Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 9 - 14. januar 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 9 - 14. januar 2000 Fríggjadagur 14. januar Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN Munur er á Tað er munur á útvarpinum um morg- unin og seinni um dagin. Tað ræður sum kunnugt um at fáa eina góða byrjan uppá dagin, annars er hann spiltur. Hetta duga tey meistarliga. Fjølbroytt skrá við tíðindum og tón- leiki, vit hoyra um hvussu vit eiga at málbera okkum, vit fáa hvønn morg- un góð orð úr lestri, vit hoyra um tiltøk, sum fara fram ymsa staðni, vit sleppa at ringja inn og ynskja onkrari mostur tillukku og vit sleppa at mýkja okkum vøddarnar. Seinnapartar verður alt meira eins- táttað: barnið hevur ymisk nøvn, men er tó tað sama: tónleikur. Hetta kann, í hvussu so er, geva einum ummæl- ara grá hár í høvdið, tí hvat skalt tú ummæla, longdina á sangunum ella hvussu nógv tosað verður ímillum sangirnar? Sendingin Hvat nú? hjá Elisi Poul- sen var ikki so galin, tí millum alt tað romantiska skvaldrið og countrytón- leikin, var áhugavert at hoyra gamla upptøku við Regini Dahl og eisini samrøðuna, sum Elis hevði við heimasandsmannin Magnus Vatns- dal ella Magnus undir Gøtuni, sum hann verður róptur her suðuri hjá okum. Magnus hevði fingið heiðurs- tekin frá Margretu drotning, fyri ar- beiði sítt sum klokkari í Sands kirkju, og hóast hetta var ein æra, so tók tað hann ikki av fótum. Elis dugdi væl at fáa Magnus at greiða frá, og nógv munnu tey vera, kanska serliga eldri fólk, sum ikki skilja hetta ný- mótans fyribrigdi, at tænastur fyri kirkjuna skulu betalast,soleiðis sum ætalnin er nú. Sendingin sum eg haldi var tann besta, var Seyr hjá Annlis Bjarkham- ar og Peturi Jensen. Sendingin snúði seg um mentan. Eitt fyribrigdi sum er nærum ómøgu- ligt at definera. Leitað varð í orða- bókum og fleiri fólk vórðu spurd um, hvussu tey fataði hetta við mentan. Rúna Sivertsen var ivaleys í, at ment- an bygdi á familjuna og samkomur- nar, meðan Rógvi Thomsen tvørtur- ímóti helt, at vit ikki hava eina felags mentan, men at hon er ymisk frá fólki til fólk. Vertirnir báðir dugdu væl at leggja sendingina til rættis, tónleikurin var frálíkur og hugleiðingarnar inn ímill- um vóru góðar og provokerandi, um menning og forfall í mentanini og um rumpusleikjarar, ja, upplesarin fekk sovorðið vaml, at hann noyddist út at spýggja. Fremmand mentan Tann altavgerandi spurningurin í hes- um landinum er altíð, um tað er vandamikið at verða ávirkaður uttan- ífrá, tað helt Birita Mohr ikki, hon helt tað vera inspirerandi, meðan Rúna Sivertsen helt, at mangt, sum var at síggja í sjónvarpinum, var skaðiligt. Tí má tað vera ein uggi at nýggja útvarpsstøðin Lindin fer at senda skjótt, har ber til at sensurera alt skaðiligt. Annars haldi eg als ikki at send- ingar við átrúnaðarligum innihaldi, eru undirprioriteraðar í útvarpinum. Har er millum annað ein sum eitur Í víngarðinum, ein áhugaverd send- ing, sum tó hesaferð kunngjørdi tey tíðindi, at nú skuldu koranskúlar set- ast á stovn í Sudan og at hetta fór at ganga útyvir bíbliuskúlarnar. Hetta haldi eg als ikki vera løgið, um tað var í Føroyum hevði eg rópt varskó, men