Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-03-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 1986síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FR nm Feroyingar vitjaðu »mynsturvirki« å Bornholm: Fram- leidsla og søla undir sama — Virkið tyktist at vera sera væl stýrt. Alla staðni á virkinum var ein dámur av reinleika. Serliga áhugavert var at síggja ta stóru rúmligu frystigoymsluna, har al- skyns fiskaverur systematiskt vóru býttar upp í bólkar, og tað var uppá nógvar mátar ein sonn upplivan at síggja eitt slíkt virki, júst tí at framleiðslu- grundarlagið fyri virkinum í ein ávísan mun kann sammetast við tað, sum vit kenna í Føroyum. M.a. hetta siga tey trý Ólavur Poulsen, Leivur Mohr og Marjun Hanusardóttir, sum í fjør vitjaðu á tí stóra fiskavirkinum í Nekse á Bornholm. Tey trý vóru á einum seminari á Born- holm í samband við Nordforsk-sam- arbeiðið og nýttu tey tá hevi til at vitja fiskavirkið á Neksø. Aftaná ferðina skrivaðu tey eina frá- greiðing um hesa vitjanina og hevur Sosialurin fingið hendur á henni. Vit prenta hana í heilum líki, tí vit halda hana hava stóran áhuga fyri føroyingar, nú tað verður tosað um góðsking og selu av fiski. Mikudagin hin 27. febr. 1985 vóru Ólavur Poulsen, Fiskaselan, Leivur Mohr og Marjun Hanusardóttir, Heilsufreðiliga Starvs- stovan og vitjaðu á fiska- virkinum hjá Østborn- holms Fiskesalgsforening í Nexø. Til staðar var Ib Vad Serensen, stjóri. Fyri 3-4 árum síðani setti Østbornholm Fiske- salgsforening sítt egna fiskavirki á stovn eftir at hava arbeitt saman við Dansk Andelsfisk í nógv ár. Rávera Virkið tekur ímóti umleið 150 tonsum av fiski um dagin í umleið 100-150 dagar pr. ár. Hetta svarar Arbeiðsfólkið á fiskavirkinum í til 15-18.000 tons pr. ár. Meginparturin av rá- vøruni er toskur, ið verður landaður frá 120 smærri bátum, ið hava eitt árs seluavtalu við virkið. Allur fiskurin verður førdur til lands isadur í 42 I's plastikk kessum. Virkið tekur cls ikki ímóti fiski, ið er vorðin ísaður á hillar, av tí at hetta hevur við sær týðuliga lækking í úrtekuni, eins og flekini hanga verri saman sam- mett við fle ini frá kassa ísaðum fiski. Nýttur varð ein fastur avreiðingarprís- ur, ið verður settur fyri ávíst tíðarskeið. Um góðskan er ov vånalig, verður prísurin tó lækk- aður. Í slíkum førum verður avslátturin eitt mál ímillum ráfiskakeyp- aran og skipið. Framleiðsla Flakaskeringin fór fram á 7 skerilinjum. Nýttur varð ein avhevdari, ið virkið sjálvt hevði konstruerað. Upplýst varð, at hesin hevði við sær hægri úr- tøku enn tann tradition- elli. Til skeringina varð nýtt Baader 187, 188 og 189. Flekini blivu nýtt til al- skyns endamál bæði sum hálvfabrikata og lidn- ar catering- og detailinn- ballaðar verur. Reinskeringin fór fram á trimum linjum við íalt 80 reinskeriplássum. Rein- skeripláturnar vóru av grenum plastikktilfari, og onki ljós var undir. Hetta var ikki neyðugt, av tí at so gott sum ongin sand- maðkur er í fiskinum. Viðvíkjandi beinum varð sagt, at tað var líka gott at fela flakið við hond- unum, sum at flakið varð gjegnumlýst. Hetta kemst møguiiga av, toskurin har um leiðir er 6gvuliga smáur sammett við tosk um okkara leiðir. Vanligu blokkverurnar blivu frystar í plátufryst- ara, ið høvdu eitt åvist klæði í staðin fyri hurð. Hetta hevði tan fyrimun, at plássnýtslan var betri og kuldaspillið var ikki sterri enn um nýttar vórðu traditionellar hurð- ar. Bert einkuiar pannur við hálvfestum botni vórðu nýttar. Eftir at blokkurnir vóru slignir út maskinelt og fullu bein- leiðis í ytru eskjurnar, vóru pannurnar automat- iskt førdar igiøgnum