Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. november 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 216 - 9. november 2002 Nr. 216 - 9. november 2002 11 Tað vóru skelkandi tøl, sum tann nýggja frá- greiðingin um føroyska útlátið avdúkaði. Henda kanning vísir, at vit eru millum tey mest dálkandi samfeløgini í Havnini, og at vit liggja langt framman fyri ídnaðarlondini, sum vit sjálvi ofta hava lyndi at finnast at. Talan er um tað útlát, sum vit senda í luftina. Henda dálking hevur ávirkan á ozonlagið, sum vit hava hoyrt so nógv um tey seinastu árini, og sum ávirkar veðurlagið so mikið nógv, at fleiri heimsráðstevnur hava verið um henda spurn- ing. Vit hava ikki havt nøkur tøl, og tí hava danskir myndugleikar gjørt nøkur tøl fyri okkum fyri at halda altjóða samtyktir, men hesi tøl hava vit ikki trúð á, og tí er henda kanningin gjørd, og gott tað sama. Men tað, sum vit kunnu finnast at, er, at vit hava einki gjørt fyri at seta tiltøk í verk fyri at avmarka hesa dálking. Vit hava jú tey donsku tølini, sum hava avdúkað, at vit dálka illa, og tí kundu vit havt tikið stig til nøkur tiltøk. Hóast vit nú í fleiri ár hava havt ein lands- stýrismann í umhvørvismálum, sum bara hevur eitt annað málsøki um hendi, er ikki eydnast okkum at reka ein veruliga umhvørvis- og orkupolitikk. Víst hava vit ein stóran flota, sum eigur meginpartin av dálkingini, 32 prosent, og tað er kanska ikki so nógv at gera við tann spurn- ingin, men einki er at ivast í, at okkurt kann gerast fyri at reinsa útlátið hjá skipunum. Tað sama er at siga um motorarnar hjá SEV, sum eiga 12 prosent á dálkingini. Harafturat eiga vit at reka ein veruliga orkupolitikk, sum eisini byggir á minni dálkandi orkukeldur. Vit vita, at vælferðarsamfelagið dálkar, men tølini verða uppaftur meiri skelkandi, tá vit ongan politikk á hesum øki. Næsta stigið verður so at at gera eina frá- greiðing um, hvussu útlátið kann lækka, og heitt verður á landsstýrismannin um at fáa hetta arbeiðið gjørt í stundini! DAGSINS MEINING Sosialurin Skelkandi tøl og eingin politikkur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Johan Dahl løgtigsmaður Tað var ikki sørt stoytandi at síggja í sjónvarpinum, at ein ávísur bólkur av sjúk- lingum bleiv tikin framm sum gíslar í sjónvarpinum, nú Bill Justinussen og hansara samgongurmenn hava lagt á allar sjúklingar, sum hava teirra lívsneyð- uga tilknýti til Ríkissjúkra- húsið og forða teimum at komað til viðgerðar ella kanningar , við at noktað at gjalda fyri ferðina og við- gerðina!!!! Hetta er gjørt við at geva yvirlæknunum harraboð um ikki at senda fleiri sjúklingar av landinum í ár vegna pengamangul - yvirtrekk er á konto fyri serviðger uttanlands og henni tørvar 20 mio afturat, sum skulu finnast onkun- staðni .ella um neyðugt - yvir enn eina eykajáttan. Undirritaði undrast á hví júst hesin bólkur við cystsik fibrosu bleiv tikin framm - var tað av tilvild ??? Takað vit hesi børn við sjúkuni Cystisk Fibrosu, sum er ein viðfødd sjúka ið krevur dagliga viðgerð bæði við fysioterapi, inn- halatiónum og medisini, so eru tey 11-12 í talið í Før- oyum og teirra lív avheng- ur av, at tey halda sjúkuna í skak við viðgerð og medi- sini - hvønn einasta dag í