leygardagur 9. november 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 216 - 9. november 2002
BÓKMENTIR
Jógvan Isaksen
Nú Jens Pauli Heinesen fyllir 70,
kann hann líta aftur á eitt ritverk,
sum man vera tað størsta í før-
oyskum bókmentum. Oman fyri
30 útgávur: søgusøvn, skaldsøg-
ur, barnabøkur og sjónleikir.
Hann hevur lýst Føroyar frá
fyrstu minnum miðskeiðis í
tríatiárunum og til dagin í dag.
Ein veldug broyting er farin
fram, ein ómetalig búskaparlig
menning, men hevur sálin hildið
tørn?
Meðan ein høvundur sum
Heðin Brú lýsir tað nýggja
ídnaðarsamfelagið sum ein av-
gjørdan framburð, uttan tó at
undirmeta tað gamla samfelagið,
so førir Jens Pauli Heinesen at-
finningar fram ímóti nútíðarsam-
felagnum. Hann setir ikki á
nakran hátt tað undanfarna sam-
felagið fram sum fyrimynd, men
lýsir skeivleikar og sakn í okkara
samfelag, serliga har munurin
gerst ov stórur millum ta fram-
komnu tøknifrøðina og tað anda-
liga vesæladømið. Allastaðni í
skaldskapinum hjá Jens Paula er
bardagin hjá tí intellektuella móti
hesi armóð og tí dølskleika, sum
hevur við sær, at tú ikki hugsar
sjálvur, men í staðin letur onnur
gera tað fyri teg.
Hvør er offur og hvør er
bøðil?
Tann andaliga armóðin er kortini
ikki eitt nýtt fyribrigdi, hóast
hon er blivin meira sjónsk. Í
søguni "Brúgvin og mýran" (Í
aldingarðinum 1971) plága tveir
dreingir frásøgudrongin og royna
at fáa hann at gráta. Tann sak-
leysi møtir óndskapinum, men
hann vil ikki gráta. Aldrin. Hann
vil ikki vera offur, og fáa bøðlar-
nir hann ikki at gera, sum teir
vilja, so er hann ikki rættiliga
brúkiligur sum offur. Um somu
tíð sum teir spilla tilveruna hjá
honum, so loyvir hann teimum
ikki at blíva fullkomnir bøðlar, tí
hann vil ikki spæla leiklutin sum
offur.
Seinni í skaldskapinum finnir
frásøgumaðurin út av, at teir sum
happa hann, og sum hann hevur
verið bangin fyri, bøðlarnir hjá
honum, eru neyðardýr. Teir eru
offur. Og í teirra eygum eru hann
og tey, sum eru væl fyri, tey eru
bøðilin. Hvør er offur og hvør er
bøðil er treytað av eygunum sum
síggja. Ofta er tað tilvildin, sum
avger, hvør ið verður hvør.
Neurosir
Sambært sálarfrøðingin Alfred
Adler stava neurosir ikki frá tí
seksuella sum hjá Freud, men frá
undirlutakenslum. Vit eru fødd
veik og eru knýtt at øðrum í ein-
um langum barndómi. Hendan
grundleggjandi undirlutakenslan
er okkara drívkraft, og alt lívið
er so ein tillagan til hetta. Og tað
gongur so meir og minni væl.
Minnilutakenslur sum drív-
kraft verður viðgjørt í søguni
"Ein einsligur floytutóni" (Ald-
urnar spæla á sandi 1969). Í
søguni koma hatur og minniluta-
kenslur mótvegis tí væltillagaða
menniskjanum ferð eftir ferð
undan kavi. Tann einsligi floytu-
tónin er tann óloysandi pínan,
sum situr í frásøgumanninum, tá
ið hann upplivir tey illa tillagaðu
og hatsku í samfelagnum, uttan
at hann er førur fyri at broyta
viðurskiftini, og hann skilir, at
offur og bøðil eru treytaðir av
hvørjum øðrum. Annar ikki uttan
hin.
"Eg gruni, at tað finst ein
fíggindaskapur okkara millum,
ið ikki er so lættur at rudda
burtur, tí hann er grundleysur og
høpisleysur".
Menniskjan og natúran
Kanska hevur menniskjan mono-
pol upp á meinfýsni, men
eirindaloysi hevur hon í felag við
natúruna, sum tað fleiri ferðir
verður víst. Tað sjúka tjaldrið
verður skrætt sundur, og "enn í
dag situr málið í tí í sálini sum
ein lítil heilsan úr helviti"
(Brúgvin og mýran). Og eina
aðrastaðni sær hann eina likku
skræða ein livandi tjaldursunga í
seg, og eingi av einum hundrað
tjøldrum gera nakað. Frásøgu-
maðurin hugsar um at leggja
uppí, men er ov seinur, "men enn
í dag iðri eg meg um, at eg ikki í
hesum eina føri legði upp í
náttúrunnar skipan og sum ein
Angistin nívur allar verur
Temu í skaldskapinum hjá Jens Paula Heinesen
Meðan ein høvundur sum Heðin Brú lýsir tað nýggja ídnaðarsamfelagið sum ein avgjørdan framburð, uttan tó at undirmeta tað gamla samfelagið, so førir Jens Pauli Heinesen atfinningar fram
ímóti nútíðarsamfelagnum
Mynd: Jens Kristian Vang
Sosialurin Nr. 216 - 9. november 2002
7
gudur rætti út kraftarhond mína
fyri at leggja meg útí og steðga tí
blóðigu slóð millum bøðil og
offur" (Á strondini tíðleysu úr
Dropar í lívsins havi 1978).
