leygardagur 9. november 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 216 - 9. november 2002
Kunngerð
Skattalistin fyri 2001 liggur frammi til alment
eftirlit á býráðsskrivstovuni í vanligari skrivstovu-
tíð:
frá 18. november til 2. desember 2002,
báðir dagar íroknaðir.
Klaksvíkar Býráð
Bilur til sølu
Ford Escort Diesel st. árg. 96, koyrt 88.000 km.
Nýsýnaður, í sera góðum standi.
Til sølu fyri 80.000 kr.
Tlf. 210229
Brúktar entreprenørmaskinur
til sølu
Daewoo 290 v/ P 35 Hamri
árg. 2001
ca. 1400 tímar
Daewoo 170
árg. 2001
ca. 900 tímar
Hanix H 36 B
árg. 2000
ca. 1100 tímar
Hanix H 08 B v/ Hamri
árg. 2001
ca. 110 tímar
Dumpy 800 á gummibeltum
árg. 2001
Brøyt X 21
(rímiligum standi)
Maskinurnar eru allar
á lagri hjá okkum
O.K. HEILSØLA & MASKINUR
FO-430 Hvalvík
Sera lagalig fígging
kann útvegast
Lýsið
við
brúktum
bilum
i
Nr. 216 • leygardagur • 9. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Angistin nívur allar verur
Jógvan Isaksen skrivar um temu í skaldskapinum hjá
Jens Paula Heinesen, rithøvundi, sum verður sjeyti
týsdagin
Lesið síðu 6 og 7
SEYÐAHALD
Edvard Joensen
Tað ræður um at síggja væl út.
Soleiðis yvirhøvur, og kanska
serliga, tá tú ert gjørdur upp til
brund og skal hava ábyrgdina av
at føra ættina víðari í komandi
liði. Men sýnsmenninir spyrja
ikki um ætt og slag. Teir døma
bara eftir tí, teir síggja. Og tað
verður eisini ofta mált við einum
centimeturmáli.
Tað gongur fyri seg í bili í
dag. Bilar við last, og bilar við
viðfestivogni. Onkur vanligur
persónbilur stendur tó eisini utt-
an fyri høllina, har seyðasýn-
ingin er í dag. Men hann stendur
eitt sindur burturfrá. Sær út, sum
hann líkasum vil geva pláss fyri
teimum, sum komnir eru við
seyðinum. Lat teir sleppa líka at
hurðini, so tað verður sum minst
hjá seyði og manni at ganga.
Tí ikki eru allir, sum vilja
verða leiddir soleiðis til almenna
framsýning, hóast teir ikki verða
eftirspurdir kortini.
Har standa teir, hesi spelknu
fýrarnir, sum uttan at vita tað eru
útvaldir at bera sínar ílegur, sum
tað í dag eitur, víðari út í kom-
andi ættarlið.
Og teir, ið eiga, eru ógvuliga
spentir eft at vita, hvussu nú júst
teirra fer at roynast.
Sýnsmenninir eru minst líka
spelknir, sum hesir hornutu, ið
standa bundnir fram við veggin-
um. Ganga við sigar og síggja
ógvuliga týdningarmiklir út.
Onkur við blokki at skriva á, og
aðrir við centimeturmáli. Nú skal
málast upp og skrivast niður,
áðrenn tann rættiliga dømingin
kemur fyri.
Hon verður ikki fram við
vegginum, har brundarnir nú
standa, uttan í eini gyrðing, sum
sett er upp mitt á gólvinum. Og
tá skulu teir rættiliga vísa seg. Tí
teppi er lagt á gólvið. Verð ikki
fyri. Ongar smáligiheitir.
Tað legst til við fólki. Fleiri og
fleiri vilja síggja, hvussu leikur
fer. Teir eru spentir og spyrja
sýnsmenninar, hvar teir síggja
størstu lombini.
Hesir, sum ferðast víða at
sýna, munnu síggja eitt sindur av
hvørjum. Men teir svara - iva-
leyst - sum menn vilja hoyra, at
tað er ringt at siga, men júst her
eru tey millum tey allarbestu,
sum síggjast.
Jú, teir fara frá aftur og bretta
sær eitt sindur á. Sjálvir eiga teir
helst onkran, sum kanska sær
serliga væl út, so ikki er at ivast
í, at teir hava góðar vónir fyri
einum fínum bandi í dag.
Har koma nakrir enn. Eru
kanska í so seinir, men tað gong-
ur kortini. Ein tvæveturseyður er
við. Hann fær nokk ikki nakra
virðisløn, men kann verða máld-
ur kortini.
So standa eini tvey-trý lomb
soleiðis líkasum í øðrum endan-
um. Við einum frámerki á. Trý
stendur á seðlinum, festur er um
hornini.
Tað vísir seg, at nú eru teir
eisini farnir at sýna traðarlomb.
Og mín sann, um tey ikki eisini
skulu hava virðisløn í einum
bólki fyri seg.
Hagalombini verða tikin tvey
og tvey og leidd inn í gyrðingina,
har sýnsmenninir ganga og meta
um. Kropsburður. Er halin
snøggur? Hvussu við beinunum?
Eru tey bein? Eru afturbeinini
nóg sterk at stand á? Alt skal
ganga upp í eina eind. Tað er
ikki nokk, at lambið er stórt,
hóast tað avgjørt telur rættiliga
nógv.
Og soleiðis gongur seinnapart-
urin, til teir at enda hava tríggjar,
sum valdir eru út til eina finalu,
um so kann sigast.
Og tá er spenningurin rættiliga
í hæddini. Ein umgang afturat,
og so hava vit tann endaliga
vinnaran, og ein ikki so lítið
ernan eigara.
Um kvøldið er veitsla. Fjall-
mannaveitsla, har lítið verður
hildið um javnstøðu, og alt tað,
sum har til hoyrir. Kvennkynið
sleppur ikki við, uttan bara til at
gera mat og servera. Tað er hitt
kynið, sum í dag er í hásæti. Tað
skulu tær bara vita.
Og teir fáa virðirslønir, og
klappað verður fyri eimum. Tann
besti fær ferðasteyp, har navn
eigarans verður grivið í. Eisini
tann hagaparturin, sum best var í
meðal, fær heiðursbræv.
Jú sanniliga er kapping um at
eiga bestu brundseyðirnar, og tað
fer væl í seinna enda at síggjast
aftur í seyðahaldinum.
Tað er væl tað, sum ætlanin er.
Seyðasýning
Kapping er í øllum. Eisini í tí at eiga bestu brundseyðirnar, nú
skurðurin er tikin, og gjørt er upp, hvør skal bera slagið víðari
Hugsunarsamur sýnsmaður: Tað ræður um at leggja merki til allar smálutir, áðrenn dómurin fellur
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
21
20