lívið teirra. Hetta er sjálvandi ein sera stórur belastningur fyri tey sjálvi og familjur teirra. Eftirlitið við sjúkuni fyrigongur á Ríkissjúkra- húsinum og Skejby í Århus, sum eru tey einastu CF- sentrini í Danmark, har øll vitanin um sjúkuna er samlað og viðgerðin fyri allar sjúklingar í ríkinum tískil fer framm. Viðger og støðugt kon- trol (fyri tey flestu eina ferð um mánaðin) -er alneyðugt fyri sjúklingarnir, - tey er sera móttakilig fyri bak- terium og virusum, orsakað av tí at teirra immunverja eisini er niðursett . Tí er tað sera umráðandi alla tíðina at fyribyrgja at bakteriur og virusar ikki fáa gjørt um seg og gjørt skaða á lungavevnaðin. Bestu viðgerðarúrslit fyri sjúkuni uppá heimsbasis eru í Danmark , nevniliga tí at eftirlit og viðger er sera intensivt. Hesir nevndu sjúklingar er bert ein bólkur av sjúk- lingum, sum verður tikin framm - men tað eru nógvir føroyingar við nógvum ymsum sjúkum, sum eisini hava fyri neyðini, at komað til viðger uttanlands, tí vitanin, viðgerðin og re- sursirnar ikki eru til taks í Føroyum. Tað mugu og skulu tey hava rætt og atgongd til, - samfelagið má og skal hava ráð til at gjalda fyri hetta - um ikki, - ja, so er hetta ikki longur eitt land har pláss er fyri øllum - men einans teimum útvaldu . Jan Hilmar Dam segði tað sera rámandi í frálíku blaðgrein síni - so verður Føroyar eitt lortaland at lívað í. Vónandi komað vit ongantíð hartil, at vit fara at kallað og halda okkara land verða eitt lortaland og ringt stað at búgva , - heldur ikki hóast tað nú sær út til at ein sera ringur virus - sam- gonguvirusin nevndur ADEH er farin at virka vil fullari megi og byrjar at merkjast allastaðni í land- inum. FØROYAR - land teirra útvaldu??? Eitt sindur um milliardina, sum er komin afturat á útreiðslusíðuni hjá landinum Frits Johannesen Fyri tíð síðani segði Krist- ina Háfoss, løgtingskvinna í Útvarpinum um aðal- stýrini, at samgongan skuldi fara undir at vita, um aðalstýrini ikki kundu verða felags um summi øki, so nakrar almennar krónur blivu spardar á henda hátt. Løgmaður okkara, Arnfinn Kalsberg hevur sagt, at vit mugu fara undir at vita hvussu langt almenni pen- ingurin røkkur, og hvussu hann verður brúktur. Hetta hugsi eg kom fram, eftir at vit fingu at vita, at al- mennu útreiðslurnar eru øktar við eini milliard tey seinastu fimm árini. Ein króna er ein króna. Hon er eygagóð, men hon kann eisini vera følsk, sum skúm í mánalýsi. Krónan spyr ikki hvør tú ert. Hon er stumm og ikki størri enn ein Børkubóndi. Vit halda okkum til hana, so leingi vit draga andan. Hon er okkum kær, tá ið vit í ungdómsins blóma byggja reiður, í mandómsins verk- um, tá ið vit sæta okkum sum foreldur og royna at fáa børn okkara undan. Á ellini, tá ið ommu- og abba- børn á tøtlingum renna um føtur okkara. Vit enda kanska á onkrum umlætt- ingarheimi ella fáa heima- hjálp, har oyruni og krón- urnar kína gráhærdu stríggjurnar árla og síðla… ella bara av og á. Alt velst um, hvussu nógvar krónur vera til avlops til gamla- fólkið, so tað er kanska rætt at løgmaður, Arnfinn Kallsberg fer runt við seiðakykarinum og hyggur at hvussu "seiðakrónurnar" ganga, og hvørjum stima milliardin gongur í. Kristina Háfoss, løg- tingskvinna, segði, tá