Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. november 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 216 - 9. november 2002 Nr. 216 - 9. november 2002 19 - Eingin sá tilburðin, og eg stúrdi fyri, at maðurin í krananum fór at lyfta bingjuna, meðan eg lá har, sundurbrotin. Eg royndi at koma á føtur við egnari hjálp og sleppa mær burt- ur. Visti, at armarnir vóru brotnir, tí eg hoyrdi knekkið. Rull- aði mær á og slapp at enda burtur úr vandaleið. Soleiðis greiðir As- bjørn Knudsen frá um arbeiðsvanlukk- una, ið rakti hann eitt oktoberkvøld. Fyrst í árinum keyptu hann og konan hús í Leirvík, so vanlukkan kom ógvuliga illa við hjá familjuni ARBEIÐSVANLUKKA Vilmund Jacobsen Mánakvøldið, 7. oktober í ár, broyttist lívið hjá As- bjørn Knudsen, sum er ætt- aður úr Runavík, men giftur og búsitandi í Leirvík við konu og trimum børnum. Starvið hjá honum er at koyra buss, og um kvøld- arnar plagdi hann at lossa hjá Skipafelagnum í Sal- tangará fyri at tjena nakrar krónur aftrat, nú hann og konan høvdu keypt hús fyrst í hesum árinum. - Vit vóru í ferð við at lossa ein av bátunum hjá Skipafelagnum. Eg var farin uppá eina bingju við stiga at krøka í, so kranin kundi taka bingjuna. Stigin gleið… Tá ið Asbjørn hevði krøkt í og skuldi stíga í fyrsta trinið á stiganum, sum rakk nakað upp um kantin á bingjuni, hendi vanlukkan. - Stigin gleið undan mær fyrst, eg steig í hann. Hevði hjálm á høvdinum, men longu í fyrsta fallinum, slerdi eg høvdið í annað hornið á bingjuni, so hjálm- urin reyk av. Fallið helt fram við høvdinum fremst, so eg tók armarnar fyri meg fyri at verja høvdið móti stoytinum, ið mátti koma, tá ið eg rakti bryggjuna. Har lá Asbjørn so, sund- urbrotin. Eingin hevði sæð tilburðin. Vandi var nú fyri, at maðurin í krananum fór at lyfta bingjuna, og tá kundi rættiliga staðið um lív. - Hetta hugsaði eg um, har eg lá. Royndi ti at koma á føtur við egnari hjálp. Eg visti, at armarnir vóru brotnir, tí eg hoyrdi knekk- ið. So, teir kundi eg ikki brúka at reisa meg uppaftur við. Rullaði mær á og slapp at enda á føtur - og burtur úr vandaleið. Aðrir menn vóru til arbeiðis á bryggjuni hetta kvøldið, men eingin var beint har, sum Asbjørn datt. - Stýrimaðurin umborð á farmaskipinum sá tó, at alt ikki var, sum tað átti, tí ein hjálmur lá á bryggjuni. Asbjørn bleiv koyrdur í privatbili norður til læknan í Gøtu, sum hevði vakt hetta kvøldið. Har var einki ivamál um, at maðurin noyddist suður á Lands- sjúkrahúsið, tí báðir armar- nir vóru brotnir. - Tíðin tóktist ógvuliga long frá tí, at vanlukkan hendi um 21-tíðina um kvøldið, til eg var komin suður á Landssjúkrahúsið um 23.30-tíðina, sigur As- bjørn. Høgri armur var brotin í 2-3 støðum, meðan verri var statt við vinstra armi, sum var rættiliga illa farin. - Eg noyddist undir skurð í vinstra armi, tí kúlan omanfyri handliðin og lið- ugurin sjálvur vóru brotin í fleiri støðum. Haldi, hetta var alt tað bera pulvur, sig- ur Asbjørn, sum hevur fingið at vita frá læknun- um, at vinstri armur ong- antíð verður hin sami aftur. Stoyturin, hann fekk í høvdið, førdi til, at hann fekk dupulta sjón, men hetta er nú komið uppá pláss aftur. Kom illa við Hjá Asbjørn og familju hansara kom vanlukkan ógvuliga illa við, tí fyrst í hesum árinum keyptu tey hús í Leirvík. - Konan arbeiðir á virk- inum