leygardagur 1. mars 1986síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 25 — 1. mars 1986
Magnus Heinason
burturav til
fiskiroyndir!
Fleiri tingmenn halda, at
Magnus Heinason eigur at
verða brúktur til fiski-
royndir burturav og ikki
sum nú lutvíst til royndir
og lutvíst til vinnuligan
fiskiskap.
Hetta kom fram á ting-
fundi týsdagin, tá eitt
uppskot frá sambands-
flokkinum um at heita á
landsstýrið um at tryggja,
at Fiskirannsóknarstovan
fær loyvi til at nýta
Magnus Heinason til
royndarfiskiskap og til
havrannsóknir i tann
mun, sum ynskiligt er,
var til 1. viðgerð.
Í viðmerkingunum til
uppskotið sigur sam-
bandsflokkurin m.a., at
skipið ger meira nyttu við
at reka royndarfiskiskap
og við at leita eftir svart-
kjafti og eðrum fiski, enn
trygdina á flogvellinum í
Vágum.
Svend Åge Ellefsen helt
fyri, at vit hava ikki råd til
at gera fleiri kanningar við
serkenum monnum 0.s.fr.
Hann vísti til vatnorkuút-
bygging SEV', har nevnd
fyri og eftir hevði kannað
viðurskiftini.
— Vit mugu íkki leiða
flogvallarviðurskiftini inn
í somu rás sum SEV og
IRF segði hann og helt
fyri, at besta loysnin er at
útbyggja flogvellin í
Vágum.
at kappast við restina av
fiskiflotanum á okkara alt
ov trongu fiskileiðum
Royndirá
djúpum vatni
Framsegumaður sam-
bandsfloksins, Jógvan Ol-
sen segði, at tað fram-
vegis eru stór eki, sum vit
lítið og einki vita um, so
eitt stórt kanningararbeiði
liggur fyri framman.
Hann helt, at vit eiga at
gera royndir á djúpum
vatni og vísti eisini á, at
vit eiga at gera royndir við
Magnus Heinason á
Reykjanesrygginum, sum
er altjóða sjógvur.
Hann vísti á, at russar
fiska umleið 60.000 tons
av kongafiski í altjóða
sjógvi kring Feroyar og
harav meginpartin á
Reykjanesrygginum.
Ivan Johannesen helt
fyri, at annaðhvert eiga
vit at leingja vellin í
Vágum ella finna aðra
loysn. Hann helt ikki,
flogvellurin í Vágum bleiv
stongdur um annar flog-
vellur bleiv bygdur.
— Tað er altid gott at
hava eitt alternativ. Men
eg ivist ikki í, at tað ber til
at longja vellin í Vágum,
segði Ívan Johannesen at
enda.
jan
Jógvan Olsen helt fyri, at
vit hava ein góðan megu-
leika at rekja hesa nýggju
fiskileið við okkara ís-
fiskaskipum, men vit
kunnu so bert troyta hesa
leiðina, um tað verða
gjørdar royndir framman-
undan.
Hann helt ti, at pen-
ingur kanska åtti at jått-
ast til slikar royndir av
kontoini til praktiskar
fiskiroyndir.
lvaðist í um
Magnus H. er
sa skipið
Tórálvur Mohr Olsen úr
Jfl. helt terv vera á fleiri
rannsóknum, tí skulu vit
menna okkara fiskiskap,
so er neyðugt við eitt nú
fleiri royndum og kann-
ingum á djúpum vatni.
Men hann segði seg ivast
í, um Magnus Heinason er
rætta skipið at gera kann-
ingar á djúpum vatni.
Hann helt skipið hava
eina avmarkaða orku til
hetta endamálið og segði,
at vit við einum tílíkum
skipi kunnu fáa eina
skeiva mynd og segði, at
vit eiga at brúka skip,
sum eru før fyri at gera
tær og tær kanningarnar.
Adolf Hansen úr FFfl.
vísti á vaksandi inflatión-
ina í samfelagnum og helt,
at tað er avgjørt neyðugt
at finna nýggjar vinnu-
vegir og fiskileiðir fyri at
kunna viga upp ímóti tí
vit missa við vaksandi
inflatión. — Men eg ivist
í, um Magnus Heinason er
rætta skipið til kanningar
á djúpum vatni.
Hann helt, at vit eiga at
hækka játtanina til Fiski-
rannsóknarstovuna úr 5
upp í 8. — Tí kann Magn-
us Heinason finna nýggjar
fiskileiðir, so eru tað væl
givnir pengar, helt Adolf
Hansen.
Erlendur Patursson úr
Tfl. helt tankan í uppskot-
inum vera góðan, men
hann helt ikki orsek vera
at koma á ting við slíkum
uppskoti. Hetta áttu
Fiskirannsóknarstovan og
Landsstýrið at tikið sær
av. Hann tók annars undir
við uppskotsstillaranum
um, at tað ikki er rætt at
lata eitt rannsóknarskip
kappast við restina av
flotanum, men at vit
heldur eiga at brúka
Magnus Heinason til
fiskiroyndir burturav.
