leygardagur 9. november 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 216 - 9. november 2002
Nr. 216 - 9. november 2002
7
Náttarravnaskeið
Týsdagarnar 12., 19.
og 26 novembur skip-
ar Felagið Náttar-
ravnarnir í Tórshavn-
ar Kommunu fyri
skeiði í Losjuni fyri
bæði nýggjum og ver-
andi limum
NÁTTARRAVNAR
Solby A. Eliasen
Tone Kjeld frá Náttarravn-
unum sigur, at endamálið er
at útbúgva nýggjar limir og
so eisini at uppfríska hjá
verandi limum.
Skeiðini verða hildin týs-
dagarnar 12., 19. og 26 no-
vember.
Týsdagin 12. november
verður kunning frá løgregl-
uni um skyldur og rættindi
hjá borgarum í sambandi
við hetta at vera Náttar-
ravnur. Kunning verður eis-
ini frá Barnaverndini um
teirra arbeiði. Sigrun Sam-
uelsen, sálarfrøðingur hjá
Barnaverndini heldur fyri-
lestur um ung.
Týskvøldið 19. november
verður alt Náttarravnafyri-
brigdið
gjøgnumgingið;
teirra viðtøkur, reglugerð
og ikki minst teirra felags-
mentan.
Hetta
kvøldið
verður arbeitt við, hvussu
tey kunna menna felags-
mentanina, so hon hóskar
best til viðurskiftini her.
Og tað seinasta skeiðs-
kvøldið, týskvøldið 26. no-
vember verður grundkunn-
ing um vanlukkuavmarking
og fyrstu hjálp. Narkotika-
bólkurin hjá løgregluni fer
at kunna um rúsevni og nú-
verandi støðuna í kommun-
uni. Carl-August Arge, rús-
drekka- og narkotikarágevi
fer at halda fyrilestur um
ung og rúsevni.
Tone sigur, at øll kunnu
koma við til hesi skeiðini.
Tað vil siga, at einum nýtist
ikki at vera limur ella at
hava tikið avgerð um at ger-
ast limur fyri at luttaka á
skeiðinum.
- Skeiðið er alment og øll
eru hjartaliga vælkomin,
sigur Tone Kjeld.
Nú hava Náttarravnarnir
gingið úti í býnum í skjótt
eitt ár, og tað hevur verið
sera vælmóttikið millum
ung. Tone sigur, at tað kem-
ur meria enn so fyri, at tá
Náttarravnarnir ganga úti,
at fólk koma at fregnast um
teirra virksemi.
Tað eru gott 70 limir í
Náttarravnunum í dag, men
ikki allir ganga úti um
vikuskiftini.
- Tað vil altíð vera so, at
summi ikki hava hug at
ganga úti, men kortini fegin
vilja stuðla, so tey eru
stuðulslimir, sum rinda eina
sera rímuliga upphædd sum
eitt limagjald, greiðir Tone
frá.
Hini sum ganga úti eru
býtt í bólkar við trimum, og
tey skiftast so at ganga. Tey
eru so mikið nógv, at tað
nýtist ikki at verða so tætt
millum túrarnar. Summi
ganga einaferð um mánað-
in, men tað eru ikki øll,
sum ganga hvønn mánaða.
Tone Kjeld sigur, at tað
er ikki at halda seg aftur, tí
tey ynskja nýggjar limir.
- Tað er altíð gott fyri ein
felagsskap, at tað eru nógv-
ir limir, sigur Tone Kjeld.
- Vit hava bara fingið
positivar viðmerkingar til
okkara virksemið og løg-
reglan segði herfyri í út-
varpinum, at tað merkist
væl, at vit eru har, sigur
hon og heldur fram, at um
tað onkuntíð eru útlit til, at
tað fer at verða bardagi, og
tey so síggja Náttarravnar-
nar, so er tað ofta, at tað
fjarar út heldur enn at blíva
til tann stóra bardagan.