Vit menniskir kunnu gera
munin, bæði í okkara verð og tí
hjá djórunum. Djórini hava ikki
meiri uppiborið at líða enn vit,
og ein avleiðingin hjá høvund-
inum er, at hann fyri langari tíð
síðani talaði at tí mátanum, grind
varð dripin uppá. Á hesum øki
hevur høvundurin fingið rætt, og
tað er stórur munur á grindadrápi
nú og fyri 30 árum síðani.
Longu tíðliga gert drongurin
greiður yvir, at ævinleikin ikki er
okkum beskorin. Alt fær ein
enda og øll fara at doyggja, eisini
foreldrini og ein sjálvur. Hendan
vitan, sum bara menniskir hava,
býr í okkum sum ein egin sorgar-
kensla. Um somu tíð kanst tú á
ein hátt siga, at tíðin og ævin-
leikin eru eitt, og at øll, sum
hava verið, eru og fara at vera,
búgva í tíðini og fara at hittast
har: "Har á strondini tíðleysu
hittust vit, ættarliðini øll, í somu
angist jagstrað av somu forn-
verum". Ævinleikin er sostatt
lívið, sum gongur frá persóni til
persón og ikki títt privata lív.
Angist
Høvundurin vísir á, at eisini
dýrini eru bangin. Allar mælandi
og ómælandi verur líða av angist
- eisini vaksin, men tey kunnu
skúgva hann til viks. Hetta er
upprunaangistin, sum hevur
verið í okkum, frá tí vit ikki
høvdu meira medvit enn forfaðir
okkara reyðmakkurin. Tann
angist, sum Jens Pauli Heinesen
vísir okkum á, er lík fatanini,
sum Søren Kierkegaard leggur
fram. At angistin ikki hevur
nakað við ítøkilig ytri viður-
skiftir at gera, men altíð skal
skoðast í mun til nakað innan í
okkum, og at allir skapningar
líða av angist.
Í kvæðunum er demonin
ítøkilig: hon er alt tað, sum
liggur í slys eftir menniskjanum.
Á okkara døgum - post Freud -
er demonin psykologisk; hon er
eitthvørt innan í okkum sjálvum,
sum vit ikki hava tamarhald á og
sum tískil kemur eftir okkum, tá
ið á stendur. Vána kor í upp-
vøkstrinum - serstakliga á
kensluøkinum - gera teg fremm-
andan fyri medmenniskjum og
umskapa teg til ein, ið stendur
uttan fyri felagsskapin. Angistin
fyri tí endaligu týningini verður
til angist fyri broyting frá einum
støði til eitt annað. Tvs. at hóast
tú kennir teg drignan av einum,
so megnar tú ikki at gera nakað,
tú ert komin í baklás.
Barnafatan
Drongurin fortelur, at hann fyri
vist hevði trúð upp á, "at jørðin
hekk í einari ketu meinlík teim-
um akkersketum, ið sluppirnar
lógu við úti á vánni og líka so
rustað, og at Várharra sat við
endan uttan at troyttast, eg hevði
onkuntíð undrast á, hvussu tann
stóri smiðurin bar seg at við at
umvæla, tá ið liðini stund um
stund máttu liða seg sundur í
teirri longu tíð, men hesari
barnatrúgv hevði eg slept og visti
nú, at jørðin fór rullandi einsa-
møll eins og eg gjøgnum
rúmdirnar..." (Sama stað).
Fatanin hjá dronginum minnir
í fyrstani um hana í "Endurminn-
ingunum" hjá Heðini Brú, har
Várharra situr við jørðini í hond-
ini og uppi yvir honum Tann
Helligond í skapilisinum av
einari dúgvu. Seinni partur við
jørðini sendandi ígjøgnum al-
heimin minnir aftur fyri um brot
í skaldskapinum hjá Williami
Heinesen, har drongurin finnir út
av, at verðin hevur onga byrjan
og ongan enda, og sostatt finst
eingin evsti dagur, eingin dóma-
dagur - og tað er ein ómetaligur
lætti. Hjá bæði Williami og Jens
Paula er menniskjað kjarnin,
meðan himmalin ikki er ein
viðkomandi veruleiki.
