leygardagur 9. november 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
StÍF má hálva vegna
roknast sum favo-
rittur, nú VB má vera
Daiva Tuomaite
fyriuttan, eftir at hon
fekk reytt kort í
dystinum móti Kyndli
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað mundu vera fá, sum
undan kappingini roknaðu
við, at toppdysturin í bestu
kvinnudeildini fór at verða
í Vági millum VB og StÍF,
men hetta er tó støðan, nú
grundspælið er um at vera
hálvrunnið.
VB hevur higartil vunnið
fimm dystir á rað, og eru í
løtuni púrasta leysar í
oddinum, og tað halda tær
eisini fram við at verða,
hóast talan ikki skuldi verið
um sigur sunnudagin.
StÍF favorittur
Hjá StÍF var byrjanin hin-
vegin heldur varligari, men
eftir teir báðar sigrarnar á
VÍF og Neistanum hevur
liðið brádliga markera seg
sum seriøsur biðil til odda-
sessin, og megna tær triðja
dystin upp í slag at fáa fulla
úrtøku, fer tað av álvara at
síggja heilt spennandi út á
vestara arminum av Skála-
fjørðinum, har menninir
sum kunnugt eisini eru
heilt væl við í oddastríð-
num.
Og tó at VB er ósigrað
higartil í kappingini, so eru
ávís tekin um, at tað helst
eru StÍF, sum eiga at
roknast sum favorittar. VB
er nevnliga ógvusliga skert
er reyða kortið, sum Daiva
Tuomaite fekk seinasta
vikuskifti, og tá liðið hartil
dregist við skaðum hjá
øðrum týðandi leikarum,
eins og bonkurin ikki er
tann breiðasti í landinum,
so er væl hugsandi, at hetta
kann fara at geva teimum
trupulleikar. StÍF tykist
hinvegin vera sera væl fyri.
Asta Petrauskiene og Alina
Olaru hava í senastu dyst-
unum skorað nærum eftir
vild, og tá kontraspælið við
serliga Annu Mariu Berth-
elsen og Paulu Olsen so
eisini koyrir, skal hampu-
liga nógv til, áðrenn StÍF
verða steðgaðar, so tað
røkist av álvara fyri einum
lívligum dysti í VB-høllini.
Mugu fylgja við
Einki er at ivst í, at bæði
VÍF og Kyndil vóna, at StÍF
megnar at koppa VB í Vági.
Júst hesi bæði liðini hittast í
Vestmanna sunnudagin, og
har kann vinnarin av dyst-
inum toga seg nærri odd-
inum, um væl vil til.
VÍF fekk í Klaksvík aftur
smakkin av einum sigri, og
tað er einki at ivast í, at tær
aftur hesa ferð seta nøsina
upp eftir tveimum stigum.
Ráð eru ikki til at missa ov
nógv afturat, um liðið skal
gera sær vónir um at
endurvinna meistaraheitið.
Kyndil er ikki minni hart
spent undan undan viku-
skiftinum. Avrikini hjá
liðnum hava verið sera
misjøvn higartil, og skulu
tær gera sær vónir um at
vinna VÍF, mugu tær helst
finna tað allar besta fram.
Hetta var bert sjónligt í
løtum móti VB, og hesar
løtur skulu í øllum førum
leingjast, um liðið skal gera
sær vónir at koma úr
Vestmanna við nøkrum.
Nr. 216 • leygardagur • 9. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Tað má bera ella
bresta hjá kollfirðing-
um, nú teir sunnu-
dagin taka ímóti StÍF,
sum higartil hevur
sýnst vera sterkasta
liðið í mansdeildini
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Líkt er til, at kollfirðingar
veruliga ætla at taka sær
um reiggj, nú teir í vetur
skulu spæla heimadystirnar
í Hoyvíkarhøllini. Eftir eina
heldur laka byrjan er ferð
veruliga komin á seinastu
dystirnar, og sunnudagin
stendur kanska størsta upp-
gávan higartil fyri framm-
an, tá StÍF kemur á vitjan.
Strandingar hava higartil
sýnt, at teir kanska eru
sterkasta liðið í landinum,
og einki er at ivast í, at teir
hava huga at taka enn eitt
fet móti hesum heiðrinum
sunnudagin.
