Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. november 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 216 - 9. november 2002 Nr. 216 - 9. november 2002 13 Bárður Nielsen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Hóast vit hava havt kanska bestu tíðir nakrantíð í Føroyum seinastu árini viðvíkjandi fortreytunum fyri okkara búskapi, er ikki nógv at síggja aftur av hesum í landskassanum í dag, og eru útlitini fyri fíggjarlógina komandi ár heldur ikki nakað at gleðast yvir. Framgongdin í føroyska samfelagnum hevur síðani kreppuárini verið ovurhond stór og hjólini mæla nú skjótari enn nakrantíð, men útlitini eru ikki eins góð fyri komandi árini, so vit kunnu ikki rokna við, at búskaparin fer at vaksa eins nógv og hann hevur gjørt. Ein orsøk til stóra vøksturin er sjálvsagt tað, at sam- felagið var niðurpínt í kreppuárunum og vóru tí nógv samfelagsøki for- sømd, so neyðugt var við dagføringum bæði í rakstri og íløgum. Men høvuðsorsøkin til stóru framgongdina er sjálvsagt, at okkara høv- uðsvinna fekk viðrák, bæði hvat viðvíkur fiskaprísum, rávørunøgd og eisini hevur rentan verið sera lág hesi seinnu árini, og hevur alt hetta verið við til betra um møguleikarnar hjá okkara høvuðsvinnu og samfelag- num annars at gera neyð- ugar íløgur, sum ikki kundu gerast kreppuárini. Hóast hesa stóru fram- gongd og nógv øktu inn- tøkur landskassans er metta yvirskotið hjá landskass- anum fyri 2002 bert góðar 140 mió., men tá er ikki tikið hædd fyri, at væntast kunnu fleiri eykajáttanir afturat í ár uppá einar 30-40 mió. so veruliga RLÚ-úr- slitið kemur at liggja á umleið 100 mió.. Hetta er ikki nøktandi, tá hugsað verður um, at vit í løtuni eru ovast á einum alduryggi og ringt er at fáa eygu á, at inntøkur landskassans kunnu økjast nógv afturat komandi árini. Her kann eisini skoytast uppí, at RLÚ-úrslitið fyri 1999-2001 hevur ligið um 600 mió. og størsta broyt- ingin er sjálvsagt, at inn- tøkur landskassans frá ríkisveitingini lækkaðu 366 mió. , men úrslitið sær út til at minka við umleið 500 mió. Samgongan sigur seg stýra ímóti einum sjálvberandi búskapi, men tølini siga nakað annað. Tað at skerja blokkin við 366 mió. er í sær sjálvum ikki at stýra ímóti einum sjálvberandi búskapi, tí um onki annað kemur ístaðin, hevur skerj- ingin kanska tað mótsettu effektina. Tað sum nú er hent, er tað, at vit hava skert blokk- in við 366 mió. og úrslit landskassans er minkað við umleið 500 mió., men hóast tað, eru nøkur í samgong- uni, sum pástanda, at vit hava ein meir sjálvberandi búskap nú enn nakrantíð áður. Grundgevingarnar eru ymiskar, eitt sum ofta hevur verið ført fram er, at ríkisveitingin fyri 2003 bert verður 17% av inntøkum landskassans, men hetta sæst sum omanfyri greitt frá eisini aftur í úrslitinum. Tað hevði verið positivt um orsøkin til, at ríkisveitingin bert var 17% var at aðrar inntøkur vóru hækkaðar og ikki tað at ríkisveitingin var lækkað, so hevði verið møguleiki fyri, at lagt uppfyri til verri tíðir ella ein møguligan sjálvberandi búskap. Tað tykist sum um, at samgongan í samband við skerjingarum av inntøkun- um hevur gloymt, at um inntøkurnar minka, er neyðugt at halda aftur í útreiðslunum, men her kann sigast, at