Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. november 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 216 - 9. november 2002 Nr. 216 - 9. november 2002 9 Fjarskiftiseftirlitið vil fegið hava samstarv við Fiskiveiðieftirlitið fyri at bøta um trygdina á sjónum, sum er syndarlig á summum økjum TRYGD Á SJÓNUM Áki Bertholdsen Nú er tað sumt sum bendir á, at Fjarskiftiseftirlitið og Fiskiveiðieftirlitið fara at ganga saman í samstarv fyri at bøta um trygdina á sjónum. Og hetta man verða harð- liga tiltrongt, tí á summum økjum stendur syndarliga illa til við trygdini á sjón- um. Eitt nú vísti Fjarskiftis- eftirlitið á, at tað eru fleiri og fleiri útróðrarbátar, sum ikki hava kravdan vhf send- ara umborð. Og har sendar- in er umborð, er tað ein veksandi trupulleiki, at menn ikki duga at brúka útgerðina. Hetta er ein veksandi trupulleiki, sum er til vanda fyri trygdina, bæði hjá teimum sjálvum, men eisini hjá øðrum, tí brúka teir ikki vhf sendaran, kunnu teir heldur ikki koma øðrum til hjálpar. Elmar Højgaard, leiðari segði á Sosialinum í gjár, at Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlit við um útgerðin er umborð. Men tað er Fjarskiftis- eftirlitið, sum skal kanna eftir, um bátarnir og menn- inir, eisini hava tey neyð- ugu prógvini og og loyvini. tvs bæði frekevensloyvi til sendaran og prógv til at brúka sendaran. Elmar Højgaard á Fiski- veiðieftirlitinum vísti sam- stundis á, at tað hevði verið frammi um at skipa sam- starv ímillum Fjarskiftis- eftirlitið og Fiskiveiðieftir- litið um at fáa betri skil á hesi viðurskfti. Fyribils var onki komið burturúr, men hann metti ikki, at tað skuldi verið trupult at fing- ið eina slíka avtalu í lag, so at vaktarskipini eisini fóru at kanna eftir um menn, sum vóru við skipum og bátum, eisini høvdu neyðug loyvi og prógv. Samstarv vælkomið Don Petersen, samskipari á Radioeftirlitinum váttar, at tað er tað, sum skal kannað eftir, um menn hava neyðug loyvi og prógv til vhf send- aran. – Men skulu vit røkja tað uppgávuna, skulu vit hava bát og fara út á fiskileið- irnar. Og tann bátin hava vit ikki og tað er ógvuliga lítið, sum bendir á, at vit nakran- tíð fáa hann, sigur hann. Annars ger Fjarskiftis- eftirlitið tað viðhvørt, at tað stendur fyri bátum, tá ið teir koma til lands og biðja um at síggja neyðug loyvi og prógv. Eru loyvini ikki ílagi, verða menninir meldaðir og tað kemur meiri enn so fyri. Men at kanna bátar úti á fiskileiðum, hava vit ongan møguleikan til. Men tað kundi Fjarskift- iseftirlitið væl hugsa sær. Tí tekur hann eisini væl ímóti hugskotinum um eitt samstarv við Fiskiveiði- eftirlitið. – Ein partur av hesum samstarvi kundi verið, at fólk frá Fjarskiftiseftirlitin- um við jøvnum millumbili fór við skipum frá Vaktar og Bjargingartænastuni út á fiskileiðirnar at kanna skip og bátar. Ein annar máti kundi ver- ið, at Vaktar og Bjargingar- tænastan sjálv tók sær av hesum eftirlitinum og boð- aði Fjarskiftiseftirlitinum frá, tá ið login varð brotin og bátar ikki høvdu neyðug loyvi og prógv umborð. Í samstarvi við SEV fær Vágsbygd nú eisini vatn úr vøtnun- um omanfyri Vág. Ein framkomin skipan, har ventilar og pump- ur kunnu fjarstýrast av kommunuskriv- stovuni tryggjar