leygardagur 15. mars 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Blokk-
studningur
krevur
politiskan
rygg
KOMANDI týsdag verður fyrsti
fundurin um eina møguliga blokk-
studningsskipan Føroya Dan
markar imillum i Keypmanna-
havn, og ivaleyst skulu fleiri fund-
ir til, áðrenn ein skipan fæst á
pappirid, sum báðir partar kunnu
góðtak%
EINKI ER at ivast í, at júst hesin
spurningurin verður ein av polit-
isku høvudsspurningunum i polit-
isku telvingini bædi nu og i år-
unum, sum koma. Í fyrsta lagi,
hvussu hendan skipan kemur at
síggja út á pappírinum og í øðrum
lagi, hvussu hon kemur at
roynast í verki.
ORÐASKIFTIÐ er longu byrjað,
og sum ikki einaferð, tá nyskapan
er í nánd, eru sambandsmenn ikki
seinir á sjóvarfallinum við sínum
illgitingum og svertu talu. Einki
má broytast. Alt skal vera sum er.
Hetta er vanliga tala sambands-
manna.
SO EINFALDUR eru veruleikin tó
ikki, og hóast tingingarnar ikki
enn eru byrjaðar við ríkisstýrið og
lítið kann sigast hvat kemur
burtur úr, er tó okkurt, sum ein
longu kann sláa fast.
JAVNAÐARFLOKKURIN var ein
av fadrunum til heimastýris-
lógina. Hesa rammulég, sum
stórt sæð hevur roynst væl, og
sum, sum tíðin hevur liðið, er
vorðin broytt eftir broyttum um-
støðum. Hetta hevur eisini alla-
tíðina verið ætlanin við Heima-
stýrislógini, og spurningurin er tí
nú ikki um hendan skal broytast,
men heldur um, hvussu hon skal
broytast.
: Krisjan Dahi
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
i: Kalmar Lindenskov
: Pif Pressan 1981
oddagrein
LONGU i sjeytiårunum helt Javn-
adarflokkurin, at tidin var komin
at gera åvisar broytingar Føroya
Danmarkar millum, soleidis at vit
sjålvir f enn størri mun, kundu
ráða yvir egnum viðurskiftum
men hesar ætlaðu broytingar
blivu ongantíð framdar
NÚ ER STØDAN tann, at danir
hava boðað frá, at teir ynskja eina
broyting í viðurskiftunum land-
anna millum. Um vit søgdu sum
sambandsmenn, at hetta vilja vit
einki hava við at gera, so fara vit
bert so líðandi eftir hæli. Vit hava
longu mist nógv orsakað av tørv-
andi yvirtøkum, og eru afturút-
sigldir í stóran mun. Bert eitt
dømi um hetta er fólkapensiónin.
HINVEGIN kunnu vit fara í sam-
ráðingar við danir; og royna at fáa
sum frægast burturúr.
JUST HETTA er tað, føroyska
sendinevndin, sum farin er til
Danmarkar, hevur i hyggju. Sum
sagt veit eingin, hvat kemur
burtur úr, men eitt er givið. Fáa vit
eina blokkstuðulsskipan, førir
hendan við sær, at Føroya løgting
fær størri vald. Størri vald til at
fordeila blokkin til til øki, sum
hava størsta tørvin. Hetta krevur
åbyrgdarfuliar politikarar og ikki
minst politiskan rygg.
TAD HAVA sambandsmenn ikki,
og er tað tí ikki løgid at teir nú
ræðast skriftina á vegginum.
tór.-
Nr. 31 — 15. mars 1986
Hjarnar Djurhuus og oljan
Herfyri fingu vit eitt
heldur vánaligt svar frá
Hjarnari Djurhuus uppá
ein konkretan fyrispurn-
ing frá Apol um, hví
brúkarin av olju ikki fær
oljuna til ein lægri prís, tá
prísurin á ráolju er lækk-
aður so nógv sum hann
er seinnu tíðina.
Hjarnar ferdi fram, at
tað, at prísurin á ráolju
lækkar, ikki nýtist at
merkja, at prísurin á
oljuni í tangan eisini
lækkar, tí útreiðslurnar til
raffinering, frakt v.m.
kunnu vera tær somu ella
hækkandi.
Tað er ófatiligt, at lækk-
andi ráveruprísir ikki
merkja lækkandi útselu-
prís — hetta er annars
galdandi í flest ellum
viðurskiftum, har markn
aðarkreftirnar virka (les
har kartellini ikki gera
sínámillum avtalur)
Innan oljuvinnuna
hevur sum onga
aðrastaðni frá framleiðar-
ans síðu verið roynt at
samarbeiða um, hvussu
nógv skal pumpast upp av
olju og til hvenn pris,
oljan skuldi seljast.
Hetta hevur sum kunn-
ugt ikki eydnast teimum
við felagsskapinum
OPEC.
Urslitid er, at oljufram-
leidaralond sum Saudi
Arabia, Bretland, Noreg
og Mexico hava kappast
um at pumpa olju upp
seinastu tíðina við fallandi
prísum til fylgju.
Seinast í januar og fyrst
í februar fór prísurin á rá-
olju fyri fyrstu ferð í 7 ár
niðurum 20 dollarar pr.
tunnu. = Norðsjóvaroljan
var niðri á 17.70 dollarum
pr. tunnu
Feroyar, sum brúkari av
olju, áttu at fingið fyri
munir av hesi innanhýsis
ósemju millum framleið
aralondini. Men tað er ikki
hent í tann mun, tað
kundi.
