Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-03-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mars 1986síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 25 — 1. mars 1986 Vinnarasegan hevði 162 orð og tann stytsta segan hevði 107 orð. Her eru allar søgurnar sum komu inn: Kaninin Ein dagin eg var hjá ommu, sá eg eina kanin. Hon fór rennandi oman gjøgnum eina brekku, eg segði við meg sjálvan, eg vil fanga hana. So segði eg við ommu: >Ég má fara nú, og so fór eg. Eg fór ikki heim, nei eg vildi fanga kaninina. Eg sá hana renna oman og niðan gjøgnum brekk- una eina ferð enn. So segði eg við meg sjálvan: nei nú má eg fanga hana, so fór eg rennandi oman og niðan, oman og niðan gjøgnum brekkuna, men eg fangaði hana ikki. Hon rann og rann og eg rann og rann, men so bleiv eg so móður og eg gav upp, eg vildi ikki renna meir, eg var so móður so móður, og so gav eg bara upp, og so legði eg meg í grasið. Ég lá har eitt bil, men so sá eg kaninina koma yvir har sum eg var. Ég fekk - hana upp í fevningin, eg sá hon var svong, so eg fór heim við henni, gav henni eplir og mjólk og so vóru hon kaninin og eg vinir. Heilsan Oddny Hansen, 13 ár Kollafjerður Konan og djórahandilin Eina ferð fór ein kona í ein djóra- handil, hon hevði fingið sær í hevdið um hon skuldi hava nakað djór, so skuldi djórið vera ein hundur, men djórahandilsmaðurin hevði ongan hund. Konan vildi so fegin hava ein hund, men hann fekk hon ikki, so vildi hon hava eina mús, men hana hevði hann heldur ikki, men so segði konan hon vildi hava eina lús, hana hevði djórahandilsmaðurin, segði hon, djórahandilsmaðurin bleiv so illur við konuna, hann segði við hana: >Djórini hjá mær hava ongar lys«. Hann smekkaði hurðina í. Við hurðina var nú konan við ongum hundi ongari mús og ongari lús. Karina Joensen, Fútalág 7, Tórshavn Einaferð var ein kona og ein maður sum hevdu fimm bern, sum vóru fýra, fimm, seks, sjey og ellivu ára gomul. So ein dagin hendi nakað spennandi, ein klen hara kom fram vid og øll vóru so bangin, ell hildu seg hava sæð ein oksa og so runnu øll oman gjøgnum brekkuna og so vóru oll heima og mamman var so glad. Hon mussaði og klemmaði og so fóru oll í song, og månamorgunin vakn- aðu øll og fóru nidan í bein og spældu allan dagin langan, og so vóru øll so móð, so vóru øll koyrd og song, og sama hendi alla vikuna og allan mánaðin við, og ell vóru so glað og spældu væl saman. Eyðstein Jacobsen, Miðvágur Risarnir Eina ferð vóru fýra risar i Føroyum, Bølli Kim Hans og Frans. Ein dagin segði Bølli: Eg skal upp um fýra fjøll í morgin Hver klárar upp um fýra fjøll, segði Frans. Eg, segði Bølli og ongin annar, og so fóru risarnir í song. Men um morgunin áðrenn Kim Hans og Frans hevdu fingið eygu, fór Bølli inn í skápið og fekk sær klæðir fram, hann fekk eina pípu og einar sjey míla skógvar og eina húgvu. So fór Bølli sín veg, hann rann og leyp í heilum, og kom upp nr. 1, 2, 3 og fjórða fjallið. Og eg haldi ikki hann er komin niður enn. Vár, 9 ár, Tórshavn Her eru allar segurnar uttan T, sum bern hava sent inn. Vinnarin bleiv: Oddny Hansen, 13 ár Kollafjørdur Hon fær 100 kr. sendandi. Vit takka øllum sum sendu inn og siga tillukku til vinnaran. Hey, nú vil eg skriva eina søgu Eina ferð var ein maður, sum var í so góðum slag. Hann dansaði og dans- aði, og hann var so glaður. Men so einaferð ið hann kom gangandi igjøgnum hagan, kom illveður á hann, og maðurin rann oman í húsið hjá sær. Men ikki var hann glaður. Hann var nevniliga diggjigjøgnum, serliga um buksurnar. Men har var einki ið kundi hjálpa. Hann fór oman í býin og fekk sær einar nýggjar buksur. Komin niðan í húsini hjá sær, fór hann og kókaði súpan, sum hanr og hundurin hjá honum kundiu fáa sær av áðrenn báðir fóru og legdu seg. Hundinum dámdi so eðiliga væl súpan, og so fingu maðurin og hundurin sær súpan. Fróði Waag EYKA ! Eftirsum ongin Barna- síða var síðsta leygar- dag, hava vit 2 síður í dag!!! STIKKARÍN GT mr ,