eina vaskimaskinu (merki: Norfo), ið spulaði pannur- nar undir høgum trysti við i mesta lagi 40%C. Fløk og avskurðir sum uggar og kílar, ið ikki fór sum blokkvera, varð fert til aðrar partar av virk- inum til framleiðslu av serstøkum verum. Til hetta endamál varð nýtt: — 2 gyrofrystarar til einkultfrysting — glaseringsútbúnaður — paneringslinja — steikilinja (forsteik ing) — serstakir skerarar til at kubba uggar av fryst- um flekum við — formi- og pressimask- ina — maskina (Scangrader) til steddarskiljing av flek- um. Harafturat bleiv ein partur av blokkunum sag- aður upp við eini multi- sagimaskinu (merki: Norfo), bitarnir paner- aðir og pakkaðir. Kar- tengur til detailverurnar vórðu formaðar og límaðar á virkinum. Slógvið varð fyrst í vertikalfrystara og selt til minkafóður. Í staðin fyri at goyma slógvblokkarnar á palettum, vóru einstakir slógvblokkar sagaðir í bjálkar og settir undir blokkveruna í staðin fyri vanligu = træpalettirnar. Sjálv paletteringin fór fram automatiskt (maskinelt, merki: Norfo). Nevnast skal, at maskinfólkini høvdu rigg23 fleiri maskinur til og einstakar høvdu teir sjålvir gjørt (høvudkapp- ara og uggakappara). Har- afturat gjørdu teir allar knivar, ið vórðu nýttir á virkinum sjálvir. Hsir knívarnir høvdu eina longri livitíð og vóru bilig- ari enn vanligu knívarnir, ið eru til keyps, og var hetta tí bíligasta og besta loysn fyri virkið. Framleiðslan varð stýrd og løgd til rættis við hjálp av dataútbúnaði frá Com-data í Feroyum. Lidnar verur Lidnu verurnar fevndu í hevuðsheitum um hesar: — ymiskar blokkverur, — smá singulfryst fløk, har uggin er vorðin kupp- aður av og síðan glaserað, — paneraði singulfryst flek til Skotlands, — ymiskar forsteiktar og/ella paneraðar fiska- verur, ið vórðu pakkaðar uppá ymiskar mátar. Sum demi um hesar kann nevn- ast: — paneraðar fiskafingr- ar til Sveríkis framleiddir burtur úr kílafarsi, — raneraðir havbúffar framleiddir burturúr samanpressaðum av- skurðum frá flakafram- leiðsluni, fesk fløk til (Boston, New York). Sidstnevnda vera varð USA Nr. 31 — 15. mars 1986 Neksø hevði høvi at fara í sauna og vaska sær undir brúsu aftaná arbeiðstíð. Hetta var ógvuliga nógv nýtt av arbeiðsfólkinum. Hvat høvdu arbeiðsfólk á føroysku flakavirkjunum sagt til slíkt til- boð! send dagliga við flúgvara til Keypmannahavnar. Søluprisurin var 38,00 kr./kg, harav 14 kr./kg er fyri frakt. Fløkini blivu pakkaði i flamingokassar Umframt hesar vørur var virkið farið undir royndir við at nýta av- skurðin og annað avfall frá flakaframleiðsluni, og onnur ótraditionell fiska- sløg til framleiðslu av ymiskum verum (snacks, »spagetti« v.m.) til selu á eðrum enn teimum traditionellu fiskamarkn- adunum. Virkid tyktist at hava ein sera miðvísan fram- leiðslu- og selupolitikk. Fyri at sleppa undan ov stórari ávirkan frá tí ein- staka keyparanum, høvdu teir minst tríggar stórar keyparar á teimum góðu marknaðunum sum USA, Vesturtýskland, Frakland og Stórabretland. Har- afturat blivu tær flestu detailpakkaðu verurnar seldar til stórar handils- ketur í Sveríki. Allar verurnar vóru seldar áðrenn tær vórðu fram- leiddar. Vanliga blivu seluavtalurnar = gjørdar fyri eitt ár í senn. Fær flestu væl fram- komnu verurnar blivu seldar beinleiðis, meðan aðrar, t.d. onkrar detail- ella cateringverur, ið krevja serliga nógv og kvalificerað seluarbeiði, blivu seldar ígjegnum ymisk umboðsseiufólk. Eftirlit Á laboratoriinum, sum lá beint inn frá framleiðslu- helunum, var tól til TVN- kanningar. Harafturat var ymiskur útbúnaður og pláss til at tiðna upp verur og gera smakkroyndir. TVN-kanningar — blivu