Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. november 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 216 - 9. november 2002 15 - Politikararnir mugu melda út, hvørji til- boð føroyska heilsu- verkið skal kunna bjóða uttanlanda, og hvørjar karmar vit hava at virka undir. Tað sigur Anne Grethe Mikkelsen, læknastjóri, sum sjálv kundi hugsað sær at ein tvørfaklig nevnd tók avgerð um, hvør hevur tørv á viðgerð uttanlanda, og í hvønn mun avvarandi skulu sleppa við sjúk- linginum HEILSUVERK Jón Brian Hvidtfeldt Læknastjórin, Anne Grethe Mikkelsen, tekur væl ímóti uppskotinum hjá Bill Justinussen, landsstýris- manni, um at ein nevnd skal gera av, hvørjir sjúk- lingar hava tørv á viðgerð uttanlanda, og í hvønn mun avvarandi skulu sleppa við sjúklinginum. Sjúkrahúslógin gevur yvirlæknum heimild til at senda sjúklingar til Dan- markar til viðgerðar, er tørvur á tí, og eisini er tað sjúkrahúsverkið, ið avger, um avvarandi skulu sleppa við sjúklinginum. Í fíggj- arlógini í ár eru játtaðar 60 milliónir krónur til ser- viðgerð uttanlanda, men nú avtornar eru 20 milliónir krónur ov nógv nýttar á hesi konto. Samtíðis sum lógin heimilar yvirlæknum at senda sjúklingar av land- inum, so er einki mark lagt á, hvussu nógvar sjúklingar teir kunnu senda av land- inum – heldur ikki, at teir t.d. skulu halda seg innan fyri játtanina uppá 60 milliónir krónur. - Eg skilji væl, at tað kann vera óheppið, at tað er yvirlæknin, sum einsa- mallur skal taka avgerðina um, hvør skal sendast til Danmarkar til viðgerð, og hvussu nógv avvarandi skulu sleppa við sjúkling- inum, sigur Anne Grethe Mikkelsen. Læknastjórin vísir á, at tað tíðum kann vera trupult, fyri ikki at siga ómøguligt, hjá einum lækna at gera av, um t.d. eitt ella tvey foreldur skulu sleppa við barninum, tá tað skal hava viðgerð á sjúkra- húsi í Danmark. Einasta amboðið, ið yvir- læknin hevur at halda seg til, er ein kunngerð frá 1997 um flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar uttanlands. Henda kunngerð heimilar yvirlæknanum at senda eitt heilsustarvsfólk og/ella ein avvarandi við sjúklinginum til Danmarkar. Er sjúk- lingurin undir 17 ár, kann sjúkrahúsverkið rinda ferðaútreiðslurnar fyri eitt foreldur, ella í serligum føri fyri bæði foreldrini. Liggur sjúklingurin á sjúkrahúsi í meira enn ein mánað, heimilar kunngerðin, at foreldrini uppá skift sleppa at vitja, umleið 14.hvønn dag. Anne Grethe Mikkelsen viðgongur, at tað tíðum kann vera trupult hjá yvir- læknanum, ið jú einsa- mallur skal taka støðu, at halda seg fult og heilt til kunngerðina, serliga um sjúklingurin er álvarsliga sjúkur. Faklig nevnd taka avgerð Anne Grethe Mikkelsen, læknastjóri, metir, at skila- best hevði verið, um tað var ein faklig nevnd, ið skuldi umsita alla skipanina við at senda sjúklingar og avvar- andi til viðgerðar uttan- lands. Henda nevnd kundi verið mannað við lækna- ligum-, løgfrøðisligum- og fíggjarligum serkunnleika. Yvirlæknin skuldi so fram- vegis verið tann, ið metti um tørvin hjá tí einstaka fyri at sleppa til Danmarkar til viðgerð, og hvussu átrokandi tað var í hvørjum einstakum føri. Løgfrøðis- ligi- og fíggjarligi serkunn- leikin í nevndini skuldu so tryggja, at brúkarin fær tað, ið hann hevur rætt til, sam- tíðis sum játtanin á fíggjar- lógini verður hildin. Læknastjórin kundi hugsað sær, at tað eisini var henda nevndin, sum í hvørjum einstøkum føri tók avgerð um, hvussu nógv avvarandi skulu sleppa við sjúkling- inum. - Á henda hátt er tað upp til politiska myndugleikan at