í Sudan eru flest fólk muhamm- edanarar, so tey byggja væl á ta mentanina. Upplestur er eisini væl av í útvarpi- num, og tað haldi eg er deiligt, men so skulu fólk eisini duga at lesa upp. Ljóðmyndina Torridge havi eg lurtað eftir við áhuga, men upplesingin er ikki góð, tá dámar mær betur at hoyra Hans Thomsen lesa Tornið við heimsins enda. Ár 2000 trupulleiki Sjónvarpið hevur ikki havt so nógv at bjóða, tey eru enn ikki komin yvir ár 2000 trupulleikan. Tær báðar sendingarnar um Mykines og um Barbaru, hava verið sendar fyrr, men tað tola vit væl at síggja aftur. Árliga nýggjárskonsertin var send JÁKUP MØRK Vinnararnir frá seinastu vikunum vórðu allir koyrdir í ein sekk, og á lepanum, sum kom upp aftur, stóð navnið Eyðun Dal-Christiansen. Sum vera man, so var Eyðun ovurfegin, tá útvarpið ringdi til hansara sama kvøldið, og hóast hann nú hevur havt nakað av tíð til at umhugsa hetta, so er hann sjálvsagt rættuliga spentur at fara hesa ferðina. Ikki av tilvild Eyðun greiður annars frá, at tað havnan kemur fyri, at hann situr og lurtar, tá teir báðir eru í luftini, og fleiri ferð hevur hann eisini roynt seg, uttan at tað tó hevur hepnast serliga væl. Hesu ferð var tó øðrvísi, og ikki var tað av tilvild, at hann slapp so væl frá Náttarravnur á ferð til New York uppgávuni hesu ferð. Hann hevði nevni- liga frammanundan lisið í bløðunum, hvørji evni fóru at vera á skránni hesu ferð, og tískil gjørdi hann ikki mætari, enn at fara á bókasavnið, har hann lænti sær onkran lesna um New York. Sjálvur sigur hann eisini, at um hann ikki hevði fyrireikað seg, so hevði hann ikki megnað at svarað øllum spurningu- num. Børnini við Ætlandi fara hann og konan at gera hetta til eina rætta familjuferð, soleiðis at børnini, sum eru trý í tali, eisini vera við á ferðini. Hetta er tó treytað av, at tað letur seg gera hjá teimum, at fara um páskirnar, tí annars kann tað gerast eitt sindur trupult, við skúlagongdini hjá børnu- num. Enn hevur hann ikki rættuliga gjørt av, hvørjum tey skulu hyggja at har yviri. Nøkur ferðamál eru kanska meira ella minni sjálvsøgd, t.d. frælsisgudinnan, ST-høvuðsborgin og líknandi, men ann- ars heldur hann, at New York er somikið stórt og óítøkiligt, at tað helst er skilagott at seta seg í samband við onkran, sum hevur verið á staðnum, soleiðis at ferðin kann leggjast nóg væl til rættis. Spennandi Yvirhøvur heldur Eyðun, at hetta kann gerast ein sera spennandi ferð hjá húskinum. Ein ferð, sum hann kanska onkuntíð hevur droymt um, men sum kortini hevur tókst óverulig, við tað at Amerika og New York eru so langt burt- uri. Sum smádrongur kendi hann onkran, sum hevði verið í stóra súreplinum, men tá í tíðini skuldi siglast, fyrst til Dan- markar og síðani víðari. Harumframt var heldur einki sjónvarp, so hann kendi so at siga einki til stórbýin. Gaman í vóru myndir og líknandi, men so er eisini alt sagt. sum samsending við útvarpið. Og her er tað at mentanin aftur kemur inn í myndina. Tí eg ivist ikki í, at hóast nógvir føroyingar heldur syngja sjómanssangir og lurta eftir country & western, so hava nógv sitið framm- an fyri skíggjanum og fylgt við í nýggjárskonsertini. Tórður Mikkelsen var frálíkur