leygardagur 9. november 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MINNI
Leila á Lofti
At hjálpa mær við hesi
grein havi eg fingið Sverra
Mortensen, uppi á Geil og
ommu mína, Dinnu
Dalsgarð, á Bakkagøtu.
Í gomlum døgum var
vanligt at brúka áirnar dag-
liga, vatnið bleiv borið inn
í húsið úr nærmasta vatn-
brunni, ella bleiv tunna
eisini nýtt sum vatn-
goymsla. Taka vit áirnar
frá gomlu Argjum og
heimeftir kunnu vit nevna
Borgá, Matará, Tváttá,
Rossá og Sandá.
Í 1948 tóku nakrir
Argjamenn seg saman fyri
at fáa ein felags vatnbrunn
til tey heimaru húsini í
bygdini.
Olaf Mortensen, arki-
tektur, ið m. a. hevur tekn-
að Telefonverkið og Stu-
dentarskúlan, gjørdi
tekningina av brunninum
við Rossá umleið 1948.
Teir, ið gjørdu Rossá
vatnbrunn vóru:
Niels Holm Mortensen,
formaður
Andrias Mortensen (Dia)
Ólavur Dalsgarð
Jacob Pauli Joensen
(Norðskála Palli)
Valbjørn Dalsgarð
Jacob Mortensen (Jáku hjá
Herthu)
Kristoffur Joensen
Ole Edvard Olsen (kiosk
Óli)
Hans Jákup Hansen
(Kollfirðingurin)
Arnold Dam
Um hetta mundið vóru 50
hús á Argjum og 250
íbúgvar.
Avgjørt var, at gjaldast
skuldi eitt íbindingargjald
áljóðandi 800,00 krónur,
og skuldi brunnurin geva
25 húsarhaldum vatn.
Rossá vatnbrunnur
virkaði í umleið 10 ár. Nú
er bygdin vaksin so nógv,
Fransá vatnverkið er liðugt
og tekur við í 1958, og
bleiv tá Rossá vatnverkið
niðurlagt.
At eg skrivi hesa grein-
ina, hevur sjálvandi sína
grund, og er hon í høvuðs-
heitinum mín ónøgd við, at
Rossá vatnbrunnur í
summar bleiv javnaður við
jørðina.
Hví, kunnu so bert tey
menniskju, ið ábyrgdast
hesi ógerð, greiða frá. Enn
syrgiligari er, at virðingin
fyri tí gamla, og teimum
sum stríðst hava, er so lítil.
Abbi mín, Ólavur Dals-
garð, var ein av teimum, ið
gjørdi brunnin. Eins og
allir hinir, so hevði hann
eitt strævið lív, har var ikki
nógv tíð til yvirs; men
hóast tað, so stríddist hann
saman við hinum argja-
monnunum kvøld eftir
kvøld, fyri at lætta um hjá
konu og børnum.
Síðani vegurin kom út á
Glyvursnes, havi eg so
mangan steðgað á við
brunnin bert fyri at hugsa
eina løtu og við takksemi
gleðast um abba og allar
hinar, ið farnir eru. Brunn-
urin hevur staðið har sum
ein partur av nýggjari
søgu, uttan at vera til
fortreð yvirhøvur.
Børn læra av at spyrja:
»hvat er hatta?«
Taka vit allar minnis-
varðar burtur, so verða tey
ta vitan fátækari, vitan, ið
hevði givið teimum kensl-
una av at vera ein partur av
tí, ið verið hevur.
Skuldi eg enda hesa
grein við egnum orðum, so
vóru orðini til tey, ið hava
ábyrgdina av hesum ógern-
ingi: »Skamm fái tykkum
so dyggiliga«. Men eg endi
heldur við orðunum hjá
Sverra Mortensen:
»…og soleiðis fer so
mangt í gloymskunnar
hav«
2
Sosialurin Nr. 216 - 9. november 2002
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Føroyar munnu vera verð-
ins besta samfelag, tí eitt
samfelag, sum ikki kann
kjakast um annað enn
bubbur og bróst og ginur
og píkadekk, má vera
fullkomið. - Friður valdar,
lukka!
Øll tey stóru málini
sleppa at ganga sína
gongd meir ella minni í
loyndum - okkurt hissini
gleps hoyrist av og á um
dálking og svik, mutur og
ógegnligheit, men vit
hava líkasum ikki yvir-
skot til alt hetta, tí vit eru
so upptikin av at dyrka ta
serligu perverteraðu før-
oysku voyeurismuna, sum
er grundað á tankan um,
at tjóvur heldur, at hvør
maður stjelur.
Men tá ið tað kemur har
til, at vaksin fólk ikki
sleppa at vera vaksin í
friði og náðum inni hjá
sær sjálvum, tá ið gardin-
urnar eru trektar fyri,
haldi eg, at man eltir eina
vandamikla slóð, sum
gongur beint móti bóka-
brenning og sjallum og
síðum kjólum.