siga, hvussu góða tæn- astu og hvussu nógv tilboð samfelagið skal bjóða sín- um borgarum á hesum øki, og síðan má fakliga nevnd- in meta um, hvat hevur fremstu raðfesting, og hvar til ber at spara, so skaðin gerst minst, sigur Anne Grethe Mikkelsen. - Tað er greitt, at lækkar játtanin á fíggjarlógini nógv, so mugu vit spara burtur tilboð um viðgerðir, ið tað almenna rindar fyri. Í dag finnast alsamt fleiri viðgerðartilboð, og tí er tað alla tíðina upp til politisku skipanina at meta um, hvar markið gongur, og hvat man hevur ráð til. Eftir eini læknaligari meting kunnu ávísar viðgerðir ikki vera serliga átrokandi, ella »neyðugar«, samanborið við aðrar. Men fyri tann persónin, ið hevur tørv á hesi viðgerð, kann talan vera um ein stóran trupul- leika, og hjá viðkomandi kann tørvurin fyri at fáa hesa viðgerð vera ovur- honds stórur, vísir Anne Grethe Mikkelsen á. Endurskoða viðgerðarháttir Anne Grethe Mikkelsen ásannar, at verður einki gjørt, so verður játtanin, ið er sett í fíggjarlógarupp- skotinum fyri næsta ár, eisini sprongd. Í ár verða sum nevnt nýttar 80 milli- ónir krónur á kontoini til serviðgerðir uttanlands – tað eru 20 milliónir meira enn játtanin á fíggjarlógini. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár eru settar av 70 milliónir krónur til endamálið, og verður einki broytt, so verður eisini neyðugt við eykajáttan næsta ár. Læknastjórin sigur, at í løtuni verður kannað, hvørjar viðgerðir til ber at flyta úr Danmark til Før- oya. Eisini verður kannað, hvørjar kanningar/kontrol eftir viðgerðir kunnu flytast til Føroya. Hetta arbeiði er tó ikki komið so langt enn, at nøkur broyting er á gátt- uni. - Tað er greitt, at skulu vit flyta viðgerðir úr Danmark til Føroya, so skal tað vera tí, at sjúklingurin í øllum føri kann fáa eins góða við- gerð her. At flyta viðgerðir heim krevur serkunnleika og fleiri læknar í Føroyum, men sum kunnugt er trupult at fáa læknar hendavegin. Tí eru hetta ikki broytingar, sum kunnu gerast frá degi til dags, sigur Anne Grethe Mikkelsen. Útseta viðgerðir Fyri ikki at spreingja játt- anina í ár enn meira, eru læknarnir farnir at spara. Tað merkir, at fólk, ið standa og bíða eftir at sleppa til Danmarkar at fáa viðgerð, mugu vænta at skula bíða enn longri. Anne Grethe Mikkelsen væntar, at meira enn helmingurin av øllum sjúklingum, ið eftir ætlan skuldu fáa við- gerð í Danmark, tað í eftir er av hesum árinum, nú mugu bíða til einaferð næsta ár. - Yvirlæknarnir fáa javnan boð frá donskum sjúkrahúsum um, at nú er klárt at taka sjúklingar til viðgerðar. Við sparitiltøk- unum noyðast vit at endur- skoða játtandi svarini um at nú er pláss, ið koma úr Danmark. Vit mugu nú meta um, hvørt nakar vandi er fyri, at heilsustøðan hjá sjúklinginum versnar, um viðkomandi bíðar nakrar mánaðir eftir viðgerð, og síðan boða donsku heilsu- myndugleikunum frá, at vit ynskja at bíða við at senda sjúklingin avstað. Vænt- andi mugu yvir helming- urin av øllum sjúklingum, ið eftir ætlan skuldu fáa viðgerð í ár, nú bíða til næsta ár, sigur Anne Grethe Mikkelsen. Læknastjórin ásannar, at hetta er ikki nøkur varandi loysn, tí á henda hátt skumpar føroyska heilsu- verkið »trupulleikan« frammanfyri sær. Tí sjúklingarnir skulu jú hava viðgerð óansæð, og tí nýta teir bara pengar av játtanini fyri næsta ár, ið sostatt minkar tilsvarandi. Anne Grethe Mikkelsen, læknastjóri: Mugu fáa at vita, hvat vit hava ráð til 15 14 Nr. 216 - 9. november 2002 Føroyar eru eitt lortaland! Hvat er eitt fullveldi vert, um tað bara eru 20.000 køld og