hjá Kjartani Joensen, og nú eg einki fái gjørt, noyðist hon at ganga heima og passa meg - við for- sorgarhjálp. Hon kann ikki sjúkrameldast, siga mynd- ugleikarnir, tí eg eri ikki í lívsvanda. Men eg fái ikki fingið mær at eta sjálvur, og eti eg einki, vildi eg mett, at eg í longdini var í lívsvanda. Sum skilst á As- bjørn, er hann ikki nøgdur við avgerðina um, at konan ikki kann sjúkrameldast, nú tey eru so hart rakt. Hann veit ikki, nær ella um hann nakrantíð verið so nøkulunda arbeiðsførur aftur. - Hetta er ein stórur fíggjarligur smeitur fyri okkum, tí eg fái heldur ikki teir nógvu pengarnar, með- an eg gangi sjúkrameldað- ur. Eg tjenti nógv sum bussførari og við mínum eykaarbeiði sum lossari. Longu nú meti eg meg at hava mist einar 30.000 krónur av tí, sum hendi. Í sínum arbeiði á bryggj- uni, er Asbjørn tryggjaður sum aðrir arbeiðsmenn hjá Skipafelagnum, men enn veit hann ikki, hvat spyrst burtur úr hesum. - Øll klæðini vórðu klipt av mær, og tey fóru øll fyri skeyti. Havi spurt Trygg- ingarfelagið, har eg sum arbeiðsmaður eri tryggj- aður, um eg fái endurgjald fyri klæðini, men felagið sigur, at tað kann eg ikki, tí eg havi ikki pakkatrygging hjá teimum. Vit hava okk- ara tryggingar í Trygd, og haðani er einki svar komið enn, sigur Asbjørn. Beina leið í bankan - Beint eftir vanlukkuna, sum broytti øll okkara fíggjarligu viðurskifti, fór eg beina leið í bankan og bað tey steðga øllum láns- gjøldum av fíggjarkontoini, tí tann peningur, vit fáa í dag, røkkur nóg illa til tær føstu dagligu útreiðslurnar. Asbjørn sigur, at eina ferð um vikuna ella so, noyðist hann á Lands- sjúkrahúsið til eftirlit, og tá noyðist konan at koyra hann, tí hann fær ikki koyrt sjálvur. - Tá mugu børnini í pleygu, og tað kostar eisini pengar, leggur hann aftrat. At enda sigur Asbjørn Knudsen seg fegnast um, at hann ongantíð hevur havt nakra pínu í ørmunum - ikki síðan beint eftir skurð- viðgerðina. - Eg taki ongan heilivág fyri pínu, tí tað er ikki neyðugt, sigur hann at enda. Datt av bingju og knústi báðar armarnar Sosialurin møtti honum av tilvild í Saltangará seinnapartin hósdagin. Tá ið vit fregnaðust, hví hann sá soleiðis út, fingu vit alla søguna at vita um vanlukkuna á bryggjuni í Saltangará, 7. oktober. - Eg fall við høvdinum fremst og tók armarnar fyri meg fyri at verja høvdið móti stoytinum, ið mátti koma, tá ið eg rakti bryggjuna, sigur Asbjørn Knudsen. Mynd: Vilmund Jacobsen - Tú lýgur fyri tær sjálvum, um tú sigur nakað annað. Opin- leikin um evnið er størri í dag, enn hann hevur verið, men tey, sum fremja incest, eru snild sum slang- ur, sigur Hans Eiler Hammer, formaður í hjálparfelagsskapinu m KRIS, sum nú hev- ur fingið skrivstovu í Saltangará INCEST Vilmund Jacobsen - Incest ella kynsligur ágangur móti børnum, er ein stórur trupulleiki í Før- oyum. Samfelagið er lítið, og nógv vita, hvat hendir kring um í heimunum og aðra- staðni, har slíkur ágangur fer fram. Tey, sum arbeiða við incest, vita tað. Vilja vit ikki viðganga, at hetta er ein stórur trupulleiki, lúgva vit fyri okkum sjálvum. So avgjørdur er Hans Eiler Hammer, formaður í hjálparfelagsskapinum KRIS, sum nú hevur fingið egna skrivstovu í hølunum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará. Snild sum slangur Hann heldur ikki, at trupul- leikin í Føroyum