Men so hinvegin, verður
tað til rok, so ringja Náttar-
ravnarnir eftir løgregluni.
Áhugin fyri at gerast
Náttarravnur er rímuliga
stórur. Tað koma alla tíðina
nýggj. Og Tone sigur, at tað
er ofta, at foreldur steðga á
gøtuni og siga, at tað skjótt
verður teirra túrur at verða
Náttarravnur, tí børn teirra
eru komin í tann aldurin.
Hon heldur, at Náttar-
ravnarnir eru komnir fyri at
verða, og hon letur væl at
móttøkuni, sum tey hava
fingið hetta árið, tey hava
virkað. Eisini veit hon at
siga frá, at tey hava fingið
fyrispurningar frá fólki,
sum hugsa um at stovna
Náttarravnafelagsskap
aðrastaðni í landinum.
Um fólk ynskja at fáa
meira at vita um hetta
skeiðið ella Náttarravnarar,
so kunnu tey ringja til Carl
August Arge á tlf 215570
ella Tone Kjeld á 311707.
Tann 12., 19. og 26. novem-
ber verður skipað fyri skeiði
fyri nýggjum og gomlum
Náttarravnum í Losjuni
Nýggj
barnabók
Sleppi eg til himmals
við báti, ella kann eg
koyra við bili? Fái eg
eitt kamar, sum eg
skal eiga sjálvur?
Hetta eru bara nakrir
av spurningunum,
sum verða settir í
bókini, Himmalin,
sum Heimamissións-
felagið, HMF, gevur
út í næstum
TÍÐINDASKRIV
Talan er um ein lítla barna-
bók úr røðini Smáar Sign-
ingar, haðani vit longu
kenna bøkurnar, Bíblia
teirra smáu og Bønir teirra
smáu. Bókin viðger spurn-
ingar, sum børn av og á
kunnu spyrja. Fyrst verða
nakrir spurningar settir, og
oftast eru teir júst eftir
barnasinninum, til dømis:
Er nakar djóragarður í
himlinum? Síðan verða
spurningarnir svaraðir heilt
stutt, og aftast eru bíbliu-
ávísingar til foreldrini at
vísa børnunum á, tá tey
seta spurningar.
Bókin er prýdd við sera
fittum myndum av børnum,
sum spæla saman. Myndir-
nar hevur tann kenda lista-
kvinnan, Elena Kucharik
teknað. Hon hevur eisini
teknað myndirnar til Bíblia
teirra smáu og Bønir teirra
smáu. Kathleen Long Bo-
strom hevur skrivað, og
Simona Johannesen hevur
týtt bókina til føroyskt.
Hon fæst til keyps frá
Heimamissiónsforlagnum í
Nesvík og á heimasíðuni
hjá forlagnum:
www.mission.fo/hmf.
Bókin kostar 79 krónur.
Himmalin er ein sera fitt og
prýðilig bók, sum er eitt
væl egnað føðingardags-
ella jólagávuuppskot til tey
smærru.
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Í kvøld verður stór kon-
sert/dansur á Kambsdali.
Umframt tað vælumtókta
DJ-showið fara MC Hár
eisini á pallin, og er lagt
upp til eitt rimmar show, og
lovar bólkurin, at áhoyrar-
arnir fáa konsert fyri allar
pengarnar.
Heili níggju fólk verða á
pallinum í senn, og sum øll
vita, duga teir ógvuliga væl
at fáa lív í áhoyrarafjøld-
ina.
Spildurnýtt
lasershow
verður eisini, og hetta er
fyrsta ferðin tað verður
nýtt. Bussar koyra úr Havn,
so øll kunnu sleppa at upp-
liva MC Hár.
