Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. november 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 216 - 9. november 2002 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 3 2 - 1 8 4 4 4 2 Dráttur 2 2 - 0 6 3 3 4 3 Mjølnir 3 2 - 1 7 5 2 4 4 ÍF 2 1 - 1 5 5 0 2 5 KÍF 2 0 - 2 2 6 -4 0 6 Fleyr 2 0 - 2 1 6 -5 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 3 3 - 0 9 0 9 6 2 Fram 2 1 - 1 4 3 1 2 3 Mjølnir 2 1 - 1 3 4 -1 2 4 SÍ 3 1 - 2 3 6 -3 2 5 Fleyr 2 0 - 2 0 6 -6 0 Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur 10.11 15.00 VB-StÍF 10.11 17.30 VÍF-Kyndil 1. deild menn 10.11 16.00 KÍF-StÍF 10.11 16.00 VÍF-H71 Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 09.11 13.00 KÍF-ÍF 09.11 15.00 TB-Dráttur 10.11 13.00 Fleyr-Mjølnir 10.11 13.00 ÍF-Dráttur Meistaradeild menn 09.11 15.00 Fram-ÍF 10.11 14.30 Fleyr-Mjølnir KVINNUFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Fýra dystir skulu leikast í meistaradeildini hjá kvinn- um um vikuskiftið, og gongst alt eftir vild, so er munurin millum tey trý fremstu liðini og so hini øktur eftir hetta. Tað er nevnliga so, at hvørki Mjølnir, TB ella ÍF hava nakrar innanhýsis dystir á skránni hetta viku- skiftið, og við muninum, sum hevur verið higartil, ber illa til at ímynda sær annað, enn at tey fremstu fáa fulla úrtøku burturúr sínum dystum. Dystirnir Leygardagin verða tveir dystir leiktir. Í Hoyvík tekur KÍF ímóti ÍF, sum veruliga hevur brynjað seg til hetta kappingarárið, og hetta tykist verða møgu- mikil uppgáva hjá uppflyt- arunum, tó at tær hava staðið seg so hampuliga væl hetta kappingarárið. Sama dag vitjar Dráttur í Trongisvági hjá meistar- unum úr TB. TB hevur longu tapt fyrsta dystin á árinum, men tær tykjast á ongan hátt veikari, enn tær gjørdu í fjør, og á heima- vølli eiga tær ikki at fáa trupulleikar av Drátti. Sunnudagin sleppa Mjølnir upp í part, tá tær vitja Fleyr í Havn. Fyri ikki so nógvum árum síðani var hetta avgjørdi stórdysturin í kvinnudeildini, men seinnu árini hevur kvinnuflog- bólturin hjá Fleyr als ikki kunna livað upp til gyltu fortíðina, og móti Mjølni koma tær uttan iva á eina sera trupla uppgávu. Seinasti dysturin er á Kambsdali, har ÍF og Drátt- ur sum tey einastu spæla annan dystin um viku- skiftið. Heldur ikki her skuldi stórvegis ivi valdað um úrslitið, tí á heimavølli hevur ÍF víst seg sum ver- andi sera sterkt hetta kapp- ingarárið, og tær munnu undir ongum umstøðum ætla, at Dráttur skal taka nakað heim við sær aftur. Báðir dystirnir í mansflogbólti um vikuskiftið verða leiktir í Havn MANSFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tveir dystir verða leiktir í bestu mansdeildini í flog- bólti hetta vikuskiftið, og verða teir báðir leiktir í Havn. Mest spennandi av hes- um er uttan iva dysturin millum Fram og ÍF. Fugl- firðingar hava higartil tókst at vera einaráðandi í deild- ini, og tað verður so upp til Fram, hvørt teir skulu megna at steðga sigurs- gongdini hjá fuglfirðing- unum. Skal tað eydnast, er einki at ivast í, at Fram skal spæla upp til sítt allarbesta, men hinveign skulu fugl- firðingar á ongan hátt kanna sær bitan ov tíðliga. Fram er saman við Mjølnir og SÍ fremsti avbjóðarin hjá ÍF, og tó at ÍF hevur sýnt besta spælið higartil, so er munurin ikki somikið stór- ur, at fuglfirðingar longu nú kunnu rópa seg meist- arar. Og nakað so langt ífrá. Hin dysturin er millum Fleyr og Mjølnir, og her er lítið at ivast í, hvør kann rópa seg fyri favoritt undan dystinum. Fleyr tykist vera einasta liðið í meistara- deildini í ár, sum lítið og einki hevur at siga, og heldur enn at styrkja