frá- søgumaður, rúmið var vakurt prýtt og tónleikararnir og sangarar vóru góðir. Serliga væl eydnaðist fiólspæl- ið hjá Nikolaus Kapnas og stuttligt var bæði at hoyra og síggja Sand- pappírsballettina. Nýggjárskonsertin hevði lætt og stuttligt innihald, ivaleyst fyri at náa út til so mong fólk sum gjørligt. Her var so í øllum førum eitt dømi um, at vit hava okkurt til felags álíka- væl, sanggleðina og gleðina yvir tón- leikin. Seinastu ferð at náttarravnarnir vóru í luftini fyri árs- skifti, var samstundis dagurin, ella náttin, tá hepni vinnarin av eini ferð til New York skuldi finnast Nú rennir hesin dreymur so út, og ynskja vit Eyðun og húskinum eina góða og vónandi minniliga ferð tvørtur um Atlantshavið. Marna Jakobsen, exam. art., skrivar Nú kann Eyðun, eins og Sinatra, syngja: New York, New York Mynd: Jens K. Vang Dánjal Højgaard Ta› ræ›ur fyrst og fremst um at verja tey óbornu. Hetta er ni›urlagi› hjá læknunum, nú lúsingasjúk- an - eisini nevnd tann fimta barnasjúkan - herjar um landi› Fleiri barnakonur, sum ar- bei›a á dagstovnum, har lúsingasjúkan gongur hava veri› noyddar til hús. Men í nógv flestu førunum sleppa tær kortini til arbei›is aftur eftir nøkrum fáum døgum. Taka bló›roynd Lúsingasjúkan er ein mild barnasjúka. Barnakonur mugu tó ansa eftir, tí vandi kann vera fyri fostrinum. Tískil ver›a barnakonur, sum arbei›a á dagstovnum, har lúsingasjúkan gongur sjúkramelda›ar. Hetta fyri at ta› vi› bló›roynd kann sta›festast, um tær hava havt sjúkuna ella ikki. Jenis av Rana, kommnu- lækni í Havn, sigur, at flestu barnakonurnar kunnu róliga fara til arbei›is aftur eftir fáum døgum. 85 prosent av øllum vaksnum hava nevni- liga havt smittuna, og hava sostatt andevni móti lús- ingasjúkuni, sigur hann. Tær barnakonur, sum ikki hava havt lúsingasjúkuna fyrr ver›a sjúkramelda›ar, til sjúkan er hasa› av á ar- bei›splássi teirra. Taki› ta› róligt Hóast ta› ræ›ur um at binda um heilan fingur, so ræ›ur kommunulæknin til at sláa kald vatn í bló›i›. Fyri ta› fyrsta er vandin fyri at barnakonur ikki hava havt smittuna fyrr sera lítil. Fyri ta› næsta er lúsinga- sjúkan í sjálvum sær ikki serliga vandamikil sjúka, sigur hann. Kommunulæknin heldur ta› eisini vera eina misskilj- ing, at børn vera send heim av stovnum, tí at tey hava lúsingasjúku. Hetta skuldi veri› óney›ugt, sigur hann. Barnasjúka noy›ir barnakonur heim Fleiri dagstovnar hava veri › noyddir at sjúkramelda› starvsfólk, sum eru upp á vegin. Orsøkin er tann sonevnda lúsingasjúkan. Flestu barnakonunar sleppa kortini skjótt aftur til arbei›is Tilvildarlig mynd Barnakonur, i› arbei›a á vøggustovum og barnagør›um ver›a sendar heim í hesum døgum. Ein bló›roynd skal sta›festa um tær hava veri› smitta›ar av lúsasjúkuni fyrr ella ikki Lúsingasjúkan • Mild barnasjúka. Eisini nevnd fimta barnasjúkan. • Sjúkuey›kenni: Rey›ir kjálkar og útslett, serliga á ørmum og beinum. Møg- uliga fepur. Men tú kanst hava sjúkuna, uttan sjúku- ey›kenni. Vaksin kunnu fáa li›apínu. • Ta› finst eingin vi›ger› móti lúsingasjúku. Dan- ska heilsust‡ri› hevur ikki mett ta› ney›ugt, at seta í verk serlig fyrivarni móti sjúkuni á skúlum og stovnum. Danska arbei›s- eftirliti› hevur nøkur