týsdagur 11. mars 1986síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
tíðindablaðið
Keypmannahavn febr. 1986
Góða Helle!
3/2: Eg havi beint nú frætt, at tú ert
farin, - tey har heima ringdu fyri eimi
lotu síðani. Eg hugsi mær, at tú vart
trovtt, nå tú lat eyguni aftur, - at tå
longu hevði givið frá tær og bara bíð
aði Ødrvisi kundi tað valla vera: á
tremur av virkishugi vart tú, men hevði
eisini fulla vissu um, hvønn veg tað bar
„Det vigtigste for mig var dog, at Q
4 { { > Y
havde de helt gtige€
NOgen at holde 1 nander, noget
dele
bekvmringerne og glæderne med, ikke
at blive lad stikken med angst og u
vigtigste. (...)
løvrigt har jeg fået meget ud af dette
år. leg er kreativ i stedet, bygger små,
tegner, roder i
sikkerhed. Det er det
færøske modelhuse
haven, filosoferer og læser lidt efter lyst
Det er et dejligt liv, og har visse gevin-
ster. Man forventer ikke det store af
mig, derfor kan jeg til en afveksling
bruge mine gode dage, som er ca. 14
pr. måned, til lige, hvad jeg vil, og det
er helt hyggeligt. Jeg har også Rohan og
alle hans hyggelige kammerater, som
kommer rendende konstant, og hører
ikke mere, at »Det er du alt for syg til«,
så nu går det godt fremad, og om alt
går vei, er jeg rask om senest et års tid,
måske meget før«.
Ikki eitt ár! Eitt hálvt? Nei, lítið meira
enn fimm mánaðir eru gingnir síðani
túkrivaði hesar bjartskygdu reglur.
Í Klaksvík vart tú innflytari. Kortini
vart tú mest av øllum klaksvikingur í
orðsins bestu merking: í øllum ti, tú
hevdist at, lá eitt víðskygni, sum ikki
bara fevndi um Klaksvíkina, men eisini
Føroyar og heimssamfelagið.
Mál títt og mið var hugsjónin um >tað
góða amfelagið<. Var samfelagið so
skammiligt, at tað hevði ætt onkran ef-
tir, so mátti talast at, ugtam mun til, um
tað var stórt ella smátt, tað snúi seg um.
Einki var ov smátt. >Problemerne skal
sættes under debat< var eitt Georg
Brandes-sitat, sum tú hevði stórt yndi
til. Tey nógvu rødaraskeidini, sum tú
stóð fyri, vóru ikki akademiskur viðfá-
Ljós
Nr. 29 — 11. mars 1986
Til Hellen
ningur, men týðandi táttur í eini hug-
sjón: tú hevði eina rimmarfasta trúgv
uppá, at í einum orðaskifti mátt: tað
besta argumentið vinna framá, tá sam-
anum kom.
Í ollum hem umboðaði tú tað besta í
teimum klassisku borgarligu hugsjón-
um. Ótroyttilig vart tú, og ikki til fánýt-
is. Her hugsi eg ikki so nógv um HF sum
stovn, ungdómsfelagið, býarfylkingina,
friðartiltakið og annað, sum vendi út-
eftir og sum kanska fyrst kemur einum
til hugs. Hettar var minsti parturin. Ég
hugsi um alt tað »småa« og gerandis-
liga, sum tú fekst av skafti.
Men vónbrotini vóru eisini mogn.
Mangan mundi tað vera einsligt hjá
tær, tá tú hevði sprongt karmarnar fyri,
hvat ein kann ditta sær at leggja seg útí,
og soleiðis hevði gingið almannahugs-
ani ella onkrum, sum sat til háborðs, ov
nær. Her hjálptu eingi argumentir.
