Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-03-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 1986síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Komin aftur i ollum góðum — Ikki so hátíðarligt sum í Keypmannahavnar Ráðhúsi, tá Norðurlandahúsið og Norrøna felagið heiðraðu Róa Reynagarð Patursson sunnudagin Rói er tann sami, sum hann var fyri 21. januar Dagin, hann við ein brest gjerdist heimskendur í Norðurlondum. Síðani hava óteljandi bleð havt samreður við hann og skrivað hann. Hann hevur verið í útvarpi og um sjónvarpi. Og hann hevur verið 8 fínari samkomu Í Ráðhúsinum í Keyp mannahavn, har hann tók í hondina á Anker Jer- gensen og eðrum prom- intentum persónum. Og Árni Gregersen fekk hann at viðurkenna, at hann, tá hetta er neyðugt, er borg- araligur Borgaraligur ella ikki Vit kendu hann so aftur hendan sunnudagsseinna- partin í Klingruni í Norð urlandahúsinum Hvít klæddur í ljósabláum cow- boybuksum las hann yrk- ingar sínar so væl, at hann fekk dacapo Tann hátíðardámur sum fleiri hevdu við sær kendi, at her var ikki besti gróðrarbotnur, tá Rói segði frá leygarkveldinum í 1967 og saknaði føroyska grasið á einum kamari á fjórðu hædd í útlondum Skaldið las 13 yrkingar úr teimum trimum søvn unum, hann hevur givið ut. Eitt blandað kór sang Orðini, sum Bjarni Rest- orff gjørdi lag til. Olavur Jøkladal stjórnaði kóri- num. Og Kinna og Hanus sungu um Blómubróðurin. Hetta lagið eigur Pauli í Sandagerði. Sunleif Ras- mussen legði til rættis Ólavur, Kolbein, Herluf og Sunleif spældu trý leg, sum Rói sjálvur valdi Ivey teirra, Fagrir Fuglar og Feroyar, eigur Karsten Vogel. Hanus sang 18 hjá T.N. Djurhuus Hesi trý orðini, bók- mentaheiðurslen Norður- landaráðsins og rokktón- leikur, eru sjáldan grannar í einum setningi. Kanska er hetta fyrstu ferð. Grannaklandur er so onki. Tí Rói er vaksin upp saman við rokkinum Hann hoyrir til ættarliðið, sum er dagfest eina ferð millum 1962 og 1969 Og eftir tveir mánaðir í norðurlendsku mylluni er hann nú komin aftur Óskaddur hd Okkara heimur Rói, kona hansara Sólrun og dóttirin Lív. Aftanfyri, høgru megin á myndini, síggjast foreldur hansara Solveig og Vilhjálmur er eisini i umheiminum — Gunnar Hoydal heuði nøkur boð uppá, hvønn týdn- ing, heidurslønin hjá Róa hevur. Størstan tydning hevur hon fyri um- heimskenslu okk- ara, helt hann. — Hvønn tydning hevur hendan heidurslønin, spurdi Gunnar Hoydal, formadur i Rithøvunda- felagnum, i røduni, hann helt i Norðurlandahús- inum seinnapartin sunnu dagin Og hann svaraði sjálvur spurninginum Í fyrsta lagi hevur hon týdning fyri Róa sjálvan Er hann ikki longur so sundurskræddur av tí for vitni, sum tað hvassa ljós- ið hesa seinastu tíðina hevur sett á hann, so kann tað geva honum treysti at halda fram og eina stutta letu kanska eisini arbeiðs- frið Í eðrum lagi hevur hon týdning fyri okkara land, kanska meira enn vit hugsa. Í seinastuni hava vit sæð, at eisini tey, sum ikki vanliga geva sær far um list og mentan, nú hava hug at gleðast og hugsa um okkara umdemi í Norðurlondum Stóran týdning hon í ellum ferum føroyskar bókmentir. At tær eru komnar undir sterri dóm, at tær eru vig- aðar ikki bara av okkum sjálvum, okkum ið kanska ofta hava verið ov varin í metingunum av okkara egna. Men í hesum feri av fólki uttanfyri. Fólki við hegum kunnleika og við hegum krevum. Tað er her. vit skulu arbeiða. Men við hvert er tað gott og neyðugt at metast við onnur og av eðrum. hevur fyri Langt stríð vunnið Síðani nevndi formaðurin í Síða 5 Rithevundafelagnum stríðið hjá felagnum fyri at fáa feroyskar bekur við í kappingina um bók- mentaheiðurslenina Hetta