Lætt verður tað tó undir
umstøðum, og tað kann
meira enn so henda seg, at
Marian Cirloganescu fær
ein høvuðsleiklut í spurn-
inginum um, hvørt hetta
skal eydnast ella ikki. Enn
hevur í øllum førum eingin
megnað at steðga nýggja
stórskjúttanum hjá KÍF,
Damir Oros, og skal nakar
málverji vera førur fyri hes-
um, so má tað helst verða
Marian, sum uttan iva er
besti málverjin í landinum,
tá lagið er tað rætta.
Í Vestmanna hittast VÍF
og H71, og her einki at
ivast í, at heimaliðið er
stórfavorittur. Eftir heldur
svingandi avrik í fyrstu
dystunum, vant VÍF miku-
kvøldið burtur úr Kyndli,
og verður lagið hitt sama
sunnudagin, skulu hoyvík-
ingar vera fegnir, bara teir
sleppa undan stórtapið.
Júst svingandi avrikini
hjá VÍF kunnu hinvegin
viðføra, at H71 kanska
kann spæla ein leiklut í
dystinum, og sleppa teir
fyrst upp í part, so verður
talan kanska ikki um so
lættan dyst hjá VÍF, sum
pappírið annars boðar frá.
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v- j - t
mál
mál munur stig
1 VB
5
5-0 -0
122
99
23
10
2 VÍF
5
3-0 -2
117
104
13
6
3 StÍF
5
3-0 -2
126
127
-1
6
4 Neistin
6
2-1 -3
116
122
-6
5
5 Kyndil
5
2-0 -3
132
123
9
4
6 Stjørnan 5
1-1 -3
96
105
-9
3
7 Tjaldur
5
1-0 -4
102
131
-29
2
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v- j - t
mál
mál munur stig
1 VÍF
6
4-0 -2
186
152
34
8
2 Neistin
6
4-0 -2
168
150
18
8
3 StÍF
5
4-0 -1
148
131
17
8
4 Kyndil
6
4-0 -2
177
165
12
8
5 KÍF
6
2-0 -4
151
153
-2
4
6 H71
5
2-0 -3
115
132
-17
4
7 Tjaldur
6
0-0 -6
140
202
-62
0
Oddabrak í Vági
KÍF vil í oddin
Daiva Toumaite hjá VB fekk reytt kort móti Kyndli, og tí má VB vera týdningarmikla leikaran
fyriuttan, tá tær um vikuskiftið spæla oddadyst ímóti StÍF
Stórskjúttin hjá Kollfirðingum, Damir Oros, sleppur um vikuskiftið at royna seg í torførastu
uppgávuni higartil, tá hann skal royna at banka bóltarnar framvið Marian Cirloganescu
29
8
Sosialurin Nr. 216 - 9. november 2002
The Anatomical Exhibition
of Real Human Bodies.
Tað var eitt sindur av tilvild, at
eg endaði inni á hesari fram-
sýning — var í veruleikanum
bert í umráðnum fyri at
hyggja meg um í tí indiska
partinum av London, Brick
Lane, har tað hvønn leygardag
og sunnudag eru marknaðar-
dagar og tá er nógv spennandi
at síggja í hesum annars held-
ur trista býarpartinum. Eg
hevði verið har vikuna framm-
an undan og tá ið eg gekk
framvið framsýningarhøllina,
misti eg pippið av tí longu
kø’ini. Eg havi ikki rættuliga
funnið tolið, ið skal til fyri at
standa í einari kilometurlang-
ari kø í sniglaferð. Henda
leygardagin var annaðleiðis,
so eg fór inn, einki vitandi
um, hvat fór at møta mær har
inni.
Í veruleikanum eri eg
komin higar til London fyri at
læra um alt annað enn meg
sjálva, soleiðis reint fakliga
talað. Men tað, sum møtti
mær á hesari framsýning, var
eg sjálv, menniskjakroppurin í
øllum hansara blóma og blóði.