nú vágbingum ivaleyst av reinum vatni VATNVEITING Áki Bertholdsen Vatn hevur í mong ár verið ein stórur trupulleiki í Vági, tí tað skuldi ikki rættiliga turkur ella frost til, so sótu fólk við ongum vatni. So hvørt sum tann ógvu- liga vatnkrevjandi fiski- vinnan varð bygt út í Vági, gjørdust hetta alsamt ein veksandi trupulleiki. Tí hevur Vágs Kommuna seinastu árini lagt stóra orku í at tryggja bygdini nóg mikið av reimum vatni. Eitt rættiligt frambrot á hesum øki hendi fyri einum tveimum árum síðani, tá ið Vágs Kommuna fekk í lag avtalu við SEV um at taka vatn úr stóru vøtnunum omanfyri Vág, Ryskivatni, Miðvatni og Vatninum í Tindalíð, ella Ovasta Vatni, sum tað eisini verður nevnt á mannamunni. Hendan avtalan ber í sær, at tá ið hinar vatngoymsl- urnar í Vági eru turrlagdar, ber til at taka vatn úr vøtn- unum fyri at tryggja bygd- ini nóg mikið av reimum vatni. Síðani er eitt umfatandi arbeiðið gjørt fyri at fáa skipanina at rigga og nú er komið á mál við vatnrør- um, brunnum, pumpum og ventilum og aðrari útgerð. Samstundis, sum hetta er gjørt, hevur SEV eisini lagt veiting fyri at savna vatn av vátlendinum á fløtuni omanfyri Vág og tað verður nú eisini veitt vestur í Ryskivatn Og mikudagin varð skip- anin tikin í nýtslu. Og hetta er ein ógvuliga framkomin skipan, tí hon kann fjarstýrast so at tað ber til at tendra og sløkkja pumpur, og skrúva ventilar frá og fyri á eini teldu kommunuskrivstovuni í Vági. Tað er Svenn Brimheim á verkfrøðingafelagnum Martin E. Leo í Havn, sum hevur staðið fyri projektin- um, men allar tær elektr- isku stýringarnar, teldufor- rit og annað í tí samband- inum, hevur Heri Morten- sen í Vági gjørt. Sjálvum arbeiðnum hevur Hermann Christiansen staðið fyri. Nóg mikið av reimum vatni Jógvan Krosslá, borgar- stjóri, sigur, at hetta er ein stór verkætlan, sum hevur kostað kommununi einar tríggjarm illiónir og tá eru reinsiverkini ikki tald við. Tilsamans hevur komm- unan lagt tríggjar kilometr- ar av rørum niðan í Ryski- vatn, sum Miðvatn og Ovasta Vatn renna oman í frammanundan, umframt brunnar, pumpur og ventil- ar. – Eftir avtaluni við SEV, kunnu vit taka 190 tons um tíman úr vøtnunum, um- framt tað, sum tað ber til at fáa av vatngoymslunum, sum vóru frammanundan. Í løtuni kunnu vit taka 110 tons um tíman frá SEV, men verður tað neyðugt, kann ein pumpa setast upp afturat, so at tað fáast 140 tons frá SEV. Og stendur ordiliga á, ber til at byggja enn meiri út, so at tað fáa 190 tons um tíman frá SEV. –Avtalan við SEV er gjørd fyri at tryggja komm- ununi eina eykagoymslu, sum vit hava at taka til, tá ið turkur ella frost er, sum ger, at tað ikki ber til at fáa vátn úr hinum goymslunum. – Samstundis hevur kom- munan eisini lagt nýggja vatnveiting í allari bygdini, so nú eru vit heilt væl fyri við nóg mikið av reinum vatni og nýggjum rørum, rættiliga nógv ár fram í tíðina, sama, hvussu nógv- ur vatnkrevjandi ídnaður tekur seg upp. Mett verður, at vágbingar brúka eini 1.900 tons av vatni um samdøgurið, men bara avtalan við SEV tryggjar bygdini 2.640 tons um samdøgurið, sum er, og verður tað neyðugt, kann hon byggjast út til at geva 3.360 tons um samdøgurið við eini pumpu afturat, men við fleiri útbyggingum, kann