leygardagur 9. november 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 216 - 9. november 2002
5
4
Sosialurin Nr. 216 - 9. november 2002
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
Yvirav vanligu inngongdini til
Sjónvarp Føroya stendur eitt
hvítt hús. Eitt hús, sum tú van-
liga ikki leggur til merkis. Uppi í
vindeyganum á húsunum, sum
kanska tykjast eitt sindur skirvis-
lig, stendur Vár Berghamar
Jacobsen og veittrar.
Tá tú kemur inn, sært tú
beinanvegin, at tað er her, at
barnadeildin er. Ymiskt hongur á
veggunum, og inni í rúminum,
vit nú eru í, eru barnabøkur,
litblýantar, saksar og ein rúgva
av pappíri.
Flest øll kenna hana. Vár Berg-
hamar Jacobsen. Seinastu árini
hevur hon gjørt barnasendingar í
Sjónvarpi Føroya. Likkulikkuleia
sendingarnar til smærri børn og
nú ! sendingarnar til størri børn.
Eisini jólasendingar, sum til
dømis Glóa, sum varð send á
jólum í fjør.
Vár byrjaði at gera sendingar
saman við Gunduri, sum hevði
barnasendingarnar fyri nøkrum
árum síðani. Har vóru hon og
Páll Danielsen tvær dukkur, sum
vóru við í sendingini. Hetta var í
1999, saman ár hon flutti aftur til
Føroyar úr Århus saman við
familjuni. Fyrstu Likkulikkuleia
sendingarnar vórðu skrivaðar og
tiknar upp í november og
desember mánaða sama árið, og
redigeraðar í januar árið eftir.
– At gera barnasendingar krev-
ur eina barnasál. Tað vil siga, at
tú mást tíma at vera í barnauni-
versinum. Eisini krevst hugflog,
men tað týdningarmesta, haldi
eg, er at tær dámar børn og tímur
við børnum. Og so er tað heldur
ikki verri um tú ert vanur við at
vera saman við børnum, sigur
Vár Berghamar Jacobsen. Um-
ráðandi er at duga at fanga børn-
ini og teirra áhuga. Harafturat at
gera sendingar, so tær venda sær
beinleiðis til børnini.
– Fyrstu sendingarnar, eg
gjørdi, vóru til minni børn. Tað
vil siga børn undir skúlaaldur. At
gera tilfar til lítil børn krevur
nakað heilt annað enn at gera
sendingar til størri børn. Munur
er á, og tí er tað týdningarmikið
at skilja ímillum hvønn sending-
arnar eru ætlaðar til, sigur Vár,
sum tó vísir á, at onkrar sending-
ar skulu fanga breitt, sum til
dømis jólasendingarnar, sum
koma at virka, sum eitt slag av
familjusendingum.
– Tey minnu børnini hava nógv
størri abstraktiónsevni enn tey
størru. Til dømis brúktu vit eitt
blátt stykki av toy í Likkulikku-
leia, sum vit spældu var ein á.
Tað hildu tey minnu børnini
verða ógvuliga stuttligt, meðan
tey størru kanska bara søgdu, at
hatta var toy.
Íblásturin
Vár sigur, at størsti íblásturin
hon fær, er ígjøgnum lívið hon
hevur livað og nú livir.
– Íblásturin kann gott vera sum
ein kavabóltur. Tá tú fyrst hevur
fingið eitt hugskot, so er tað
skjótt, at tað kann byggjast víðari
upp á tað, greiðir Vár frá.
– Viðhvørt kann eg vakna upp
mitt um náttina, tí eg havi fingið
eitt hugskot. Hetta hendir sum
oftast, tá eg havi arbeitt við
onkrum leingi. Eisini bara, tá eg
gangi ein túr, og eg síggi okkurt.
Tað kann vera alt. Ein fuglur,
landslagið og lutir í náttúruni.