MC Hár rokkar á Kambsdali
Eyðbjørg Joensen, rørslutarnað:
– Kenni meg til fortreð
Eyðbjørg Joensen
hevur bara havt eitt
bein í fimm ár. Hon
fílist stórliga á um-
støðurnar, sum tey
rørslutarnaðu hava,
tá tey eru í býnum. –
Eg havi í fleiri dagar
skulað ørindir inn á
Almannastovuna,
men uttanfyri er onki
parkeringspláss til
rørslutarnað, sigur
Eyðbjørg Joensen
RØRSLUTARNAÐ
Ingrid Bjarnastein
Eyðbjørg Joensen úr Havn
hevur seinastu fimm árini
bara havt eitt bein. Eyð-
bjørg fílist stórliga á vána-
ligu umstøðurnar rørslu-
tarnað hava í býnum.
– Seinastu dagarnar havi
eg ætlað mær inn á Al-
mannastovuna eitt ørindi,
men uttanfyri er onki par-
keringspláss til rørslutarn-
að, so eg sleppi als ikki av
við bilin hjá mær, greiðir
Eyðbjørg frá.
Soleiðis er tað eisini alla
aðrastaðni í býnum. Illa ber
til hjá Eyðbjørg at fara út
uttan hjálp frá familjuni, tí
parkeringsplássini eru í
fyrsta umfari so fá, og í
øðrum umfari, so eru bara
nøkur heilt fá til rørslutarn-
að.
– Eg brúki so nógv pláss
tá eg skal úr bilinum. Um
eg ikki fái hurðina heilt
upp, so sleppi eg ikki út fyri
beininum hjá mær. Hetta
verður eisini sjáldan hugs-
að um, tá parkeringspláss-
ini verða gjørd, sigur Eyð-
bjørg Joensen.
Eisini rundan um SMS
eru heilt fá parkeringspláss
til rørslutarnað. Bara eitt av
teimum nógvu í parkerings-
plássunum í kjallaranum er
avsett til fólk í koyristóli
ella líknandi, og heldur
Eyðbjørg, at hetta er alt ov
lítið.
– Tey flestu, sum eru
handikappað fara í SMS, tí
tú kanst ikki fara allastaðni.
Men ofta, so eru onnur sum
eru frísk, so ófólkalig, at
tey taka tað eina parker-
ingsplássið sum er avsett til
tey handikappaðu.
Til fortreð
Eyðbjørg greiðir víðari frá,
at nú ein dagin skuldi hon
eitt ørindi í býnum. Ikki
fyrr enn triðja dagin fann
hon eitt parkeringspláss,
sum hon kundi brúka.
– Um eg skal oman í bý-
in, so má onkur í familjuni
við og seta meg av, koyra
fyri at finna eitt parkerings-
pláss, avheinta bilin aftur
og síðani koma aftur eftir
mær. Um tað er vindur ella
gler, so missi eg javnvág-
ina, so tað er ikki so lætt,
fortelur Eyðbjørg.
Hon vísir eisini á, at hon
hevur ferðast nógv aftur og
fram til Klaksvíkar við
Dúgvuni. Umborð á Dúgv-
uni er ongin lyft og tað er
tað heldur ikki í flestu skip-
unum hjá Strandfaraskip-
um Landsins.
– Tú sleppur ikki at sita í
bilinum, og ongin lyft er, og
tað merkir so, at tú noyðist
at fara upp á. Um eg skal
upp á, so má eg ganga eitt
trin í senn, og tað tekur
langa tíð. Tá eg so einaferð
komi upp, so er trappan full
aftanfyri meg. Tá veðrið er
gott, plagi eg at fara niður
nakrar minuttir áðrenn, tí
um eg fari tá øll hini fara,
so fyllist trappan aftur
aftanfyri meg, sigur Eyð-
bjørg, sum leggur afturat, at
tá tað er soleiðis, so kennir
ein tað sum um ein er til
fortreð allastaðni.
Sjálv dámar Eyðbjørg
væl at fara út, og tað roynir
hon nógv av. Men tað er
ógvuliga trupult, tí tað ber
so illa til bara at fara út ein
túr.