til- mæli, sum kommunu- læknar hava fylgt. • Ver›ur fostur smitta›, kann ta› elva til at barna- konan aborterar í 5-10 prosentum av førunum. SEV setur ávaringar upp Dánjal Højgaard Sosialurin skriva›i seinasta leygardag um eina familju, sum kom illa fyri á eini út- fer› nor›anfyri Vestmanna sí›sta summar. Børn og vaksin máttu fl‡ggja sum fyri lívinum, tá SEV - brádliga og uttan ávaring - slepti vatninum úr nor›asta brunninum, sum tey rópa Vatni›. -Hattar fær nú avlei›ing- ar, sta›festir Poul Joensen, lei›ari á Foss- áverkinum í Vestmanna. Hann sigur, at skelti og ein ávaringar- lú›ur eru bíløgd og ver›a sett upp í “nærmastu framt- í›”. Skelti› fer at bo›a frá, at ta› kann vera vandamiki›, at uppihalda sær ni›anfyri vatnbyrgingina. Samstundis fer ein lú›ur at ‡la á›renn vatni› ver›ur slept. -Fólk kunnu framvegis sóla sær vi› byrgingina, men nú vera tey so ávara›i um, at ta› er teirra egna ábyrgd, sigur Poul Joensen. Vatn ver›ur vi› jøvnum millumbili tappa› úr Vatni- num, sum er ein goymslu- brunnur. Hetta hevur veri › gjørt øll árini, men higartil hava eingi ávaringarskelti ella ávaringarskipan veri› á sta›num. 99 tíðindablaðið sosialurin 13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 164 – 1. AUGUST 1999 tíðindablaðið sosialurin Nr. 164 – 1. AUGUST 1999 DÁNJAL HØJGAARD Ein fagnar summardag í fjør fór ein familja - maður, kona og trý børn - út í natt- úruna, at njóta tað góða veðrið. Men útferðin endaði sum ein vát marra. Tey valdu sær ein blett, beint niðanfyri tann norð- asta vatnbrunnin hjá SEV í Vestmanna, Vatnið, tey rópa. Tey vaksnu løgdu seg at sóla sær meðan børnini spældu í nánd. Knappliga - og uttan nakra sum helst ávaring - verður ein ventilur í byrg- ingini latin upp og eftir stuttari løtu fossar vatnið í stríðum streymi ímóti teim- um. Har var einki annað at gera enn at renna sum fyri lívinum, og til alla lukku sluppu tey við skrekkinum. Tey fingu bjargað sær úr neyðstøðuni, men sum skilst fór nakað av viðføri- num til stroks við flóðini - eittnú soviposar og leikur. Ongin ávaring SEV sleppur við jøvnum millumbili vatninum úr Vatninum sum Flýddu undan vatnflóð støðum tikin á bóli. -Er tað ikki óðamanna- verk, at sleppa vatninum úr brunninum uttan nakra sum helst ávaring? -Tað hevur fungera í 40 ár uttan trupulleikar. Men tá onkur nú ger v t ið Ein familja kom illa fyri á eini útferð niðanfyri eina av vatnbrunnunum hjá SEV norðanfyri Vestmanna í summar. Uttan nakra ávaring slepti SEV vatninum úr brunninum Familjan, sum var fyri óhappinum við Vatnið kærdi hendingina fyri SEV í september í fjør og tey fingu svar aftur í oktober. Familjan vil ikki gera við- merkingar til málið. Tey meta málið sum liðugt frá teirra síðu. hetta verður gjørt áðrenn ferðafólkini koma í summ- ar? -Tað haldi eg. Tað rokni eg við, sigur Klæmint Weihe. Fossaverkið í Vestmanna hagani ventilurin ið vatn- brunninum hjá SEV verð- ur stýrdur Ma›ur, kona og tr‡ børn mundu komi› illa fyri vi› eina av vatnbyrgunum hjá SEV í summar. Hendingin, sum var› umrødd í Sosialinum leuygardagin, fær nú avlei›ingar Fólk, sum fer›ast ni›anfyri nor›asta vatnbrunnin hjá SEV í Vestmanna ver›a í næstum ávara›i um, at hetta kann vera vandamiki›