stríðið byrjaði longu í 1963, árið eftir, heiðurslenin varð latin fyrstu ferð Øll árini var svarið, at reglugerðin var soleiðis skjóta upp eitt føroyskt verk okkurt árið, um so var Men ikki fyrr enr norðurlendsku rit hevundafelegini gingu saman og umboð fyri tær smáu tjóðirnar, grenlend ingar, samar og føroying ar. hittust í Havn í 1982 og gjørdu eina felags áheitan á Norðurlanda- ráðið, hendi nakað. Reglu gerðin varð broytt, segði Gunnar Hoydal Eitt vunnið. Og ársins heiðurs- len fær ikki minni týdning fyri grønlendingar og samar. Hon er ein viðurkenning av teirra sjálvsagda rætti, ein virð- ing av teirra máli, mentan og segu. langt stríð er elsini Heimur og heima Síðani kom Gunnar Hoy- dal til tann tydningin, hann heldur er størstur: tydningurin, heidurslønin hevur fyri okkara um- heimskenslu „Heimur og heima< eitur yrkingasavn eftir Christian Matras, og eingin veit betur enn hann, hin víðfarni, ið hevur skrivað um lítlu heimbygd sína, at vit eru partar av sterri heimi, av ellum umheiminum. Tað ber ikki til at byggja upp garðar og siga, her eru vit, har eru hini. Tað bar ikki til fyrr, tað ber enn minni til í dag, nú fylgisveinar sveima uttan um okkum spreingiknøttar av undirhaldi og sum upplysing kanska eisini mentan Og kortini siggja vit, tå ið vit verða sett i samband við umheimin, sum nú, tá ið Feroyar um stutta tíð skulu á stóra framsýning í einum grannalandi, tá hóttir okkum altíð friðsæl- an og sjálvsnegdin. Halda tit ikki vit duga væl, siga vit við umheimin, er tað ikki at undrast á, hvussu langt vit eru komin, er tað ikki einastandandi, nú hava vit enntá fingið eina norðurlendska heiðurslen fyri = verk skrivað á feroyskum Vit "Teypa okkum av, at vit eru so smá og kortini so stór, hetta er blivið tað fasta hjá okkum hetta er freistingin og forðingin niðurlagið førovingum, Tað lítla og tað stóra er alt eitt, sigur Christian Matras. Og í takkarreðu síni á ráðhúsinum í Keyp- mannahavn segði Rói tað Tað lítla málið hevur sama mark sum tað stóra. Á hesum markinum metir okkum tegnin, sum sama : skal umskapast til mál Allar tær tegnir, ið vit skulu bróta niður, broyta og umseta til livandi og fræls orð Kanska er stersti týdn ingurin fyri okkum í hesi heiðurslen at hon hevur nint okkum aftur á hetta At tað er eitt at vit hava ábyrgd nogv iongur enn At tad landoddarnar hevur minni at siga eru stór ella små, og hvat vit hava hver sær að hevur meira a hvat vit hava í felag s partar av ellum he inum Tástani kunnu vit geva frá okkum aftur nakað sum ber út um avmarking arnar, ið vit so fegin stika upp uttan um okkum. Ug 1 hesum døgum, tå ið tal aðra máta hevur kenst sum ein førovingur, er tað livs neyðugt at vita sær, at vit ikki inum, bara fáa úr umhein vit eiga eisini nakað at geva, at leggja afturat og afturímóti Eisini Ebba fekk blómur | Karin Flodstrøm, stjóri í Norðurlanda- | húsinum, hevði við sær tvey blómutyssi, tá hon fór upp á pallin at bjóða vælkomin. Annað var sjálv- andi til Róa Reyna- garð Patursson Hitt fekk Hentze, sum umsett Líkasum til Ebba hevur Ligesom | | | Karin Flodstrom | | segði, at Ebba eigur | | sín stóra part i, at | | hetta feroyska | | yrkingasavnið er | | vorðið kent um øll | Norðurlond. Og at tað kundi vinna eina kapping, sum er so | hørå sum kappingin um bókmentaheiðurs- lenina Ebba hevur gjert eitt stórt ósjálvsekið arbeiði, eisini aftan fyri leiktjeldini Longu útselt Heðin M. Klein, for- | maður i Norrøna fel agnum, upplýsti, at yrkingasavnið Líka sum longu er útselt hjá forlagnum Og tað stuttliga er Í at stersti parturin | varð seldur, áðrenn Í nakar visti, savnið | fór at fáa so stóra við urkenning hd