Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. november 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 216 - 9. november 2002 Nr. 216 - 9. november 2002 5 C M Y K 5 4 Á Strandfaraskipum Landsins vóna tey at kunna veita sum ferðast vestur í Vágar væl betri tænastu, nú farleiðin styttist munandi við undir- sjóvartunlinum SAMFERÐSLA Edvard Joensen Trý korter seinni úr Vágum fyrsta túr á morgni, og beinleiðis túr úr Havn vestur í Vágar seinnapart er nakað av tí, Bygdaleiðir fara at bjóða vágafólki, tá undirsjóvartunnilin letur upp. Poul Jákup Thomsen, fólkaflutnignsleiðari á Strandfaraskipum Land- sins, sigur, at har vóna tey at kunna hækka tænastu- støðið nakað væl, nú tunn- ilin kemur. Neyðugt verður nú ikki hjá vágafólki at skifta buss á veg heimaftur eftir ar- beiðstíð, tí bussurin, sum fer úr Havn seinnapartin, koyrir allan veg vestur. Sum er skal fyrst skiftast í Vestmanna og farast um- borð á ferjuna. Síðan aftur í buss á Oyrargjógv. Tó verður tað soleiðis, sigur fólkaflutningsleið- arin, at onkrar túrar mitt á degi, tá vanliga lítið fólk er við bussinum, fer vága- bussurin at steðga við tunn- ilsmunnan á Signabø, hað- ani fólk so kunu fara víðari við eysturoyar- ella vest- mannabussinum. Skulu fólk so hinvegin, verður tað sama galdandi, at skift verður á Signabø. Eisini hinvegin verður beinleiðis samband bæði morgun og seinnapart. Bussur fer úr Havn á morgni vestur í Vágar, og øvugt aftur seinnapartin. Eftir galdandi ferðaætlan verður koyrt fyrsta túr á morgni úr Sørvági klokkan 06.05. Hesin túrurin verður niðurlagdur, og farið verður so ístaðin fysta túr, tá annar túrur nú verður koyrdur klokkan 06.45. Hesin fer tá beinleiðis til Havnar. Hendan klokkutíðin er tó ikki nøkur endalig tíð kortini, sigur Poul Jákup Thomsen. Tí vísir tað seg, tá ein tíð er fráliðin, at bíðitíðin eftir eitt nú bý- bussunum í Havn verður ov drúgv, verður fráferðin úr Vágum flutt, so upp aftur seinni verður koyrt vest- aneftir. Ein óvissa er kortini framvegis við hesi rutuni, og tað er prísurin. Hóast nú nærkast rættiliga skjótt upplatingini, er einki frætt um prís enn, sigur Poul Jákup Thomsen. Og tað ørkymlar eitt sindur, heldur hann. Í dag gjalda fólk, sum ferðast um Vestmannsund sjálvandi fyri ferjuna, og kostar eitt nú eitt mán- aðarkort alt í alt 1.050,- krónur fyri bæði buss og ferju. Hvussu tað verður, tá tunnilin letur up, veit Poul Jákup Thomsen ikki, men vónar tó, at tað í hvussu er ikki nýtist at verða dýrari enn í dag. – Kanska fer tunnils- gjaldið at viga upp í móti tí, vit rinda fyri ferjuna í dag, sigur hann. Men eg vóni sanniliga, at tað kann gerast bíligari. Enn er tó bert talan um uppskot, sum í løtuni er til hoyringar hjá avvarðandi pørtum so sum teimum, ið skulu røkja rutuna, sigur Poul Jákup Thomsen. Vilja veita betri tænastu Vágabussurin fer væntandi trý korter seinni úr Vágum á morgni, tá undirsjóvartunnilin er upplatin Mynd: Edvard Joensen