er vorðin minni, hóast vit eru farin at tosa meira opið um evnið. - Eg vil ikki siga, at ágangurin móti børnum er minkaður. Tey, sum fremja incest, eru snild sum slang- an, og tað skal ikki nógv rásarúm til, fyrr enn børn kunnu verða útsett fyri hesum ágangi, sigur Hans Eiler. Hann vísir á, at í øðrum londum verður sagt, at eini 10% av fólkinum hava verið fyri insest og heldur ikki, at talið er minni í Før- oyum, hóast vit eingi ítøki- lig hagtøl hava. - Tað eru jú eisini fólk, sum nú eru vaksin, ið hava verið fyri hesum ágangi, og tí verður talið so stórt, eis- ini her hjá okkum. Spurdur, hvat KRIS metir sum incest, sigur Hans Eiler, at nógvar definitiónir eru í hesum sambandi, men hjálparfelagsskapurin er av teirri áskoðan, at incest er meira enn kynslig samvera millum børn og vaksin. - Vit definera incest sum allan kynsligan ágang, ið kann skaða børnini. Tey kunnu verða tvingaði at síggja vaksin vísa seg nakin, síggja vaksin vera saman kynsliga ella síggja pornofilmar. Formaðurin í KRIS sigur, at felagsskapurin fer av- gjørt ikki at "dempa" definitiónina uppá incest. - Nakað annað er so tann parturin, ið rættarskipanin metir sum incest, tá ið mál koma til skarpskeringar, leggur hann aftrat. Fegin um hølini Hans Eiler Hammer sigur, at tey eru sera fegin um hølini, felagsskapurin nú leigar frá Hæddini. Spurdur, hví KRIS júst hevur valt Saltangará, sigur hann: - Vit hava alla tíðina ætl- að okkum inn á meginøkið við skrivstovuni. At fáa hølir til leigu í Havn, er bæði torført og kostnaðar- mikið. Vit halda, at Runa- víkarøkið liggur væl fyri, tí komandi er úr stórum parti av landinum, og her er nógv ferðsla og nógv virk- semi í økinum. Hans Eiler sigur, at høl- ini, sum eru í syðra enda á bygninginum, eru ikki stór, einar 15-20 fermetrar, men tey eru væl egnaði til enda- málið við egnari inngongd og wc. - Vit skulu bara hava okkara skrivstovuútgerð inn umframt eina sofu, so fólk kunnu støkka inn á gólvið til prát. Vit fara bæði at ráðgeva offrum og avv- arðandi, eins og vit fara at røkja tey sambond haðani, sum vit hava við stovnar, skúlar, barnaverndir og onnur. Telefonnummarið hjá KRIS í Saltangará er 448181. Tvey ár á baki Hjálparfelagsskapurin KRIS hevur stívliga tvey ár á baki. Felagið, sum er stovnað, 15. september 2000, hevur eina 5-mannanevnd við tveimum eykalimum. Hesi umboða flestu partar av landinum. Formaðurin verður valdur fyri tvey ár í senn, og til várs verður aftur aðalfundur. Upplýsingar- og fyri- byrgingarvirksemi er tó eldri enn tvey ár. - Tað eru trý ár, síðan vit settu ljóskastaran á hesi viðurskifti, ið eru børnun- um og teimum, ið hava verið fyri incest, til bága. KRIS hevur skipað fyri fleiri skeiðum og veitt ráðgeving kring landið, har stovnar, skúlar, barnavernd- ir, samkomur, incestoffur og avvarðandi hava verið við. Felagsskapurin hevur eisini vitjað úti á skúlum. Nú í vikuskiftinum held- ur KRIS skeið á Tvøroyri. - Vit uppreklamera ikki okkara arbeiði, men ar- beiða í tí stilla. Tað halda vit, tænir sakini best, sigur Hans Eiler Hammer, for- maður í hjálparfelags- skapinum KRIS. Í næstum gevur KRIS út ein myndakalend- ara, sum verður seldur um alt landið HJÁLPARARBEIÐI Vilmund Jacobsen KRIS í Føroyum er ein kristiligur hjálparfelags- skapur. Navnið er ein stytting fyri "Kristilig Ráð- geving fyri