Ber til at siga, at tú vart góðvarin, -
naiv? Tú visti væl, at í samfelag okkara
finnast stirvnir stovnar og persónar,
sum síggja stórt uppá tey argumentir,
sum tala fyri eini søk. Hettar eru slíkir,
sum fremst av ollum hugsa um seg og
síni og ikki um alment gagn. Hjá slíkum
eru argumentir kávalótir. Hjá slíkum
ræður mest um at duga lótir og at ken-
na loynistíggjar, og teir himprast ikki at
Nú er myrkt men eitt lítið ljós
bleiktrar í stovuni hjá mær
ikki má tað slókna nú
so eg seti meg við borði
stari inn í flógvan loga
og skuggar frá ljøsinum hugtaka meg
...meðan tankar um góðar letur
millum vinir har ið friðar píþan brann
tí ið kvold á degi vann
Tí vil eg í hesi nátt
tendra oll ljóstni herinni
beri varin glæmuna
inn í fleiri myrkar krókar
gevi nýggjum veikum megi
og nú er mín stova so upplýst og heitt
... meðan tankar og bjartar vónir
um alt ið andar, livir, grør og doyr
brann tað eina ljósið út
Jan 1986
Steintór
fremja lokabrøgd. Tú visti eisini væl, at
hjá slíkum verður eingin tíkin fyri fult,
sum ikki tosar teimum eftir munninum
Skal ein fáa eitt »her og nú<-úrslit hjá
slíkum, so nyttar bara at seta fótin fyri
ella at brúka somu framferð sum teir:
vera kyniskur og skilja ímillum vin og
fígginda, tá ein velur sær orðini.
Men tú helt teg til sakina, - altíð bara
til sakina og argumentini. Góðvarni?
Sjálv hevði tú helst sagt nakað soleiðis:
„Vit kunnu ikki stríðast fyri at verulig-
gera »tad góða samfelagið<, har gran-
nar semjast væl og greiða síni viðurskifti
í einum fríum orðaskifti, og so ikki sjálv?
praktisera tað longu nú. Vegurin til
málið må vera ein partur av málinum. <
Kanska kann tað kallast góðvarni,
men tú kendi treytirnar og hevði viljan
og styrkina til at gjalda prísin fyri tína
sannføring.
II
Klaksvíkingar - uttan undantak - vóru
bergtiknir av tínum persóni, - tínum
fjøltåttadu evnum, tínum nærlagni og
tínum dirvi. Men uppi í hesum at vera
bergtikin hongur ofta tann øvundin,
sum er grundað á ótta. Serliga hann,
sum lítismetir seg sjálvan og ivan í
egnari sannforing er útsettur fyri hesum
at gerast bergtikin av einum persóni og
samstundis evunda honum. Søren
Kierkegaard og Jean Paul Sartre, sum
tú var so hugtikin av, hava báðir lýst
hettar fyribrigdið so einastandandi væl.
Í Klaksvík vart tú innflytari og vakti
sjálvandi forvitnið hjá ollum. Í hesum
var einki løgdid og atfinningarvert,
tvorturímóti, tí tú vart jú nýggj og
ókend. Men tað er so ymiskt, sum fólk
taka í móti tí, sum er nýtt og ókent.
Ikki tær at siga, men tað finnast tey,
sum lítismeta seg sjálvi og sum ivast í
egnari sannføring. Tey hava onga stødu
og tey taka onga støðu. Tey eru so for-
bannað bangin fyri ikki at meina tað
rætta, og so meina tey bara einki. Tey
læna meiningar frá ødrum, tá tað
kemur til skarpskeringar ella eru tey
ikki til staðar »akkuråt tá<: royna at
skáka sær undan og leypa stein av
steini.
Fyri hann, sum lítismetir seg sjálvan
og sum ivast i egnari sannføring, er tað
umrådandi at hava okkurt fast at halda
seg til. Tí er verðin einføld í hansara
hugaheimi. Hon er skift sundur í tveir
partar: »tad góða< og >tað óndas,
»svart« og »hvitt«, »vit« og »tey«. Alt
hevur sítt fasta pláss: tað er antin
»svart« ella »hvitt«. So kennir hann seg
tryggan.