liðið við útlendskum kreftum, hava havnarmenninir valt at spæla eitt nýtt lið saman, so hornasteinurin undir einum komandi liði kann lagast, áðrenn farið verður undir at styrkja um hópin. Havnin karmur um mansflogbóltin Nógvir dystir um vikuskiftið TALV OL Jákup Sørensen Føroyar vunnu 2,5-1,5 móti ISCS, sum er liðið hjá al- tjóða talvsambandinum fyri deyv. Teir vóru styrkismet- tir sum nummar 73, trettan pláss frammanfyriFøroyar. John Arni hevur verið spardur av taktiskum ávum í tvey umfør, so møgu- leikarnir hjá honum at fáa ein IM norm skuldu økjast. Tíðanverri tykist tað nú, sumhetta hevur verið til onga nyttu. Serfrøðingarnir eru ikki heilt samdir um- hvussu lógin um IM normar skal tulkast. Tað sum stríð er um, er hvussu teljastskal uppí 9 og um tað ber til at strika talvini í byrjunarumførunum íkapp- ingini. Málið er sera fløkt og eingin hættar sær at gera nakra avgjørdaniðurstøðu. Sum støðan er nú veit eingin at siga um tað John Arni fær IM normin ella ikki,tvs um hann vinnur sítt talv í 13. umfarið. Fyrsta partin av setn- inginum greiddi hann í 12. umfarið, tá ið hann fekk javnt móti russiska stór- meistaranum Valerij Grech- in við styrkitalinum 2543. JohnArni vardi seg væl alt talvið og kláraði enntá at seta eina fellu fyri Grechin, men stórmeistarar eru ikki sum vanligir telvara og hann slapp næstan snikka- leysur úr felluni. Stór- meistarin royndi eitt álop afturat, men John Arni vardi seg væl og talvið endaði við javnleiki. John Rødgaard telvaði í næstan 5 tímar, og tað er drúgvasta talvið, sumnakar á føroyska liðnum hevur telvað, áðrenn hann og mótstøðumaðurin samdust umremis. Talvið var helst javnt meginpartin av tíðini, men tað er ikki ómøguligt at John ikki heur sætt av- gerandi leikin, sum kundi vunnið honum talvið. Heini Olsen var eftir talvið í somu støðu sum John, eisini hann helt seg ikki hava sætt avgerðandi leikin. Støðan minnir ikki sørt um støðuna eftirdystin í 1. umfari móti Kekkia, tá ið Føroyar kundu vunnið dystin, men telvarnir vóru ikki nóg neyvir. Hósdagin var dysturin vunnin, men sigurin skuldi helstverið størri, vilja bæði John og Heini vera við, tí báðir sóu ikki púra vunnar støður. Í talvinum hósdagin hevði Heini møguliga yvirvág, men hin telvaðisera væl og neyvt og fekk vart fyri støðuna. Móti endanum fekk Heini betristøðu, men fekk ikki vart seg fyri ævigum skáki. Eyðun Nolsøe var hetjan aftur í 12. umfarið, hann vann sítt talv og fekk av- gerandi stigið, sum tryggj- aði Føroyum sigurin. Eyð- un kom sær avgerðandi framum beinanvegin í byrj- unarspælinum. Mótstøðu- maðurin royndi nøkur- kynstur at koma afturíaftur, men Eyðun vardi væl og var eirindaleysur, tá ið á stóð.Endin var at hin var noyddur at leggja kongin, tá ið Eyðun var í álopið við tveimum finnum meira. Føroyar hava nú 23 stig av 48 møguligum. Tvey umfør eru eftir og skulu telvarnir fáa 5 stig at røkka málinum um at koma uppá 50%. Mótstøðan fríggja- dagin var úr Libanon, teir eru styrskimettir fimm pláss aftanfyri Føroyar. Vónin um 7. sigurin á olympiaduni er tí góður. Føroyar hava ongantíð vunnið meira enn 7 dystir á nakrari olympiadu. TALV OL Jákup Sørensen Tað eydnaðist ikki hjá Rana Nolsøe at gerast økisforseti í FIDE øki 7 kortini. Fundur var hós- morgunin. Íslendingar høvdu boða frá, at teir fóru atskjóta Rana upp sum valevni. Teir høvdu gjørt eitt ávíst arbeiðið at formaðurin skuldivera verðandi í útnorðri. Und- an fundinum mundu teir halda at alt stóð væl til, men á sjálvum fundinum hálsaðu nøkur lond um og svii Ingvar Carlsson var valdurtil økisforseta. Eftir fundin segði Rani, at hann ikki var vón- svikin, tí