Orsekin er einfeld: Shell
og Esso í Feroyum hava
ikki loyvi at keypa olju,
har hon er biligast, og
fastleggja prisin hareftir
Attu Føroyar haraftur-
ímóti nakrar oljutangar.
sum Shell og Esso onki
áttu í, kundu vit arbeitt
betur í samsvari við útboð
og eftirspurning og tann
vegin spart nógvar milli
ónir krónur.
Oljumenninir runt um í
Feroyum vildu verið líka-
glaðir, um oljan æt Shell
ella Esso, teir koyrdu við
Men tað er væl ólíka
lættari at ringja til Shell í
Danmark ella Noregi, tá
tómt er, og fáa fylt aftur
uttan at hugsa um prísir
og kapping
róði
Hverki virðing fyri
livandi ella deyðum
Ein av teimum mest
grundleggjandi eginleik-
unum hjá menniskjum er
virðing fyri deyðanum. Tá
eitt menniskja er deytt
„hevur tað sum skilti
sundur í lívinum so ómeta-
liga lítið at siga.
Hesin góði
menniskjansligi eginleiki
hevur eisini staðið sína
roynd, nú tá Olof Palme
varð myrdur. Hegur og
lágur hevur verið skak-
aður um hesa hending. og
fólk flest hava sagt seg
syrgja deyða Palmes. Og
tað uttan mun til, um tað
hava verið politisk við-
haldsfólk ella mótsteðu-
fólk. Serliga kom hetta
fram, tá norðurlandaráðið
mintist Palme. Øll vóru
samd um, at tað sum taldi
var, at Palme var ein
mætur politikari og menn-
iskja, sum var farið, og
sum øll syrgdu uttan mun
til flokslit. Ein tann besta
minningartalan var hildin
av Poul Schlúter, og hann
segði, at vit máttu læra av
tí, sum var hent, og »Vi
má styrke fordragelighed-
en i vore samfund, også i
det politiske liv, og vi må
respektere meningsfor-
skelle som noget posi-
tivta.
Nú veit eingin, hver ið
myrdu Palme, hóast fleiri
gitingar hava verið
frammi. Men í Berlingske
Tidende tann 3. mars er
grein um »hadet i det
svenske politiske liv«. Har
verður vist á, at hóast
Palme varð umtóktur >v
mongum, var hann eisini
hataður av eðrum í Sve-
ríki. Framdur var ein
steðugur politiskur hetsur
móti honum, og tíkið
verður til, at »de politiske
kampanjer ofte har haft
en form af en direkte polit-
isk forfølgelse af Olof
Palme«. Og mett verður,a
at henda støduga her-
ferðin móti Palme kann
hava fingið onkran at taka
sakina í egna hond. Tað er
ein royndur lutur, at tað er
ikki altíð so langt frá orði
til handling. Og at tað er
lætt at esa fólk upp til
yvirgang
Eisini út frá hesum
skuldu vit í Ferovum
kunnað gjert Schlúters
orð til okkara, so vit ið
hvussu er gera hvat vit
kunnu fyri at fyribyrgja
eini slíkari sorgarhending
Palme fíggindi
Ísraels!
Onkur hevur tó einki lært
av eilum hesum, og er tað
málgagn fólkafloksions.
Palme var neyvan køln-
aður, fyrr enn hetta blað
byrjaði at skemma eftir-
mæli Palmes og meira og
minni at gotta sær um tað
sum var hent. Hetta
verður gjert á ein hátt
sum vildi verið óhugsandi
fyri nakað annað blað í
frælsa heiminum. Sosi-
alurin hevur longu víst
nakað av tí sum DB hevur
skrivað.
Meðan Palme framvegis
stendur undir beru ger
blaðið mánadagin gjøldu:
burtur úr minni hansara
»Teir máttu gjert Palme
til halgimenni«, og í hesi
grein verður Palme saman
við Anker Jergensen og
eðrum norrenum javn
aðarleiðarum skirdur
»figgindi Israels«, og tað
eru bert fáir mánaðir síð-
an, at teir eisini vóru
skírdir jetahatarar. Tá
hugsað verður um Hitler,
Streicher og teirra avrik
er hetta mest óndsinnaða
skuldseting, sum kann
setast fram móti nøkrum
Men tå DB so fegið vil
hava fólk at trúgva, at
javnaðarmenn eru jeda
hatarar og fíggindar Ísra
els, kundi verið av áhuga
at greitt frá steðu t.d
danska javnaðarfloksins
til jødarnar og Israel
Støda donsku javnadar
manna undir tysku herset
ingini 1940-45 var kanska
ikki altíð so prisverdug
Men teir høvdu so sín lut
at donsku jedarnir
vórðu bjargaðir undan
týsku týningartyppunum
Seinast í september 1943
frætti Hans Hedtoft frá
týskum keldum, at nú
fóru týskararnir at taka
donsku jedarnar. Hann
legðist ikki á boðini.
Saman við eðrum javn-
aðarmonnum sum H.C.
Hansen og Vilhelm Buhl
fóru teir beinanvegin
undir at ávara jedarnar,
so teir kunnu sleppa sær
til rýmingar. Í hesi stødu
Framhald á síðu 16