Incestoffur og Seksuelt misnýtt". Felags- skapurin er stovnaður við tí máli, at gleðiboðskapurin um vón og bjarging eisini er galdandi fyri tað kyns- misnýtta menniskjað, sum sagt verður í faldara. Neyv- aru endamálini hjá KRIS eru - * at upplýsa um støddina á trupulleikanum og vísa á teir møguleikar, ein mis- nýttur hevur fyri at fáa vegleiðing og hjálp. * at upplýsa um kynsligan ágang, bæði innan og uttan kirkju- og sam- komugátt. * at boða særdum menn- iskjum gleðiboðskapin. * at útbúgva og menna vegleiðarar, bæði innan og uttan kirkju-og sam- komugátt. * at fyribyrgja kynsligum ágangi í kirkju/ sam- komum og í samfelag- num sum heild. * at vegleiða og hjálpa teimum, ið hava verið fyri slíkum ágangi, næstringum og børnum teirra. At gera tey før fyri at liva eitt lív við vón og framtíð. Professionelt Umframt at hava skriv- stovu, sum fyribils verður opin seinnapart mánadag og hósdag, skipar KRIS fyri skeiðvirksemi kring landið og vitjar á skúlum og stovnum. Ein partur av fíggingini av virkseminum, er hesi skeiðir, sum gjaldast skal fyri. Í ár fær felagsskapurin eisini 150.000 kr. á løg- tingsfíggjarlógini, og for- maðurin, Hans Eiler Hammer, ásannar, at hesin peningur hevur verið við- virkandi til, at KRIS kundi lata skrivstovuna í Sal- tangará upp so skjótt. Fyritøkur í Klaksvík og í Runavíkarøkinum hava verið beinasamar og hava latið skrivstovuútgerð og innbúgv fyri sámuligar prísir og við lagaligum gjaldsavtalum. - Ætlanin hjá okkum er í fyrstu syfti at hava lønt fólk á skrivstovuni nakrar tímar um vikuna. Síðan er ætlan- in at veksa um tímarnar, soleiðis at fólk í øðrum lagi er á skrivstovuni hálva tíð og at enda fulla tíð. Hans Eiler Hammer sig- ur, at KRIS hevur ríkiligt av arbeiði til eitt fólk fulla tíð - við eitt nú at leggja til rættis skeiðvirksemi, savna og skipa upplýsandi tilfar og taka ímóti fólki, sum vitja inn á gólvið ella seta seg í samband við felags- skapin í aðrar mátar. Myndakalendari Um nakrar dagar gevur KRIS út ein myndakalend- ara fyri ár 2003. Á kalend- aranum verður upplýsandi tilfar á øllum síðum. Mynd- irnar hevur Vasti, sum er ein grafisk stova í Klaks- vík, syrgt fyri, og tey hava eisini sett kalendaran upp. - Alt arbeiði er góðkent, og kaldarin verður prent- aður í komandi viku, sigur Hans Eiler Hammer. Ætlanin er at selja ka- lendaran frá hurð til hurð, eins og hann eisini verður at fáa til keyps í sølubúðum kring landið. Formaðurin í KRIS vón- ar, at sølan eisini fer at geva felagsskapinum eitt fíggj- arligt íkast. - Vit vóna at fáa eitt yvir- skot uppá góðar 100.000 krónur, sigur Hans Eiler Hammer. KRIS hevur søkt um og er sloppið undan at gjalda mvg av søluni. Incest er ein stórur trupulleiki í Føroyum KRIS hjálpir fólki, sum hava verið fyri kynsligum ágangi Ein partur av nevndini í KRIS saman við landsformanninum hjá felagsskapinum í Danmark, uttanfyri nýggju hølini í Saltangará, fv.: Kirsten Jacobsen, Tórshavn, Vibeke Møller, Danmark, Gvøðbjørg West, Klaksvík og Hans Eiler Hammer, Klaksvík. Hinir nevndarlimirnir eru, Jógvan Mortensen, Klaksvík og Fía Vang, Tórshavn. Tiltakslimir, Jóhanna Vest, Klaksvík og Ásla Sevdal, Fuglafjørður. Mynd: Vilmund Jacobsen Hans Eiler Hammer, formaður í KRIS, í snotuligu hølunum í Saltangará. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 19 18