Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-03-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mars 1986síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 25 — 1. mars 1986 Búmerkið, fyrstu virðislen sum fekk FT fingið búmerki Feroya Teknikarafelag hevur nú fingið búmerki Helle Bendorff í Havn vann kappingina um at tekna felagnum búmerki. Jákup Durhuus í Vest- manna fekk aðru virðislen og Snorri Simonsen í Havn triðju. Kappingin var millum limir felagsins, hon var ikki almenn. 15 uppskot komu. Feroya Teknikarafelag hevði aðalfund fyri viku síðani. Tá komu Hjalti Skaalum og Súsanna Joensen í nevndina fyri Johan Midjord og Jógvan Ravnsfjall, sum bóru seg undan afturvali. Í nevndini eru eisini Gunnleivur Dalsgarð og Ola Jákup Dragaberg. Tiltakslimir eru Flóvin Jacobsen og Jákup Olsen. Nýggja nevndin hevur skipað seg og nývaldu limirnir fingu oddasessir- nar, Hjalti Skaalum bleiv formaður og Sús- anna Joensen næstfor- maður og skrivari. Kassameistarin er ikki nevndarlimir — bara fýra fólk eru í nevndini. Men Óli Johansen varð á aðal- fundinum afturvaldur til kassameistara. Nýtt orgul á Húsum Sunnudagin verður eitt nýtt orgul tikið í brúk í kirkjuni á Húsum. Tað er Verland Johansen, sum hevur gjert tað og hevur orgulið 6 stemmur. Tað kann útbyggjast seinni. Gudstænasta verður kl. 12 sunnudagin, og tá verða Eivind Vilhelm, varabispur og Begesvang prestur tilstaðar. Orgutið kostaði 320.000 kr. og ynskir formaðurin í Meinigheitsráðnum, Ják- up Monrad Joensen at takka ellum teimum, sum hava stuðlað við gávum jan tíðindablaðið Friðingarnevndarlimir samdir: , Login umfatar alla dålking — eisini kemiska Streymoyar sýslu tulkar lógina um náttúrufriðing á sama hátt sum meirilutin í Eysturoyar sýslu: lógin fevnir eisini um kemiska dálking, eitt nú roykin frá brennisteðum. Men longri eru teir fimm friðingarnevndar- limirnir = íkki samdir. Friðingarnevndin í Streymoynni hevur tvær ferðir játtað umsókn um at byggja brennistød, fyrst IRF og seinni Tórs- havnar kommunu. Hendan myndin er tíkin seinasta leygardag, tá friðingarnevndin fyri Eysturoyar sýslu Í báðum forum staðfesti Yvirfriðingarnevndin av- gerðina. Ætlaða bygging- in hjá IRF við Áir bleiv av ongum. Men á Sandvíka-- hjalla er byggingin byrj- að. Áskoðanin hjá frið- ingarnevndini í Streym- oynni er tann, at hitin í ovninum skuldi vera so nógvur, 1100 stig, at vandin fyri eitraðum royki var lítil og ongin. Eisini hevði nevndin fingið upplýst, at ikki alt skuldi brennast. Tað vandamesta, eitt nú akku- - pr ligt byggiplåss. ve. IRF hevur nú í átta år roynt at sett spakan i fyri brennisteð. Men enn er ongin loysn at hóma. Hinvegin gongst betur hjá Tórshavnar kommunu. Á Sandvikahjalla er nú eitt veru- Tað sum ikki ber til uttan fyri kommunumarkið hjá Tórshavnar kommunu, ber til innanfyri. Fólk undrast á hesum og spyrja, um Havnin er eitt samfelag fyri seg. mulatorar, verður sent til Kommunekemi mark. var á fundi úti í Vík, har IRF ætlar at byggja brennisteð. Í friðingarnevndini eru frá vinstru Jørgen Thomsen, legtingsmaður á Skála, Fri- modt Poulsen, sýslumaður, sum er formaður, og Justinus K. Eliassen, tannlækni í Leirvík. Jergenog Justinus eru ímóti byggingini og vísa til meguliga dálking frá skorstein- inum. Frimodt heldur ikki, nevndin hevur heimild til at taka avgerðir um kemiskan dálkingarvanda. Nú skal Yvirfriðingarnevndin viðgera málið. í Dan- Ovissan Meirilutin í friðingar- nevndini í Eysturoynni vísur á óvissuna, sum framvegis er um roykin frá brennisteðum, um hann er skaðiligur ella ikki. Ti kann hann ikki geva sítt viðmæli til ætlaðu byggingine hjá IRF úti í Vík. Legtingslógin um nátt- úrufriðing er frá 1970. Men um hon eisini umfat- ar kemiska dálking er ikki Maskinmeistarar søkjast Maskinmeistarar søkjast beinanveg- in til gas-båtar i europeiskari sigling. Áhugaðir ringið tlf. 1 79 79. semja um. Tað kundi verið áhugavert at fingið hendan spurning royndan í rættinum. Sosialurin hevur fingið at vita, at E.A. Bjerk, sorinskrivari, sum gjerdi uppskotið til lógina, skal hava sagt, tá onkur spurdi, hvussu lógin skal brúkast um áir, at verður lív í á dripið, so kann friðingarnevndin ikki siga ábyrgdina frá sær. Hon hevur medábyrgd. hd P/F TRANSMAR | Vestara Bryggja * Tórshavn |