Øllum sum er »gott« og »hvitt« - ja
sjålvt tí, sum er »Gnt« og »Svart« ber til
at liva við hjá honum. Tað kennir hann
jú og fær tikið fyrivarni, so hann veit
hvar hann hevur tað
Men alt sum eðrvísi alt sum
ørkvinlar tað gamla lagið og oyðileggur
bílætið av tí gamla og kenda og vana
bundna stutt sag lt sum hann ikk
fær at passa inn í art /hvitt skemaði
vekir illgrunan hjá honum; hann veit
ikki hvar hann hevu Å og hann stúru
tid fvr I ið a tak
hann t
Og s 1 J
ókenda (og ikÅ skyld
fyri ottåan H ð r ákæ
sjálvt un k tað: ef
sum tað ikki p i T
hvitt Kema so kann tað Dara ve rð;
at tað ikki vil geva fult og heilt til
kennar. Tað nýgg £ nda goymitr
nakað um seg sjá ri okkum og tað
má avdukast!
Tú vart »ødrvisi«, Helle, og tú passaði
ikki inn í »svart«/»hvitt«-skemadid
Soleiðis gjørdist tú íholdnain av ti
fremmanda. Tað fremmanda: tað er
bílætið av tí, sum ikki hevur reint mjøl í
posanum; tað er bílætið av tí, sum situr
í onkrum skýmaskouti ella úti undir vað-
ingini á nátt og leggur til rættis undir
gravingina av lóg og landaskili, meðan
hini sova og vita av ongum; tað er
bílætið av úlvinum í seyðaroði, sum
sendir onnur út at gera ørindini fyri seg;
tað er bílætið av tí, sum lokkar veikar
sálir til sín og fær tær at gera saman-
sverjing ímóti sínum egnu o.s.frv.,
o.s.frv.
Her ræður sanniliga um at vera á
varðhaldi. Tað ræður um, at alt kemur
fram um tað fremmanda, so tað ikki
tekur okkum á bóli.
Og tað var ikki hissini, tað sum tey
høvdu til bót í hesi súpan. Tú vart »don-
sk«, Helle, og >reyð<, søgdu tey, >reyð-
sokkur<, enntá, »akademikari«, ja kvin
nuligur akademikari i stjórastarvi, og so
hevði tú vid ungdóm at gera! Sanniliga
ein gloypibiti hjá so mongum áskoðara í
lívsins talvi, sum ikki meinar nakað um
nakað sum helst, men sum kortini altíð
er fúsur at hava eina meining um hvt
sum helst, - hesi, sum reka við streymi
num uttan at varnast tað, bara kuliss
urnar eru tær somu
Hjá hesum fólkunum - hjá teimum,
sum lítismeta seg sjálvi og ivast í egnari
sannforing hjá teimum gevur tað
fremmanda lív. Tað fremmanda er
prógv um, at verðin er skift sundur í
tveir partar, men at tað eru duldar kref-
tir, sum vilja tí góða ilt; tað fremmanda
gevur teimum nakað at ganga uppí: av-
dúkingina; tað fremmanda gevur høvi
til at tosa um hini, - hvor skal siga: »So-
leiðis eri eg ikki!<
Tað ræður um at vera opin fyri tí
„seinasta nýggja“, og allarhelst sjálvur
at vera fyrstur við tí »seinasta nýggja-.
Hettar er ein leikur, sum er so vælsign-
að takksamur: eingin heftir persónliga
fyri tað, sum hann fortelur, tí hann
hevur oftast hoyrt tað frá onkrum
ødrum, sum »så tað við sínum egnu
eygum«.
Hann, sum fortelur skal bara duga at
mana, so eisini onnur síggja alt fyri sær,
- spilllivandi, so tey ikki ivast í, at hvort
orðið er satt (>Nei, hvat sigur tú?! Er tað
veruliga so galið!?<)
Tann, sum stendur fyri skotum fær
ikki forsvarað seg, tí søgurnar ferðast
bara har, sum viðkomandi ikki er.
Eingin veit hver byrjaði og einki stendur
við endan, men tað er einki at taka seg
aftur í, at mangur, sum situr væl og
|