leygardagur 9. november 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 216 - 9. november 2002
Nr. 216 - 9. november 2002
17
Danska stjórnin fer
um 14 dagar at boða
USA frá, at Danmark
er til reiðar ar fara
upp í rakettverju-
ætlanina. Tað kann
hava við sær, at støðin
í Thule skal byggjast
út
HERNAÐARMÁL
Árni Joensen:
Tá amerikanarar fóru at
tosa um at gera eina verju-
skipan, sum skal verja
Vesturheimin ímóti rakett-
álopum frá sokallaðum
»óstøðugum
londum«,
gjørdist greitt, at teir ætlaðu
at nýta herstøðina í Thule
sum eitt lið í skipanini.
Danmark fekk tó ongan
fyrispurning um at lata
amerikanarar nýta støðina í
Grønlandi, og táverandi
forsætisráðharrin,
Poul
Nyrup Rasmussen, gjørdi
greitt, at danska stjórnin fór
ikki at viðgera málið, fyrr
enn hon fekk ein formligan
fyrispurning úr USA. Tað
sama segði táverandi uttan-
ríkisráðharrin, Niels Hel-
veg Petersen.
Núverandi forsætisráðharr-
in, Anders Fogh Rasmus-
sen, hevur sagt tað sama
sum undanmaðurin, síðani
hann tók við, og Per Stig
Møller, uttanríkisráðharri
hevur havt somu støðu.
Men nú hevur stjórnin
broytt støðu. Danmark hev-
ur framvegis ikki fingið
nakran
formligan
fyri-
spurning úr USA um
rakettverjuætlanina, men
kortini hevur stjórnin við-
gjørt málið í loyndum sam-
an við flokkum í Fólkating-
inum. Úrslitið er, at Dan-
mark nú fer at boða USA
frá, at landið er til reiðar at
fara upp í rakettverjuætlan-
ina.
Thule útbyggjast
Í Keypmannahavn verður
hildið, at stjórnin fer at
boða USA frá broyttu støð-
uni, tá NATO-londini fara
at halda fund í París um
fjúrtan dagar.
Avgerðin kann fara at
bera í sær, at amerikanska
støðin í Thule skal byggjast
út, so útgerðin kann nýtast
til ta ætlaðu rakettverju-
skipanina.
Grønlendska
heimastýrið hevur fyrr sagt,
at tað fer at krevja orða-
skifti um ætlanina, áðrenn
nøkur útbygging verður sett
í verk, og uttanríkispolitiski
talsmaðurin hjá Vinstra-
flokkinum, Troels Lund
Poulsen, segði í gjár, at
stjórnin fer at tosa við
grønlendska heimastýrið,
áðrenn nøkur endalig av-
gerð verður tikin.
Allir danskir politikarar
hava ikki verið fyri amerik-
ansku ætlanini. Teir bera
ótta fyri, at ætlanin kann
fara at skunda undir eina
nýggja vápnakappdubbing
millum USA, Russland og
Kina.
Danmark fer nú upp í
rakettverjuætlanina
Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri er nú til reiðar at
boða USA frá, at Danmark er sinnað at fara upp í
rakettverjuætlanina
Tíðin er nú farin at
ganga undan hjá
teimum, sum skulu
smíða tann nýggja
fiskivinnupolitikkin
hjá ES, men enn er
langt á mál
FISKIVINNU-
POLITIKKUR
Árni Joensen:
Í summar kunngjørdi fiski-
vinnukommiserurin hjá ES,
týskarin Franz Fischler, at
tað er neyðugt at endur-
skoða fiskivinnupolitikkin
hjá samveldinum. Sam-
stundis legði hann fram
eina ætlan, sum hann og
ES-nevndin í Bruxelles
høvdu lagt, og sum miðjaði
eftir at skerja fiskiflotan
munandi fyri at verja fiska-
stovnarnar.
Uppskotið møtti harðari
mótstøðu í teimum suður-
evropeisku limalondunum.
Serliga
spaniumenn,
portugisar og fransmenn
funnust at uppskotinum,
sum fór at bera í sær, at júst
tey suðurevropeisku lond-
ini máttu skerja sínar fiski-
flotar munandi. Harafturat
sigur uppskotið, at allur
fíggjarligur stuðul til ný-
bygging skal takast av, og at
pengarnir ístaðin fyri skulu
nýtast til upphøgging. Í
teimum norðaru limalond-
unum vístu fiskimenninir
harafturímóti á, at tey hava
longu skert sínar flotar
munandi, og tað nú áttu
starvsfelagarnir fyri sunnan
tørn.
Endurnýgging neyðug
Á odda fyri samráðingun-
um um tann nýggja polit-
ikkin stendur danski fiski-
og matvørumálaráðharrin,
Marianne Fischer Boel.
Hon hevur íseinastuni havt
ein hóp av fundum um upp-
skotið, samstundis sum em-
bætisfólk hava tingast um
tað.
Í vikuni var franski fiski-
og
landbúnaðarmálaráð-
harrin, Hevé Gaymard, í
Keypmannahavn, har hann
hevði ein drúgvan fund við
sín danska starvsfelaga.
