leygardagur 12. apríl 1986síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 40 — 12
Kristian Rasmussen, P/f Foroya lak
apríl 1986
Ongin orsøk
at óttast
— Teir, sum byggja alistoð-
ina í Nesvík, eru so ivaleysir
í at hon onga ávirkan fær á
streymviðurskiftini í Sund-
unum, at tað hevur ikki ver-
ið upp á tal at gera kann-
ingar.
Arbeiðið, sum P/f Feroya
laks ger úti í Sundunum,
fer á ongan hátt at ávirka
streymviðurskiftini.
Menn eru so vísir í hes-
um, at ongar kanningar
eru gjørdar fyri at fáa
greiðu á, hverja ávirkan
tað lidna arbeiðið fær.
Og bæði friðingar-
nevndin fyri Streymoyar
sýslu og Yvirfriðingar-
nevndin hava góðkent
verkætlanina.
Kristian Rasmussen,
næstformaður í nevndini í
Feroya laksi, sigur, at
gråtid, sum er lagt út i
sundið, eystur og vestur,
verður tikið upp aftur, tá
tað uttara grótkastið suð-
ur og norður er liðugt.
Sjógvurin sleppur
igjøgnum
P/f Føroya laks byggir eina
laksa- og sílasteð i Nes-
vík. Felagið hevur loyvi til
at gera tríggjar hyljar
uppi á landi og ein úti í
sjónum, tilsamans 25.000
fermetrar.
Men verkætlanin er
minkað og hyljarnir verða
ikki størri enn umleið
16.000 fermetrar. Bara
tveir hyljar eru gjerdir á
landi. Brúk er íkki fyri tí
triðja, sigur Kristian Ras-
mussen. Og hylurin úti í
sjónum, sum sambært
byggiloyvinum frá 1983
(lendurnýggjað í 1985)
skuldi vera umleið 24.000
fermetrar, verður 14.400
fermetrar. Tað er nóg
stórt, sigur Kristian Ras-
mussen.
Hyljarnir á landi eru
knappliga 1.000 fermetrar
hver í vídd. Teir eru fýra
metrar djúpir
Hylurin úti í sjónum er
fýra-fimm metrar djúpur í
miðal. Har hann er djúp-
astur, er hann seks-sjey
metrar, sigur Kristian
Rasmussen.
Hann sigur, at á vestara
kantinum á Norðskála-
grynnuni verður lagt eitt
grótkast, 120 metrar
langt. Og millum tað og
grótkastið suður við
fjøruni verður net. Sjógv-
urin sleppur tí ótarnaður
gjøgnum hylin.
Tryggari enn
ringar
Kristian Rasmussen sigur,
at teir hava valt hendan
håttin, ti teir halda, hann
er tryggari enn ringar og
notir. Ein hylur sum hesin
18Ø m
tolir betur óveður og hann
er betur vardur móti her-
verki.
Teimum nýtist heldur
ikki at brúka bát til
fóðringina. Koyrandi
verður rundan um hylin
og fóðrað verður úr einum
lítlum lastbili.
Kristian Rasmussen
væntar, teir kunna seta
smolt í hyljarnar á landi í
juni í ár. Tí stíla teir í
hvussu so er móti. Hyl-
urin í sjónum skal vera
liðugur í heyst.
Byggikostnaðurin er
millum 7 og 8 mill. kr.
Fýra ára gomul
ætlan
Ætlanin at gera alistød í
Nesvík er íkki heilt
nýggj.Júst í Túni kom
fram við henni í 1982
Síða 5
Hendan myndin er tikin fyri góðari viku síðani
Uttari grótgarðurin, á Norðskálagrynnuni, verður
gjørdur suðureftir úr endanum á grótinum, sum liggur
út í sundið. Hetta grótið verður tikið upp aftur og brúkt
til at gera lidnan tann innara grótgarðin, tá tann uttari
er liðugur. Tað er bara ein arbeiðsvegur sum er
Hinu megin Sundini sæst bygdin Norðskáli.
Seinni, í 1983, varð so
partafelagið Feroya laks
stovnað. 13 partaeigarar
eru. Dávur Jacobsen er
nevndarformaður og
stjóri.
Hvalvíkar bygdaráð
gav P/f Føroya laksi
byggiloyvi í 1983. Loyvið
varð endurnýggjað í 1985.
Friðingarnevndin góð-
kendi verkætlanina 27.
juni 1983. Rósing Thor-
leifsson, sýslumaður og
formaður í nevndini, sig-
ur, at nevndin fer nú at
kanna, um arbeiðið verður
gjert eftir forskriftunum.
Fólk, sum búgva við
Norðskála, hinu megin
Sundini, síggja, hvussu
grót verður lagt út í
sjógvin. Tey eru farin at
óttast fyri avleiðingunum
og hava savnað saman
S
undirskriftir undir eitt
bræv til Sunda bygdaráð.
Sum fyrr í vikuni sam-
tykti at venda sær til
Landsstýrið við málinum.
Sum tað skilst hevur
ongin við Norðskála hugs-
að um at spurt P/f Feroya
laks, hver ætlan teirra er.
— Vit eru altíð til reiðar
at greiða frá arbeiðinum.
Vit hava onki at krógva,
sigur Kristian Rasmuss-
en, næstformaður i
nevndini i P/f Føroya
laksi. Hann sigur, at hann
visti onki um misnøgdina
við Norðskála og brævið
til bygdaráðið fyrr enn
hann las um hetta í Sos-
ialinum hósdagin.
hd
Soleiðis er
Feroya laksi.
Grótgarðarnir verða fimm
metrar breiðir í erva, so koyr-
ast kann eftir teimum.
Millum endarnar verða
settir stálsteyrar í tveimum
reðum við timburdekki mill-
um. Tað verður 3,5 metrar
breitt, soleiðis at ein lítil last-
bilur kann koyra eftir ti.
Millum endarnar á grót-
gerðunum verður spent eitt
stálnet til at taka tara og
annað. Innanfyri verður so
nylonnet.
Hyljarnir á landi eru
vinstru megin á tekningini.
Tann niðasti verður íkki
gjørdur. Teir hava ikki brúk
fyri honum.
Hyljarnir eru sprongdir
niður í helluna og grótið
verður brúkt úti í sjónum, til
garðarnar.
Sjógvur í erður pumpaður i
hyljarnar. Hann kemur inn
vinstrumegin og fer út aftur
hegrumegin.
Í hylinum úti í sjónum
verður náttúrligi streymurin
brúktur.
tekningin hjá