hannhevði ong- antíð kent seg vísan í at vera valdur. Hetta mann bæði koma væl og illa við hjá talv- sambandinum. Økisfor- setin hevði uttan iva gjørt at føroysk telving kom meira fram og føroyskir telvararhøvdu møguliga sloppið til fleiri kapp- ingar, men hinvegin hava teir nú einformann sum hevur stundir at vera for- maður í sambandinum. Leygardagurin er seinni frídagurin í olympiaduni og seinasta umfari verður telvað sunnumorgunin klokkan 9. Føroyar vunnu 2,5-1,5 móti ISCS Rani ikki forseti kortini C M Y K 30 Nr. 216 - 9. november 2002 31 Næstan 99 prosent av teimum, sum vóru á fólkaatkvøðu í Gibraltar, søgdu nei til at lata Spania fáa ein part av yvirvaldsrættinum GIBRALTAR Árni Joensen: Fyri aðru ferð hava Gibral- tar-búgvar boðað frá, at teir vilja varðveita verandi bretska yvirvaldsrættin, og at teir eru ímóti ætlanini, at Bretland og Spania skulu býta yvirvaldsrættin sína- millum. 88 prosent av teimum, sum hava valrætt, vóru á fólkaatkvøðu um spurning- in hósdagin, og sambært myndugleikunum atkvøddu 99 prosent ímóti at lata spaniumenn fáa part í yvir- valdsrættinum. Úrslitið er ein lemjandi misálitisváttan á sponsku stjórnina og samstundis ein greiður boðskapur til stjórnina í London um, at hon skal ikki ditta sær at tosa við spanioumenn um at býta yvirvaldsrættin í økinum. Bretland og Spania høvdu frammanundan boð- að frá, at tey fóru ikki at kenna seg bundin av fólka- atkvøðuni, men eygleiðarar siga, at tað verður trupult hjá London og Madrid at ganga ímóti einum so greiðum boðskapi. Í 1967 var eisini fólkaat- kvøða í Gibraltar um sama spurning. Eisini tá søgdu at kalla øll nei. UTTAN ÚR HEIMI Amerikanarar vilja vera við, at leiðarar í fleiri yvirgangsfelags- skapum hava hildið toppfund einastaðni á markinum millum Brasil, Paraguay og Argentina YVIRGANGUR Árni Joensen: Amerikanska sjónvarpið CNN sigur seg hava fingið tíðindini frá keldum í amerikansku fregnartæn- astuni CIA. Sambært keld- unum hildu leiðararnir fund nærhendis býnum Ciudal del Este, og sagt verður, at umboð fyri Hizbollah og fleiri aðrar felagsskapir, sum taka undir við yvir- ganginum hjá Osama bin Laden og al-Qaeda, vóru á fundinum. Argentinsku myndug- leikarnir boðaðu fyri fjúrt- an døgum síðani frá, at vandi var fyri yvirgangsat- sóknum í landinum. Ovast- in í argentinsku fregnar- tænastuni SIDE, Miguel Torro, segði tá, at fregnar- tænastan hevði fingið ábendingar, sum vístu, at yvirgangsmenn vóru í ferð við eitt ella annað. Hann helt, at roknast kann við fleiri atsóknum, leypa amerikanarar á Irak. CNN veit frá øðrum keldum at siga, at yvir- gangsmenn fyrireika fleiri atsóknir at ísraelskum og amerikanskum málum. Fyrireikingarnar eru í Mið- eystri, og oddamaður sigst vera ein, ið nevnir seg Imad Mugniyeh, og sum vanliga heldur til í Iran og Libanon. Sambært CNN er tað eisini hann, sum samskipar yvir- gangsvirksemið í Suður- amerika. Argentinska fregnartæn- astan vil vera við, at Imad Mugnyieh hevur skipað fyri fleiri yvirgangsatsókn- um seinastu 20 árini, og at hann hevur tilknýti til Hiz- bollah og aðrar felagsskapir so sum Islamskt Jihad og Gamaa al Islamiya. Allir trígir felagsskapirnir eru á amerikanska yvirlitinum yvir yvirgangsfelagsskapir. Jiang Zemin, forseti fer eftir øllum at døma frá á lands- fundinum hjá kinesiska komm- unistaflokkinum, sum byrjaði í gjár KINA Árni Joensen: – Størri demokrati, men ikki meiri enn ein flokk. Vit fara ikki at apa okkum eftir vesturlendskum siði. Tað var boðskapurin í røðuni hjá kinesiska forset- anum, Jiang Zemin, tá hann setti landsfundin hjá kommunistaflokkinum í Beijing í gjár. Alt bendir á, at