Tað byrjaði við smáum fittum
beinagrindum, fingrarnir,
tærnar, knøini, heilaskølturin
og so við og við kom meira
uppá beinini og liðirnar;
æðrar, vøddar, innvølir, hjarta,
eygu, húð og hár. Satt at siga
hevði eg torført við at
’kapera’, at hetta vóru verulig
menniskju, sum høvdu doner-
að teirra likam til hetta pro-
sjektið, hvørs grundarlag týsk-
arin Gunther von Hagens
skapaði í 1978 á lærda háskúl-
anum í Heidelburg. Grundar-
lagið er ein sokallað ’plasti-
nate’ mannagongd, sum viðger
organini á menniskjanum á
ein slíkan hátt, at alt blóð,
vatn og feitt fer úr og á henda
hátt verða organini varðveitt
betur. Henda mannagongd
sigst vera slóðbrótandi innan
læknavísundina, tá ið tað snýr
seg um læruna av manna-
kroppinum. Tað var undarligt
at ganga her henda dagin og
vita, at eyguni, tú hugdi at,
einaferð eisini høvdu hugd at
onkrum, ja kanska at tær ella
mær?
Skaparin av menniskja-
kroppinum man vera eitt tað
størsta og klókasta listarfólkið
í "heiminum (?)", ja, orsaka,
eg havi torført við at finna tey
røttu orðini, sum kunnu lýsa,
hvat fyri niðurstøðu, eg kom
til meðan eg gekk her ímillum
okkum. Beinagrindin við
hennara meira enn 200 bein-
um og 100 liðum er sterkari
enn tað sterkasta cementið og
vigar bert ein fimtapart so
nógv. Um allar okkara blóð-
æðrar vórðu lagdar saman úr
enda í annan vildu tær rokkið
tvær ferðir runt um ekvator.
Um lunguni vórðu flatað og
beidd út, høvdu tey dekkað
eitt 100m2 stórt areal. Hóast
slíkir faktuellir upplýsingar
vóru sera áhugaverdir, so var
tað heldur tað, ið eygað sá,
sum var tað mest spennandi
við hesari framsýning. Kropp-
urin á fólkunum var sýndur
fram á ein sera listarligan og
til tíðir stuttligan hátt, á
onkrum vóru vøddarnir at
líkna við veingir, sum vóru
heftir á beinagrindina. Á
onkrum øðrum var øll húðin
hongd yvir armin. Og hóast eg
til tíðir helt tað verða eitt
sindur skakandi, so var hetta í
veruleikanum líka so nógv ein
listaframsýning av menniskja-
kroppinum sum ein lækna-
frøðilig framsýning. Og júst tí
varð hon spennandi, tí hon
setti menniskjakroppin í eitt
annað perspektiv enn tað, vit
vanliga hugsa um. Sum
kvinna hevði eg tað nú ikki so
lætt, tá ið eg kom til tann
partin av framsýningini, sum
vísti bert mánaðargomul
fostur, nøkur heilt vanskeplað
meðan onnur vóru heilt ’van-
lig’ men tó ikki fingu lív
lagað. Eisini lá ein kroppur av
einari kvinnu við uppskornum
búki við einum lítlum 8 mán-
aðargomlum barni í móðir-
lívinum. Kundi ikki lata verða
við at hugsa um ta vanlagnu,
sum hevði rakt kvinnuna,
barnið og tey, sum stóðu eftir
við ongum. Deyðin var
eyðsýndur alla staðni, serliga
har lívið ongantíð hevði
veruliga vunnið. Men onkus-
vegna kláraði ein fyri tað
mesta at síggja burtur frá
hesum dapra bardaga og
hyggja eftir og verða hugtikin
av tí, sum varð víst fram.
Framsýningin hevur higartil
vitjað í Týsklandi, Japan,
Eysturríki, Sveits, Belgia og
Onglandi. Yvir 9 milliónir
fólk hava hugt eftir framsýn-
ingini og upp til 60 skúla-
flokkar vitja hvønn dag. Nevnt
verður í skránni, at framsýn-
ingin er sera væl egnað til
skúlafrálæru. Um nakar heima
í Føroyum fær áhuga at fáa
tilfar til vega, kann hetta
gerast ókeypis við at senda
teldupost til
exhibition@plastination.com
og meira upplýsing er at finna
á www.bodyworlds.com
Kanska tað er vert at hyggja
eftir sær sjálvum viðhvørt við
øðrum eygum ella eygunum
hjá øðrum?