avtalan við SEV geva 4.560 tons um samdøgurið, umfamt tær goymslur, sum annars eru í bygdini. Sum er klára reinsiverk- ini at reinsa 3.360 tons um samdøgurið. Í Vági hava fleiri privat vatnfeløg verið, men tey flestu eru nú bundin í kommunalu vatnveitingina, men eini tvey eru eftir, sum ikki hava bundið í og sum tískil heldur ikki fáa reins- að vatn Vilja fegin hava samstarv fyri at bøta um trygdina á sjónum Tryggjar vágbingum reint vatn nógv ár fram í tíðina Mikudagin tók Vágs Kommuna eina nýggja vatnskipan í nýtslu sum í samstarvi við SEV tryggjar bygdini nóg mikið av vatnið rættiliga nógv ár fram í tíðina. Í tí sambandi vóru býráðslimir og hugdu at skipanini og her eru teir við tann eina brunnin uppi á Hálsunum. Nýggja vatnskipanin í Vági er rættiliga framkomin og kann fjarstýrast av eini teldu á kommunuskrivstovuni. Her eru býráðslimir á pumpustøðini við Ryskivatn, har Heri Mortensen greiðir frá um skipanina. Tað er hann, sum hevur gjørt el-stýringarnar og telduforritini og Svenn Brimheim hevur gjørt sjálvt projektið. Við nakkanum til er tað Frank Anthoniussen, býarverkfrøðingur, Heri Mortensen, verkfrøðingur, Herman Christiansen, arbeiðsformaður, Jógvan Krosslá, borgarstjóri og aftanfyri hann, Páll Augustinussen, býráðslimur. Fremst sæst akkurát Martin E. Leo, verkfrøðingur – Trupulleikin, sum psykiatrisku deildir- nar hava at dragast við, hongur neyvt saman við tí eg loyvi mær at kalla vanrøkt av sjúklingum, sum so avgjørt ikki kunnu hóma ein glotta fyri framman, so leingi sjúkrahúsverkið framhaldandi skal eitast at vera teirra heim, sigur Katrin Dahl Jakobsen, sum vil hava landsstýris- mannin í almanna- málum at svara fyri- spurningi um bústað- ir til sálarsjúklingar FYRISPURNINGUR Eirikur Lindenskov – Er bygginevnd sett at fyrireika bygging av sam- býli í Havn, sum mælt varð til í álitinum »Ein glotti fyri framman«. Hesum spurningi – og nøkrum afturat, skal Páll á Reynatúgvu, landsstýris- maður í almannamálum svara Katrini Dahl Jakob- sen, løgtingskvinnu Javn- aðarfloksins. Tingkvinnan vil hava landsstýrismannin at greiða tinginum frá viðurskiftum viðvíkjandi liðugt við- gjørdum sjðúklingum á psykiatrisku deildunum á Landssjúkrahúsinum. Hon vil hava at vita, um nevndin hevur eitt ítøkiligt uppskot um bústovn, hvat slag av bústovni talan er um, hvussu nógv hann fer at kosta og nær hann verður liðugur. Hon vil eisini hava lands- stýrismannin at greiða frá teimum 3,5 milliónum krónunumm sum játtaðar vóru á fíggjarlógini fyri 2001. Hon spyr eisini landsstýrismannin, um hann er samdur við tilmæli- num í álitinum um at rað- festa Suðurstreym, tá tað ræður um psykiatrisku sjúklingarnar. At enda spyr hon, um landsstýrismaðurin ætlar at leggja fram »álitið um skip- an av framsóknari psykiatri í Føroyum« til politiska viðgerð. Katrin Dahl Jakobsen sigur í viðmerkingum til fyrispurningarnar, at á heysti í 2000 skipaði felag- ið Sinnisbati fyri almenn- um fundi á Landssjúkra- húsinum, tá kjakast varð um um psykiatrisku deild- irnar á Landssjúkrahúsi- num og teir sjúklingar, sum hóast liðugt viðgjørdir, sleppa ikki av aftur psy- kiatrisku deildunum orsak- að av vantandi bústaði. – Umframt fakfólk vóru allir politisku flokkarnir eisini umboðaðir