kynisk reyvarhol, ið búgva eftir í hesum annars deiliga landi eftir loysingina? Øðrum verður jú ikki pláss fyri, og tann tendens- urin er longu so sjónskur, at eingin átti at ivast! Hilmar Jan Hansen Endiliga, mundi eg sagt! Týskvøldið fekst sjón fyri søgn í »Degi og viku«, tá vit sóu ein pápa fortelja um sínar sjúku døtur, ið ikki longur fáa neyðuga viðgerð niðri. Orsøkin er í stuttum tann, at politisku myndug- leikarnir ikki halda ráð vera til tað! Og so sita vit øll í okkara fjálgu stovum og hugsa við okkum sjálvum, at tað var nú synd. Tá ein løta er gingin, venda vit okkum kanska so knappliga á, at kaffikoppurin næstan fer á gólv, meðan vit rópa út til hini í køkinum, at »tað er tó ótrúligt, at eingin ger nakað við tað«. Kanska tosa vit eisini um tað á arbeiðsplássinum ella í bindiklubbanum dagin eftir. Og har er sama breiða semjan um, at nú kann tað vera nokk. Onkur dittar sær kanska eisini at spyrja, hvussu leingi hetta skal ganga, uttan at nakar ger nakað við tað. Men svarið er so øgiliga einfalt. Samkenslan røkkur líka til næstu tíðindasend- ing, tá stóra yvirskriftin snýr seg um, at illveðrið fyrr í vikuni seinkar atløgu- bryggjuni til Norrönu við tveimum mánaðum eyka, ella kanska er ein søga um november-tvílembu á Skarvanesi tá blivið nýtt samrøðuevni! So skjótt gloyma vit! Og eini tvey samdøgur eru nóg leingi til, at politisku mynd- ugleikarnir beinleiðis ella óbeinleiðis hava noktað onkrum øðrum lívsneyðuga viðgerð. Hetta eru jú dag- ligar avgerðir, ið kosta mannalív - fyrr ella seinni… Meðan alt hetta hendir, hvøkka vit við, hvørja ferð Amnesty International mælir fólki til at mótmæla deyðarevsing í øðrum lond- um. Dagligu deyðarevsing- arnar í okkara egnu landi tekur eingin upp á tungu! Allar hesar sokallaðu politisku avgerðirnar, ið venda lívinum hjá vanlig- um fólki á høvdið, eru í mongum førum lítið øðr- vísi enn deyðarevsingar. Munurin er bara, at her verður ikki ein deyðadagur ásettur, men kanska nøkur deyðaár! Ræðuligur prísur fyri fullveldi Í fullum álvara siga politik- ararnir, at teir gera sítt besta. Og teir spíla seg ordiliga út, tá teir yvir fyri sínum veljarum skulu rætt- vísgera sína himmalhøgu løn fyri annaðhvørt at taka skeivar avgerðir ella at taka undir við skeivum avgerð- um. Lønin hjá teimum er jú so ivaleysa góð, at bara partar av henni kundu gold- ið mongum av okkara sjúku, veiku og tilsíðissettu teir lívsneyðugu ferðaseðl- arnar av landinum nakrar ferðir um árið. Tað eru bara fáar vikur síðani, at ein av teimum fólkavaldu viðgekk í út- varpinum, at so nógv var heldur ikki at gera sum pol- itikari, at lønin hevði fyri neyðini at vera tann stóra, ið hon er. Men tað er kanska ikki rætt at blanda tingini sam- an, ha? Sjálvandi fáa vit betri politikarar, um vit geva teimum meira í løn og fleiri skattakrónur at spæla sær við, meðan »landið verður stýrt«. Ella hvat? Fáa vit kanska ikki eisini sjúkari sjúklingar, tá neyð- uga hjálpin ikki kann veit- ast? Og kemur ongum til hugs, at sjálv fólkasálin má vera sjúk, tá vit ár eftir ár taka búskap, vinnulív og onnur tung politisk evni fram um tey bleytu virðini? Síðstu fýra árini hevur fullveldi staðið á skránni fram um alt annað. Og hó- ast ferðin kanska ikki er tann sama enn, so verður framvegis í verki stýrt ella vanstýrt fram móti hesum sama heilaga málinum næstu fýra árini eisini. Prísurin hevur verið ræðuligur! Á heilsuøkinum hevur ongantíð staðið verri til enn tað sama, og hvørki børn ella oldingar fáa sín tørv nøktaðan, tí ráð eru ikki til tað. Hetta verður