so er ikki. Seinastu 5 árini eru al- mennu útreiðslurnar øktar við heili 1,1 mia. herav góðar 900 mió eru farnar til rakstur. Vøksturin í út- reiðslunum sær út til at halda fram komandi ár, so um inntøkurnar ikki eisini økjast er eins og fyri 2002 onki at leggja niðurfyri til verri tíðir og má hetta sigast at vera alt annað enn nøktandi, nú vit hava eitt samfelag, har hjólini mæla skjótari enn nakrantíð. So um samgongan mein- ar nakað við sín sjálvber- andi búskap, er alneyðugt við sparingum innan al- menna sektorin, og her má tað so serliga verða umsit- ingin, sum skal skerjast, og her hevur landsstýrið kanska gingið á odda við at økt um talið á landsstýris- monnum og stýrum, sum eftirhondini er um at verða tað tvífalda av tí sum var ætlanin við nýggju stýris- skipanarlógini. Eitt er, hvat samgongan á hvørjum ári við fíggjar- lógini stingur út í kortið, um hvørjar ætlanir tað hevur fyri komandi árið, men seinnu árini hevur tað tíverri víst seg, at fleiri og fleiri eykajáttanir eru komnar gjøgnum árini og vóru fyri 2001 givnar góðar 200 mió. í eykajáttan, hetta var í 1997 einans 12 mió.. Henda gongd sær út til at halda áfram í 2002, og um framlagda fíggjarlógin fyri 2003 verður samtykt í ver- andi líki, rokni eg við upp- aftur fleiri eykajáttanum í 2003 eftir orðaskiftinum at døma. Tað er í ikki minst okkara samfelag sera týdningar- mikið, at fíggjarstýringin er góð, tí uttan eina vælvirk- andi fíggjarstýring er skjótt at missa tamarhaldið á bú- skapinum. Seinastu dagar- nar er komið fram, at nøkur øki hava brúkt meir enn játtað, men um fíggj- arstýringin var góð, skuldi hetta verið sæð nógv fyrr og ikki nú einans tveir mán- aðir eru eftir av árinum, tí nú ber illa til at spara uttan sera álvarsligar fylgjur, so væntast kunnu fleiri eykajáttanir afturat í ár. Eftir míni meting hevur framlagda fíggjarlógin sera lítið virði, tí hon er ikki ein ætlan fyri komandi ár, sambært fíggjarmálaráð- harranum, men ein fyri- bilsuppgerð, har útreiðslu- og/ella inntøkureguleringar ikki eru tiknar við, tí tað skulu fyrst gerast lógar- broytingar, men hetta er ikki fylgt í øllum viður- skiftum. Eitt nú eru ikki ein gongd allar lógarbundnu útreiðslurnar við, sum dømi kann nevnast Norð- oyatunnilin. So tað sær út til, at hon er sett upp við eittans máli og tað er, at hon skal hava størri yvir- skot í 2003 enn 2002 á pappírinum, og hetta gevur í sær sjálvum boð um eina sera vánaliga stýring av okkara búskapi. Manglandi fíggjarstýring VIÐMERKINGAR Landskassa rslit u/avdr ttir -1000 -800 -600 -400 -200 0 200 400 600 800 1992 1993 1994 1995 1996 1997 1998 1999 2000 2001 2002 r Mi . kr. Rakstar trei¶slur u/rentir 2000 2200 2400 2600 2800 3000 3200 3400 1994 1995 1996 1997 1998 1999 2000 2001 2002 r Mi . kr. Serie1 Eykaj ttanir 0 50 100 150 200 250 300 1994 1995 1996 1997 1998 1999 2000 2001 r Mi . kr. Edmund Joensen Løgmaður fer nú at kanna hvar tær meira enn 1100 milliónirnar um árið, sum hann hevur hækkað al- mennu útreiðslurnar við, er blivnar av. Løgmaður skilir púrt onki. Ongin sigur seg hava fingið ov nógv, øll tykjast vilja hava meira, sigur løgmaður. Hann fer nú at játta fleiri pengar til eina kanning av, hvar pengarnir eru farnir. Hetta