á fundi- num. Breið semja var um, at hesi rsjúlingar liva undir stak óvirðiligum og lítið mennandi umstøðum, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Hon sigur eisini, at spurningurin um tað bæði fakliga og búskaparliga skilaleysa í at binda liðugt viðgjørdar sjúklingar til eina sjúkrasong varð eisini viðgjørdur. – Aftur her vóru øll á ein- um máli um, at rættast var, um psykiatrisku deildirnar fingu arbeitt, soleiðis sum slíkar eru ætlaðar at gera, tað vil siga, sum viðgerðar- deildir burturav, og at pen- ingur til hetta endamál eis- ini tá hevði verið drúgvari, heldur hon. Eitt av hesum fundi var, at ein millión krónur vórðu settar av til kanningar av støðuni innan føroyska psykiatri. Síðani tá eru tvey álit hesum viðvíkjandi kom in. Hitt fyrr kallast »Ein glotti fyri framman«, tað kom í apríl í fjør, og snýr seg fyri tað mesta um tørv- in á bústøðum. Hitt seinna álitið kom í ár, og tað er um skipan av framsóknari psy- kiatri í Føroyum. – Afturat hesum lat ein arbeiðsbólkur fyrst í nítiár- unum úr hondum álitið »Psykiatriætlan ár 2000«. Við øllum hesum tilráðing- um, um framt tað onnur fel- øg og fakfólk hava víst á, er ríkiligt av vitan til taks fyri skilagóðum loysnum, teim- um sálarsjúku at gagni, heldur Katrin Dahl Jakob- sen. Álitið »Ein glotti fyri framman« mælir til at byrj- að verður í miðstaðarøki- num, har tørvurin er nógv størstur. Har verður mælt til – at bygginevnd verður sett beinanvegin at fyri- reika bygging av tí fyrsta sambýlinum til 10 fólk í Havn Kartin Dahl Jakobsen sigur, at partur av arbeiðs- setninginum eisini var at koma við uppskoti um, hvussu farast skuldi ígongd við at brúka tær 3,5 mió. kr., sum settar vóru av til íløgur í 2001. – Á fíggjarlógaruppskoti- num fyri 2003 er løgujáttan til bústovnar 5 mió. kr. Í viðmerkingunum verður víst á, at umleið 40 fólk, sum ikki eru í viðgerð, búgva á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, tí annað búpláss er ikki til teirra. Hetta er sama tal, sum álitið vísir á, og at næstan øll høvdu tilknýti til suðurstreym, sigur Katrin Dahl Jakobsen. – Trupulleikin, sum psy- kiatrisku deildirnar hava at dragast við, hongur neyvt saman við tí eg loyvi mær at kalla vanrøkt av sjúkling- um, sum so avgjørt ikki kunnu hóma ein glotta fyri framman, so leingi sjúkra- húsverkið framhaldandi skal eitast at vera teirra heim. Heldur eingin glotti er fyri framman fyri okkara fakfólki, koma tey ikki úr stað og fáa umstøður at menna seg sjálvi og deildir- nar til at verða viðgerðar- deildir við serdeildum fyri hesar ymsu sjúklingabólk- arnar. Tá trýstið á hesar deildir- nar er so mikið stórt, er um- ráðandi at sett verður á í rætta endanum og í røttu raðfylgju, heldur Katrin Dahl Jakobsen. Vanrøkt av sálarsjúklingum Páll á Reynatúgvu skal svara fyrispurningi frá Katrini Dahl Jakobsen um bústaðir til sálarskúlingar, sum eru liðugt viðgjørdi á Landssjúkrahúsinum Heðin Mortensen vil hava Páll á Reyna- túgvu at greiða tingi- num frá møguleikum hjá fjølbrekaðum børnum FYRISPURNINGUR Eirikur Lindenskov – Hvørjar niðurstøður hev- ur landsstýrismaðurin gjørt sær í sambandi við roynd- arskipanina við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu? Hetta vil Heðin Morten- sen, tingmaður fyri Sam- bandsflokkin, hava lands- stýrismannin í almanna- málum, Páll á Reynatúgvu, at svara. Hann spyr eisini landsstýrismannin, um hann hevur nakrar ætlanir um framhaldandi dagtil- hald fyri fjølbrekað børn aftan á 31. desember 2002, tá løgtingslogin (nr. 71 frá 2. mai 2001) fer úr gildi. Heðin Mortensen spyr eisini – um svarið er ja – um nakrar ætlanir tá eru um at víðka tilboðið til eisini at fevn aum aðrar partar av landinum, t. d. Tórshavnar Kommunu. Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovn- ar og dagrøkt er í § 5 ásett, at til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og viðgerar- og námsførðklig tilboð sambært serligari lóggávu. – Kann landsstýrismað- urin upplýsa, hvørja serliga lóggávu her verður skipa til?, spyr Heðin Mortensen, sum eisini vil hava lands- stýrismannin at siga tingi- num, nær hann ætlar at leggja eina slíkan ætlan fyri tingið, um eingin serlig lóggáva finst. Sambært § 6 í lógini um royndarskipan fyri fjøl- brekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu skuldi yrkiskøn nevnd meta um royndarskipanina og lata almannastjóranum frá- greiðing í seinasta lagi 1. juli 2002. Landsstýrismað- urin hevur tí havt stundir til at gjørt sær sínar metingar av royndunum. – Tórshavnar kommuna hevur av sínum eintingum í nøkur ár leigað Bridgehús- ið sum tilhaldstað hjá nøkr- um brekaðum skúlabørnum og stuðlum teirra. Hóast vánaligar umstøður hava stuðlarnir tó eftir førimuni gjørt eitt sera gott arbeiði. Hetta er bert ein neyðloysn, sum tó als ikki er nøktandi, hvørki fyri tann brekaða, foreldrini ella stuðulin, sig- ur Heðin Mortensen. Hann sigur eisini, at ein møguleiki er, at stovnurin í Bridgehúsinum flytur út á Sernámsdepilin og virkar har sum ein frítíðarskúli. – Á fleiri økjum hevði hetta verið ein goð loysn. Hølisviðurkiftini eru góð, barnið hevði ikki havt fyri neyðini at skift um hvørvi, og tíð hevði ikki fari til spillis við flutningi,. sigur Heðin Mortensen, sum leggur afturat, at teir fys- isku karmarnir høvdu her verið til staðar fyri at ment eitt samstarv millum lærar- arnar á skúlanum og starvs- fólkið í frítíðarskúlanum. Kanska landsstýrismaðurin kann siga sína hugsan og ætlan á hesum øki. Í lógini um dagstovnar og dagrøkt er í § 5 ásett, at til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og viðgerð- ar- og námsfrøðilig tilboð sbr. serligari lóggávu. Í sambandi við at Tórshavnar kommuna bygdi nýggjan dagstovn í Øksnagerði, varð eisini gjørd ein ser- stova, ætlað børnum við sertørvi. Tað er tó framveg- is ikki eydnast kommununi at fáa at vita, hvussu børn- ini við sertørvi kunnu fáa veittar nøktandi hølisum- støður og viðgerðar- og námsfrøðilig tilboð. Kommunan hevur tí lítlan møguleika fyri at taka hædd fyri tørvinum hjá hesum børnum í útbygging- ini av dagstovnatilboðunum í kommununi. Møguleikar hjá fjølbrekaðum børnum – Hvørjar niðurstøður hevur landsstýrismaðurin gjørt sær í sambandi við royndarskip- anina við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu? Hetta er ein av spurningun- um, sum Heðin Mortensen, tingmaður fyri Sambands- flokkin, vil hava landsstýris- mannin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, at svara C M Y K 9 8