Og er tað tað, teir, sum
rópa harðast um mentan-
arligu grundvirðini hjá
tjóðini, vilja hava? Hví
ætla teir annars at taka
ábyrgdina frá vaksnum
fólki við at innføra sensur
á bæði einum og øðrum?
- Og hvat vænta teir at fáa
burturúr tí?
Eitt sakloysisins leika-
land, har børnini í mark-
leysum ovfarakæti trúgva
øllum, sum tey vaksnu
siga, og har prestur er
umboðsmaður guds á
foldum, og lærarin slepp-
ur at tukta tey, hann
elskar, og idealkvinnan er
hønumamman, sum altíð
er inni, tá ið elskulingurin
hevur skurðslað seg og
hevur brúk fyri ugga og
troyst og einum bita við
putursukri?
Tað ljóðar kanska mikið
hugnaligt, men sjálvt ikki
í leikalandi skínur sólin
hvønn dag, og hvat sigur
man so, tá ið knubsini
koma? - At tað er tann
ónda drottningin, sum
hevur alla skyldina? At
tað er tann stóri risin?
Í Nuuk skipa tey í vetur
á fyrsta sinni fyri for-
eldraskeiði, har foreldur
við vánaligari sosialari
bakgrund fáa undirvísing
í foreldrarollum og
ábyrgd, so tey fáa ein
kjans at bróta burturúr
teirri tómgongd av neyð
og elendigheit, sum tey
hava livað við alt lívið. -
Hetta verður alt gjørt fyri
at kor barnanna skulu
betrast.
Trivnaðarráðið átti
kanska (saman við
Mentamálaráðnum?) at
skipa fyri einum tílíkum
foreldraskeiði í Føroyum,
har ósikkur vaksin lærdu
seg at tosa við børnini, tá
ið tey koma og spyrja um
kropsfunktiónirnar? - Tað
hevði í øllum føri verið
betri loysn enn at sláa á
fingrarnar á barninum,
um tað fylgir sínum
náttúrliga forvitni.
Ólukkulig børn hava tað
við at gerast ólukkulig
vaksin, sum tankavekjandi
tilverusendingin um
prostitutión visti at siga.
Og vit eiga at spyrja
okkum sjálvi, um vit sum
eitt framkomið samfelag
ikki eiga at stríðast ímóti,
at smáir menn við lítlum
sjónarringi - ólukkuligir
smádreingir? - sleppa at
forða kunnleikanum,
opinleikanum og trygg-
leikanum at virka, fyri at
seta óvitið, tað fjalda og
ræðsluna ístaðin. - Hetta
fyri at tiga ein sannleika
ígjøgnum.
Tí tann sannleikin, ið
má tigast ígjøgnum man
vera heldur ivasamur ...
Mentanartarnaða kjakið
Bergur Rasmussen skrivar:
Rossá vatnbrunnur burtur
Leila á Lofti hugleiðir og harmast um gamla vatnbrunnin í Fossá á
Argjum, sum í summar varð javnaður við jørðina
Natasha, langabbadóttir Ólav Dalsgarð, við Rossábrunnin áðrenn hann var javnaður við jørðina í summar…
Mynd: Hallgerð á Lofti
…og soleiðis sær økið nú út, har brunnurin stóð
Mynd: Leila á Lofti
Sosialurin Nr. 216 - 9. november 2002
3
NýGGJ BÓK
Árni Joensen
Amerikanski rithøvundurin
Daniel Goldhagen hevur aftur
gjørt vart við seg. Goldhagen,
sum er av jødiskari ætt, gjørdist
kendur víða, tá hann fyri seks
árum síðani legði allar týskarar
undir at hava gingið Hitleri til
handa undir seinna heimsbar-
daga. Tað er heldur einki at ivast
í, at hann eisini verður umrøðu-
evni, nú hann í nýggjari bók
"avdúkar" sambandið millum ta
katólsku kirkjuna og gamla
nazistastýrið í Berlin.
Líka síðani í sekstiárunum
hevur Vatikanið roynt at bera í
bøtuflaka fyri leiklutin hjá
katólsku kirkjuni í stríðsárunum,
tá Pius pávi 12. og nógvir av
biskupum hansara tigandi hugdu
at og góðtóku nazistisku jøda-
týningina.
Tað nýggja við bókini hjá
Daniel Goldhagen er krav hans-
ara um, at tann katólska kirkjan
eigur at lata eitt moralskt endur-
gjald fyri tað, sum hann rópar
medábyrgd og husjónarligan
stuðul til jødatýningina.