ið hon varð spurd, um saman- sjóðingin fór at bera tað við sær, at fólk vórðu uppsøgd? Ja, ikki varð hetta noktað. Hon helt, at privata vinnan tørvaði arbeiðsmegi, so tey høvdu ein møguleika at fara í ta sjálvstøðugu vinn- una. Tá ið Kristina hevði sagt hetta, rann eg yvir til spegl- ið - speglið lýður ikki, og fór at spegla mær. Maðurin í speglinum segði lítið. Hann var gráhærdur, grá- skeggjutur og eitt sindur vambasíður. Um so var at Føroya skúli skal spara, og flokkar verða t. d. lagdir saman , ja, so verða lærarar uppsagdir. Hetta er bara um ein lærara, ( hvat við øllum hinum í tí almenna lønarkervinum?), sum stundar til tey seksti, hann er ikki nógv verdur í manna eygum og minni verdur, tá ið fitta krónan skal meta Framhald á síðu 11 VIÐMERKINGAR Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokki Ákærurnar móti sitandi og undanfarnu samgongu hava verið øgiligar í sein- astuni. Eitt nú hevur verið sagt og skrivað, at sam- gongan hevur raðfest nið- urskurð í ríkisstuðlinum framum alt annað, at øktu útreiðslurnar ikki eru farn- ar til vælferðina, at full- veldisætlanin er orsøk til bæði líkt og ólíkt o.s.fr. Hesar ákærur eru sjálvsagt fullkomiliga burturvið. Samgongan hevur øll árini raðfest vælferð føroy- inga hægst og eru øktu út- reiðslurnar nýttar til at bøta um vælferðina. Kom- andi árini verða eitt nú eldraøkið, serforsorgin, mentan, útbúgving og gransking raðfest enn hægri. Ábyrgdarleyst at vilja hava ábyrgd ? Tað hevur verið undarligt at fylgt við í parti av kjakin- um seinastu tíðina, tí tað tykist sum um, at uttan mun til hvørji stig samgongan tekur - ja, so verður ákært. Andstøðan sigur, at ov nógvur peningur verður nýttur - men samstundis verður sagt, at ríkisveiting- in ikki skuldi verið skorin tí hesin partur somuleiðis skuldi verið nýttur. Tá ið samgongan tosar um varðsemi og sparingar - ja, so er eisini hetta galið - men samstundis er eisini galið um samgongan ikki velur at spara. Eisini kundu allir flokkar á tingi undir 1. viðgerð av fíggjarlógini herfyri taka undir við at skipa ein sjálvberandi búskap, men samstundis verður ikki tikið undir við einum niðurskurði av ríkisstuðl- inum í bestu tíðum. Sjálvt tað at vilja átaka sær ábyrgd verður skýrt ábyrgdarleyst. Hetta eru andsøgnir so tað stendur eftirí. Men tað er serstakliga nú tá ynskið, viljin og áræðið til at vilja átaka sær fulla ábyrgd av føroyska samfe- lagnum verður javnstillað við ikki at vilja raðfesta føroysku vælferðina hægst, at eg kenni, at talast má at. Tí veruleikin er júst tann øvugti. Øktar játtanir Verður hugt at tíðarskeið- num 1998-2002 er játtanin til heilsumál økt við 32%, almannamál við 31% og til útbúgving og gransking økt við 41%. Tølini tala fyri seg. Sí talvu 1. Størri partur til vælferðartænastur Útreiðslubýtið er eisini broytt munandi í mun til 1990. Sí lagkøkumyndir- nar. Í dag verða um 2/3 av øllum útreiðslum landsins nýttar til almanna-, heilsu, útbúgvingar- og mentamál og er hetta munandi meira enn í 1990. Hægri lestrarstuðul, sam- býlir og nýggj barsils- skipan Nøkur dømi um menning av vælferðartænastunum seinastu árini eru: - Nýtt Landssjúkrahús ávegis - Munandi hægri lestrar- stuðul til lesandi - Nýggj barsilsskipan - Sambýlir til eldri og autistar - Fólkapensiónin er hækkað munandi - Karensdagar eru tiknir av - Mentanarøkið hevur fingið 50% størri játtan - Langtíðaríløguætlan er løgd - Osfr. Munandi framstig - men altíð størri tørvur Hóast vit hava sæð mun- andi framstig í samfelag okkara seinastu árini, so er sjálvsagt, at tað altíð vilja verða øki, ið hava tørv á størri ábøtum. Tí hevur samgongan eisini valt at raðfesta eitt nú eldraøkið, serforsorgina, mentan, út- búgving og gransking enn hægri í 2003 - og er ætlanin m.a. at byggja skúlar og at fáa sett ferð á arbeiðið við at byggja ellis- og røktar- heim v.m. Av øðrum kann eitt nú nevnast, at arbeitt verður við nýggjari før- oyskari sosiallóggávu, før- oyskum heilsupolitikki og tillaging av almennu fyri- sitingini til føroysk viður- skifti. Ábyrgd fremur vælferð Sigast kann ikki annað enn, at føroyingar hava megnað at skapt og framleitt tað, ið krevst til tess at reisa før- oyska samfelagið eftir kreppuárini. Samferðslu- og samskiftisnetini eru út- bygd, vælferðartænasturnar eru mentar, vinnulívið er framkomið og kappingar- ført, arbeiði er til allar hendur og er føroyski bú- skapurin vorðin munandi meira sjálvbjargin. Politiska leiðslan hevur somuleiðis gjørt og fer framhaldandi at gera sítt besta fyri at fremja eitt enn betur vælferðarsamfelag fyri allar føroyingar, og tí eru ákærurnar, ið vendar hava verið ímóti samgong- uni hesum viðvíkjandi seinastu tíðina, verið púra burturvið. Samgongan hev- ur sum mál, at átaka sær fulla ábyrgd í øllum sam- felagsins lutum. Hetta merkir somuleiðis, at átaka sær fulla ábyrgd av væl- ferðartænastum til allar føroyingar - og ábyrgd fremur vælferð. Vælferðin raðfest hægst Talva 1: Útreiðslur Landskassans á útvaldum økjum Mió. kr. 1998 2002 Vøkstur í % Heilsumál 370 489 32 Almannamál 888 1160 31 Útbúgving og gransking 404 569 41 *Kelda: FMR - pr. 1. mars 2002 55% 45% 64% 36% Útreiðslur 1990 Útreiðslur 1990 Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum má koyrast frá beinanvegin! Hans Pauli Strøm javnaðarmaður Tað er størsta tjóðskapar- liga skomm nakrantíð, at Føroyar nú eru avdúk- aðar sum triðja ringasta umhvørvissvín av øllum heimsins londum! Vit, sum hava reypað um Umhvørvisparadísið í Norðuratlantshavi......Nú kann kaldliga staðfestast, at vit hoyra til heimsins allarringastu, tá um dálking ræður. Hetta er ein so stór politisk skandala, við so lemjandi avleiðingum fyri okkara tjóðskapar- ligu sjálvsvirðing og fyri altjóða umdømi Føroya, at tað eigur at fáa polit- iskar avleiðingar í Før- oyum beinanvegin. Eyðun Elttør hevur havt ovastu politisku á- byrgdina av umhvørv-is- málum síðani mai 1998. Fyri at átaka sær hetta hevur hann fingið greiva- løn. Hann hevur gingið og spankulerað sum ein annar klovnur, bæði her heima og sum tjóðar- innar umboð í útlondum. Hann hevur fyri stuttum verið á alheims um- hvørvisráðstevnu í Suð- urafrika, við stórum fylgi. Av fjølmiðlum varð han spurdur um ørindini, hvat ætlanin var og hvat kom burturúr. Tað var pínligt at hoyra. So innantómur, tápuligur og ábyrgdarleysur polit- iskur boðskapur - og so lygnagtigur haraftrat, vísir tað seg nú. Ein av grundgevingun- um fyri landsstýrissess- inum hjá Eyðuni Elttør var, at