Eisini bara tað, at hoyra tvey fólk
siga ein setning - har kunnu hug-
skot eisini koma frá.
At eiga børn sjálv er so eisini
ein stór hjálp, heldur Vár. At
vera saman við børnunum og
síggja og hoyra tey spæla gevur
eisini hugskot til barnasendingar.
Vár sigur eisini, at hon minnist,
tá hon var sjálv barn. Spølini hon
spældi tá og ymiskt annað.
Nøkur hugskot hevur Vár havt
leingi, – í fleiri ár. Nøkur av
teimum hevur hon fingið, longu
tá hon las, og nøkur av teimum
vóru og eru bara eitt »must«,
sum hon má gjøgnumføra.
– Frá tí, at eitt hugskot er
sprottið, til tað verður gjørt, kann
taka nógva tíð og tað kann taka
stutta tíð.
– Um eg fái eitt hugskot með-
an vit eru í holt við eitt ella ann-
að í barnasendingum, so kunnu
tað bara ganga nakrir fáir dagar,
áðrenn tey verða útførd, men so
eru summi hugskot eisini fleiri
ár, áðrenn tey sleppa framat.
Vár Berghamar Jacobsen er
útbúgvin dramaturg.
– Útbúgvingin hjá mær hjálpir
mær í hesum arbeiðinum. Serliga
í mátanum, eg struktureri arbeið-
ið upp á. Og tað, at eg trúgvi upp
á eitt hugskot, tí eg dugi at gjøg-
numskoða, hvussu tað kann
førast út í lívið, sigur Vár, ella
Glóa, sum nøkur børn kalla
hana.
Sjálv er hon sannførd um, at
hon kundi væl gjørt barnasjón-
varp, sjálvt um hon ikki hevði
havt júst hesa útbúgvingina.
– Eg havi spælt barnasjónleik,
og eg havi altíð tímað væl við
børnum. Og so fekk eg børn
sjálv. Tá var tað sum vaksna-
mannauniversið varð skúgvað til
viks av barnauniversinum. Tú
verður rivin við at barnalyndin-
um, - tí óspiltu gleðini hjá barn-
inum at uppliva nakað nýtt, og tú
byrjar at síggja alt gjøgnum
eyguni hjá einum barni, sigur
Vár, eitt sindur hugleiðandi.
Men treyðugt so. Hetta vil ikki
siga, at Vár bara livir í eini
barnaverð. Hon leggur dent á, at
hon hevur eisini tørv á einum
vaksnamannalívi, og tí tekur hon
av og á eisini steðgir frá at gera
barnasjónvarp.
– At liva í eini barnaverð ger,
at tú hevur tørv á at kobbla úr.
So taki eg ein steðg, har eg ikki
havi nakað við børn at gera. Í
fjør undirvísti eg millum annað
eitt sindur á Studentaskúlanum.
Gamlir dreymar
Vár Berghamar Jacobsen hevur
fleiri gamlar dreymar, sum hon
einaferð - fyrr ella seinni - ætlar
at gera til veruleika.
Ein er, at fáa børn, sum duga
okkurt serligt, at gera innsløg.
Hetta verið seg børn, sum kanska
duga okkurt handaligt ella líkn-
andi.
– Tað eru so nógv børn, sum
íðka ítrótt og líknandi. Tí hevði
tað kanska verið stuttligari at
funnið fram til børn, sum duga
okkurt serligt, greiðir sjónvarps-
verturin frá.
– Ein annar dreymur er at fáa
børn at gera ein teknifilm og
uppaftur ein annar er at gera ein
barnafilm. Ein rættiligan film,
sum er meira enn ein tíma til
longdar.
– Børn í Føroyum eru annars
ógvuliga fitt. Tey kenna meg
aftur, tá eg eri úti, og so rópa tey
Glóa ella Likkulikkuleia eftir
mær, og siga hey. Tá eg havi
arbeitt við børnunum, so eru tey
ymisk. Nøkur eru smæðin og
nøkur meira framlig, greiðir Vár
frá, sum tó ger greitt, at tað er
als ikki nakar vansi við, at
børnini eru smæðin. Kanska
umvent. Um eru tey ov framlig,
so verður tað strævið.