Líka sek
Kendi amerikanski endurgjalds-
sakførarin Ed Fagan er longu
farin til verka. Fyri tveimum
árum síðani eydnaðist tað honum
at noyða týskar og eysturríkskar
stórfyritøkur at rinda fleiri
milliardir krónur í endurgjaldi til
fólk, sum høvdu arbeitt sum
trælir hjá fyritøkunum undir
seinna heimsbardaga. Tað var
eisini Ed Fagan, sum fekk tað
annars so trygga sveitsiska sam-
felagið at skelva, tá hann reisti
endurgjaldskrav ímóti bankum
og fyritøkum vegna fólk, sum
høvdu verið offur fyri týsku
jødatýningini.
Hann er heldur ikki í iva um,
at tann katólska kirkjan eigur at
rinda endurgjaldskrav.
- Katólska kirkjan er minst líka
sek sum bankarnir og stórfyri-
tøkurnar, og eg eri sannførdur
um, at hon fer at fáa fleiri krøv
um endurgjald. Katólska kirkjan
er tann ríkasti stovnurin í heim-
inum, segði Ed Fagan í samrøðu
við eysturríkska tíðarritið Format
herfyri.
Bíblian má umskrivast
Sjálvur sigur Daniel Goldhagen,
at nýggja bók hansara er ikki ein
ákæra ímóti katólsku kirkjuni,
men heldur ein moralsk kanning.
Men ivaleyst fer hann í so langt,
tá hann í bókini mælir teimum
kristnu samfeløgunum til at
endurskriva Bíbliuna og at nýta
sínar egnu niðurstøður sum
grundarlag fyri einari broyttari
Bíbliu. Eftir hansara tykki eigur
alt tað, sum ber á tað antisemitt-
iska borðið, at verða strikað úr
Bíbliuni.
- Jødahatur er framvegis van-
ligt í heiminum, og bæði bein-
leiðis og óbeinleiðis kemst tað av
læru kirkjunnar. Bara í Evropa
eru tað milliónir av katolikkum,
sum siga, at tað vóru jødarnir,
sum beindu fyri Jesusi Kristi.
Skal kirkjan veita tað neyðuga
moralska endurgjaldið, er tað er
fyritreyt, at hon gevst at boða
hatur til jødarnar, soleiðis sum
gjørt verður í teirri kristnu
Bíbliuni, sigur Daniel Gold-
hagen.
Uppaftur ein bók
Nýggja bókin hjá Daniel Gold-
hagen, "Die katolische Kirche
und der Holocaust", er givin út í
Berlin, men týsku ummælararnir
hava ikki verið mjúkir at strúka.
Ummælarin hjá blaðnum Súd-
deutsche Zeitung helt, at bókin
snýr seg meiri um hevnd, skyld
og endurgjald enn um søguligan
sannleika, og ummælarin hjá Der
Speigel helt, at tað var eitt mis-
tak hjá høvundinum at legggja
alla ta katólsku kirkjuna undir
jødahatur heldur enn teir
einstøku leiðararnar í kirkjuni.
Í tí katólska Eysturríki hevur
bókin vakt størri ans enn í Týsk-
landi, og tað ger ikki støðuna
betur, at ein onnur bók um lutin
hjá eysturríksku kirkjuni undir
seinna heimsbardaga eisini er
komin út. Høvundurin, Stefan
Moritz, hevur eisini sagt, at
katólska kirkjan nýttir ymsar
snildir fyri at forða sær í at fáa
fatur á teimum neyðugu skjølun-
um, sum hann skuldi nýta til
bókina. Stefan Moritz sigur seg
vera púra samdan við Daniel
Goldhagen í, at Vatikanið ger alt,
sum gerast kann, fyri at halda
skjøl frá stríðsárunum loynilig.
Tær báðar bøkurnar hava
fingið ymsar fjølmiðlar at róta í
søguni. Eitt nú almannakunn-
gjørdi tíðarritið Format nýliga
skjøl, sum prógva, at tann
katólska kirkjan í Eysturríki visti
um nazistisku jødamorðini longu
í 1940, men at kirkjan ikki rætti
hond frá síðu og tíansheldur
segði nakað.
Nýggjar bøkur um lutin hjá katólsku
kirkjuni undir seinna heimsbardaga
Tvær nýggjar bøkur um ta katólsku kirkjuna og jødatýningina undir seinna
heimsbardaga hava elvt til nógv orðaskifti í Týsklandi og Eysturríki. Í hvussu
er onnur teirra kann elva til ovurstór endurgjaldskrøv ímóti Vatikaninum.
– Jødahatur er framvegis vanligt í heiminum, og bæði beinleiðis og óbeinleiðis kemst tað av læru kirkjunnar. Bara í Evropa eru
tað milliónir av katolikkum, sum siga, at tað vóru jødarnir, sum beindu fyri Jesusi Kristi
C
M
Y
K
23
22