– Tað eru ógvuliga fá
rørslutarnað í býnum, og eg
haldi, at tað eru tí, at um-
støðurnar eru so vánaligar.
Mær dámar væl at fara út,
men at Almannstovan ikki
skal hava eitt parkerings-
pláss til rørslutarnað er
toppurin!
Í fjør gekk Eyðbjørg á
kvøldskúla í Eysturskúla-
num. Har eru trappur og ein
bakki niður, sum er gjørdur
serliga til koyristól, men
har er ongin gelendari, at
halda í.
– Eg kann als ikki ganga
gjøgnum trappur uttan ge-
lendara, og tað vísir seg, at
vanta nógva staðni. Tað er
bara ein bílig loysn, sum er
gjørd á flestu plássunum.
Eyðbjørg heldur eisini, at
røsk fólk áttu at hugsað seg
betur um, tá tey fara út –
serliga við bilinum. Hon
hevur alt ov ofta sæð fólk
parkera á plássinum, sum
er avsett til tey rørslutarn-
aðu, og so kemur onkur
rennandi úr bilinum.
– Fólk eru ov ófólkalig.
Tey hugsa seg ikki um, sig-
ur Eyðbjørg Joensen, sum
ynskir, at myndugleikarnir
fara at betra um hesar um-
støðurnar í framtíðini.
Kalendarin hjá Deyvafelagnum
TELEFONIR
Ingrid Bjarnastein
Um tú ert ein av teimum,
sum hevur GSM Teletíð frá
Føroya Tele, so ber nú til
hjá tær, at fáa Teletíð um-
vegis alnetið.
Í vikuni gjørdu Føroya
Tele og hallo.fo eina avtalu,
sum ger, at kundar hjá Før-
oya Tele nú kunnu fylla
Teletíð á GSM telefonina
gjøgnum einaskipan, sum
Farodane hevur gjørt til
hallo.fo.
Á henda hátt kann Teletíð
gjaldast beinaleiðis við
FR/visakorti á alnetinum,
og hetta er ein skipan, sum
ógvuliga væl umtókt í
londunum rundanum okk-
um.
Skipanin er løtt at nýta.
Kundin verður biðin um at
geva nakrar upplýsingar. Tá
allar upplýsingarnar eru
settar inn, fær kundin eina
kodu, sum verður nýtt til
fylla Teletíð á kortið. Sum
eina eyka trygd, so fær
kundin koduna við posti-
num.
Skipanin er nú á
www.hallo.fo
Eyðbjørg Joensen hevur bara
eitt bein. Hon fílist á tær
serstakliga vánaligu
umstøðurnar, sum
rørslutarnað hava í býnum
Mynd: Álvur Haraldsen
JÓLAKALENDARI
Ingrid Bjarnastein
Jólini nærkast, og so spaku-
liga byrjar jólahýrurin at
stinga seg fram. Og nú er so
smátt byrjað at selja jóla-
kalendarar kring tey mongu
húsarhaldini í Føroyum.
Deyvafelag Føroya hevur
aftur í ár prentað ein sera
snotuligan jólakalendara í
og í hesum døgum verður
hann seldur kring oyggjar-
nar.
Hermundur Zacharias-
sen, sum er deyvur, hevur
teknað
kalendaran,
og
pengarnir, ið koma inn fara
til Deyvafelagið og Grunn
Teirra Deyvu.
Jólakalendarin kostar 50
krónur, og er samstundis
eisini ein lutaseðil við
gávukortum sum vinningar.
Tríggjar ferðir verður trekt
áðrenn jól. Tann 1., 3. og
10. desember.
Deyvafelagið sigur í tíð-
indaskrivi, at fegnast um
góða stuðulin seinastu árini
og vóna, at undirtøkan
verður eins góð í ár og und-
anfarin ár.
GSM teletíð á alnetinum
C
M
Y
K
7
6