Temu
Øll týðandi temu í tí drúgva
skaldaverkinum hjá Jens Paula
Heinesen er longu grundfest í
teimum fyrstu bókunum: lista-
maður mótvegis samfelag, hvat
er tíð?, skilnaðurin ímillum
gomlu og nýggju tíðina og somu-
leiðis kærleikin. Eitt sindur
seinni koma minnilutakenslur
sum drívkraft, virkisfýsni í
tómgongd og so frumangistin,
sum allar verur líða av.
Listamaðurin verður mangan
vanvirdur sum spilla, og hetta
byggir ivaleyst fyri ein part á
egnar royndir. Jens Pauli Heine-
sen sigur í eini grein frá, hvussu
hann sum ungur helt, at lista-
maðurin mátti vera tann mest
virdi persónurin í einum sam-
felag, tí hann leggur mest fyri.
Tað varð nú skjótt, at hann fekk
greiðu á, at tað er beint øvut: tað
eru ikki mong, sum brýggja seg
um, tíansheldur virða ein
listamann.
Í teimum fyrstu bókunum er
høvuðspersónurin mangan lista-
maður, ella hann hevur ætlanir
tann vegin. Í tí stórfingnu
"Frænir eitur ormurin" 1973
tekur høvundurin avleiðingarnar
av tí kjakkenda, og letur høvuðs-
persónin vera blaðmann og
politikara í einum samfelag í
upploysing, har høgrapopulist-
iskar kreftir taka valdið. Um-
framt at "Frænir eitur ormurin"
er spennandi skaldsøga, so er
Jens Pauli Heinesen ivaleyst tann
fyrsti umframt William Heine-
sen, ið aftur av álvara avmyndar
Havnarbý. Her eru eingi duld
nøvn.
"Gamansleikur" I 1974,
"Rekamaðurin" 1977 og "Gam-
ansleikur" II 1995 eru skemti-
ligar dagdvøljur, og "Tey telgja
sær gudar" 1979 hevur Alfred
Adler í baksýnini. Eitt sindur
ironiskt kann tað tykjast, at
høvuðspersónarnir eru synir ein
listamann, og at tað akkurát er
vegna ta vanvirðing, teir hava
møtt í uppvøkstrinum, at tað
gongur teimum so illa seinni í
lívinum.
Í tí higartil størstu menning-
arskaldsøguni á føroyskum, "Á
ferð inn í eina óendaliga søgu"
1-7 1980-92, er høvuðspersón-
urin Hugin ein listasál, ið hevur
havt samband við yvirnatúrligar
kreftir. Listamaðurin finst í øll-
um skaldskapinum, men í ym-
iskum hami. Seinasta bókin í
verkinum trívir í aftur hendingar
frá fremst í fyrstu bókini, og á
tann hátt lokar høvundurin
ringin.
Ímóti tolking
Gløgga amerikanska bókmenta-
kvinnan og rithøvundurin Susan
Sontag skrivaði í 1964 eina grein
við heitinum "Against inter-
pretation" (Ímóti tolking). Her
tekur hon í herðatoppin á teim-
um sum ikki vilja lata listaverkið
tala fyri seg sjálvt, men partú
mugu útleggja tað. Susan Sontag
vil vera við, at á henda hátt gera
hesir tolkarar listina vandaleysa.
Hon vil somuleiðis vera við, at
hendan smáborgaraliga tolkingin
blómur innan bókmentir, og
hendingaferð gerst ein høvundur
so ótryggur av, at listin hjá
honum hevur eina tílíka kraft, at
hann í verkið sjálvt leggur inn,
hvussu tað skal tolkast. Thomas
Mann — ein fyrimyndin hjá Jens
Paula Heinesen - verður nevndur
sum dømi um ein tílíkan ovur-
samstarvshugaðan høvund. Eru
høvundarnir harafturímóti
treiskir, so eru kritikararnir
findarglaðir at útinna hetta
arbeiði.
Venda vit okkum til Susan
Sontag og hennara ákærur
mótvegis Thomas Mann, so kann
Jens Pauli Heinesen ikki altíð
vænta fríkenning. Dømi er skald-
søgan "Tey telgja sær gudar", har
teoriirnar hjá sálarfrøðinginum
Alfred Adler eru innbygdar sum
beinagrind og svarlisti. Men um-
framt hesa skaldsøgu, so er tað
ikki samstarvshugur í áður-
nevndu merking sum eyðkennir
skaldskapin hjá høvundinum.
At enda skal tað bara nevnast,
at ein kjarnin í skaldskapinum
hjá Jens Paula Heinesen er at
vísa, at heilin er dyggasta kyns-
gøgnið, og hetta innlit veitir
flestu søgum eitt milt umberandi
brá. Groucho Marx varð einaferð
spurdur, hvat hann helt um sex
og svaraði, at hann metti, at tað
var komið fyri at blíva verandi.
Man Jens Pauli ikki vera
samdur?
Øll týðandi temu í tí drúgva skaldaverkinum hjá Jens Paula Heinesen er
longu grundfest í teimum fyrstu bókunum
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
27
26