var innihaldið í yvirskrivt í føroysku tíð- indinum fyri stuttum.Tað næsta verður væl, at løg- maður ferð at kanna hví blokkstuðulin er tódnaður so nógv og hví hann er vorðin so ódrúgvur. Vit eiga at leggja løg- manni lag á, so hann sjálv- ur kann byrja at kanna. Løgmaður kan passandi byrja við sínum egna øki, høvuðsumsitingini. Henda er hækka úr góðum 52 milj uppí góðar 137 miljónir kr. síðan hann sjálvur tók við. Nú er tað so „in" at vísa vøkstur í prosentum. Ein hækking uppá umleið 162% uppá 4-5 ár hjá løgmanni sjálvum. Vit onnur kunnu bara undrast yvir, at tað ber til at oysa so nógvan pening út frá ovastu rók uttan at nakað sæst aftur, tað er sanniliga ikki lætt at fata. Og hetta er áðrenn løg- maður hevur yvurtikið politi, rættarmál og kirkju- mál. Àðrenn uttanríkis- málini frá Anders Fogh eru yvirtikin. Àðrenn skyld- urnar í norðurlandaráðnum. Og áðrenn løgmaður hevur útvegað okkum fastar sessir í sameindu tjóðum í New York við skrivstovu og limosinum, og áðrenn allar hinar ætlaðu yvirtøkurnar. Eitt er heilt víst. Tað eru burturspiltir pengar sum fara til slíka kanning, sum løgmaður ætlar at gera. Allir at sær komnir føroy- ingar síggja og vita, hvør størsta sparingin fyri føroya land hevði verið, uttan nakra kanning. Føroyum tørvar ein skipara á brúnni, sum heldur skil á, og sum arbeiðir fyri vælferð og trygd hjá øllum føroying- um. 1100 miljónir kr. í meir- útreiðslum um árið um- framt 400 miljónir kr. minni í frumintøku tað eru ikki smávegis rokningar at senda til íbúgvar landsins á hvørjum ári framyvir. Rokningar sum als ikki dekningur er fyri. "Hetta gongur ikki", hevði verði sagt av einum og hvørjum eigara ella reiðara. Eigarin og reiðarin í hesum førið eru føroya fólk. Seinasta úrslitið talar fyri seg sjálvt. At løgmaður nú er vaknaður við kaldan dreym, og ætlar at kanna seg sjálvan. Tað vísur bara uppaftur betur hvusu illa er statt í landsins stýri. Úrslitini hjá løgmanni koma føroyingum afturum brekku og fara at merkjast inn í hvønn krók í land- inum. Tað kan bara verað ein tíðarspurningur til før- oyingar fara at merkja rokningarnar og avleiðing- arnar frá landstýrinum. Føroyingar mugu sigast verað heimsins tolnasta fólk, tá teir ikki enn eru byrjaðir at tosa um hesi úrslit og um avleiðingar av teimum. Serliga tá hugsað verður um, at tað bert eru nøkur fá ár síðan seinasta kreppan neit inn í møn og merg hjá allari føroysku tjóðini, ein kreppa sum var íkomin av politiskum kleyvarskapi frá A til Z. Vaknaður við kaldan dreym TÍÐINDASKRIV Amnesty International Vinnararnir frá fyrsta um- fari eru funnir. Røttu svarini og vinnaranøvnini síggjast á heimasíðuni. Stórur áhugi hevur verið fyri kappingini higartil, umleið 1.500 fólk hava sæð síðurnar seinastu tvær vikurnar. Annað umfar av kapp- ingini er longu byrjað. Vinningar: Fløga og gávu- kort. Freistin at svara er 21. november. Ísrael/Hersettu økini: IDF framdi krígsbrotsverk Tað finnast greið prógv fyri at ísraelski herurin, IDF, framdi krígsbrotsverk í Jenin og Nablus í mars/ apríl í ár. Tað sigur Amnety í frágreiðingini "Shielded from scrutiny: IDF viola- tions in Jenin and Nablus" sum varð almannakunn- gjørd 4. november: Frágreiðingin skjalprógvar álvarslig brot