enntá endurtikið við góðari samvitsku so ofta, at øll umsíður eisini trúgva tí. Fjøldin er skítbýtt Sannleikin er bara, at Før- oyar eru eitt lortaland! Her er eingin við so frægt av nossum, at eitt veruligt tak verður tikið fyri at hjálpa teimum, ið hava hjálp fyri neyðini. Tekur onkur tað upp á tungu, so er viðkom- andi skjótt dømdur kveru- lantur og tvørball, ið bara grenjar alla tíðina… Hvussu ólukkan kann tað bera til, at politikarar sleppa væl frá at avreiða milliardir av stuðulskrón- um í stoltleika, tí vit nú skulu ráða í okkara landi? Jú, tí fjøldin er so skítbýtt, at hon við einum bivandi tjóðskaparhjarta letur hesar somu sleppa framat umaft- ur og umaftur. Men hvar er tað sanna hjartað í føroyinginum? Hvar eru tær heitu kenslur- nar, tá vit fáa sjón fyri søgn, at tey sjúku og veiku eiga ongan góðan? Og hvør torir veruliga at sleppa sínum flokspolitiska fótafesti fyri at fylgja einum sonnum hjarta og einari rættvísis- hungrandi samvitsku? Er sannleikin ikki tann, at vit uttan at himpra gloyma øll tey, ið veruliga hava hjálp fyri neyðini, tí vit verða blindað av politiska sjónleikinum, sum dag og dagliga billar okkum inn, at tingini eru ikki so einføld? Hvat er eitt fullveldi vert, um tað bara eru 20.000 køld og kynisk reyvarhol, ið búgva eftir í hesum ann- ars deiliga landi eftir loys- ingina? Øðrum verður jú ikki pláss fyri, og tann ten- densurin er longu so sjónskur, at eingin átti at iv- ast! Guð náði tann sjúka! Fyri mín part vil eg bara prísa meg lukkuligan fyri, at eg eri komin frískur og heilur gjøgnum lívið higar- til. Tí skalt tú koma nøku- lunda heilskapaður gjøgn- um sjúku, skalt tú helst vera føddur við átta ørmum og tveimum høvdum. Tú skalt hava yvirnáttúrliga styrki og orka meira enn nakað frískt menniskja, um tú bara skalt yvirliva. Eingin trýr, hvussu stórar byrðar tær almennu Føroy- ar leggja á sjúk og veik, fyrr enn tú hevur upplivað tað sjálvur. Enn havi eg bara upplivað tað óbein- leiðis, men tað er eisini so ríkiligt! Sjálvt tað allarminsta skulu fólk stríðast og strev- ast fyri. Eg tori ikki at hugsa um, hvussu nógv for- eldrini at teimum báðum gentunum í »Degi og viku« týskvøldið nú skulu ígjøgn- um, bara fyri at fáa gjørt politisku myndugleikunum greitt, hvør veruligi tørvur- in er, ið kann tryggja gent- unum ein veruligan kjans her í lívinum! Nú er hetta mest eitt ill- sinnisgleps til okkara fólkavaldu politikarar, sum í dugnaloysi lifra fyri síni heilagu hugsjón um eitt fullkomið land eftir full- veldið. Men tað eru ikki bara har, forðingarnar liggja, tá sjúk og veik royna at fáa ta hjálp, tey hava fyri neyðini. Gamaní eru bæði al- manna- og heilsuverk tengd at politiskum játtanum, men heldur ikki har skal tann sjúki ella tann veiki al- tíð vænta sær at møta ein- um heitum hjarta. Eins og alt hjá politikarunum snýr seg um vald og aftur vald, er sama sjúkan at síggja í útbroti hjá alt ov mongum av teimum, ið eru fyrsta steðgiplássið hjá teimum, ið tørva hjálp. Tann, ið leitar sær hjálp frá almannaverkinum, skal vigast og metast, áðrenn hann so frægt sum kann vænta sær eitt líkinda svar. Og so er tað bíðitíðin, ið hjá mongum er so øgilig, at einki raskt fólk hevði tolt tað. Og í heilsuverkinum er tann prísgivin, ið skal hava viðgerð bæði í Føroyum og niðri, tí beinanvegin brestur ein valdsbardagi á, sum millum annað snýr seg um, hvør skal hava ábyrgd av viðgerðini og ikki. Hvussu ber tað annars til, at vit hoyra um, at sjúkir læknar heldur leita sær út um landoddarnar eftir hjálp, enn at leggja lív sítt