leygardagur 15. mars 1986síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 31 — 15. mars 1986
rr
tidindabladid
Fiskacentralurin
asmiðja
verður skip
Skipasmiðjan í er plásstrupulleikum, men fær nú frægari umsteður
Tórshavnar Skipasmiðja
hevur keypt meirilutan av
partabrevunum í Fiska-
centralinum
Fiskacentralurin og
Skipasmiðjan eru grannar
á vestara keiøki, og hevur
Skipasmiðjan keypt, tí
teir hava ov lítið av plássi
sum er
Økid, sum Skipasmidjan
hevur, er ui: 10.000 m'
Við Fiskacentralinum og
tí sterri eki, Skipasmiðjan
hevur fingið í samband við
nýggju omankoyringina
til vestara keieki, hava
teir fingið umleið 7.000 m'
aftrat. Tað skal tó sigast,
at Skipasmiðjan framm-
anundan leigaði stórt eki
úti í Alakerdåi, men nú
verður virkiseki teirra
meira savnað og tí
arbeiðsligari
Poul Mohr, stjóri á
Skipasmiðjuni sigur, at
teir hava ætlanir um at
taka bygningin hjá Fiska
centralinum niður og í
staðin byggja eina verk
stadshøll a staðnum
Hetta verður tó ikki gjert
beinanvegin, men fara teir
at nýta Fiskacentralin
sum hann er til lagur og
annað, sigur skipasmiðju
stiornin
Leiga øki
frå kommununi
Økiåd, har Fiskacentralurir
ur, eigur Tórshavnar
Kommuna. A býráðsfundi
hóskveldið varð samtykt
at leingja leigumálið við
30 árum. Hetta varð sam
tykt við teirri treyt, at
bryggjuekið vestanfyri
Fiskacentralin verður
nýtt til fiskiidnad burtur
av. Hetta skal tó ikki skilj
ast so, at Skipasmiðjan
als ikki hevur loyvi at
leggja eitt skip við bryggj-
una, men at Bacalao eigur
Jens Pauli av Reyni, stjóri á Fiskacentralinum frammanfyri ognina, sum Skipasmiðj-
an nú skal nýta
rætt til bryggjuna fram
um Skipasmiðjuna.
tor.-
Síða 5
Ølnytslan
er minkandi
Føroya Bjór greiðir frå, at samlaða ølnytslan
Føroyum í 1985 er minkað við góðum 3
borið við 1984
Nýtslan av veikum eki, kl I (ið fæst í hand!
unum), er minkað við 10 Helst kemur hetta
at Landsstýrið hækkaði framleiðslugjaldið mun
andi síðsta vár
Nýtslan av sterkum øli, pilsnar kl I og gull kl A
vaks við umleið 2
Feroya Bjór hevur ekt munandi um marknaðar
part sín á einum stagnerandi marknað, og hevur
nú umleið 70% av elseluni i Føroyum. Viðmerkji
ast skal tó, at Carlsberg/Tuborg hevði verkfal
í nakrar mánaðar í 1985, og hevur hetta eisini
havt ávirkan
Sodavatnsselan i Føroyum stendur eisini mest
sum í stað, og er marknaðarparturin hjá Føroya
Bjór um 60%, verður sagt í einum tíðindaskrivi
frå Føroya Bjór
Madurin, —
Kvinnan
og matematikkin
Virkar heilin ymiskt hjå monnum
og kvinnum? Kanningar benda å
hetta.
Fyri um leið hundrað år-
um síðani fóru vísinda-
fólk at leggja seg eftir,
hví summir persónar
høvdu so framúr gávur
til at loysa torferar upp-
gávur við hevuðrokn-
ing. Eitt av úrslitunum
gjørdist tað, at tað mest
vóru menn, sum høvdu
hesar gávur. Tað tykist
sum at menn og kvinnur
hava ymiskar arvaegin-
leikar. Harafturat kem-
ur, at matematiskar
gávur tykjast vera
ymiskar á ymsum ald-
ursstigum. Til demis
minnast 9 ára gamlar
gentur betri talsaman-
setingar enn dreingjir á
sama aldri, meðan
dreingir og gentur á 16
ára aldri hava somu
gávur til matematikk
Eftir 20. árið vaksa tær
matematisku gávurnar
hjá mannfólkunum,
meðan tær minka hjá
konufólkunum. Tá bæði
kyn eru 27 ár, er mun-
urin heilt týðiligur
Hvussu virkar
heilin?
Við nútímans elektron
iskari útgerð ber til at
kanna ein litlan part av
ti, sum fyriferst i heil
anum. Tá ein maður
verður biðin um at
minnast eitt orð ella tal
brúkar hann vinstru
heilahelvt. Verður tón
leikur spældur, so er tað
hegra heilahelvt, sum
tekur imóti. Hjá kvinn
um er heilavirksemið
eðrvísi. Kvinnan brúkar
báðar heilahelvtir til at
minnast orð og tøl —
men mest vinstru helvt
Eisini tónleik uppaftar
hon við ellum heilanum
— men mest við hegru
helvt
Av hesi orsøk minn-
ast menn verri enn
kvinnur. Menn associ-
era upplýsingar 1 staðin
fyri bara at goyma teir.
Menn duga betur at
loysa fløktar uppgåvur
og at generalisera
Kvinnur duga væl at
minnast orð og tel og
kenna tónleik og andlit
aftur. Konufólk leggja
betur til merkis og eru tí
góð sum t.d. politifólk
Vinstra og hegra
Tað ger tað ikki lættari
at kanna hesi viður
skifti, at — sum menn-
iskjan hevur tikið seg
fram — munurin á
vinstru og hegru heila-
helvt er blivin líka
stórur sum á vinstru og
høgru hond. Tað er
sannroynd at vanliga
duga fólk nógv meira
við hegru hond enn við
vinstru
Hjå teimum flestu er
vinstra heilahelvt long
ur framkomin. Henda
helvtin stýrir nógvum
hon stýrir hegru hond
talu, skriving, lesing
rokning og viðgerð av
øllum innkomandi upp
ingum. Hegra helvt
røkir sjónina, tónleikin
listarligar gávur og
tiektu og viðbreknu
viðurskifti Nógv er
ókent, og nógv er mót
sigandi. Tað eru nógvir
menn sum hava
skvinnuligar< heilaegin
leikar, og tað eru nógvar
kvinnur, sum eru fram
úrskarandi astronomar
fysikarar og matematik
arar (APN)
, Saman-