á mannarætt- indini, sum IDF hevur ábyrgdina av. Talan er um avrættingar uttan rættar- gongd, píning og ringa viðferð av fangum, sjúkra- bilar, sum vóru forðaðir í at koma fram til neyðstødd og um niðurbróting av húsum í hundraðatali, eisini meðan fólk vóru inni í húsunum. Ísrael hevur rætt at verja seg móti ólógligum harð- skapi, men má halda seg innan karmarnar av fólk- rættinum. Higartil hevur Ísrael ikki megnað hetta og ikki megnað at sett tey, sum hava ábyrgdina av brotun- um til svars. Á einum fundi við IDF í mai legði Amnesty tey málini fram, sum eru við í frágreiðingini og bað um at fáa teirra viðmerkingar. Higartil er einki svar komið. Kina: 46 avrættningar uppá tveir dagar Mikudagin í farnu viku vóru 29 fólk avrættaði á Hainanoynni í Kina og onnur 17 vóru avrættað fríggjadagin í Pingdings- han í Henanlandslutinum. Hetta vísir klárt manglandi virðingina hjá kinesisku stjórnini fyri mannarætt- indunum, sigur Amnesty í einum tíðindaskrivi í dag. Avrættningarnar skulu síggjast í ljósinum v krøv- unum hjá myndugleikunum at sláa hart niður á lógar- brot. Krøv um enn strangari tiltøk vóru sett fram á 16. floksfundinum, sum verður fríggjadagin. Amnesty heit- ir inniliga á kinesisku stjórnina um beinanvegin at steðga øllum avrættingum og steðga við fleiri deyða- dómum. TÍÐINDASKRIV Mentamálaráðið Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinna í mentamálum, fekk í gjár handað ávegis álit um skúlatilboð fyri ung menningartarnað. At tørvur er á einum serlig- um skúlatilboði til ung við breki kom serliga til sjóndar, tá ið Sernáms- depilin á vári 2002 boðaði frá, at nakrir eldri næmingar ikki longur kundu ganga í skúlanum av tí, at eingin heimild var fyri skúlagongdini. Ein fyribils loysn var funnin á hesum málinum, men landsstýriskvinnan ásannaði, at ein varandi loysn mátti finnast, bæði fyri hesar næmingarnar og fyri næmingar, sum kunnu koma í somu støðu, og tí var ein ar- beiðsbólkur settur at koma við tilmæli í málin- um. Skúlatilboðið, ið skal síggjast úr einum víðari sjónarhorni enn tann vanligi bókligi skúlin, er eitt heildartilboð, sum er sett saman av bústaði, skúla og arbeiði, og hvørs endamál er at menna tey ungu til at virka sjálvstøðugt í ar- beiðslívi og í vanliga gerandisdegnum. Høv- uðsdenturin verður lagd- ur á ítriv, arbeiði og praktiska upplæring. Skúlatilboðið skal vara í 2 - 3 ár. Tá ið hetta tíðar- skeiðið er liðugt, fara næmingarnir úr skipan- ini, og aðrir koma inn. Samstundis sum næm- ingarnir eru í serliga skúlatilboðnum, verður eisini arbeitt við at fyri- reika bústaðir og arbeiðs- tilboð til teir, tá ið teir eru lidnir við skúla- gongdina. Talan er um eina 3 ára verkætlan, har Menta- málaráðið og Trivnaðar- málaráðið samstarva um at geva ungum menning- artarnaðum eitt heildar- tilboð. Verkætlanin skal samstundis sýna, um hetta er ein gongd leið til tess at geva menningar- tarnaðum ein virðiligan ungdóm og eitt skúla- tilboð, sum mennir tey til eitt sjálvstøðugt lív, tá ið skúlagongdin er liðug. Tey, ið mannaðu ar- beiðsbólkin, vóru: Poul Nolsøe, løgfrøðing- ur í Mentamálaráðnum, formaður Janus Jensen, undirvís- ingarleiðari í Menta- málaráðnum Doris Hansen, talilærari umboðandi