Sendingarnar !, sum verða
sendar nú, eru prát við skúla-
flokkar.
– Har havi eg roynt at fáa øll at
práta, men tað er jú so ymiskt,
hvussu børnini eru. Har verður
tað næstan sum í einum skúla-
flokki, at tann, sum torir, hann
sleppur framat. Lærari er eisini
við teimum, so tað hevur eisini
nógv at siga, hvør hann er, og
um hann tosar nógv, greiðir Vár
frá.
Annars plaga børn eisini at
upptraðka til millum annað jóla-
sendingar. Tað sigur Vár plagar
at ganga ógvuliga væl.
– Fyrsta árið eg gjørdi Likku-
likkuleiu, komu fólk, altso vaks-
in fólk yvir til mín so at siga
hvønn dag at tosa við meg. Bæði
fólk, sum eg kendi, fólk, sum eg
bara kendi eitt lítið sindur og
eisini fólk, sum eg als ikki kendi,
komu yvir og fortaldu mær,
hvussu glað tey vóru fyri send-
ingarnar.
Mennandi sjónvarp
Nógv verður tosað um, at før-
oysk børn, ella børn sum heild,
hyggja ov nógv í sjónvarp. Vár
er av teirri meining, at sjónvarp
kann eisini væl verða mennandi.
– Um sjónvarpssendingarnar
eru við til at læra børnini eitt-
hvørt ella við til at víðka teirra
sjónarring, so haldi eg ikki, at
tað er nakað galið við at síggja
sjónvarp, sigur Vár, sum tó ger
greitt, at børn eisini eiga at røra
seg.
– Børn, sum hava verið í skúla
í ein heilan dag, ella í barna-
garði, har tey hava runnið og
tuskað runt allan dagin, eru
sjálvandi móð, tá tey koma heim.
Tí dugi eg heldur ikki at síggja,
at tað er nakað skeivt í, at tey
hyggja í sjónvarp, tá tey koma
heim, ella kanska eftir einum
stórum, vøkrum teknifilmi við
góðum ljóði.
Vár sigur annars, at hon er
uppvaksin uttan sjónvarp. Hon
sigur seg minnast, at tá hon so
var og ferðaðist í Danmark, so sá
hon sjónvarp, og barnasjónvarpið
í Danmark dámdi henni stak væl.
Men hvussu leingi Glóa, Systi
ella »bara« Vár ætlar at gera
barnasendingar veit hon ikki.
– Eg havi enn ting upp á
hjarta, sum ikki er gjørt enn,
men so leingi eg fari at hava
áhuga fyri barnasjónvarpi, vænti
eg, at eg fari at halda fram. Eg
havi altíð havt áhuga fyri børn-
um,- eg haldi, at tað liggur til
familjuna. Onkuntíð havi eg
eisini hugsað um at gera vaksna-
mannasendingar, men hvussu
leingi barnasendingarnar verða á
skránni, dugi eg als ikki at spáa
um, sigur Vár Berghamar
Jacobsen at enda.
At gera barnasendingar krevur eina barnasál
Vár Berghamar Jacobsen hevur seinastu árini gjørt barnasendingar í Sjónvarpi Føroya. Hon heldur, at tað
týdningarmesta við at gera barnasendingar er, at einum dámar børn og tímur at fáast við tey. Ein gamlan dreym hevur
Vár eisini um at gera ein barnafilm, og einaferð ætlar hon at føra henda dreym til lívs
Vár Berghamar Jacobsen hevur seinastu árini
gjørt barnasendingar í Sjónvarpi Føroya. Hon
sigur, at tað krevur eina barnasál at gera
sendingar til børn
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
25
24