Aftan
á
fundin
segði
franski ráðharrin, at stjórn-
in í París er sinnað at virka
fyri einari neyðsemju um
fiskivinnupolitikkin, men
hann legði dent á, at Frak-
land fer ikki at góðtaka, at
stuðulin
til
nýbygging
verður tikin av, tí tað er
neyðugt at endurnýggja
fiskiflotan.
– Vit mugu tryggja okk-
um, at tilfeingið verður bet-
ur umsitið, men vit eiga
ikki at forða fyri, at flotin
verður
nútímansgjørdur.
Alt ov mong skip eru í
vánaligum standi, og alt ov
nógvir fiskimenn hava tí
vánaligar arbeiðsumstøður,
segði Hervé Gaymard.
Fiskidagar
Marianne Fischer Boel
hevur fyrr sagt, at tað verð-
ur torført at røkka einari
semju um tað upprunaliga
uppskotið, og at tað tí verð-
ur neyðugt at finna eina
ella aðra neyðsemju. Men
hon skal bera skjótt at, tí
ætlanin er, at uppskotið
skal leggjast fyri toppfund-
in hjá ES í Keypmannahavn
í næsta mánað.
Hildið verður, at tey
suðurevropeisku
londini
fara at fáa sín vilja, soleiðis
at stuðul framvegis skal
latast til nýbygging. Sam-
stundis skal eftirlitið við
fiskiskapinum
herðast,
leiðir skulu steingjast, og
tað er eisini hugsandi, at
ein skipan fyri fiskidøgum
kemur afturat kvotuskipan-
ini.
Framvegis ósemja í ES
um fiskivinnupolitikkin
Fríggjadagin verð-
ur J-dagur hildin á
vertshúsum kring
landið
J-DAGUR
Heri á Rógvi
Fríggjadagurin 8. no-
vember verður í ár ser-
merktur á tann hátt, at
tann árligi J-dagurin
verður hildin á hesum
degi.
Tað er hendan dagin,
at klubbar, vertshús og
onnur við skeinkiloyvi
hátíðarhalda fyrsta dag-
in, tá jólaølin hjá Føroya
Bjór kemur út.
Á flest øllum støðum
við skeinkiloyvi kann
ein jólabryggj keypast
fyri ein bíligan penga.
Jólabryggin kemur út
á hvørjum ári. Í ár er hon
broytt nakað og er
vorðin eitt sindur søtari.
Alkoholstyrkin er 5,8,
og tað er mest loyvda
styrkin í Føroyum.
Eisini
hevur
ølin
fingið eina nýggja etiket
í ár.
Ein maður varð
seinnpartin tikin í
Klakvík fyri at hava
sligið pápa sín og
gjørt ónáðir. Hann
gekk við einum
avkappara í hond-
ini, tá hann varð
tikin
POLITITÍÐINDI
Heri á Rógvi
Løgreglan í Klaksvík
upplýsir, at ein maður
miðskeiðis í fjørutunum
varð handtikin seinna-
partin hósdagin.
Maðurin varð tikin
tætt við Kirkjuna í
Klaksvík, men hann
hevði áðrenn reikað runt
í bygdini.
Løgreglan varð frá-
boðað um rok. Tað
eydnaðist manninum at
sláa ein annan mann so
illa, at hesin noyddist á
sjúkrahús við skaða í
andlitinum. Hetta hendi
heima við hús, og talan
er um pápan hjá mann-
inum, sum altso endaði á
sjúkrahúsi.
Fyri at gera ilt verri
gekk maðurin eisini við
einum stórum avkappara
(avhøvdara) í hondini.
Løgreglan í Klaksvík
upplýsir, at maðurin ikki
hevur gjørt nakra skaða
við knívinum, og so vítt
tey vita á støðini, hevur
maðurin heldur ikki hótt
nakran við knívinum.
Maðurin var ávirkaður
av
rúsdrekka.
Hann
verður skuldsettur fyri
harðskap. Maðurin er
fluttur til Havnar til
grundlógarforhoyr, men
tað eydnaðist okkum
ikki at fáa at vita, hvussu
tað spældi av, áðrenn
blaðið fór til prentingar.
Ein kanning, ið
Heilsufrøðiliga
starvsstovan hevur
gjørt fyri oljumála-
ráðið, vísir, at Føroyar
eru millum ringastu
lond í heiminum tá
tað viðvíkur dálking
DÁLKING
Heri á Rógvi
Tað verður dálkað ógvuliga
illa í Føroyum. Í Føroyum
er útláti av CO2 (koltvíilt)
millum tey hægstu í øllum
heiminum, og hetta eru
skelkandi tøl, tá hugsað
verður um, Føroyar vanliga
verða roknaði fyri at vera
eitt umhvørvisliga gott stað
í heiminum.