Eisini fiska
sum onnurskip
Olaf Olsen úr Ffl. helt
uppskotid vera skilagott,
men hann helt tó ikki, at
tað er rætt ais ikki at
brúka Magnus Heinason
til vinnuligan fiskiskap
eisini.
— Tá skipið fiskar sum
onnur skip, so síggja vit
um tað fungerar sum
fiskiskip og hetta hevur
nógv at siga, tá skipið so
fer á royndarveiðu.
Olaf Olsen helt, at vit
hava sterri álit á Magnus
Heinason sum fiskirann-
sóknarskip, um hann
eisini fiskar sum onnur
skip. Hann helt annars, at
tað eru ávísar fiskiroynd-
ir, sum kunnu gerast við
nógv bíligari skipi enn
Magnus Heinason.
Thomas Arabo úr Jfl.
helt eisini uppskotið vera
UPPSKOT
TIL
SAMTYKTAR
Heitt verður á
Landsstýrið um at
tryggja, at Fiski-
rannsóknarstovan
fær loyvi til at nýta
m/tr. Magnus
Heinason til roynd-
arfiskiskip og til
havrannsóknir i
tann mun, sum
ynskiligt er.
Viðmerkingar
M/tr. Magnus Heina-
son hevur verið og
verður nýttur til trý
ymisk endamál við
triðingi av tíðini til
hvert. Endamálini
eru: Royndarfiski-
skapur, havrannsókn-
ir og vinnuligur fiski-
skapur.
Tað var ivaleyst
rætt í byrjanini at
nýta skipið til vinnu-
ligan fiskiskap ein
part av tíðini.
Men Sambands-
flokkurin m etir, at
skilagott, tí kunnu vit
finna nýggjar veiðumegu-
leikar, so taka vit trýstið
av landgrunninum, men
hann setti spurnartekin
við steddina á skipinum
til royndir á djúpum
vatni. Annars visti hann
á, at meguleikar eru helst
at leiga Magnus Heinason
til eitt nú grenlendingar,
sum ynskja at gera ymsar
fiskiroyndir. Teir hava
einki skip.
Visind og paksiss
Hilmar Kass ur Sfl. visti
å, at Magnus Heinason
var ein dyr iløga å sinni,
og ti var neyðugt at brúka
hann í vinnuligum fiski-
skapi ein part av árinum.
Hann helt hetta vera
rætta avgerð, tá skipið
kortini ikki er á royndar-
veiðu alt árið.
Hann vísti eisini á, at
vit mugu ansa eftir ikki at
gera ov stóran skilnað
millum vísindaligu síðuna
og so vinnuna sjálva. Tað
styrkir støduna hjá Magn-
us Heinason, at hann
eisini er á vanligum fiski-
skapi, helt Hilmar Kass.
Atli Dam, fiskimála-é3-
harri helt tad vera skila-
gott at Magnus Heirason
visini er i vinnuligum
fiskiskapi ávísar túrar, ti
tá kann ein so eisini
samanbera royndarveiðu
við pæktiskan fiskiskap.
Annars vísti hann á, at
málið jú eisini er ein figgj-
arligur spurningur. Tí
sjálvt um ein letur meira
pengar til fiskirannsóknir,
so er tað ein sannroynd, at
tað er torfert at fáa við-
gjørt alt tað visindaliga
Síða 11
tíðin nú er komin har-
til, at Fiskirannsókn-
arstovan fær
meguleika til at nýta
skipið sum henni hug-
ar til royndarfiski-
skap og hav-
rannsóknir.
Skipið ger meira
nyttu við at reka
royrdarfiskiskap, ug
við at leita eftir svart-
kjafti og eðrum fiski
enn at kappast við
restina av fiskiflot
anum á okkara alt ov
trongu fiskileiðum og
okkara alt ov grunnu
stuðulsgrunnum til
tey skip vit eiga
Eisini er rætt at
gera fleiri havrann-
sóknir. Hin vegin
hevur ein fatan av, at
mark er fyri hesum,
so leingi arbeiðsorkan
uppi á landi til
viðgerð av tí savnaða
tilfarinum er so av-
markað sum hon er.
Út frá hesum setir
Sambandsflokkurin
fram hetta.
Á Feroya Legtingi
20. februar 1986
Sambandsflokkurin
tilfarið, sum enn liggur
óviðgjert frá fiskiroynd-
um. Hann vísti á, at
landsstýrið hevur sett
meira orku av til at við-
gða nakað av tí nógva til-
fari, sum liggur niðurfyri.
Leita meia
Jóhannes Martin Olsen úr
Sfl. helt, at vinnan átti at
fingið meira burtur úr
Magnusi Heinason eitt nú
soleiðis, at hann gjerdi
meira burtur úr at leita
eftir fiski og so siga sk.p-
unum frá, hvar fiskurin
stendur.
— Eg haldi at skipið
átti at leitað eftir svart-
kjafti, soleiðis at tað ikki
var neyðugt at lata okkara
dýru svartkjaftaskip
liggja í havn, tí tey ongan
svartkjaft finna.
Uppskot sambandsflok-
sins varð beint til viðgerð-
ar í fiskivinnunevndini.
jan
Lystiliga pre