í hendurnar á sínum starvs- feløgum? Man tað ikki vera, tí sjálvt læknarnir vita, hvussu vandamikið tað er at vera sjúkur í Før- oyum? Hví ikki stovna nýggjan flokk? Nei, eg má bara endur- taka: Føroyar eru eitt lorta- land! So leingi vit ikki eru før fyri at taka okkum av teimum, ið eru illa fyri og hava tørv á hjálp, skulu vit gloyma alt um at stjórna fullveldinum Føroyar. Her er snøgt sagt ikki nóg dugnaligt fólk til tað! Tí dugnaligur er ikki tann, ið bara nørir at sær og sínum, men einki leggur í tann, ið ikki kann liva hjálpandi hendurnar frá øðrum fyri- uttan. Tí undrar tað meg, at ikki onkur slær nevan í borðið og talar at. Og tá meini eg at tala at í álvara. Hví ikki seta á stovn politiskan flokk, ið bjóðar teimum sjálvsøkjandi av, so okkurt kann verða gjørt fyri tey sjúku og veiku? Nei, ikki man tað fara at koma upp á tal. Øll trúgva blint upp á »síni fólk«, og so hendir bara púrt einki! At vantandi dugnaloysi inn- an løgting, landsstýri og al- manna- og heilsuverk kost- ar bæði lív og lagnur hvønn einasta dag, er helst yvir- drivið… Nei, tíverri er tað ikki yvirdrivið! At seta sítt álit á onkran úr andstøðuni, man vera lít- ið frægari, tí næstu ferð er tað kanska teirra túrur at sita við valdinum. Og øll tey føgru orðini, ið eru løtt at sleingja út uttan ábyrgd, hava sjáldan víst seg at vera annað enn valagn. Ein pol- itikari er altíð ein politikari. Skuldi onkur framvegis trúð, at dugur er í teimum, sum sita á fremstu røð í løgtinginum og bara hyggja at armóðini, so er at bjóða teimum av. Lat tey vísa, at tey í verki eru til reiðar at standa við givin lyfti og føgur orð. Um ikki - lat tey so gjalda prísin! Má geva ilt av mær Hvussu er og ikki, so ork- aði eg ikki at síggja hasa tíðindasendingina í sjón- varpinum týskvøldið, uttan at geva ilt av mær. Slíkt, sum at hjálpa tveimum ungum gentum fram at neyðugu viðgerðini niðri, er ikki ein spurningur um játtan. Tú skalt vera heila- deyður fyri ikki at skilja, at sovorðnum skal samfelagið Føroyar bara syrgja fyri at taka sær av! Tað kann ikki bera til, at politiska raðfestingin ár eftir ár bara skal koma okk- um vælbjargaðu, frísku og sterku til góðar, meðan eingin so frægt sum nertir hond frá síðu, so eitt lítið sindur av einum góðhjart- aðum samariubúgva kann stinga seg undan onkun- staðni. Nú hava vit nóg leingi verið vitni til, at vit hava havt góðar tíðir og ein al- samt bólgnandi landskassa, samstundis sum pengar ongantíð eru at finna, tá tað snýr seg um at lætta um lív- ið hjá teimum, ið eru komin veruliga illa fyri. Bara eitt hugtak sum »sparingar á heilsuøki- num« ljóðar sum eitt para- doks í mínum oyrum, tá eitt nýtt »spælipláss« til læknar verður bygt fyri eina rúgvu av milliónum, samstundis sum kommunulæknarnir helst skulu lata vera við at senda fólk á sjúkrahúsið! Álvaratos, hvat er mein- ingin? Hvussu leingi skulu sjálvberandi búskapur, full- veldi, ræðisrættur og aðrir flokslar sleppa at stýra hes- um landinum, meðan bæði hundrað- og kanska túsund- tals forsømdir føroyingar í hjálparloysi senda síni neyðarkall, uttan at nakar lurtar? So leingi fíggjarlig fyrilit dag og dagliga verða tikin fram um lívsneyðugan tørv, samstundis sum landið verður meira vanstýrt enn stýrt, er mín persónliga niðurstøða bara henda eina: Føroyar eru eitt lortaland! E.S. Kann vera, at okkurt kundi verið orðað hampu- ligari, men eftir at hava hugsað meg væl um, eri komin til, at fagrari orðing- ar neyvan eru fremjandi fyri meiningina. VIÐMERKINGAR Lesið Sosialin -tað loysir seg! C M Y K 14