Ùtvarp Føroya skrivar á
heimasíðu sínari, at síðani
1995 hevur tað eydnast so
at siga øllum teimum lond-
um, sum Føroyar vanliga
sammeta seg við at fáa
minkað um útlátið av
vakstrarhúsgassum. Men
her á landi gongur tað
skeiva vegin: Síðani 1990
eru samlaðu nøgdirnar av
koltvíiltu í Føroyum hækk-
aðar 11 prosent.
Eyðun Elttør er lands-
stýrismaður í oljumálum.
Hann sigur, at tað kom
óvart á hann, at dálkingin
var so ring í Føroyum.
Hann ætlar nú at fara at
kann, hvørji stig skulu
takast víðari fyri at minka
um dálkingina aftur.
Frá 1991 til 2001
minkaði talið av hol-
um í tonnunum hjá
børnum millum 5 og
7 ár við næstan einari
helvt. Vánaliga keypi-
orkan í kreppuárun-
um hevur verið til
stóran gagn fyri tann-
heilsuna
HAGTØL
Heri á Rógvi
Almanna- og heilsumála-
stýrið
hevur
almanna-
kunngjørt eina frágreiðing,
sum vísir kariesskráseting í
Føroyum frá 1991 til 2001.
Sum heild má sigast, at
gongdin er tann rætta
vegin.
Tað
er
skrásetinga-
nevndin hjá Føroya Tann-
læknafelag, sum hevur
staðið fyri arbeiðinum.
Skrásetingin er lógarbund-
in og umbiðin av Almanna-
og heilsumálastýrinum – nú
Trivnaðarmálaráðið.
Frágreiðingin tekur støði
í børnum í aldrinum 0 til 16
ár. Arbeitt verður við
ásetingunum frá WHO, t.e.
World Health Organiastion.
Kreppan góð
Frá 1991 til 2001 minkaði
talið av holum í tonnunum
hjá børnum millum 5 og 7
ár við næstan einari helvt.
Eisini er talið av brendum
tonnum hjá 7, 12 og 15 ára
gomlum
minkað
nógv
seinastu tíggju árini.
Í eftirmetingini verður
sagt, at tað var í kreppu-
árunum, frá 1991-1996, at
størsta broytingin til tað
betra fór fram í tann-
heilsuni hjá føroyingum.
—Hesi árini var kreppa í
føroyska samfelagnum og
umstøðurnar hjá barna-
familjum gjørdist peninga-
liga trongar. Hugsast kann,
at vánaliga keypiorkan
gjørdi, at ovurnýtslan av
góðgæti minkaði samsvar-
andi. Hetta saman við
fyribyrgjandi tiltøkunum
innan tannheilsuna, man
hava viðvirkað til betraðu
tannheilsuna, stendur at
lesa í eftirmetingini í frá-
greiðingini.
Í somu eftirmeting stend-
ur somuleiðis at lesa, at nú
tíðirnar eru betri í Føroy-
um, so er ovurnýtslan av
góðgæti eisini til staðar.
Tannheilsan
batnar
tó
framvegis – tó spakuliga.
Okkurt kundi so týtt upp á,
at vit í Føroyum eru vorðin
raskari við tannbustini.
Hildið verður eisini, at
medvitið um tannheilsu er
størri nú enn fyri 10 árum
síðani.
— Skal úrslitið gerast
betur, krevst ein hugburðs-
broyting,
bæði
samfe-
lagsliga og politisk, til kost
og heilsu sum heild, verður
staðfest í frágreiðingini,
sum tannlæknarnir Sigrid
Arge, Steintór Larsen og
Unn Jacobsen hava staðið
fyri.
Færri hol
Hyggja vit eitt sindur eftir
teimum ymsu tølunum og
teimum ymsu talvunum í
frágreiðingini er gongdin á
leið tann sama allastaðni.
Føroysk børn hava sein-
astu tíggju árini fingið
støðugt betri tannheilsu. Í
øllum aldri, at talið av
holum í tonnunum mink-
andi, og torleikastøðið er
eisini batnað munandi.
Sum nevnt er tað serliga í
árunum
1991-1996,
at
betringin er hend.
Frágreiðingin vísir, at
ringasta staðið í Føroyum
innan tannheilsu er á Oyri,
t.e postnummar 450, sum
yvirlitið er býtt upp eftir. Í
øllum aldursbólkum fáa tey
í bólkinum við postnumm-
arinum 450 størsta talið av
brendum tonnum.
Men, sum heild stendur
væl til, tá hugsað verður
um betringarnar. Føroyar
liggja eisini væl fyri sam-
anborið við onnur lond.
Vælferðarsamfelagið Før-
oyar
eru
røttu
megin
markið, ið WHO hevur
ásett fyri øll lond í heim-
inum.
J-dagur fríggjadagin
Hesar verða settar í fokus, tá hildin verður J-dagur kring
landið
Mynd: Álvur Haraldsen
Skuldsettur
fyri harðskap
Færri brendar tenn
í Føroyum
Ovurstór dálking í Føroyum
Minni góðgæti gevur betri tenn, og neyvan nakra aðrastaðni
hevur gongdin í tannheilsuni verið so positiv sum í Føroyum.
Mynd: Álvur Haraldsen.
C
M
Y
K
17
16