»Body Worlds« í London
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Urd Johannesen, urdjohan@hotmail.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
FØÐINGARDAGUR
Jón Brian Hvidtfeldt
Í sambandi við, at skaldið Jens
Pauli Heinesen verður 70 ár
týsdagin 12.november, skipa
Landsbókasavnið og Rithøv-
undafelag Føroya fyri stórum
hátíðarhaldi. Hátíðarhaldið í
sambandi við føðingardagin
verður á Landsbókasavninum
sunnudagin klokkan 16. Á
skránni verður fyrilestur, upp-
lestur, sangur og heilsanir til Jens
Paula Heinesen. Millum annað
fer Eyðun Johannesen at lesa
eina stuttsøgu eftir Jens Paula,
og eisini fer dótturin, Elin Heine-
sen, at syngja nøkur løg. Jens
Pauli Heinesen telist í dag mill-
um fremstu høvundar í Føroyum
og hevur latið úr hondum yvir 30
bøkur, skaldsøgur, søgusøvn og
annað tilfar. Eisini hevur hann
verið formaður í Rithøvunda-
felagnum eitt skifti í seksti- og
sjeytiárunum.
Í sambandi við hátíðarhaldið á
Landsbókasavninum letur eisini
upp framsýning við handritunum
til allan skaldskapin hjá Jens
Paula. Talan er um sera rúgvus-
mikið tilfar, harav sumt ongantíð
er givið út. Til høvið hevur
Landsbókasavnið savnað øll
handrit, ið Jens Pauli hevur
skrivað, og harumframt allar
virðislønirnar, hann hevur fingið
millum ár og dag. Millum annað
hevur hann fýra ferðir fingið
M.A. Jacobsens heiðursløn.
Eisini eru nógvar myndir at
síggja á framsýningini, sum
verður standandi frammi á
Landsbókasavninum til mars
mánað næsta ár. Framsýningin
verður opin allar dagar, tá bóka-
savnið er opið.
Filmurin frumsýndur
Sunnukvøldið fer Sjónvarp Før-
oya at senda 1. part av filminum
um Jens Paula Heinsen. Filmurin
hevur fingið heitið »Eitt dýpi av
dýrari tíð«. Tvey ár eru síðan
skjøtil varð settur á at gera ein
film um og við Sandavágsskald-
inum, og málið hevur alla tíðina
verið at fáa hann lidnan til 70 ára
føðingardag hansara. Tað er
Gulla Øregaard, sum í samstarvi
við Sjónvarp Føroya hevur staðið
fyri arbeiðinum við filminum og
sendinginum um Jens Paula
Heinesen. Við ætlanini hevur
hon sett sær fyri at lýsa rithøvu-
ndan sum skald og menniskja og
tey kor, hann hevur havt at virka
undir sum høvundur.
Í fyrsta parti av filminum
verður nomið við almenna per-
sónin - skaldið Jens Paula Heine-
sen. Í seinna parti, sum verður
sendur 17.november, verður
komið nærri at privatpersóninum
Jens Paula Heinesen. Í filminum
verður eisini høvi at hoyra eina
nýggja innspæling av lagnum
»Eitt dýpi av dýrari tíð«. Upp-
tøkur eru gjørdar við einum
symfoniorkestri úr Prag, Tórs-
havnar Manskór syngur og
solistur er Elin Heinesen. Seinni
í vetur fer Sjónvarpið at senda
tríggjar sersendingar um skald-
skapin hjá Jens Paula Heinesen. Í
hesum sendingum verður m.a.
kjakast um skaldskapin hjá Jens
Paula, og annars um korini hjá
føroyskum rithøvundum.
Jens Pauli
Heinesen 70 ár
Sunnudagin verður skipað fyri hátíðarhaldi og
stórari framsýning á Landsbókasavninum í
sambandi við, at Jens Pauli Heinesen verður
70 ár. Og sama kvøld verður 1. partur av
filminum um Sandavágsskaldið sýndur í
Sjónvarpi Føroya
Gulla Øregaard hevur gjørt ein film
um skaldið og persónin Jens Paula
Heinesen
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
28