nú skuldi gerast nakað við umhvørvismál í Føroyum. Men hann hevur sitið í 4 _ ár og ikki rætt hond frá síðu. Hann hevur so fullkomiliga misrøkt hesa almennu uppgávu og ábyrgd sína. Fyri hvørt ár hann hevur sitið og bara gingið og flent býtt og vrøvlað, er umhvørvisstøða Føroya bara versnað. Hesi ár hevur hann prógvað til fulnar, at hann er in- kompetentur at sita sum landsstýrismaður í um- hvørvismálum. Politiska avleiðingin má verða, at Eyðun Elttør verður koyrdur frá beinanvegin. Tað er eisini eitt signal til umheimin, at føroyska samfelagið harmast um sína støðu, og við at koyra landsstýrismannin frá vilja vit vísa umheim- inum, at vit ætla at taka okkum annað skinn um bak. Tó, løgmaður ger tað ikki, hann fær ikki høkuna uppfrá. Tí er tað ábyrgdin hjá hinum flokkunum, andstøðu- flokkunum í hvussu so er, at reisa missálit til Eyðun Elttør. Tí nú er steypið fult ! Ilt er at hava eina øvrigheit yvir okk- um, mannað við einum Fólkafloks løgmanni og einum Fólkafloks lands- stýrismanni, sum kanska báðir eru kriminellir! Og nú omaná við einum landsstýrismanni í um- hvørvismálum, sum voldir tjóðarinnar um- dømi slíkan skaða. um hansara dygdir. Krist- ina, hvør tekur ímóti einum gráhærdum, rukkutum og skallutum, risthentum lær- ara, ið skjelvur á málinum? (Hetta er bara um ein lærara…) Tað er so stutt tíð síðani, vit vóru á tromini, tá ið mangt og mikið fór fyri skeytið. Vit stóðu á eggini og sóu í tað bláa dýpið. Samfelagið var komið at gravarbakka, og ikki so fá misfórust orsakað av hes- um ódámi. Hetta nýtir fast enn tann dag í dag. Henda tíð elvdi til, at nógv vilt kjøt kom í arrið, ið stendur eftir hesar dagar. Hetta verður seint gloymt. Eg skilji ikki, at ein løg- tingskvinna tekur soleiðis til orðanna, sum hon gjørdi henda dag. Tey kunnu bara fara í ta sjálstøðugu vinn- una. (einki ilt um sjálv- støðugu vinnuna) Tað sama kundi hon sagt, um onkur bleiv arbeiðsleysur í sjálv- støðugu vinnuni, at viðkom andi bara kann fara í tað almenna fyrtaksemið, ella at fólk kunnu flyta aftur av landinum. Rætt hevur Kristina í tí, at sjálvstøðuga vinnan tørvar arbeiðsmegi, og teoretiskt ljóðar hetta sum um, at einki er til hindurs fyri at fólk kunnu førka seg, men tey, sum eru í tí gráa kassanum, hava ikki stóran møguleika, og tí skilji eg ikki hetta, at hon tekur hetta upp á tungu, at tey sum gerast arbeiðsleys kunnu fara…. ??? Men tað er ein troyst at Arnfinn Kalsberg, løgmað- ur, hevur sett seiðakykarin fyri eygað og fer nú at rann- saka almenna peningaliga umfarið fyri at vita, hvar krónan er. Ein króna er ein króna, og ikki so fáar eru á útreiðslusíðuni. Ein milli- ard er komin afturat pluss tríhundrað og seksti milli- ónir eru tiknar úr blokk- inum… " så siger og skriver 1, 36 milliard" er ein bein- leiðis útreiðsla, sum er komin afturat fimm tey seinastu árini. Eg veit ikki hvussu, tað er vorðið. Mangur slítur silki av armóð. Um hetta er eitt armóðstekin, ella tað er bara so, veit eg ikki. Vóni ikki at løgmaður fer at finna rakkýrnar, sum brøl- andi koma úr Nilánni og gera kál á teimum feitu kúmum (krónunum) og eru líka so rak. Fitta krónan sigur einki, men hon kann nøtra teg og meg, um ikki rætt verður borið at. Framhald av síðu 10 C M Y K 11 10