Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-03-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mars 1986síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Friðargonga í Miðamerika (1): Panama - Latin- amerikanskur hernadardepil # Friðargongan gjøgnum Miðamerika byrjaði í Pan- ama hin 10. desember. Panamanska stjórnin vísti beinanvegin sína positivu steðu mótvegis gonguni: Ein talsmaður fyri forsetan, Delvalle, segði, ta gongan byrjaði, at hon var sera týdningar- mikil, ti at hon fór at fremja eitt alment tjak í landinum. Byrjað varð beint sunn- an fyri Panama-veitina. Hetta var lið í stuðlinum til krevini hjá Miðmerika um sjálvsaverðarrætt : Panama-veitin, við teim- um 14 amerikonsku her- steðunum uttan um hana, er eitt tað stersta tekinið um amerikanska árinið í landinum lvasamt sjálvstýri Segan hjá Panama er seg- an hjá Panama-veitini Landið royndi í mong ár at fáa sjálvstýri frá Gran Colombia, sum tað var partur av. Hetta eydnað- ist í 1903 fyrst og fremst tí, at landið til hetta endamál fekk dygg- an hernaðarligan stuðul úr USA. Hetta førdi til, at USA kundi seta Panama treyt- ir; og longu sama ár keypti USA rættindini til at byggja Panama-veit- ina. — Ja, tað verður eisini sagt, at Panama ongantíð hevði gjerst statur, um tað ikki var tí, at amerikanarar vildu síggja aldargamla dreym- in um eina siglingarrennu gjøgnum Miðamerika ger- ast veruleika. Leingi royndi Panama at fåa rættindi yvir veit- ini. Og nógv stríð — har- imillum blóðug hava staðið um veitina, sum USA treyðugt hevur vilj- að latið frá sær. hermálsligur týdningur Amerikanska hermegin í Panama telur heilar 10.000 mans, og er ein týdningarmikil hernaðar- ligur miðdepil í Latín- amerika. Her verða her- menn og -yvirmenn úr nógvum latinamerikonsk- um londum vandir — siå- an 1950'ini er talið komið upp á 30.000. Eisini lat hesar steðir vápn og aðra hernaðarliga útgerð til eitt nú harðræðisstýrini í El Salvador og Honduras. Við eðrum orðum vil hetta siga, at amerikan- arar hava gjert Panama til eina av høvudsstødunum fyri ti harðskapi og yvir gangi. sum Latinamerika er tiltikið fyri — hóast Panama sjálvt ikki bein- leiðis luttekur í kriggi. Og hetta hava skiftandi pana- manskar stjórnir ferð eftir ferð mótmælt. >Vit nokta at góðtaka at gerast lopfjøl fyri her- naðarliga virksemið hjá USA í Midamerika«, segði panamanski herovastin og stjórnarleiðarin í mong ár, Omar Torrijos, bart út (1985). Tað var ti nåtturligt, at friðargongan í Panama helt fleiri mótmælisfundir uttan fyri eina av teimum 14 amerikonsku herstød- unum — Howard Airbase Henda stød er eisini stersta norðuramerik- anska hersteð í Mið- amerika Vónarglottin, sum hvarv Tær 14 hersteðirnar, sum amerikanska hjáveran í Panama hevur fert við sær, standa fyri alt Latin- amerika sum ein illa gitin Nr. 28 — 8. mars 1986 varði vyri amerikanska hjálandaveldið Hesum hava latinam- erikanskir leidarar fleiri ferðir tikið hvassliga til orða ímóti. Ja, sjálvt chilenski einaræðisharrin, hin harðrendi fasisturin, Pinochet, hevur mótmælt. Í 1979 — meðan demo- kråturin Carter var forseti í USA, ..rð tó ein avtala gjørd millum Panama og USA um, at Panama skal yvirtaka siglirennuna endaliga í ár 2000, sam- stundis sum virksemið hjá herstødunum so við og vid skal fella burtur, og stød- irnar nidurlagdar med alla 1 1989 Men nu, republikanarar vid Reagan å odda aftur hava fingid valdid i USA, er tað aftur vorðið iva- — — Miðamerika er eitt tað ekið í heim- inum, har mannarættindini verða vanvird mest. Í so máta eru lond sum Guatemala, og hernaðardikta- turini í El Salvador og Honduras tiltikin. At politiskir andsteðingar verða burturferdir, píndir og myrdir, er dagligur kostur í hesum londum. Orsekin til hesa steðu er eitt annað grundleggjandi brot á mannarættindini: tað ómetaliga fåtækradømid í hesum londum. Fyri vanliga miðamerikanaran hava tær greinar í mannarættinda- yvirlýsing ST's, sum snúgva seg um búskaparlig og sosial rættindi, uttan iva mest at týða. T.e. fyrst og fremst rætturin til feði, klæði og sosiala trygd. Amerikanskar fyritøkur, sum í seinastu eld legdu til merkis mið- amerikanska »gullgripin« og fingu sær ræðið á stórum landaøkjum, hava so við og við fingið fult harra- demi yvir hesum londum. Bílig ar- beiðsmegi og biligar ráverur tyrggja rikidømid hjá hesum fyri- tøkum. Sum støden er, merkir hetta, at tað botnleysa fátækra- dømid hjá summum er fortreytin fyri rikidøminum hjá summum eðrum ! Fyri tær nú yvirvaksnu ameri- konsku fyritøkurnar hevur tað tí ómetaligan týdning, at miðameri- kanska samfelagið ikki broytist. Hesum kunnu einans egiliga harð- rend stýri tryggja; og tí hevur USA ferð eftir ferð stuðlað teim- um skiftandi hernaðardiktatur- unum, sum gjøgnum árini hava stýrt miðamerikonsku londunum við blóðugari hond. Endamálið hevur verið gjøgnum harðræði at forða fólkinum í at taka sín rætt. Síðan republikanarar við Ronald Reagan á odda hava fingið stjórn- arvaldið í USA, er hernaðarliga virksemið hjá USA í Miðamerika ekt munandi hvert ár, og stuðulin til fasistisk stýri vorðin týðiligari enn nakrantíð. Miðamerika er eitt tað ófriðar- ligasta ekið í heiminum. Og krút- tunnan kann hverja letu sprongj- ast.