini at fáa vidurskiftini í
rættlag.
HØLISVIDURSKIFTINI skulu
sjálvsagt vera í lagi, nóg mikið av
starvsfólki skal vera til taks, men
fyrst og fremst eigur landsumsit-
ingin at hava eina »organisatién«,
sum tryggjar eina skjóta av-
greiðslu.
HØLISTRUPULLEIKARNIR
skuldu verid loystir nu. Ti um-
framt nyggju byggingina eru fleiri
stovnar fluttir ur Tinganesi. Beint
nú er Hagdeildin farin, og tað
frættist at lønjavningargrunnurin
fer heilt skjótt. Her er longu stórt
pláss tøkt.
TAÐ KANN sjálvsagt taka sína
tíð at fáa umsitingina umskipaða,
men vit vilja mæla til, at beinan-
vegin verður ásett ein freist fyri
ta tíð sum skal ganga frá tí ein
umsókn kemur í Tinganes, og til
viðkomandi fær eitt svar. Um
hetta svarið ikki kann verða
endaligt, so skal upplýsast um,
nær hann kann rokna við einum
endaligum svari, og skal hetta
haldast.
EITT ER ið hvussu er vist: Aftaná
at javnaðarflokkurin enn eitt
skeið hevur havt leiðsluna í
Tinganesi, kann flokkurin neyvan
rokna við, at fólk skal kunna góð-
kenna nakra sum helst undan-
førslu fyri ikki at fáa svar úr Nes-
inum.
HETTA er ein nógv stórri upp-
gáva at fáa loyst enn eitt nytt løg-
tingshús.
|
1
|
Í
|
|
Nr. 40 — 12. apríl 1986
| LANDSFUNDUR
Føroya Javnaðarfl.,
1986
i Nordurlandahusinum
heldur åfram i dag
vid hesi skrå:
3. Framhald av ordaskiftinum um
formansfrågreidingina
4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi }
og årsfrågreiding skrivarans
5. Ordaskifti um frågreiding skrivarans
6. Frågreiding frå feløgunum
KI. 09.00
Kl. 12.00 Degurðasteðgur
KI. 13.30
Val av starvsnevnd
Val av floksleiðslu
Åsetan av limagjaldi
Politiskt ordaskifti
Ymist
—— of
SVN
Stjórnin
BATA
P/F DATA SØKIR
PROGRAMMØRAR
Til P/F DATA verður sekt eftir 1-2 programmør-
um vid hollum kunnleika til programmeringsar-
beidi at seta í starv sum skjótast.
Dentur verður lagdur á at umsekjarin hevur holl-
an kunnleika til programmeringsarbeiði og hevur
royndir í min. 3-4 ár.
Programmeringsmálið er serliga COBOL og BASIC.
Viðkomandi skal kunna arbeiða sjålvstødugt og
kunna luttaka í smærri arbeiðs- og ábyrgdarbólk-
um.
Arbeiðsekini umfata viðlíkahald av ymiskum
standard systemum og útvikling av nýggjum
specialsystemum.
Skrivlig umsókn við meguligum prógvum/viðmælum
verður at senda til P/F DATA í seinasta lagi 24. apríl
1986.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Poul
Pehlsgaard, stjóra.
P/F DATA COMPUTER SYSTEMS - SMYRILSVEGUR 20
POSTRÚM 69 - 3800 TÓRSHAVN
P/F DATA er elsta edv virkið í Fe royum og varð stovnað sum edv s