hetta var hansara seinasta setanar- røða, tí á landsfundinum skal flokkurin velja nýggj- an formann, sum síðani skal taka við sum forseti næsta vár. Í Kina verður hildið, at verandi varafor- setin, Hi Jintao, fer at taka við. Í setanarrøðuni ávaraði Jiang Zemin teir 2000 lut- takararnar ímóti korrup- sjónini í Kina. Hann segði, at tað er umráðandi at rudda alla korrupsjón burt- ur. Er flokkurin ikki førur fyri tí, eigur hann heldur ikki at fáa álit fólksins, segði forsetin. Samstundis eggjaði hann flokkinum til at flyta búskapin nærri marknaðarbúskapi og at geva tí privata størri rása- rúm. – Men Kina verður ong- antíð sum londini í Vestur- heiminum, legði hann afturat. Teir báðir menninir, sum eru skuldsettir fyri at hava skotið fleiri fólk nærhendis amerikanska h ø v u ð s s t a ð n u m Washington, kunnu vænta sær deyðarevsing, sjálvt um annar teirra bert er 17 ára gamal. John Ashcroft, løg- málaráðharri hevur sagt, at menninir koma fyri rættin í statinum Virgi- nia, har dómsvaldið ber orð fyri at nýta deyða- revsing líka ofta sum Texas, sum eigur ameri- kanska metið, tá tað snýr seg um at døma fólk til deyða. John Ashcroft legði afturat, at verður tann 17 ára gamli John Lee Malvo funnin sekur, kann hann verða dømd- ur til deyða. Kunnu fáa deyðadóm Yvirgangsfelagsskapur- in al-Qaeda átók sær í gjár ábyrgdina av ógvus- ligu bumbuatsóknini á indonesisku oynni Bali tann 12. oktober. Meiri enn 180 fólk doyðu. Tað var á einari heimasíðu á alnótini, at al-Qaeda átók sær ábyrgdina av atsóknini. Felagsskapurin hevur fyrr nýtt hesa heimasíð- una, tá hann hevur játtað seg sekan. Eitt nú nýtti felagsskapurin somu heimasíðuna, tá hann átók sær ábyrgdina av atsóknini at amerik- anska herskipinum »USS Cole« og atsókn- ini at einari jødiskari synagogu í Tunis. Samstundis boðar al- Qaeda frá, at felags- skapurin fer at halda fram við at søkja at mál- um í arabiskum og isl- amskum londum, sum verða søgd at vera við í teirri jødisku krossferð- ini. Tað var al-Qaeda Myndugleikarnir í Kolombia gjørdu hós- dagin av at lata tann kenda rúsevnahandils- mannin Gilberto Rodri- guez Orejuela leysan. Hann hevur sitið í fongsli í sjey ár. Gilberto Rodriguez Orejuela stóð saman við einum bróðuri sínum á odda fyri Cali-rúsevna- handilsfelagsskapinum í áttati- og nítiárunum. Í 1995 varð hann avdúk- aður og tikin, og stutt eftir varð bróðurin eisini tikin. Báðir komu fyri rættin og vórðu koyrdir í fongsul. Men hósdagin gav ein dómari boð um, at tann 63 ára gamli Gilberto Rodriguez Orejuela skuldi latast leysur bein- anvegin. Bróðurin sleppur harafturímóti ikki úr fongslinum enn. Hansara revsing varð longd fýra ár, tí hann í 1996 royndi at mutra ein dómara. Latin leysur Mannarættindanevndin hjá ST hevur við stórum meiriluta staðfest eina samtykt ímóti píning. Endamálið er at bøta um fongsulsviðurskiftini í øllum londum. Í samtyktini stendur m. a., at altjóða fongs- ulseftirlitsmenn skulu fáa atgongd til fongslini í øllum londum, so teir kunnu kanna, um sam- tyktin ímóti píning verð- ur hildin. USA var ímóti sam- tyktini, tí eftir teirra tykki ber ikki til at veita vissu fyri, at eftirlits- menninir fáa atgongd til fongslini. USA kom við einum broytingarupp- skoti, sum segði, at tey londini, sum tóku undir við samtyktini, skulu gjalda tað, sum hon kostar, men uppskotið fall. USA tapti atkvøðu- greiðslu Gibraltar segði aftur nei Hesin Gibraltar-búgvin vísti við einum gekkaskorti av Tony Blair, hvat hann helt um ætlanina hjá bretum og spaniumonnum at býta yvirvaldsrættin í Gibraltar sínamillum Yvirgangsmenn hildið toppfund Leiðaraskifti í Kina 31