Sernáms- depilin Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, løgfrøð- ingur, Trivnaðarmála- ráðið Álitið verður at síggja á heimasíðuni hjá Menta- málaráðnum: www.mmr.fo Oddfríður Marni Rasmussen Eitt av hesum vátu kvøld- unum, sum hava verið, var eg á sjónleikinum "List," ið gongur á Meiarínum í hesum døgum. Fyrst av øllum vil eg sum formaður í LISA takka fyri, at tey hava ognað Listafólkasam- bandi Føroya henda fram- úrskarandi leik. Nú LISA hevur tjúgu ár á baki í ár, er tað hugaligt at síggja ein leik sum "List", ið sam- einur meiningar um list við vinarlagið millum tríggjar persónar, ið hava verið vinir í 15 ár. Franski sjónleikarin og leikritahøvundurin Yasmina Reza, hevur skrivað leikin, og hjúnini Jette og Gunnar Hoydal, hava gjørt eina frálíka týðing av leikinum. Hegnisliga leikstjórnað hevur Eyðun Johannesen. "List" er um teir tríggjar Marc, sum Bárður Persson spælir, Serge, sum Hans Tórgarð spælir og Yvan, sum Kári Øster spælir. Serge hevur keypt ein málning av kendum fronsk- um listamanni fyri 200.000 frankar. Tað er ein góð investering, heldur hann, men tað sum er við máln- inginum er, at hann er allur hvítur og tað sóu vit sekst- an, sum sótu úti í salinum. Men Serge sær, at máln- ingurin hevur hvítar strípur eftir løriftinum og eisini okkurt grátt er at hóma. Marc heldur Serge vera vorðnan øran í høvdinum, at keypa ein málning fyri so nógvar pengar, og hvítan allan sum hann er, hann má snobba uppeftir, tí onki vanligt menniskja ger eitt sovorði lorta keyp, smíl- andi. Yvan, pappageykurin og fáraguddurin, er samdur við Serge, tá ið Marc ikki er til staðar, og tá ið Serge ikki er til staðar, er hann samdur við Marc. Fimtan ára langa vinarlagið verður royndar- sett, og tað við lít. Klandur og gomul ósøgd orð verða borin fram, og skeldast verður aftur og fram um persónlig viðurskifti, sum bert vinir megna at koma óskalaðir ígjøgnum. Leik- urin endar so við… nei, farið heldur og síggið tann finurliga endan. Tað er gjørligt, at bera fram eitt akademiskt um- mæli, sum kanska heldur styggir enn dregur síggj-ar- an, men tað vil eg ikki. "Vit vita øll, at list er ikki sannleiki. Listin er ein lygn, sum fær okkum at fata sannleikan, í øllum førum tann sannleika vit hava møguleika til at skilja." Hetta er eitt sitat úr leikskránni, sum spanski listamálarin Pablo Picasso hevur sagt. Nær er list sonn? Nær kemur allur sannleikin fram í einum vinarlagi? Hvat hendir, um tú sigur teg við fullum huga at skilja list og at onnur ikki skilja list, tí at tey ikki hava somu meining sum tú? Og hvat hendir, um tú sigur teg við fullum huga at skilja vinir tínar, og ikki setir okkurt einkult spurnartekin við teirra máta at geberda sær uppá? Sannføri og sannleiki, er tað tað sama? Allir hesir grundspurningar verða spurdir í leikinum, uttan at tú kennir teg moraliseraðan. Og vit kenna sjáldan sannleikan fyrr enn vit fáa hann at vita, ikki sum morallæru, men heldur sum eina upplýsing. Einaferð var ein tekning. Meg minnist ikki hvør, ið hevði teknað hana. Hon var ein gráur fýrakantur og niðri undir stóð, "Smyril í toku." Meg minnist at abbi mín átti eitt hvítt fat, sum hann plagdi at salta sperðil í. Ikki var møguligt at síggja sperðilin, men hann var har onkustaðni. Saltið broytti fekk ymiskar litir, alt eftir hvussu ljósið skein niður á tað. Tað er hatta ósjónliga ella ósanna, ið vit síggja í slíkum málning- inum, ið Serge hevur keypt og tað ósagda ella ósanna, sum er í vinarlagi teirra, og sum kemur undan so hvørt sum teir hála tað ósjónliga fram úr málninginum, og gera tað sjónligt við at seta orð á lívið. Tann fjórði leikarin í leikinum er tann hvíti málningurin. Tað er hann sum fær hesar tríggjar vin- menninar at renna í krovið á hvørjum øðrum. Tað er hann, sum fær sannførið fram í teimum trimum. Hetta tigandi, bleika, sum Serge dregur fram í sínum hvítu toyhandskum, akti- verar allar frustratiónirnar, sum gjøgnum ár og dag hava ligið og úlmað undir ivirflatuni. Privata sann- førið millum hesar tríggjar, og tær sannførandi mein- ingarnar teir hava um málningin - tað psyko- logiska og tað listarliga kjakið verður sameint so genialt, at tú varnast at tosið um list ofta er óneyðuga intellektuelt. Tú kann saktans hava tínar "húsligu" samanberingar, um hvat er góð og hvat er vánalig list. Í fyrru helvt av leikinum, snýr prátið seg um list og um málningin, sum Serge hevur keypt. Hvussu máln- ingurin spakuliga upploysir vinarlagið. Í seinnu helvt upploysist vinarlagið heilt, og at enda er tað málning- urin, sum noyðir vinirnar at finna saman aftur. "List" handlar í roynd og veru um tað, sum øll hugsa, men ongin torir at siga. Øll, og tá meini eg øll, hava somu meining sum ein av hesum trimum hava um list sum heild, ikki bert máln- ingalist, men alla list. Dia- logarnir kundu líka so væl verið tiknir úr onkrari sam- røðu, sum eg sjálvur havi havt við fólk, antin tað so er seint eitt leygarkvøld í Kagganum, á Kondittarí- num, á gøtuni ella í út- londum, ja, hvar sum helst og við hvønn sum helst. Tey bæði evnini, sum leikurin ber fram, vinarlag og list, eru so væl saman- tvinnaði og verða spæld við sovorðnari sjónligari leik- gleði, at tú fær eina av has- um sjálvsomu kenslunum, har tú sigur við teg sjálvan: Hatta er upplagt, hví havi eg ikki skrivað handa leikin? Eg havi hugsað tað fleiri ferðir, og eg kenni fleiri, ið eru sum Marc, kenni uppaftur fleiri, ið eru sum Yvan og Serge er heldur ikki ein sjáldsom typa á klettunum. "Ein listamaður verður ongantíð liðugur við eitt verk. Hann fer bara frá tí," sigur Paul Valéry. Gerið sum hann sigur! Verðið listafólk í knappar tveir tímar, farið á leikin "List", og farið frá honum við kensluni av at vera upplýst. Enn einaferð. Takk fyri, øll tit sum hava megnað at ført henda framúrskarandi leikin út í verk. Hetta sigi eg ikki bara tí at eg eri formaður í LISA, og at leikurin er ognaður LISA. Eg sigi hetta, tí at eg haldi, at sannleikin um list eigur at verða sagdur so sann- førandi sum gjørligt. VIÐMERKINGAR Tað sum øll hugsa, men ongin torir at siga Skúlatilboð til ung menningartarnað Internetkappingin heldur fram Til landsfundin hjá Javnaðarflokkinum Sjúrður Hansen Gøta Landsfundurin hjá Javn- aðarflokkinum kundi kanska verið eitt veruligt hitt, um hann tordi at taka bløðini í Føroyum upp til viðgerðar. Hvør sigur, at onnur bløð enn Sosialurin, um tey eru nýmótans og at sær komin, ikki kunnu verja javnaðarhugsjón- ina? C M Y K 13 12